mikudagur 11. mai 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
Sosialurin
Uni Arge
Tá løgtingsins umboðsmaður
fór til verka í 2001, varð heilt
bókstaviliga byrjað á berum.
Tvey starvsfólk, Johnhard
Klettheyggj og Laila Egholm,
fóru sum tey fyrstu til verka
í
skrivstovuhølunum
hjá
Realinum í Niels Finsensgøtu
í Havn í apríl hetta árið. Har
vóru hvørki telefonir ella
teldur, og tað kendist løgið,
tí vanliga hava stovnar tí
líkar hentleikar tøkar. Men
stovnurin var nýggjur og
skuldi
byggjast
upp
frá
grundini, og hetta var so
uppgávan, ið tey bæði høvdu
fingið saman við fyrsta um
boðsmanninum,
Joen
H.
Andreasen, ið byrjaði í starv
inum 1. mai í 2001.
Johnhard Klettheyggj var
ein av teimum, sum helt fyri
lestur í Skálanum í Norður
landahúsinum fríggjadagin
í sambandi við, at 10 ár vóru
liðin, síðan umboðsmans
stovnurin fór undir sítt virk
semi. Hann mintist, at fleiri
spennandi mál lógu og bíðaði
eftir løgtingsins umboðs
manni, meðan skrivstovu
hølini vórðu riggað til. Tað
mest umstrídda málið snúði
seg um setanina av nýggjum
landsverkfrøðingi. Kundi ein
almennur myndugleiki ein
ans skriva í eitt svar til ein
fyrrverandi stjóra, ið søkti
og ikki fekk starvið, at annar
umsøkjari var settur?
Tað helt umboðsmaðurin
ikki. Gamla siðvenjan var at
svara umsøkjarum stutt við
at takka teimum fyri áhugan
og síðan vísa á, at starvið var
latið øðrum. Henda siðvenja
er nógv broytt, síðan um
boðsmaðurin í málinum um
landsverkfrøðingin
vísti
á, at ein maður, sum hevði
starvast í 23 ár á einum
stovni, harav 10 ár sum
stjóri, hevði krav upp á eina
nágreiniliga
grundgeving
um, hví hann ikki kundi
halda fram sum stjóri. Við
m.a. hesum døminum vísti
Johnhard Klettheyggj á, at
umboðsmaðurin
veruliga
hevur gjørt mun, síðan hann
fór til verka.
Mentor í skipanini
Johnhard
Klettheyggj
nevndi, at hann fleiri ferðir
hevði hoyrt fólk siga, at um
boðsmaðurin hevur onki
veruligt vald, tá á stendur.
Hann kemur við eini átalu,
og so hendir ikki meira.
Tí skuldi umboðsmaðurin
heldur havt støðu sum ein
fyrisitingardómstólur,
so
hann kundi broytt skeivar
avgerðir í fyrsitingini, hava
summi sagt. Hesum tók
Johnhard Klettheyggj ikki
undir við. Skipanin við um
boðsmanninum leggur upp
til, at hann skal koma við
tilmælum
og
áheitanum,
ið skulu fáa umsitingina at
viðgera mál umaftur ella
umhugsa mannagongdir av
nýggjum. Johnhard Klett
heyggj segði:
"Á hendan hátt er lagt
upp til, at umboðsmaðurin
verður eitt slag av mentori
hjá fyrisitingini, og at fyri
sitingin fær sjálvjustits, so
hon sjálv kann rætta síni
mistøk. Skal skipanin virka,
krevur hetta, at fyrisitingin
er búgvin at viðurkenna
møguligar feilir og rætta teir.
Skipanin krevur eisini, at
politiska skipanin er búgvin.
Tá umboðsmaðurin rakar við
álvarsom mistøk, skal hann
boða formansskapinum í
løgtinginum, løgmanni og av
varðandi landsstýrismanni
frá hesum. Tankin er, at
landsstýrismaðurin
skal
halda í oyruni á fyrisitingini,
løgmaður í oyruni á lands
stýrismanninum og tingið í
oyruni á løgmanni."
