fríggjadagur 23. januar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 23. januar 2004
21
Uttan tveir av avgjørt
týdningarmestu leik-
arum sínum eydnað-
ist StÍF kortini at
vinna tepran sigur í
fyrru hálvfinaluni
móti VÍF
COCA-COLA
KAPPINGIN
Jákup Mørk
Enn einaferð tykist tað
skula gerast til eitt satt
drama, nú mansliðini hjá
VÍF og StÍF eru í holt við at
avgreiða spurningin um,
hvør teirra skal eiga annað
umboðið í mansfinaluni í
Coca-Cola kappingini.
Fyrri dysturin millum
liðini endaði við teprum
eitt-máls sigri til stranding-
arnar, men tað verður eftir
øllum at døma eitt rættiliga
skert meistaralið, sum skal
royna at verja leiðsluna í
seinna dystinum, og sum
kunnugt, so er eitt mál ikki
tann heilt stóra leiðslan í
hondbólti, tá tað framvegis
eru 60 harðir og vónandi
spennandi minuttir eftir at
leika.
Dejan í hopla
Bæði liðini vóru annars
nakað skerd undan fyrru
hálvfinaluni.
Skaðar
á
landsliðsferðini høvdu við-
ført, at hvørki Sveinur Just-
inussen hjá StÍF ella Eli
Müller hjá VÍF vóru tøkir
til dystin, og fyrstu løtuni
bendi alt á, at saknurin í
hesum var munandi størri
hjá gestunum. Ikki minst tí
VÍF í Dejan Lacok hevur
ein framúrskarandi mál-
verja at kappast við Eli
Müller, og serliga fyrstu
løtuna tóktist hann geva
greiðar ábendingar um, at
hann eisini at takast við í
tosið, tá menn meta um,
hvør man vera stinnasti
málverjin í landinum.
Tað skuldu ganga nærum
tíggju
minuttir,
áðrenn
Sverri Justinussen sum
fyrsti StÍF-leikarin megn-
aði at skora í málið hjá
Dejan, men tá tað fyrst var
brostið fyri nev, so togaðu
strandingar skjótt. 20 min-
uttir inn í dystin høvdu teir
togað leiðsluna hjá VÍF aft-
ur, og so var av álvara lagt
upp til vanliga gysaran,
sum plagar at vera, tá hesi
bæði hittast.
Marian úti
Men vónirnar hjá StÍF
fingu eitt álvarsligt skot
fyri bógvin um júst hetta
mundið. Tí brádliga small
Marian
Cirloganescu
í
gólvið, eftir at hann hevði
vent sær á eftir einum bólti.
Eftir
øllum
at
døma,
»hekk« fóturin fastur í
gólvinum, tá hann snaraði
sær, og tað stóð alt fyri eitt
greitt, at tað var ikki
hugsingur hjá honum um at
halda fram í dystinum.
Hvussu álvarsligur skað-
in er, bar ikki til at fáa stað-
fest, áðrenn blaðið fór til
prentingar, men í StÍF vóna
tey uttan iva, at talan
»bara« er um onkur toygd
liðbond, men sum støðan
tók seg út á vøllinum, so er
fryktandi fyri, at tað er
nógv meira álvarsligt enn
sum so.
VÍF koppaði
Tað gav ein brádligan eld-
dóp til Rasmus Magnusson,
sum nú var einsamallur um
at verja málið seinastu 40
týdningarmiklu minuttirnar.
Hann kom tó bæði skjótt
og væl inn í dystin, men
fyrstu løtuna eftir steðgin
tóktist missurin hjá StÍF at
gerast í meira lagi. Tvær
reisur eydnaðist VÍF at toga
seg nøkur mál avstað, men
báður
ferðirnar
vóru
strandingar skjótir eftir
teimum, og seinastu tíggju
minuttirnar var dramatikk-
urin í hæddini.
Heilt fitt av fólki av
Skálafjørðinum
hevði
leitað sær til Vestmanna, og
úr teirra vongi í høllini
rungaðu StÍF-rópini, með-
an óvanliga fámæltu vest-
menningarnir av og á
royndu at muta ímóti.
