Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 15 - 23. januar 2004 Nr. 15 - 23. januar 2004 13 Fyrrverandi lands- stýrismaðurin við mentamálum hevur fingið til uppgávu at samskipa næsta G! festivalin, sum verður hildin í Gøtu í juli mánað TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Triði G! festivalurin skal haldast í Gøtu í summar, og fyrireikingarnar til festi- valin eru langt síðani byrj- aðar. Í fjør var tal Laufey Blå- svær, sum var samskipari av festivalinum, men hon hevur borið seg undan at standa fyri festivalinum aftur hesaferð. Tí hava fyri- reikararnir av festivalinum sett nýtt fólk sum samskip- ara, og valið er fallið á Annlis Bjarkhamar. Hon er kanska kendast sum politikari – fyrrverandi landsstýrismaður í menta- málum – men hon var eisini ein av teimum, sum stóð fyri tiltøkunum Free Føroy- ar, tá ið tey vóru á skránni fyri tveimum og trimum árum síðani. – Eg havi arbeitt saman við Annlis fyrr, so eg veit, at hon loysir sínar upp- gávur til lítar. Hon brennir fyri tí, sum hon fer í holt við, so hon er júst rætta fólkið til G! festivalin, sig- ur Jón Tyril, sum er for- maður í Grót, sum skipar fyri festivalinum. Nógv vaksin G! festivalurin hevur verið hildin tvær ferðir higartil. Fyrst ferð var í 2002, og tá var talan um eitt lítið og fittligt tiltak á sandinum í Gøtugjógv eitt kvøld. Nøk- ur føroysk og smærri út- lendsk nøvn vóru á skránni, og talan av var um eitt hugnaligt kvøld, sum fólk tóku væl undir við. Í fjør eksploderaði festi- valurin til nakað heilt ann- að – ja, ein rættiligan festi- val. Nógvir útlendskir bólkar komu til Gøtu at spæla, og eisini stór før- oysk nøvn vóru á skránni. Festivalurin vardi í fýra dagar, har tyngdin lá á fríggjakvøldinum og ser- liga leygarkvøldinum, tá ið høvuðsnavnið úr Finnlandi, Bomfunk MC´s, spældu fyri stórari mannfjøld. Umframt framførslurnar á pallinum á sandinum í Gøtugjógv, vóru ein annar pallur á spæliplássinum í bygdini, og dansitiltøk vórðu eisini í ítróttarhøllini á Kambsdali og í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði. Bara í Gøtu hesaferð Annlis Bjarkhamar er farin í gongd við fyrireikingar- nar til G! festivalin, og hon hevur nógv, sum hon skal fáa at passa saman. – Uppgávan hjá samskip- aranum er at fáa alt at ganga upp. Hon skal finna ábyrgdarfólk til tær ymsu uppgávurnar, og annars halda í øllum teymunum, sigur Jón Tyril, formaður í Grót. Ætlanin er, at G! festival- urin hesaferð verður eitt sindur minni spjaddur. Grót ætlar, at øll tiltøkini skulu verða í Gøtu. – Hetta fer at hava við sær ein betri festival, sum verður meira savnaður á einum staði. Og tað fer eisini at gera tað lættari at skipa fyri, sigur Jón Tyril. Færri útlendsk nøvn Í fjør var ein ørgrynna av útlendskum nøvnum og spældi á G! festivalinum. Talan var um okkurt ein- stakt kent navn, men fleiri av nøvnunum vóru lítið kend millum breiða al- menningin. Hesaferð verða útlendsku nøvnini væntandi færri í tali. – Vit ætla at fáa færri, men kanska eitt sindur dýrari nøvn til Gøtu at spæla, sigur Jón Tyril. Hann vil ikki siga nakað um, hvørji nøvn arbeitt verður við. Hóast tað ljóðar sum, at okkurt er á veg, so er enn einki navn alment. – Vit fáa nógvar fyri- spurningar um festivalin, og tað tykist sum um festi- valurin er kendur uttan- lands. Vit hava fingið onkr- an fyrispurningin heilt úr India. G! festivalurin 2004 verður hildin í Gøtu í