fríggjadagur 23. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 23. januar 2004
19
Talan var ikki um tað
poleraða hondbólts-
spælið, tá ið Kyndil og
H71 hittust í fyrru
hálvfinaluni í steypa-
kappingini hjá monn-
um mikukvøldið.
Hinvegin var talan
um ein ordans mann-
fólkadyst, har tað til
tíðir kókaði yvir
COCA-COLA
KAPPINGIN
Terji Nielsen
Mansliðið hjá Kyndli liggur
væl fyri í landskappingini,
nú farið verður undir
endaspælið. Liðið vann
greitt grundspælið og tapti
bert tann eina dystin, sum
var ímóti hoyvíkingum. At
tað ikki var av tilvild,
prógvaðu hoyvíkingar í
høllini á Hálsi miku-
kvøldið. Teir vunnu ein
sannførandi sigur, 35 –28,
og tað var ikki eitt mál ov
nógv!
Jakob mansvardur
allan dystin
Longu frá fyrsta bríksli í
dystinum fór H71 undir at
mansverja spælskiparan hjá
Kyndli, Jakob Jónsson.
Hetta tóktist ikki at heima-
liðið tað stóra, tí at fleiri av
hinum
leikarunum
hjá
Kyndli tóku ábyrgd, eina-
mest Høgni Klein.
Dysturin var hart spældur
longu frá fyrsta bríksli, og
dómararnir báðir høvdu úr
at gera við at hava gula
kortið uppi úr skjúrtu-
lummanum.
Kyndil hevði munin á
hoyvíkingum fyrstu løtuna,
og hevði tað ikki verið fyri
Levi Nybo í málinum hjá
H71, kundu kyndlamenn
møguliga havt lagt seg av-
gerandi á odda longu
tíðliga í dystinum. Hoyvík-
ingar, ið leiktu við Jákupi á
Borg sum spælskipara,
høvdu trupulleikar við at
finna stevið fyrstu løtuna,
og tá ið fyrri hálvleikur var
um at verða hálvrunnin,
gjørdust vónirnar enn dapr-
ari.
Gerster sá reytt
Góðir 14 minuttir vóru
leiktir av fyrra hálvleiki, tá
ið Kyndil fer í álop. Ken
Zachariassen roynir seg,
men fær ikki mál. Hoyvík-
ingar ætla sær í skjótt mót-
álop, men leikandi venjarin
hjá H71, danin Henrik
Gerster, var dottin inn í
málteigin, tá hann skuldi
verja fyri Ken. Tá hann skal
reisa seg skjótt upp, forðar
Ken honum í hesum. Hetta
fekk øði í danan, sum
langaði albogan í andlitið á
kyndlamanninum. Dómar-
arnir vóru eirindaleysir –
reytt kort til Gerster og
tveir minuttir til Ken
Zachariassen.
Hoyvíkingar vóru alt
annað enn fegnir um av-
gerðina, men hon var uttan
iva røtt. Dysturin gjørdist
nú rættuliga ljótur, og
minni enn ein minutt eftir
áðurnevndu
hending,
noyddust dómararnir báðir
at taka liðformenninar til
síðis og biðja teir sissa sín-
ar menn, áðrenn tað endaði
heilt galið.
Óskipað kyndlalið
Eftir at Henrik Gerster
hevði fingið reyða kortið,
væntaðu tey flestu óivað, at
nú var slóðað fyri einum
løttum sigri til oddaliðið
Kyndil, men so var ikki.
Tað tóktist heldur sum
um, at hoyvíkingar fingu
eina eyka portión av stríðs-
vilja. Teir bardust sum
úlvar á skóg í verjuni, og í
álopspartinum vóru teir
munandi effektivari enn teir
grønu kyndlamenninir.
Spakuliga nærkaðist H71
aftur Kyndli, og hóast teir
einaferð vóru tveir mans
færri í tveir minuttir, so
eydnaðist tað hoyvíkingum
at fáa havnarliðið aftur, og
áðrenn farið var til hálv-
leiks, høvdu gestirnar enntá
megnað at lagt seg á odda
við tveimum málum1
Tað var heilt týðuligt, at
kontanta verjan hjá hoyvík-
ingum tók pippið frá Kynd-
ilsmonnum, og álopsspælið
hjá teimum gjørdist ógvu-
liga óskipað og ineffektivt.
Stutt fyri steðgin sendu
hoyvíkingar nýggja spæl-
aran Eyðun Jensen á vøllin.
Eyðun spældi í nógv ár í
Neistanum, men seinastu
mongu árini hevur hann
verið búsitandi uttanlanda.
Beinan vegin at hann var
komin inn, skeyt Eyðun
tvey góð mál, eftir at hann
meira ella minni hevði
hildið kyndilsverjuni fyri
gjøldur. Eisini kom Johnny
Durhuus á vøllin fyri Olaf
Vestergaard hjá H71, tí tann
seinast nevndi hevði fingið
tvær útvísingar. Hetta vísti
seg at verða ein skilagóð
avgerð, tí Johnny gjørdi av
álvara vart við seg í dyst-
inum.
