fríggjadagur 23. januar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 15 - 23. januar 2004
Nr. 15 - 23. januar 2004
11
Sambart tíðindunum íí ÚF hevur løgtingsformaðurin
heitt á formannin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eides-
gaard at standa á odda fyri samráðingunum um skipan av
einum nýggjum landsstýri. Hetta hendi eftir at teir 7
tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum, teir 7 hjá Sam-
bandsflokkinum og tann eini hjá Sjálvstýrisflokkinum
høvdu peikað á formann Javnaðarfloksins. Teir 7 ting-
menninir hjá Fólkaflokkinum vístu á Anfinn Kallsberg,
meðan 8 tjóðveldistingfólk og teir báðir tingmenninir hjá
Miðflokkinum peikaðu á Høgna Hoydal.
Hvat hvør enn meinar um hesa avgerðina, so eru helst øll
samd um, at tað er gott, at samgongusamráðingarnar fara
í gongd alt fyri eitt, nú so nógv liggur á láni politiskt og í
samfelagnum. Føroyar hava brúk fyri einum vælvirkandi
landsstýri skjótast gjørligt.
Nú hevur so formaður Javnaðarfloksins fingið litið upp í
hendi at royna seg og sínar samráðingargávur. Nú nógvir
samgongumøguleikar eru vil tað sjálvandi ikki vera nøkur
løtt og einføld uppgáva at finna ta best hugsandi sam-
gonguna. Hinvegin er rásarúmið væl størri hesaferð, nú í
hvussu er ein av teimum smærri flokkunum hevur givið til
kennar, at hann ikki uppá forhond hevur læst seg fastan til
ein av stóru flokkunum. Hetta er eitt klókt og skilagott
trekk av Sjálvstýrisflokkinum. Flokkurin, sum var við at
fara heilt úr politikki, fann síni gomlu bein aftur í valstríð-
num, har eitt nú formaðurin í flokkinum á skilagóðan hátt
vardi vælferðarsamfelagið og ikki gekk uppá kompromi
við óverulig skattalyfti frá stóru borgarligu flokkunum. Jú
vist – ein góð vend í einum parti av tí politiska spektrin-
um.
Men 15 tingmenn eru tveir ov lítið til at skipa eina sam-
gongu. Spurningurin er so, hvønn samráðingarleiðarin
fyrst skal fara eftir og um hann skal fylgja alfabetinum
ella støddini á flokkum. Ein ABC samgonga er ein møgu-
leiki, og vildi verið møguleiki fyri at víðkað hana við D
eisini. Aðrir møguleikar eru ACE ella BCE, sum tó er
rættiliga ivasom. Tosað hevur verið um eina CEH-sam-
gongu. Neyvan er hon tann mest upplagda, tá hugsað
verður um, at hon bert hevur 17 tingfólk aftanfyri seg. Og
tá er heldur ikki vist, at kemiin passar so væl saman
heldur. Kanska fortíðin spøkir ella hevur sett síni spor?
Stóri spurningurin í løtuni er, hvat Fólkaflokkurin ætlar og
vil. Tá hugsað verður um, at Bjarni Djurholm gjørdist
sigursharrin á valinum í høvuðsstaðnum og vitandi, at
hann stendur rættiliga langt frá Tjóðveldisflokkinum í
fullveldismálinum, so kundi man ímyndað sær, at tað fór
at vera lættari hjá A at fara saman við B og C. Sum skilst
er heldur ikki vist at meira fullveldissinnaði Poul
Michelsen kemur á ting tá avtornar. Tað vil aftur vera eitt
pluss fyri ABC. Skeivt er at gera nakra niðurstøðu og
mugu vit geva Jóannesi Eidesgaard neyðugu tíðina at
finna ta bestu loysnina fyri flestu fólk í landinum. Soleiðis
sum hann hevur borið seg at í valstríðnum, har hann hevur
lagt dent á sínamillum virðing og samstarv, er hann uttan
iva besta boð uppá ein komandi løgmann. Góðan arbeiðs-
hug.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Jóannes Eidesgaard
samráðingarleiðari
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Atli Hansen
sambandsmaður
Tað hevur í valstríðnum
staðið øllum sambandsfólki
greitt, at okkara sambands-
hugsjón hevur verið illa
vard. Fyri umleið einum
mánaði síðan hildu meira
enn 30% av føroysku velj-
arunum, at tað var rætt at
seta kross við Sam-bands-
flokkin.
Tann
seinasta
mánaðin minkaði stuðulin
til Sambandsflokkin meira
enn 7% points ella við øðr-
um orðum, so misti flokk-
urin henda mánaðin umleið
25% av stuðlinum. Úti við
2000 atkvøður. Tað er álv-
arsamt.
Tað hevur verið sagt, at
Sambandsflokkurin vanliga
hevur góðar meiningakann-
ingar, men vánalig val.
