Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 15 - 23. januar 2004 Nr. 15 - 23. januar 2004 17 lønandi nøgdum. Hóast vit leita eftir teimum stóru felt- unum meinlík teimum í Norðsjónum, so kann tað vera, at vit skulu vera nøgd- ir við at finna "clusters" tvs. minni felt ella bólkar av feltum í einum øki, sum ikki einsamøll kunnu út- byggjast, men sum kunnu mennast og útbyggjast um sama mundið. Gass Leitistjórin hjá Chevron- Texaco heldur, at tað er ikki bara oljan, sum er áhuga- verd, tá hugsað verður um Atlantsmótið. Eisini gass hevur stóran áhuga og ikki minst týdning, nú bretski marknaðurin hungrar eftir gass til heimabrúk. Stórur partur av útbyggingumnum av gasskeldum í Norðsjó- num og her ikki minst í norskum øki verða gjørdur nettup við útflutningi til Bretlands fyri eygað. Og verða fleiri gassfund gjørd á Atlantsmótinum og vest- an og serliga norðan fyri Hetland, so kann gongd koma á eina útbygging. Fleiri smærri gassfund eru longu gjørd vestan og norðan fyri Hetland. Enn er man ikki farin at útbyggja tey. Hetta tí at neyðugt er at hava uppaftur fleiri fund og síðani ein infrastruktur tvs. leiðingar, sum kunnu føra gassið til lands. Dave Lewis heldur tað eisini vera áhugavert, um gass verður funnið í økinum. Tí bretski marknaðurin fer skjótt at flyta inn nógv gass og prís- urin er eisini tann rætti. Í løtuni verður gassið flutt frá Foinaven og Schie- hallion og seinni eisini frá Clair til lands. Við meira gassi verður tað størri kapping um flutningsrutur í økinum, og tað vil vera gott og sunt. ChevronTexaco tosar ikki uttan royndir. Felagið hev- ur gjørt og verið við til at gera fleiri smærri gassfund vestan fyri Hetland, eitt nú Victory, Torridon og Lagg- an. Laggan, har Total er operatørur, er størsta gass- fundið, sum er gjørt í hesum økinum. (Sí kortið) Uppá fyrispurning um nær teir fara undir at byggja hesi feltini út, sigur hann, at man í løtuni er við at hyggja nærri at hesum felt- um og finna út av, hvussu man kann fáa gassið til lands. Dave Lewis heldur, at oljufeløg kunnu fara at hava áhuga í økjum fyri norðan og vestan fyri Het- land og nærhendis verandi gassfundum í eini 22. rundu eins væl og tey hava áhuga í oljublokkum. So henda útbjóðing, sum verð- ur í næstum, kann fara at stimbra áhugan fyri leiting- ini og eftir tað menningina av gassfeltum. Hann útilokar ikki, at eitt felag sum ChevronTexaco við sínum verandi gass- fundum sum grundarlag eftir eina 22. rundu fer at útbyggja gassfelt á At- lantsmótinum og flyta gassið til bretska markn- aðin. Tað er greitt, at verða eisini gassfelt bygd út og infrastrukturur verður mentur, so ger tað eisini eina leiting eftir olju og gassi við markið millum Føroyar og Hetland meira áhugaverda. Hugsandi er jú, at fund her kunnu bind- ast í infrastrukturin, sum tá longu er í økinum. Clair Her verður so eisini hugsað um týdningin sum menn- ingin av tí risastóra Clair- feltinum kann fáa fyri alt økið. Fyrsti partur av út- byggingini av Clair fer longu undir framleiðslu í oktober í ár og seinni verð- ur so farið undir annað og triðja stig av útbyggingini. Hesar útbygginginar gera so aftur krøv til flutning, so við teimum má roknast við, at man fer at fáa eina veru- liga og munandi flutnings- rutu, helst til Sullom Voe í Hetlandi í fyrsta umfari. – Tað, sum tørver er á, er at finna meira gass og eina góða eksportrutu. Vit ar- beiða við hesum í løtuni. Verður