Levi tók sjálvsálitið
frá kyndlamonnum
Seinni hálvleikur helt fram,
har sum tann fyrri endaði.
Hoyvíkingar stríddust sum
úlvar, og heimaliðið tóktist
fjáltursstungið. Leikararnir
hjá Kyndli høvdu nógvar
feilavleveringar, og tá ið
teir royndu seg við skotum
upp á mál, var oftast talan
um panikloysnir.
Hinvegin kann heldur
ikki sigast, at hoyvíkingar
borðreiddu við flottum
hondbólti, men teir vóru
munandi effektivari enn teir
grønu. Tað eydnaðist eisini
hoyvíkingum ferð aftaná
ferð í seinna hálvleiki at
spæla Johnny Durhuus
leysan á strikuni, og hann
skeyt ikki færri enn sjey
mál eftir steðgin.
Somuleiðis hevði H71 í
málinum ein sera væl upp-
lagdan Levi Nybo, sum við
einari røð av bjargingum
tók alt sjálvsálitið frá
álopsleikarunum
hjá
Kyndli.
So hvørt sum seinni hálv-
leikur
leið,
skramblaði
kyndlaliðið bara meira og
meira saman. Í einari roynd
at fáa vent gongdini, sendu
teir frá byrjan í seinna
hálvleiki liðskiparan, Hans
Áka Dal-Christiansen, inn
av bonkinum, har hann
hevði sitið allan dystin or-
saka av skaða í øksluni,
men heldur ikki hetta
hjálpti stórvegis. Hans Áki
var næstan bara við í
verjupartinum, og hóast
hann er ein av okkara stinn-
astu verjuspælarum, var tað
ikki nóg mikið til at tetta
stóru lekarnar í kyndils-
verjuni.
H71 annað beinið í
finaluni
Hoyvíkingar bara øktu um
leiðsluna, og tá ið dysturin
var liðugur, høvdu teir
vunnið ein ruddiligan sjey-
máls sigur, 35-28. Sigurin
var als ikki ov stórur, tí
hoyvíkingar vóru teir betru
gjøgnum allan dystin, og
teir stríddust fyri hvørjum
øðrum allan dystin á tamb.
Onkur vil kanska verða við,
at teir spæla heldur ófanta-
ligt, men teir spæla ikki
nógv harðari enn teir fáa
loyvi til.
Um Kyndil skal gera sær
nakrar vónir um at endur-
vinna steypakappingina hjá
monnum, skulu aðrir bollar
á súpanina. Avrikið miku-
kvøldið í høllini á Hálsi var
alt annað enn sannførandi,
og tað var vert at leggja til
merkis, hvussu friðarlig
verjan hjá oddaliðnum var.
Eisini kann staðfestast, at
tað tóktist ógvuliga trupult
hjá Kyndli at fáa nakað
skipað álopsspæl, tá ið
Jakob Jónsson bleiv mans-
vardur.
Kyndil-H71 28-35
(15-17)
Støður í dystinum
10 min: 5-3
20 min: 13-11
40 min: 19-22
50 min: 23-28
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 8(2),
Janus Einar Sørensen 5,
Jakob Jónsson 4, Josef
Abrahamsen
4,
Finnur
Hansson 3, Ken Zacharias-
sen 2, Hjalti M. Jacobsen 1,
Hans Áki Dal-Christiansen
1
H71: Johnny Durhuus 8,
Halgir
Dahl-Olesen
6,
Kristian Eli Zachariassen 4,
Jákup á Borg 3, Heini
Bentsen 3, Eyðun Jensen 3,
Niels V. Niclasen 3, Henrik
Gerster 2(1), Olaf Vester-
gaard 2, Tróndur Vatnham-
ar 1
Brotskøst: Kyndil 2(2) H71
2(1)
Útvísingar: Kyndil 6 H71 6
Burturvísing: H71 1 (Hen-
rik Gerster)
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Sàmal Hansen –
komu væl frá einari truplari
uppgávu
Kyndil-H71 28-35 (15-17):
Stríðs-
viljin hjá
hoyvík-
ingum
sigraði
Hóast Henrik Gerster varð rikin av vølli longu eftir fyrsta korterið, so megnaðu hoyvíkingar at stríða seg til ein sannførandi sigur
á oddaliðnum
19
Nr. 14 • fríggjadagur • 23. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað vóru botnur og
toppur í bestu
kvinnudeildini, sum
hittust í høllini á
Hálsi í fyrru hálv-
finaluni í steypakapp-
ingini. Í fyrra hálv-
leiki sást eingin
munur á liðunum,
men eftir steðgin vísti
Stjørnan hví tær eru
oddalið og Kyndil
botnlið
COCA-COLA
KAPPINGIN
Terji Nielsen
Undan fyrru hálvfinaluni
millum Kyndil og Stjørnina
í
steypakappingini
hjá
kvinnum,
væntaðu
tey
flestu óivað, at talan bert
var um ein avgreiðslusigur
til oddaliðið úr Klaksvík.
Heilt so lætt bleiv tað tó
ikki.