Hetta er ein táta, sum leið-
andi sambandsfólk ofta
hava uggað seg við. Men
hetta er ein kávan útyvir, at
flokkurin ikki hevur nóg
gott fólk í fremstu røð til at
verja hugsjónina í valstríð-
num. Og hesaferð var tað út
av lagi vánaligt. Sjálvmál
eftir sjálvmál gjørdu, at
man sum limur í flokkinum
hevði bestan hug at venda
øllum baki og sløkkja fyri
tólinum.
Orðaskiftið í sjónvarpin-
um sunnukvøldið - um man
kann kalla tað orðaskifti -
avdúkaði uttan náði veik-
leikarnar hjá flokkinum.
Ein formann við einum
skattareformi,
sum
var
loyniligur og so annars bert
upplestur
frá
stevnu-
skránni, ein røð av fittum,
men anonymum (mest)
konufólkum, sum lósu eitt
ella annað upp. Hvar vóru
profilarnir í flokkinum,
hvar vóru seljarnir av sam-
bandshugsjónini
hetta
kvøldið? Hvar vóru teir,
sum vóru pápar at skattare-
forminum og kundu greiða
frá tí geniala í honum?
Valið var ein katastrofa
fyri formannin, og tað
kunnu vit øll vera kedd um
hennara vegna. Hon misti
helvtina av atkvøðunum í
sínum egna valdømi - næst-
an óhoyrt, men tað sum var
verri var, at hon tók øll hini
valdømini við í fallinum.
Tað er eingin grund til at
válka sær í hesum ella gera
bronglutar tulkingar, tí
úrslitið er so eintýðugt og
peikar beinleiðis á for-
mannin. Tí átti hon frá
morgninum av mikumorg-
unin at havt tikið ábyrgdina
fyri vanlukkuni og tikið seg
aftur og latið næstformann-
in tikið yvir til onnur loysn
er funnin á leiðslutrupul-
leikunum. Nú hoyrist so at
hon hevur brúkt dagin til
rannsakan og tikið avleið-
ingarnar, og tað er gott,
men nakað seint.
Við
framhaldandi
at
krøkja seg til maktina hev-
ur formaðurin givið møgu-
leika fyri øðrum tulkingum
av valúrslitinum. T. d. hev-
ur DR TV allan dag givið
dønum ta fatan, at sam-
bandshugsjónin er mink-
andi í Føroyum, tí flokkurin
gekk aftur. Tey fáa einki at
vita um eitt skot í fótin, tí
formaðurin
ikki
kundi
greiða frá, hvat politikk
flokkurin fór at føra.
Um hesum flokki skal
vera lív lagað, má man til at
velja leiðslu eftir evnum til
at leiða, savna og greiða
sambandshugsjónina
og
ikki eftir ættargrein ella
øðrum óviðkomandi dygd-
um. Ikki fyri at tekkjast
ávísum persónum.
Hetta arbeiðið eigur at
verða farið undir beinan
vegin, soleiðis at limirnir
longu á landsfundinum í
mars mánaði - og kanska
fyrr - fáa møguleika fyri at
seta eina aðra leiðslu inn.
Eina leiðslu við nevndu
dygdum og við framtíðini
fyri sær.
Flokkurin við tí bestu
stevnuskránni hevur eisini
uppiborið at fáa ta bestu
leiðsluna. Gerið honum
hesa tænastuna.
Formaðurin tók Sambandsflokkin
við í fallinum
Føroya Pedagogfelag
Tað er undrunarvert at
hoyra og lesa, at ein ser-
stakur ráðgevandi arbeiðs-
bólkur - settur av Tórs-
havnar kommunu - leggur
uppskot fyri Tórshavnar
Kommunu um at herða
reglurnar fyri nær starvs-
fólkini kunnu fara til jarð-
arferð ella lækna í arbeiðs-
tíðini.
Hetta er fyri tað fyrsta
greitt
ein
samráðingar
spurningur - Felagið hevur
júst enda samráðingarnar -
ikki eitt orð varð grett undir
samráðingunum
um
at
hetta var ein trupulleika. -
Hetta hevur verið siðvenja
og harvið ein rættur hjá
limum felagsins, ið arbeiða
hjá Tórshavnar kommunu.
Eitt annað er, at slíkir
spurningar skulu leggjast
fyri álitisfólkini á ymsu
stovnunum - so her er eisini
greitt brot á álitisfólkaav-
taluna.
Felagið hevur ongantíð
frá nøkrum stovni hoyrt um
at henda aldargamla før-
oyska siðvenja er ella hev-
ur verið ein trupulleiki.
Felagið tekur fult undir
við úttalilsinum hjá for-
manninum í Starvsmanna-
felagnum í Dimmu d.d.