Hetta er ein góð skipan,
helt Johnhard Klettheyggj
og átalaði, at tingformaðurin
onkuntíð hevur boðað frá í
fjølmiðlunum, at tingið fór
onki at gera við niðurstøðu, ið
umboðsmaðurin var komin
við. Hetta hendi eitt nú, tá
grannskoðarafrágreiðingin
varð
almannakunngjørd
í november 2010. Tílík út
søgn
var
at
undirgrava
myndugleikan
hjá
um
boðsmanninum, helt John
hard Klettheyggj, sum tó
mundi fegnast um útsagn
irnar hjá Hergeiri Nielsen,
løgtingsformanni,
fríggja
dagin, tá hann stuðlaði um
boðsmanninum dyggiliga og
fanst hvassliga at politisku
skipanini fyri ikki at hava
tikið avleiðingar av grann
skoðaramálinum.
Fjas og tíðarspilla
Johnhard Klettheyggj upp
lýsti, at tey málini, sum fylla
mest hjá umboðsmanninum,
eru innlitsmál og starvs
fólkamál. At innlitsmál hava
fylt nógv, er ikki so løgið,
helt hann. Innlitslógin er frá
1994, so hon er ikki gomul, og
fyrisitingarnar hava skulað
havt stundir at vant seg við
hana. Jonhard Klettheyggj
hevur í mong ár undirvíst í
almennum innliti og hevur
mangan hoyrt fólk siga, at
reglurnar um innlit eru tað
reina fjas og tíðarspilla. Hetta
er sera vandamikil hugburður
í einum demokratiskum sam
felag, sum tó er um at hvørva,
nevndi hann, ikki minst or
sakað av umboðsmannin
um.
Hann bað fólk hava í
huga, at kritikkur frá um
boðsmanninum
í
einum
máli ikki altíð er keðiligur,
og at kritikkurin ongantíð
er persónligur. Er orsøkin til
trupulleikarnar, sum umboðs
maðurin vísir á, vantandi
arbeiðsorka, so kunnu at
finningarnar brúkast til at
fáa hægri játtan. Í øðrum
førum kunnu tær verða
brúktar
konstruktivt
at
vita, hvørjir batar kunnu
fremjast, eins og eitt nú Al
mannastovan hevur dugað
væl.
At
umboðsmaðurin
hevur týdning, ivaðist hann
ikki í.
"Tørvur er á einum um-
boðsmanni, serliga í okkara
lítla samfelag. Hesa fatan
byggi eg á, at viðurskiftini
eru smá og relatiónirnar
tættar, tað veri seg vegna
familju ella kennskap. Tí er
bæði ein ávísur vandi fyri, at
rot kann koma í skipanirnar,
og at gróðrarbotnur er fyri
illgitingum um hetta sama.
Umboðsmaðurin er ein fínur
máti bæði at fáa staðfest,
um okkurt er galið, ella at
fáa illgitingar manaðar í
jørðina. Spurningurin um,
hvussu skipanin við umboðs
manninum skal gagna sam
felagnum, liggur ikki bara í
hondunum á umboðsmann
inum, men minst líka nógv í
hondunum á samfelagnum,"
segði Johnhard Klettheyggj.
Umboðsmaður skal
basa illgitingum
Tørvur er á einum umboðsmansstovni í lítla føroyska samfelagnum, tí neyðugt er at mana
illgitingar í jørðina, segði Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur í Almannamálráðnum
og Heilsumálaráðmum, á ráðstevnu um løgtingsins umboðsmann fríggjadagin. Rot kann kom
í samfelagsskipanina, og samfelagið skal verja seg mótvegis tílíkum roti, helt hann
Johnhard Klettheyggj,
leiðandi løgfrøðingur