Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 23. januar 2004 15 UTTAN ÚR HEIMI Uppsagnir í bankum Samstundis sum bankar, fíggingarfeløg og tryggingar- feløg eitt fyri og annað eftir boða frá, at árið í fjør royndist sera væl, kunnu meiri enn túsund starvsfólk í hesum somu fyritøkum rokna við at missa arbeiðið. Dagblaðið Børsen skrivaði í gjár, at 1.200 fólk í bankunum, fíggingarfeløgum og tryggingarfeløgum fara at fáa uppsagnarbræv í ár. Ein kanning, sum ar- beiðsgevarafelagið hevur gjørt, avdúkar, at tryggingar- feløgini umhugsa at siga 150 fólk úr starvi, og at bank- arnir og fíggingarstovnarnir hava ætlanir um 1.050 uppsagnir. Børsen skrivar, at higartil hava tað serliga verið teir smáu bankarnir, sum hava koyrt fólk til hús, men at nú eru tað teir stóru, sum ætla at gera tað sama. Hesi seinastu árini eru arbeiðsplássini í danska fíggjarheiminum fækkað, og hendan gongdin tykist at halda fram, skrivar Børsen. Fáa skattalætta Í Noregi hevur Per-Kristian Foss, fíggjarmálaráðharri, boðað frá, at stjórnin ætlar at broyta skattalógina næsta ár, og at norðmenn eisini kunnu vænta at fáa skatta- lætta í 2005. Boðini frá ráðharranum komu á einum árligum fundi um gjaldoyraviðurskifti. Hann segði, at eftir ætlanini hjá stjórnini verður skattastigin broyttur, samstundis sum botnfrádrátturin verður hækkaður. Í veruleikanum er talan um eina skattanýskipan, segði Per-Kristian Foss, sum væntar, at uppskotið um skattalætta verður klárt at leggja fyri Stórtingið í vár. Sambært norskum fjølmiðlum fara tær ætlaðu broyt- ingarnar at kosta tí almenna einar 12 milliardir norskar krónur, men stjórnin hevur boðað frá, at í ávisum før- um fara broytingarnar at gera, at summi skulu gjalda meiri skatt av ávísum inntøkum. Kann gera bumbur Viðurkendi granskingarstovnurin International Insti- tute for Strategic Studies, sum hevur høvuðsstøð í London, vil vera við, at Norðurkorea er ført fyri at gera fleiri kjarnorkubumbur um árið. Gary Samoa hjá IISS sigur við Washington Post, at tað ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógvar kjarn- orkubumbur Norðurkorea hevur. Hann heldur, at norð- urkoreanar eru førir fyri at gera ímillum átta og tíggju kjarnorkubumbur tað næsta árið, og at teir síðani verða førir fyri at gera trettan bumbur árliga tey næstu fýra árini. Nakrir amerikanskir granskarar, sum vóru í Norður- korea herfyri, ivast í hsum. Ein teirra, Siegfried Heck- er, greiddi mikudagin Kongressini frá, at Norðurkorea hevur uttan iva nóg mikið av plutonium á goymslu, men at landið neyvan hevur nakra kjarnorkubumbu. Hann segði, at á vitjanini høvdu norðurkoreanar roynt at sannføra amerikonsku granskararnar um, at Norður- korea hevur kjarnorkuvápn, men Siegfried Hecker heldur ikki, at hetta er próvfast. Byrja í februar Á einari ferð í Turkalandi fyrr í vikuni kunngjørdi pak- istanski forsetin, Pervez Musharaf, at samráðingarnar ímillum Pakistan og India um tað umstrídda Kashmir byrja í næsta mánað. Hann vildi tó ikki siga, nær í februar samráðingarnar byrja. Enn er ikki avgjørt, um samráðingarnar verða á ov- asta politiska stigi. Í seinastuni hava