Og á vøllinum var spenn-
ingurin ikki minni. Intensit-
eturin var í hæddini, og við-
hvørt var hondbóltsspælið
tað eisini. Ikki minst mundi
takið flogið av høllini, tá
Harald Bjørgvin óvanliga
frekt legði ein bólt in ní
feltið, har Agnar Nielsen
kom flúgvandi og skump-
aði í málið til 24-24. Ein
detalja, sum vanliga plagar
at verða roynd, tá sigurin
væl og virðiliga er tryggj-
aður, og sum flestu allir
venjarar munnu ynskja har
piparið grør, tá talan er um
somikið spennandi upp-
gerðir, sum hesa.
Men sjálvt hetta var tó
ikki nóg mikið. Fá sekund
undan leikloki smekkaði
Mihai Marinescu – sum
annars var ein brandur í
verjuni – til, og tá bólturin
smoygdi sær inn um stólp-
an, var sigurin vísur hjá
StÍF. Við bert tveimum
sekundum eftir á klokkuni,
var ov seint hjá VÍF at svara
aftur, og í so máta var tað
eitt óvanliga óneyðug reytt
kort, sum Mihai bjargaði
sær hesa løtuna, tá hann av
øllum alvi royndi at fora
fyri, at vestmenningarnir
kundu geva bóltin upp. Eitt
reytt kort, sum kostar hon-
um leikbann næsta dystin
hjá StÍF, men í so máta
munnu teir prísa sær lukku-
liga fyri, at hesin verður í
landskappingini móti H71.
Tí sum landið liggur, so
mugu teir í øllum førum
vera Svein og Marian fyri
uttan í seinnu hálvfinaluni,
og tá eru ráðini til at missa
enn fleiri av grundstuðlun-
um ikki serliga góð. Tí tað
er í øllum førum væntandi,
at VÍF fer at leggja heilt
nógv fyri, tá teir vitja á
Skála komandi leygardag.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 24-25 (12-12)
Støður í dystinum
10 min: 4-1
20 min: 7-6
40 min: 17-16
50 min: 20-20
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 5, Áki
G. Olsen 4, John Zacharias-
sen 3, Agnar Joensen 3,
Ingi Olsen 3, Piti Negru 3,
Fríðbjørn Seloy 1
StÍF: Mihai Marinescu 6,
Alexandur Johansen 4(3),
Sverri Justinussen 4, Pauli
Hansen 4, Bent Djurhuus 2,
Artur Johansen 2, Jón Ras-
mussen 1
Brotskøst: StÍF 5
Útvísingar: VÍF 6, StÍF 4
Diskvalifikatión: VÍF 1
(3X2 minuttir), StÍF 1
(Beinleiðis reytt)
Dómarar
úr
Kyndli:
Hannis Wardum & Eyðun
Samuelsen. Høvdu ein góð-
an dyst, og ikki minst und-
irstrikaði dagurin fyrimun-
irnar av, at tað eru tvey ym-
isk dómarapør, sum døma,
tá talan er um tveir somikið
týdningarmiklar dystir.å
VÍF-StÍF 24-25 (12-12):
Skerdir strandingar við yvirlutan
Tað gjørdist eins intenst og
dramatiskt, sum tað plagar
at verða, tá VÍF og StÍF enn
einaferð hittust í steypa-
kappingini mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Marian Cirloganescu varð
borin av vøllinum í fyrra
hálvleiki, og vandi tykist vera
fyri, at tað fer at ganga drúgv
tíð, áðrenn hann aftur er
førur fyri at spæla
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 15 - 23. januar 2004
VÍF-VB 26-29 (13-16):
VB helt høvdinum kalt
Við trý mála sigri í
Vestmanna hevur VB
skapt sær eitt sera
gott útgangsstøði
undan seinnu
hálvfinalunum, har
VÍF veruliga skal
spíla seg út, skulu tær
røkka finaluni
COCA-COLA
KAPPINGIN
Jákup Mørk
Fyri triðju ferð í ár og fyri
aðru ferð innan fáar vikur
vitjaðu kvinnurnar hjá VB í
Vestmanna mikukvøldið.