Elin Lindenskov
býráðslimur
Soljóðandi bræv er sent
fíggjarnevndini í Tórs-
havnar kommunu 15. janu-
ar 2004 viðvíkjandi starvs-
fólkapolitikkinum hjá Tórs-
havnar Býráð:
Vísandi til bræv frá álit-
isfólkunum, í Tórshavnar
kommunu,
til
fíggjar-
nevndina, dagfest 19.12.
2003, fari eg við hesum at
biðja um at fíggjarnevndin
tekur mál nr: 200302381
uppaftur til nýggja viðgerð
á fyrstkomandi fíggjar-
nevndarfundi.
Sum limur í serstaka ráð-
gevandi arbeiðsbólkinum,
kann eg als ikki góðtaka
framferðarháttin í hesum
máli. Eg fór av fundi í ser-
staka ráðgevandi arbeiðs-
bólkinum við teirri trúgv, at
málið sjálvsagt fyrst skuldi
leggjast fyri stjórnina, síð-
ani álitisfólkini har møgu-
ligar rættingar skuldu ger-
ast, áðrenn fíggjarnevndin
tók støðu og reglurnar
settar í gildi.
Framferðarhátturin í hes-
um máli er púra burturvið,
tí mæli eg til at steðga
ígildiskomuni av reglunum
beinanvegin. Síðani at taka
málið uppaftur til nýggja
viðgerð og tá brúka røttu
mannagongd vísandi til
grein 2 í sáttmálanum mill-
um Starvsmannafelagið og
Tórshavnar kommunu.
Nýggi starvsfólkapolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu
Skeivur framferðarháttur
Løgið val
Umboð Javnaðar-
floksins fyri norð-
oyggjar á tingi Vil-
helm Johannesen,
heldur, at úrslitið av
løgtingsvalinum var
sera løgið
LØGTINGSVAL 2004
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– Eg eri ikki nøgdur við tað
samlaða úrslitið, staðfestir
Vilhelm beinanvegin. Og
hann heldur, at tað var eitt
løgið val, tí at tann sam-
gongan, sum koyrdi landið
út í valið, kom styrkt úr tí.
Persónliga hevði Vilhelm
eina afturgongd upp á einar
90 atkvøður. Hann sigur, at
ein orsøk er, at onkrir av
kjarnuveljarunum hjá Javn-
aðarflokkinum hava valt
onkran annan á listanum.
Sjálvskrivaður
– Eg upplivdi ferð eftir
ferð í døgunum upp undir
valið, at fólk komu til mín
og søgdu, at tað var ikki
neyðugt at velja meg, tí eg
kom innaftur við vissu.
Men um nú øll hugsaðu so,
so hevði eg ikki verðið
afturvaldur, sigur hann.
Ein onnur orsøk heldur
Vilhelm er, at Sambands-
flokkurin óivað hevur tikið
nakrar
av
atkvøðunum
eisini.
Vilhelm viðgongur, at
hann stúrdi fyri úrslitinum í
nakrar dagar serliga beint
upp undir valið.
– Kanningar bendu á, at
tað fór at verða sera tætt
millum Javnaðarflokkin og
Sambandsflokkin, so tað er
eyðsæð, at nógvir tankar
komu fram, sigur Vilhelm.
Men tá samanum kom so
var tað ikki so galið hjá
flokkinum í norðoyggjum.
Hann varðveitti sín mann á
triðja plássinum, og tað er
Vilhelm sum vera man
fegin um.
– Serliga tá eg hugsi um,
at hetta helst var seinastu
ferð, at eg stillaði upp til
eitt løgtingsval. Nú eri eg
61 ár, og um fýra ár verði
eg 65, so hetta var helst
seinastu ferð. Men ein skal
aldrin siga aldrin, sigur aft-
urvaldi tingmaðurin hjá
Javnaðarflokkinum
í
norðoyggjum at enda.
Tað var ein heldur
vónbrotin Eyðun
Elttør, sum Sosialurin
fekk fatur á heima hjá
sær sjálvum miku-
dagin. Vónbrotið var
ikki serliga tað, at
hann ikki kom inn-
aftur, men tí at valið
hjá Sjálvstýrisflokkin-
um sum heild ikki var
nóg gott
LØGTINGSVAL 2004
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– Sjálvandi er ein nakað
vónbrotin um úrslitið, men
tað veit ein av, tá ein er
politikari. Tað er veljarin,
sum setur krossin, og tá má
ein duga at liva við. Eg
kann ikki fara at leggja meg
í songina fyri tað, sigur ein
avkláraður Eyðun Elttør.
Hann dylir tó kortin ikki
fyri, at tað besta hevði
verið, um tað hevði eydnast
flokkinum at fingið tvey
umboð inn á ting.
– Tað hevði verið eitt veld-
ugt framstig, sigur fyrrver-
andi landsstýrismaðurin,
sum sum nú er ikki longur
er aktivur í landspolitikki.