pakistanskir og indiskir embætismenn fyrireikað samráðingarnar. Tað vóru Pervez Musharaf, forseti, og indiski forsætisráð- harrin, Atal Behari Vajpayee, sum tóku stig til at loysa ta gomlu ósemjuna um Kashmir fyrr í hesum mán- aðinum. Avgerðin var ein stórt framstig. Fyri tveimum árum síðani var tað um reppið, at kríggj brast á ímillum India og Pakistan um Kashmir. – Ansið eftir. Eg havi tríggjar bumbur í kuffertinum, segði enska Samantha Marson, tá hon kom til eftirlitið í flog- havnini í Miami í USA. Hen helt tað vera skemtiligt, men tað halda amerik- onsku myndugleikar- nir ikki SKEMT Árni Joensen fartekst@mail.dk Samantha Marson skuldi við einum flogfari hjá British Airways úr Miami til London, men hon slapp ikki avstað. Tá hon kom til eftirlitið í floghavnini, segði hon við eftirlitsmenninar, at hon hevði tríggjar bumbur í kuffertinum. Teir bóðu hana endurtaka tað, sum hon hevði sagt, og tað gjørdi hon. Eftirlitsmennin- ir løgdu hana í hondjørn og fóru við henni í fongslið, sjálvt um hon royndi at greiða teimum frá, at hetta sjálvandi var skemt. Eingin bumba var í kuff- ertinum, men eftirlitsmenn- inir hildu ikki, at Samantha Marson hevði verið serliga skemtilig. Tað heldur ákæruvaldið í Miami held- ur ikki. Teir krevja, at hon skal fáa fongsulsrevsing eftir einari lógargrein, sum kann gera, at hon sleppur at sita handan rimarnar tey næstu fimtan árini, fær hon harðastu revsing. Rættarmálið byrjartann 6. februar. Yvirgangur kann ikki nýtast sum grundgev- ing fyri álopinum á Irak. Ístaðin er yvir- gangur vorðin tann størsti trupulleikin í Irak, segði trygdar- serfrøðingurin Gar- reth Evans á altjóða ráðstevnu í Sveits. YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Trygdarserfrøðingar, sum í hesum døgum halda ráð- stevnu í Davos í Sveits, eru ikki í iva um, at amerik- anska kríggið ímóti altjóða yvirgangi hevur elvt til meiri og øðrvísi yvirgang. Kenneth Roth, sum er formaður í mannarættinda- felagsskapinum Human Rights Watch, sigur, at am- erikanska stjórnin hevur lagt ov stóran dent á at berja niður yvirgang heldur enn at tálma tí, sum elvir til yvirgang. Hann fær undir- tøku frá trygdarserfrøðing- inum Garreht Evans. – Yvirgangurin er broytt- ur síðani tann 11. septem- ber í 2001. Vit hava sæð fleiri sjálvmorðsatsóknir, og hugburðurin er vorðin øðrvísi. Samstundis hevur yvirgangurin víðkað sítt virkisøki, so vit nú síggja atsóknir í Marokko, Turka- landi, Saudiarabia og Indo- nesia, sigur Garreth Evans. Hann legði afturat, at tað var púra burturvið at nýta yvirgang sum grundgeving fyri álopinum á Irak. Har- afturímóti er yvirgangurin vorðin tann størsti trupul- leikin í tí hersetta Irak í dag, segði hann. Politikararnir á ráðstevn- uni í Davos hava eina aðra áskoðan. Fyrrverandi ísra- elski forsætisráðharrin, Ehud Barak, og bretski utt- anríkisráðharrin, Jack Straw, søgdu, att að var rætt at nýta hermegi ímóti Sad- dam Hussein. Um viku- skiftið skalamerikanski varaforsetin, Dick Cheney, halda røðu í Davoc, har hann fer at verja amerik- anska politkkkin ímóti yvirgangi. Kríggið ímóti yvirgangi elvir til yvirgang –Eg havi tríggjar bumbur