Hesaferð var tað fyrra hálv-
finalan í steypakappingini,
sum stóð á skránni. Ein
kapping, sum VÍF vann í
99, 01 og 02, meðan VB
stóð sum vinnarin í fjør eft-
ir finalusigur á júst VÍF. Og
so kann leggjast afturat, at
VB umframt hendan sigur-
in eisini var í tveimum fin-
alum á rað í 2000 og 2001
uttan at vinna.
Tí var tað tvey lið, sum
hesi seinastu árini hava
skapt
sær
eina
stolta
steypatraditión føroyskum
kvinnuhondbólti, sum fóru
á vøllin, og tí var spenning-
urin eisini stóru um, hvørt
teirra skuldi vinna seg fram
til finaluna, har oddaliðið,
Stjørnan, eftir øllum at
døma verður mótstøðu-
liðið.
Og serliga hjá VÍF mundi
steypakappingin nú hava
alstóran týdning. Síðani
farð varð undir endaspælið,
hevur liðið tapt fyri bæði
VB og Stjørnuni, og tí tyk-
ist oddasessurin í løtuni at
vera eitt mál, sum tær ong-
an møguleika hava at
røkka.
Men hóast hetta, so var
tað VB, sum tóktist betri
tendrað, tá dysturin varð
blástur ígongd. Tær megn-
aðu heilt skjótt at fáa sær
eina lítla leiðslu, og so ráddi
um at halda fast í hesari.
VÍF kom tó skjótt á rætta
lagi, og eitt nú tóktist
leikferðin í løtum at vera
væl hægri, enn hon var tað í
Klaksík herfyri, men kortini
gekst sera striltið at fanga
VB aftur. Ikki minst tí VB í
fyrra hálvleiki hevði eina
sera væl upplagda Daivu
Toumaite, sum ferð eftir
ferð megnaði at stjóta síni
sermerktu lumpisligu skot
inn í meskarnar hjá VÍF.
Mansverjur
Tað fór tó at álvara at sansa
at hjá VB, tá Ioana Rápa av
álvara kom í rætta skot-
hýrin. Knallharða vinstra-
hondin tóktist hava funnið
neyvleikan, sum hon fleiri
ferðir hevur saknað síðani
hon kom aftur úr burðarfar-
loyvinum, og tá skot henn-
ara sita soleiðis, sum tey
gjørdu tað hesa løtua, so er
ikki stórvegis hjá nøkrum
málverja at gera.
Einastas loysnin, sum
tóktist gjørlig hjá VB, var at
fara undir mansverju av
stórskjúttanum, og seinastu
løtuna undan steðginum
gjørdi hetta eisini góðan
mun.
Sóley
Mikkelsen
megnaði í ávísan mun at
gera sær dælt av plássinum,
sum mansverjan av Ioanu
gav, men hetta vigaði tó
ikki upp fyri missinum í so
máta, og so kundi VB aftur
toga seg avstað. Beint fyri
steðgin stóð somikið sum
11-16 á máltalvuni, men
tvey skjót mál frá VÍF í
seinasta minuttinum góvu
teimum tó eina vón um, at
hetta kanska skuldi fara at
ganga kortini.
Og hampuliga skjótt í
seinna hálvleiki stóð eisini
greitt, at tær kanska høvdu
nakað at hava vónina í.
Verjan tóktist í øllum før-
um nógv tættari nú, enn
hon gjørdi tað fyri steðgin,
og var tað ikki fyri knall-
hørðu skotini og gjøgnum-
brotsstyrkina hjá Aukse
Vysniaskaite, so kundi
hendan løtan spælt mun-
andi verri av fyri gestirnar,
enn hon í veruleikanum
gjørdi. Og júst avrik henn-
ara fekk nú eisini VÍF til at
seta mansverju ígongd.