onkur so heppin at finna meiri gass í eini 22. rundu, so verða kanska nóg stórar goymslur til at byggja eina flutningsleið leggur Dave Lewis aftrat. Tá vit tosa um leitingina við Føroyar og spyrja hann, um basaltið ikki er ein stór forðing sigur Dave Lewis, at tað er eingin trupulleiki at bora gjøgnum basalt. Men at síggja gjøgnum basaltið er høvuðstrupulleikin hjá teimum feløgunum, sum ætla sær at vera við í eini 2. rundu við Føroyar. Tað er hesin knúturin, sum seinkar ella steðgar nakað av leitingini í løtuni. Tí verður alt gjørt fyri at loysa hann. Nakað av gassi er funnið og møguleikar eru at gera enn fleiri gassfund á Atlants- mótinum. Heimsins fimtstørsta oljufelag, ChevronTexaco arbeiðir í løtuni við at kanna møguleikan at byggja út síni gassfelt og samtíðis vera við í leitingini eftir nýggj- um. Bretski markn- aðurin hungrar eftir gassi. Henda gongdin kann eisini fáa hepnar avleiðingar fyri leiting á føroyska landgrunninum ATLANTSMÓT OG LEITING Jan Müller Flestu føroyingar tykjast vónsviknir av oljuleitingini á landgrunninum higartil. Fýra brunnar eru boraðir, og enn er einki lønandi fund staðfest. Fýra brunnar skulu borast aftrat men ikki fyrr enn í fyrsta lagi í 2005. 2. útbjóðing er við at fara av bakkastokki, og hóast áhugin í fyrstu atløgu er avmarkaður, so eru kortini ljóspunkt, nú eitt av heim- sins størstu oljufeløgum, ChevronTexaco vil inn- aftur á banan. Onnur helvt- in av felagnum, Texaco var í síni tíð við at bjóða uppá teigar, men gjørdist ov stutt. Nú setir felagið av álvara fokus á alt Atlants- mótið og ætlar sær í summ- ar at bora ein brunn og vera við í eini aðrari boring við markið eisini. Vit spurdu leitistjóran hjá Chev- ronTexaco, Dave Lewis, um føroyingar hava orsøk til at vera vónsviknir av leititilgongdini higartil? Dave Lewis heldur ikki, at føroyingar skulu stúra so nógv. Teir skulu heldur hava tol. Meira enn 120 brunnar eru boraðir vestan fyri Hetland seinastu 30 árini, nøkur fund eru gjørd og roynt verður framvegis at finna út av, hvar oljan goymir seg. -Vit fara at halda fram við at kanna økið næstu árini og vóna, at vit vera hepnir at finna olju. Hansara metan er, at tær fyrstu boringarnar í einum nýggjum øki hava til upp- gávu at kanna, hvussu jarð- frøðin sær út. Leitað verður út frá ymsum "playmodell- um". Olja er staðfest, og stóra uppgávan er tí at finna rætta staðið at leita. Og tað er júst hetta, sum tær mongu kanningarnar hjá oljufeløgunum snúgva seg um í løtuni. Neyvan megafelt Dave Lewis heldur sjálvur, at tey stóru megafeltini, sum vórðu so løtt at finna í Norðsjónum, neyvan verða so løtt at finna við Føroyar og vestan fyri Hetland. Oljufeløgini fara tí eftir fleiri minni feltum heldur enn eftir teimum heilt stóru keldunum. Vónin at gera tey heilt stóru fundini livir tó framvegis, soleingi tú ikki kennir økið nóg væl. Møguleiki eigur í hvussu er at vera fyri at finna keldur á stødd við Foinaven og Suilven. Um so er at tað ikki verða gjørd heilt stór oljufund, so heldur Dave Lewis, at olju- feløgini onkursvegna mugu arbeiða saman báðumegin markið ella hava eina stra- tegi, sum fevnir um meira enn bara eitt avmarkað leitiøki, og her eiga politisk mørk heldur ikki at vera nøkur forðing. Tað kann verða, at minni fund verða gjørd bæði í bretskum og føroyskum øki, og skal tú útvikla hesi við lønisemi fyri eygað, so er neyðugt við einum ella øðrum sam- starvi. Sum skilst