í kuffertinum! Kríggið ímóti yvirgangi hevur elvt til meiri yvirgang. Her er ein bumba brostin í Bagdad 15 14 Nr. 15 - 23. januar 2004 Hevði Løgtingið havt broytt vallógina, so hægst loyvda ting- mannatalið var 33, sum stýrisskipanar- lógin letur upp fyri, og ikki 32, so hevði Sambandsflokkurin havt ein tingmann afturat, vísir Jóannes Hansen, viðmerkjari í SvF valkvøldið, á. Hann ivast ikki í, at seinni eykavaldi tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum er valdur í Norðstreymi og ikki Suðurstreymi LØGTINGSVALIÐ 2004 Jóannes Hansen Hvussu ber tað til, at Sam- bandsflokkurin við flestu atkvøðunum týsdagin fekk ein tingmann færri enn Tjóðveldisflokkurin, sum umframt Sambandsflokkin eisini hevði færri atkvøður enn Javnaðarflokkurin. Spurningurin hevur ofta verið settur síðani val- kvøldið, og tosað hevur verið um, at úrslitið vísir, at vallógin eigur at verða broytt. At tað verður tosað soleiðis er einki nýtt. Eitt nú eftir valið í 1990, tá ið Javnaðarflokkurin fekk tíggju tingmenn, kyknaði hetta tosið uppaftur. Val- lógin varð kortini ikki broytt. Í kjalarvørrinum av 1998 valinum, tá ið Fólka- flokkurin fekk átta ting- menn og var seks atkvøður frá tí níggjunda, hóast hann hevði færri atkvøður enn Javnaðarflokkurin, sum fekk sjey tingmenn, var aftur tosað um at broyta vallógina, men einki varð broytt. Sambært stýrisskipanar- lógini er mest loyvda ting- mannatalið 33. Tingið kundi samtykt broyting av vallógini, og so var hægsta møguliga talið av eyka- monnum hækkað úr fimm og upp í seks. Um hetta hevði havt verið galdandi til valið hesa ferð, so hevði Sambandsflokkurin havt fingið ein eykamann og harvið havt átta tingmenn í staðin fyri sjey. Valdømisvaldu Tað, sum her skal takast fram, er, hvussu býtið av eykamonnunum verður roknað. Hvussu teir val- dømisvaldu verða valdir, er rættuliga einfalt. Fólkaflokkurin fekk fimm: tveir í Norðoyggj- um, ein í Eysturoy, ein í Suðurstreymoy og ein í Vágum. Sambandsflokkurin fekk sjey: tveir í Eysturoy, ein í Norðstreymi, tveir í Suð- urstreymi, ein í Vágum og ein í Suðuroy. Javnaðarflokkurin fekk sjey: ein í Norðoyggjum, ein í Eysturoy, tveir í Suð- urstreymi, ein í Sandoy og tveir í Suðuroy. Tjóðveldisflokkurin fekk átta: ein í Norðoyggjum, ein í Eysturoy, ein í Norð- streymi, tríggjar í Suður- streymi, ein í Sandoy og ein í Suðuroy. Frammanundan var spenningur um, um tað fór at eydnast hjá Tjóð- veldisflokkinum at varð- veita mannin í Norð- streymi, Sandoy og Suður- oy, og um tað fór at eydnast at varðveita tríggjar í høv- uðsstaðnum. Alt hetta koppaði rætta vegin fyri Tjóðveldisflokkin, sum harvið hevði tryggjað sær 8 av teimum 27 valdømis- valdu tingmonnunum. Grundarlagið Í grein 32 og 33 í vallógini verður lýst, hvussu tað verður funnið út av, um tað skulu vera eykavaldir ting- menn, hvussu nógvir skulu vera, hvussu teir skulu býtast millum flokkarnar, og í hvørjum valdømum teir skulu verða valdir. Fyrst verður funnið fram til, hvør flokkur eigur bílig- astu valdømisvaldu ting- menninar. Tað eigur Tjóð- veldisflokkurin. 