Kaldara liðið vann
Og so blivu áskoðararnir
vitni til ein sannan gysara
seinastu løtuna. Við hjálp
av mansverjuni og til tíðir
stórspæli frá Sóley Mikkel-
sen eydnaðist VÍF at kjálk-
ast heilt upp ímóti VB, men
treisku gestirnir noktaðu at
geva skarvin yvir. hvørja
ferð VÍF tóktist skula taka
seinasta fetið upp á javn-
leikin, svaraði VB aftur, og
knappar tíggju minuttir fyri
leiklok tóktist VÍF hava
útspælt sín leiklut. Tvær
fylgjandi útvísingar til fyri
Nikolinu og síðani Ioanu
góvu VB møguleikan at
økja munin upp í fýra mál,
men tríggjar minuttir fyri
leiklok fekk VÍF aftur ein
seinasta møguleika.
VÍF hevði longu minkað
niður í tvey mál, tá Margr-
eth Augustinussen fekk
tveir minuttir. Og takið í
høllini mundi næstan farið
uppfrá, tá Fríða Marjunar-
dóttir varð leikt leys mitt
fyri – og brendi. Við einum
leikara í undirtali megnaði
VB í eftirfylgjandi mót-
álopinum at vinna sær eitt
málgevandi brotskast, og tá
VÍF so mest sum alt fyri
eitt tveitti bóltin burtur aft-
ur, kundi ein annars væl
spælandi Gurið Mortensen
renna einsamøll avstað, og
so munaði tað lítið, at VÍF
minkaði niður til 26-29 í
seinastu sekundunum.
Bara tað at vinna í Vági
man undir øllum umstøð-
um vera ein sera møtumikil
uppgáva hjá gula liðnum,
sum heilt víst hevði ætlað
sær eitt betri útgangsstøði
undan seinnu hálvfinaluni.
Og ikki minst man VÍF iðra
seg um, at tær soleiðis reg-
ulert dummaðu seg sein-
astu tveir minuttirnar í hes-
um dystinum. Varð høvdið
hildið nóg kalt hesa løtuna,
vildi talan møguliga verið
um javnleik, og í øllum før-
um ikki tey trý málini, sum
nú eru á muni.
Men júst tað at halda
høvdið kalt seinastu løtur-
nar av dystinum, er ein so
ómetaliga týðandi eginleiki
í hondbólti, og tað er nak-
að, sum VB av álvara dugdi
at gera sær dælt av. Í so
máta tykist gullárið í fjør
hava ment leikararnar sera
nógv á sálarliga økinum, og
tað er ein eginleiki, sum
kann verða gull verdur, og
sum í øllum førum tykist
hava tryggjað teimum hálv-
an annan fótin inn um
gáttina til steypafinaluna.
Dysturin í tølum
VÍF-VB 26-29 (13-16)
Støður í dystinum:
10 min: 5-5
20 min: 8-10
40 min: 19-21
50 min: 23-25
Málskjúttar
VÍF:
Ioana Rápa 7(3),
Sóley Mikkelsen 6, Fríða
Marjunardóttir 5, Jacklin
Durhuus 4, Nikolina Eyð-
bjørnsdóttir 2, Eydna Jo-
ensen 1, Irina Radovici 1
VB: Diava Toumaite 8(1),
Gurið Mortensen 8, Aukse
Vysniaskaite 7(3), Rannvá
Augustinussen 3, Leila
Jespersen
2,
Margreth
Augustinussen 1
Brotskøst: VÍF 3, VB 5
Útvísingar: VÍF 5, VB 2
Dómarar úr Kyndli: Geir
Wardum & Gunnar Greg-
oriussen. Onkur ivamál
vilja altíð vera í einum
somikið tøttum dysti, men
høvdu sum heild eitt gott
tak um dystin.
Hóast Sóley Mikkelsen í løtum fann stórspælið fram, so var hetta ikki nóg mikið hjá VÍF, sum at enda mátti geva skarvin yvir móti viljasterku VB-kvinnunum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20