goymir eitt fund sum Suilven, ið liggur norðan fyri Foinaven og Schiehallion, einar 100 milliónir tunnur og verður tosað um eina møguliga út- bygging. Og skal slík útbygging løna seg, má hon helst bindast uppí verandi infrastruktur eitt nú mót- tøkuna hjá verandi olju- skipum (FPSO). ChevronTexaco, sum er fimtstørsta oljufelagið í heiminum í dag, sær alt Atlantsmótið, ið røkkur úr Noregi, víðari til Føroyar og Hetland og suður til Ír- lands sum eitt stórt saman- hangandi øki við stórum møguleikum at goyma olju og gass. Tí fylgir felagið væl við bæði 2. rundu við Føroyar, 22. rundu í bretsk- um øki og 18. rundu á norska landgrunninum. Áhugavert er at leggja til merkis, at teigarnir, sum verða bodnir út í umrøddu útbjóðingum, allir liggja úti á djúpum vatni og fyri stóran part rundan um miðlinjumarkið millum Føroyar og Bretland. Dave Lewis roknar sjálvur við, at fleiri av blokkunum í 22. rundu fara at liggja framvið miðlinjumarkinum. Uppá fyrispurning um hann metir, ast tað eisini fara at verða mong onnur stór oljufeløg, sum fara at vísa 22. rundu í bretskum øki áhuga sigur hann, at tað er ilt at siga. Tað veldst m.a. um strategiska týdningin feløg leggja í at vera við í leitingini á Atlantsmótinum sum heild. Tað hevur so eisini nakað at gera við, hvørji forpliktilsi og blokk- ar feløgini longu hava fing- ið tillutað í gomlum útbjóð- ingum. Feløgini hava so eina boriætlan fyri hesi loyvini. M.a. hevur Chev- ronTexaco áhugaverdar teigar frá 21. útbjóðing. (Hesar umrøddu vit í grein í blaðnum 3. januar í ár, blaðm.) Greiða ætlan Nú fleiri av brunnunum, sum eru boraðir á Atlants- mótinum seinastu árini, hava verið turrir spurdu vit Dave Lewis, hvørjar vónir teir hava at gera fund! – Vit hava eina ætlan umat bora so og so nógvar brunnar á Atlantsmótinum. Tú skiftir so ikki strategi og rýmur úr økinum fyri tað, at teir fyrstu brunnarnir eru turrir. Um tú følir, at her eru møguleikar, so verður tú verandi í økinum, til tú hevur kannað hesar møguleikar og tú skilur basengið fult út. Tað eru fleiri baseng í heiminum, sum feløg hava slept, tí tey einki funnu, men har onnur feløg komu inn ístaðin og gjørdu stór fund. Hevur tú eitt arbeiðs- programm uppá 3-4 ár, so roynir tú at halda teg til tað. Og tað ætlar ChevronTexa- co sær leggur leitistjórin aftrat. Hann vísir enn einaferð á, at teir hava stórar vónir um at finna olju og gass í økinum, tvs. báðumegin miðlinjuna men spurning- urin er bara, um tað finst í Gass kann gerast svarið á Atlantmóti ChevronTexaco er næststørsta oljufelagið í USA. Bara ExxonMobil er størri. Tey fimm størstu oljufeløgini í heiminum eru annars: ExxonMobil, Shell, BP, Total og so ChevronTexaco. Eitt av kjarnuleitiøkjunum hjá felagnum er Atlantsmótið, sum Føroyar eru ein partur av. Mynd: ChevronTexaco Fleiri smærri gassfund eru gjørd norðan og vestan fyri Hetland. (Sí reyðu feltini á kortinum) Roknast kann við, at fleiri teigar í 22. útbjóðing í bretskum øki verða kring hesi gassfundini umframt framvið føroyska markinum. Verða fleiri gassfund gjørd næstu árini er møguleiki fyri eini útbygging av gassfeltunum og eini flutningsleið til lands at nøkta tann stóra eftirspurningin, sum er og verður eftir gassi á bretska marknaðinum. Á kortinum síggja vit eisini Clairfeltið, sum fer undir framleiðslu í oktober og sum kann fáa stóran týdning fyri menningina av øllum Atlantsmótinum næstu árini. C M Y K 17 16