6.889/8= 861,1. Miðalkostnaðurin fyri ein valdømisvaldan er at- kvøðutalið/talinum á val- dømisvaldum. Tað er 31.660/27= 1.172,6. At- kvøðutalið hjá øllum flokkunum verður síðani býtt við hesum talinum. Um brøkur er í úrslitunum, verða tey frá í erva av hækkað, inntil samlaða talið er 27. Tá verður úr- slitið hetta: Fólkaflokkurin 5,56 (6), Sambandsflokk- urin 6,4 (6), Javnaðarflokk- urin 5,9 (6). Sjálvstýris- flokkurin 1,25 (1), Tjóð- veldisflokkurin 5,87 (6), Miðflokkurin 1,38 (1) og Hin stuttligi flokkurin 0,63 (1). Soleiðis átti býtið at havt verið at teimum 27 valdømisvaldu, um tað var lutfalsliga rætt. Men so- leiðis var tað ikki, og tí skulu eykamenn lutast út. Hin stuttligi flokkurin hevur færri atkvøður (745) enn miðal kostnaðurin fyri ein valdømisvaldan (1.172,6). Hetta seinna talið er tinggáttin ella sperrumarkið. Tá ið Hin stuttligi ikki hevur so nógvar atkvøður, verður hann ikki við í býtinum av eykamonnum. Tíggju hevði givið rætta lutfallið Sum sagt so er útgangs- støðið av javna, soleiðis at tað verður rættari lutfall millum bíligastu umboðan- ina og tað, sum hinir hava. Tí sigur tað seg sjálvt, at Tjóðveldisflokkurin í hes- um førinum ikki skal eiga lut í eykavaldu monnunum. Næsta stigið í rokningini er at býta atkvøðutølini hjá hinum flokkunum, sum kunnu fáa eykamenn, við talinum, sum hvør tjóð- veldismaðurin kostaði í miðal (861,1). Um brøkur- in er hægri enn eitt hálvt, skal hann hækkast. Tá verður úrslitið hetta: A: 7,58 (8), B: 8,71 (9), C: 8,04 (8), D: 1,70 (2) og H: 1,88 (2). Tá ið talið á valdømisvaldu tingmonn- unum hjá einstøku flokkun- um verður drigið frá hesum talinum, fáa vit talið á eykamonnum, sum ein- støku flokkarnir áttu at havt fingið, um lutfallið skuldi havt verið tað rætta. Fólkaflokkurin átti at havt 8–5 ella 3 eykavaldar, Sambandsflokkurin 9–7 ella 2 eykavaldar, Javnaðar- flokkurin 8–7 ella ein eykavaldan, Sjálvstýris- flokkurin 2–0 ella 2 eyka- valdar og Miðflokkurin 2–0 ella 2 eykavaldar. Men hetta talið er ov høgt. Samlaða talið eigur at vera fimm og ikki tíggju. Tí er neyðugt at gera eina rokning afturat, áðrenn býtið av eykamonnum er greitt, og tað kann farast undir at luta teir út í val- dømini. Nú verður samlaða at- kvøðutalið hjá flokkunum, sum kunnu fáa eykamenn, býtt við samlaða ting- mannatalinum (valdømis- valdir og eykavaldir), sum hesir flokkarnir kunnu fáa. Atkvøðutalið er 24.026 (samlaða talið hjá øllum flokkunum minus tær hjá Tjóðveldisflokkinum og Hinum stuttliga flokkin- um), og tingmannatalið er 24 (32 minus teir átta hjá Tjóðveldisflokkinum). 24.026/24=1.001. Hetta síðsta talið verður síðani býtt við atkvøðutal- inum hjá einstøku flokkun- um. Úrsltið verður hetta (brøkir hægri enn eitt hálvt verða hækkaðir): Fólka- flokkurin 6,52 (7), Sam- bandsflokkurin 7,49 (7), Javnaðarflokkurin 6,91 (7), Sjálvstýrisflokkurin 1,459 (1), Miðflokkurin 1,62 (2). Harvið er talið á eyka- monnum vorðið fimm. Fólkaflokkurin fær tveir, Miðflokkurin tveir, og Sjálvstýrisflokkurin fær ein. Flytir til Norðstreymoy Tingmannatalið og býtið millum flokkarnar er júst tað, sum teldan vísti í Norðurlandahúsinum týs- kvøldið. Eg nevndi eina ferð, at talið tóktist at skula hava