døg- unum frá 16. til 18. juli. Tann triðji G! festivalurin verður hildin í Gøtu og bara í Gøtu. Fyrireikararnir ætla at fáa færri útlendsk nøvn til Føroya at spæla Fyrrverandi landsstýrismaðurin fyri Tjóðveldisflokkin, Annlis Bjarkhamar, er nýggjur samskipari fyri G! festivalin Annlis skal stýra G! festivalinum NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Áhugaverd lýsing fyri góðum 25 árum síðan frá Lampubúðini og Atlasbúðini, sum lógu yvirav hvørjari aðrari í R.C. Effersøesgøtu. Altasbúðin seldi Atlas- køkar og Atlas el-lutir og Lampubúðin seldi tær mest nútímans lampurnar. Fyri- tøkan kundi eisini bjóða t.d. el-innlegging, levering og uppseting av køkum, húsarhaldstólum, frysti- og el-tænastu. Arbeiðsleiðarar vóru Hjalgrím Davidsen og Kristjan Martin Hansen Á fyrru myndini er Lampubúðin í R.C. Effer- søesgøtu 30, har sum Vinnuhúsið hevur hildið til seinnu árini. Sølustjóri var Emly Nolsøe. Á seinnu myndini er Atlasbúðin í R.C. Effersøesgøtu 21, har sum Akvariubúðin og seinni Sohvelsport hava hildið til. Sølustjóri var Jón Miðberg. Bilarnir á myndini eru eisini áhugaverdir. Við Lampubúðina sæst ein VW Golf og ein Renault 4 vøru- vognur hjá Atlasbúðini. Framman fyri Atlasbúðini eru tríggir vørubilar hjá fyritøkuni: Ein Bedford, ein Renault 4 og ein Citroën 2CV. Kelda: Myndablaðið NÚ 1978 Mánadagin 19. januar var móttøka í Niels Finsensgøtu 38, í sambandi við at ein nýggjur skraddara- verkstaður og ein vakurleikastova læt upp í niðaru hæddini. Tað eru tær báðar Beinta Vilhelmsen og Sólvør Ja- cobsen, sum hava latið upp skraddaraverkstaðin. Tær eru báðar úr Havn og hava lært til skraddarar í Keyp- mannahavn. Beinta og Sólvør eru bæði damu- og harra- skraddarar og gera øll sløg av klæðum og búnum sum t.d. brúðarklæðir til brúður og brúðgóm og veitslu- klæðir. Kundarnir fáa klæð- ir gjørd eftir egnum ynski. Eisini verða allar umvæl- ingar av klæðum og búnum gjørdar. Tær vóru á framsýningini Gluggaglæma í heyst, og 26. februar skulu tær hava mótasýning í Kagganum. Tær gera eisini klæðir til at selja. Va k u r l e i k a s t ov u n a Cosméto rekur Maria Vil- helmsen, sum er útbúgvin kosmetologur. Hon hevur áður arbeitt sum kosmeto- logur á frisørsalongini hjá Ásu í Niels Finsensgøtu. Hjá Cosméto fæst t.d. andlits- og kroppsmassaga, ymiskar andlitsviðgerðir, ryggviðgerð, eygnahár og brýr, hártøka og voksvið- gerð, epilering, manicure og make-up, sjálvbrúnar- viðgerð og brúðarspecial. Maria sigur, at viðgerðirnar eru bæði til damur og harrar og til ber eisini at keypa gávukort til tær ymisku viðgerðirnar. Tey sum t.d. skulu giftast ellu skulu í veitslu kunnu fáa bæði skraddaraseymaði klæðir og verða sett í stand frá topp til tá hjá Skradd- arunum og Cosméto í Niels Finsensgøtu. Dagurin 23. januar. Emeren- tius. Navnið er komið skeivt fyri; tað skal vera Emerentiana, deyð umleið ár 300 (í gomlum álmannakk- um Emerent). Hon var vinkona við Agnas (Sanktu Agnes), og hon varð steinað til deyða, tá ið hon fylgdi vinkonuni og harðliga hevði at teimum, sum píndu og drupu hana. 25 ár síðan: Lýsing frá Lampubúðini og Atlasbúðini Skraddararnir & Cosméto: Skraddaraseymað klæði og kosmetologisk viðgerð Hesar eru tær ið reka Skraddararnir og Cosméto í niðaru hædd í Niels Finsensgøtu 38, f.v. Beinta Vilhelmsen, Maria Vilhelmsen og Sólvør Jacobsen. Beinta er dóttir Mariu. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12