Lág leikferð
Tað tóktist beinan vegin
sum um, at taktikkurin hjá
heimaliðnum var at halda
eini lágari leikferð í dystin-
um. Tað eydnaðist teimum
eisini væl í fyrra hálvleiki,
har Kyndil tríggjar ferðir
var á odda við trimum mál-
um.
Klaksvíkskvinnurnar
gjørdu nógvar óneyðugar
feilir í álopsspælinum, og tá
ið so Fríða Petersen í
kyndlamálinum samstundis
stóð ein sera góðan fyrra
hálvleik, sá tað bara heilt
gott út hjá teimum grønu úr
Havn. Ferð aftaná ferð
bjargaði Fríða skotroyndum
frá púra leysum stjørnu-
leikarum.
Heilt fram fýra minuttir
fyri hálvleik, var Kyndil á
odda við trimum málum,
men so gjørdi Stjørnan ein
vørr við millum annað
nøkrum góðum skjótáopum
og skoraði tríggjar ferðir á
rað. Tískil stóð á jøvnum
10-10, tá ið farið var til
hálvleiks.
Ferðin øktist og
Stjørnan økti
Tað var einki at taka feil av,
at venjarin hjá Stjørnuni,
Svein Rógvi Nielsen, hevði
tosað við stórum bókstav-
um í hálvleikinum. Odda-
liðið úr Klaksvík var sum
hamskift, og tað var skjótt,
so høvdu tær lagt seg av-
gerandi á odda. Tá ið tíggju
minuttir vóru leiktir av
seinna
hálvleiki,
hevði
Stjørnan lagt seg á odda við
seks málum 18-12. Venjar-
in hjá Kyndli, Allan Bait,
valdi annars at byrja við
einari sera offensivari 3-3
verju í seinna hálvleiki,
men tað gingu bert fimm
sekund, áðrenn Stjørnan
skoraði, og so var tann tak-
tikkurin sleptur!
Orsøkin til at Stjørnan so
skjótt hevði lagt sjógv
millum seg og Kyndil, var
fyrst og fremst tann, at
oddaliðið setti ferð á spælið
hjá sær. Tann økta leikferð-
in var ein ov stórur gloypi-
biti hjá unga kyndlaliðnum,
og tað tóktist sum um at
gassið fór úr ballónini hjá
teimum grønu.
Tað hjálpti heldur ikki
um støðuna hjá heimalið-
num, at tað at kalla allan
seinna hálvleik vóru teir
somu spælararnir, ið vóru á
vøllinum. Orkan gekk und-
an, men tær fingu onga
hvíld á bonkinum, hóast
fleiri eykaleikarar vóru.
Tískil øktu gestirnir úr
Klaksvík støðugt um leiðsl-
una, og tá ið dómararnir
bríkslaðu dystin av, hevði
Stjørnan vunnið við tíggju
málum, 30-20.
Kyndil ger onki við
Stjørnuna í Klaksvík
Munurin
millum
liðini
bæði var sera sjónligur í
seinna
hálvleiki.
Hjá
Kyndli vóru tað næstan
bara bakspælararnir, ið
skoraðu, og liðið hevði at
kalla onki vong- og striku-
spæl. Tiskil gjørdist tað lætt
hjá verjuni hjá klaksvíks-
kvinnum at byrgja fyri.
Hinvegin hevði Stjørnan
nógv fleiri streingir at
spæla uppá. Málini hjá
teimum blivu skorað av
vonginum, av strikuni ella
við langskoti. Somuleiðis
fekk Stjørnan fleiri mál
eftir skjótálop í seinna
hálvleiki.
Tað er tí lítið at ivast í, at
Stjørnan verður annað liðið
í steypafinaluni hjá kvinn-
um, tí Kyndil ger onki við
Stjørnuna í Klaksvík!
Kyndil-Stjørnan 20-30
(10-10)
støður í dystinum
10 min: 3-3
20 min: 8-6
40 min: 12-17
50 min: 16-24
Kyndil: Annika Thomsen
6(1), Randi Wardum 6,
Anja Heinadóttir 3, Hildur
Mikkelsen 2, Linda Weihe
2, Súsanna Petersen 1
Stjørnan: Annika Ljósstein
8(4), Alina Olaru 6(1), Una
Olsen 6, Anna Kristina
Samson
4,
Katarina
Stsepanov 3, Bára Skaale
Klakkstein 1, Súsanna Ja-
cobsen 1, Durita Ljósstein
1(1)
Brotskøst: Kyndil 1(1)
Stjørnan 8(6)
Útvísingar: Kyndil 2
Dómarar: Eyðun Samuel-
sen og Hannis Wardum:
Komu væl frá einari yvir-
komiligari uppgávu, hóast
onkur
klaksvíkingur
á
áskoðaraplássunum hevði
hug at geva teimum skyld-
ina fyri vánaligu gongdina
hjá
Stjørnuni
í
fyrra
hálvleiki.
Kyndil-Stjørnan 20-30 (10-10):
Ein hálvleikur var nóg mikið
hjá Stjørnuni
Kyndil royndi at stríðast, men tá Stjørnan í seinna hálveiki setti leikferðina upp, var lítið hjá teimum grønu at gera
C
M
Y
K
18