verið 31 og ikki 32, men tað var ikki rætt. Or- søkin til skeivu rokningina var, at atkvøðutalið hjá Hinum stuttliga flokkinum varð tikið við. Tað skuldi tað sjálvandi ikki havt ver- ið. Tá ið tað síðani kom til at luta hesar fimm eykamenn- inar út, roknaði teldan ikki rætt. Næsta stigið í rokn- ingini er at finna fram til, hvussu stórur miðalkostn- aðurin fyri hvønn tingmann (bæði valdømisvaldar og eykavaldar) er hjá hvørjum flokki. Í hesum samband- inum er rokningin bara áhugaverd hjá Fólka- flokkinum. Tað sigur seg sjálvt, at eykamaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum verð- ur valdur í Eysturoy (bara tvær atkvøður fleiri enn Suðurstreymoy), og at menninir hjá Miðflokkin- um verða valdir í Suður- streymi og Eysturoy. Miðalkostnaðurin fyri hvønn tingmann hjá Fólkaflokkinum er 932. Spurningurin er so, hvar tað eru flestar avlopsat- kvøður. Í Norðoyggjum eru tveir fólkafloksmenn valdir. Samlaða atkvøðutalið er 1.432. Har eru ongar av- lopsatkvøður. Í Eysturoy er ein fólkafloksmaður valdur. Atkvøðutalið er 1.217. Tað vil siga, at avlopsatkvøður- nar eru 285. Í Norðstreymi eru 531 fólkafloksatkvøður og einki valdømisvalt um- boð. Í Suðurstreymi eru 2.038 fólkafloksatkvøður og ein valdømisvaldur. Tað vil siga, at avlopsatkvøður- nar eru 2.038–932=1.106. Í Vágum eru ongar avlops- atkvøður (fólkafloksmað- urin er valdur við 532 at- kvøðum, sum er eitt lægri tal enn miðal kostnaðurin. Í Sandoy eru 259 avlopsat- kvøður, og í Suðuroy eru tær 516. Fyrsti eykavaldi maðurin hjá Fólkaflokkinum verður valdur í Suðurstreymi. Tí skulu 932 atkvøður afturat dragast frá 1.106. So eru 174 avlopsatkvøður eftir í Suðurstreymi. Næsthægsta avlopstalið hjá Fólkaflokkinum er í Norðstreymi. Tí skal næsti eykamaðurin hjá Fólka- flokkinum veljast har. Um Fólkaflokkurin hevði átt ein triðja eykavalda ting- mann, so hevði hann verið valdur í Suðuroy. Eg havi her nýtt løgtings- vallógina sum grundarlag fyri útrokningini. Lands- stýrið hevur altíð nýtt júst henda mátan at rokna eftir, og tí er eingin ivi um, at seinni eykavaldi tingmað- urin hjá Fólkaflokkinum er valdur í Norðstreymi og ikki í Suðurstreymi. Hví teldan týskvøldið segði, at báðir teir eyka- valdu hjá Fólkaflokkinum vóru valdir í Suðurstreymi, er mær ikki greitt. Avlops- atkvøðurnar vóru sjáld- sama nógvar hjá Fólka- flokkinum í Suðurstreymi. Um hann hevði havt fingið knappliga tjúgu atkvøður afturat, hevði tað verið nóg mikið at tikið triðja val- dømisvalda tjóðveldis- mannin, og so hevði eisini annað verið øðrvísi í saml- aða valúrslitinum. Teldan hevur ivaleyst roknað, at avlopstalið hjá Fólkaflokk- inum í Suðurstreymi var meiri enn tvífalt talið í Norðstreymi, og at báðir harvið skuldu havt verið valdir í Suðurstreymi. Men vallógin er greið. Kostnað- urin fyri allar – valdømis- valdar og eykavaldar – er tann sami, og tí er Heðin Zachariasen og ikki Poul Michelsen eykavaldur ting- maður. Lógin sigur Heðin og ikki Poul Tað verður uttan iva Heðin Zachariasen í Norðstreymoyar valdømi og ikki Poul Michelsen í Suðurstreymoyar valdømi, ið fær seinna eykavalda tingsessin hjá Fólkaflokkinum C M Y K 14