Eyðun heldur tað vera
lítið sannlíkt, at ein lands-
stýrismannasessur kemur
upp á tal, men hann við-
gongur tó, at alt kann henda.
Og um so er, er Eyðun
Elttør til dystin fúsur.
–Um Sjálvstýrisflokkur-
in kom aftur í samgongu,
og eg varð biðin um at vera
landsstýrismaður, so hevði
eg játtað bæði gleðiliga og
álvarsliga, sigur Eyðun
Elttør.
Hann sigur, at tá val er,
má ein vera realistiskur.
Møguleikin fyri ikki at vera
afturvaldur vil altíð vera
tilstaðar, og hann heldur, at
ein má minnast til at tað er
eins egna ábyrgd.
– Flokkurin hevði eina
afturgongd til valið í norð-
oyggjum, og tað mugu vit
taka til eftirtektar og hyggja,
hvat tað er, sum vit hava
gjørt skeivt, sigur hann.
Og hann er sannførdur
um, at um valið í norð-
oyggjum
og
í
suður-
streymoy hevði hilnast eitt
sindur betur, so hevði
flokkurin nátt sínum máli
at fáa tveir tinglimir.
Vilhelm Johannesen er ikki
nøgdur við samlaða úrslitið
hjá Javnaðarflokkinum, men
hann fegnast um, at
flokkurin varðveitti sín
triðvalda í norðoyggjum
Mynd: Bárður Lydersen
Við sorgblídni
ásannar Heini O.
Heinesen, at hann
gjørdist ov stuttur
til ein tingsess í
komandi valskeiðið
eftir 19 ár á tingi
LØGTINGSVAL 2004
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– Sjálvandi eri eg vón-
brotin, at eg ikki longur
eri við í tí, sum man hevur
verið við til at byggja upp
seinastu 19 árini, sigur
Heini O. Heinesen, fyrr-
verandi tingmaður hjá
Tjóðveldisflokkinum
í
norðoyggjum.
Heini sigur tó, at um ein
landsstýrissessur
stóð
honum í boði, so tók hann
av. Ella um Karsten Ha-
nsen fer aftur í landsstýri,
so fer Heini aftur á ting.
– Eg eri ikki farin nakr-
an veg, eg verði altíð tann
sami, so um tað stendur
mær í boði, so taki eg
sjálvandi av, sigur Heini,
sum ynskir at takka øllum
veljarunum kring landið,
sum hava stuðlað flokkin-
um og honum persónliga.
– Men tað ber sjálvandi
ikki til at siga nakað um
samgongu og landsstýris-
menn enn, so tað er bara
at bíða og síggja, hvussu
leikur fer.
Heini hevur nøkur hug-
skot um, hvør orsøkin er,
at hann ikki varð aftur-
valdur.
– Tað hevur ongantíð
verið vældámt í Føroyum,
at tú setir ting uppá sítt
pláss, so tað hevur óivað
eisini havt sín prís, sigur
Heini og hugsar her um
sín formansess í lands-
stýrismálanevndini.
Hann heldur eisini, at
hann hevur góð úrslit at
vísa á frá sínum arbeiði,
har landið nú hevur ein
línu –og útróðrarflota við
yvirskoti.
Hann dylir tó ikki fyri
vónbrotinum og sigur, at
tá hann gjørdi av at stilla
uppaftur til hetta valið,
var tað tí, at hann metti
seg hava ein boðskap.
Hann vildi innaftur á ting
at verja vunnin rættindi.
– Men nú sigi eg sum
Asbjørn Joensen, sáli,
einaferð segði við meg.
Tú fært ikki løn fyri tað,
sum tú hevur gjørt, men
heldur tað, sum tú lovar at
gera og ongantíð gert,
sigur ein sorgblíður Heini
O. Heinesen, sum tó legg-
ur dent á, at hann ber ikki
agg til nakran.
Hann er fegin um góða
úrslitið hjá flokkinum og
ynskir øllum teimum,
sum vórðu vald til lukku.
Sorgblíður
Heini
Heini O. Heinesen er sum
vera man vónbrotin av, at
hann ikki kom innaftur á
ting. Men hann tekur av
einum landsstýrissessi, um
hann stendur honum í boði
Vónbrotið egin ábyrgd
Eyðun Elttør harmast um, at
tað ikki eydnaðist flokkinum
at fáa ein mann inn í
Norðoyggjum
Mynd: Bárður Lydersen
Dúgliga varð roknað aftur og
fram í KÍ-høllini fyri at
staðfesta, hvør var komin inn
um tinggáttina og ikki.
Spenningurin var í hæddini,
og lagið var allarhelst gott á
summum og ringt á øðrum
Mynd: Bárður Lydersen
C
M
Y
K
11
10