mikudagur 11. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54
10
Sosialurin
Finnur Jensen
Tað hendi í teimum døgum,
at allur heimurin skuldi
verða skrivaður í manntal.
Í Føroyum hendir tað
væntandi í heyst.
Men tað er ikki vist. Tí
fyrst skal eitt lógaruppskot,
sum slóðar fyri umfatandi
fólkateljingini, endaliga sam
tykkjast í løgtinginum.
Uppskotið er umstrítt.
Meðan
meirilutin
í
Fíggjarnevndini og tey, sum
hava staðið fyri verkætlanini,
verja uppskotið, fær tað av
grovfíluni frá bæði fíggjar
nevndarminnilutanum
og
løgtingsumsitingini.
Eitt er, at minnilutin
metir, at sjálv verkætlanin,
sum íalt kostar 11,5 milliónir
krónur, er ov dýr í mun til
hennara nyttuvirði.
Eitt annað er, at bæði
minnilutin í fíggjarnevndini
og ein løgfrøðiligur ráðgevi
hjá løgtingsumsitingini eru
samd um, at lógaruppskotið
stríðir við fleiri altjóða sátt
málar.
Orsøkirnar eru fleiri.
Umfatandi spurnablað
Manntalsætlanin snýr seg
í stuttum um at gera eina
neyva hagtalslýsing av før
oyska samfelagnum. Í hesum
sambandi er eitt umfatandi
spurnablað gjørt, sum allir
føroyingar skulu svara í
heyst.
Eins og tað sæst í royndar
kanningini, sum varð gjørd í
fjør heyst sum fyrireiking
til ta stóru fólkateljingina
seinni í ár, eru spurningarnir
bæði nógvir og ymiskir.
Alt frá spurningum um,
hvussu húskið er samansett,
til hvat mál, ið tosað verður
mest har heima.
Alt frá spurningum um
matískoytið, sum húsarhald
ið hevur útvegað sær, til tal
av kømrum í húsunum.
Eisini eru eymari spurn
ingar í spurnarblaðnum. Til
dømis verður spurt, hvussu
høg húsaleigan er, hvussu
heilsan er í mun til aldurin
og um viðkomandi hevur
systkin ella hálvsystkin í
útlondum.
Stríðir við grundlógina
Í samband við spurnabløðini
- sum skulu útvega hagtøl,
sum Hagstova Føroya tekur
sær av - er ætlanin at senda
fólk út at banka á dyr og so
leiðis syrgja fyri, at hvørt
húski og einstaklingur í Før
oyum útfyllir spurnabløðini.
Longu her er fyrsta iva
málið. Tí sambært upp
skotinum skulu fólkini –
sonevndu teljararnir – fáa
heimild
til
ein
serligan
”rætt at koma á gátt í hús
hjá privatum og onnur støð,
har fólk búgva og uppihalda
sær”, sum tikið verður til í
uppskotinum.
- Tey fáa rætt til at tram
pa inn á gólvið hjá fólki.
Sjálvt ikki løgreglan hevur
ta heimildina, sigur Jørgen
Niclasen úr Fólkaflokkinum,
sum er harðliga ímóti ætlan
ini.
Fólkafloksformaðurin,
sum eftir at hava umrøtt
uppskotið í fíggjarnevndini
mælir
frá
at
samtykkja
uppskotið saman við Bill
Justinussen, vísir á, at upp
skotið í hesum føri stríðir við
§ 72 í grundlógini, sum sigur,
at ”boligen er ukrænkelig”.
Og tað er ikki bara Jørgen
Niclasen og Bill Justinussen,
ið halda, at uppskotið stríðir
við grundlógina.
Tað ger Birita Ludvíks
dóttir, løgfrøðiligur ráðgevi
hjá løgtingsumsitingini, ei
sini.
”Sambært § 72 í grundlóg
ini er bústaðurin friðhalg
aður... ein og hvør eigur tí
at hava rætt til at nokta, at
ein
myndugleikapersónur
kemur inn í hús sítt,” skrivar
Birita Ludvíksdóttir millum
annað í einum notati, sum er
hjálagt álitinum, sum Fíggj
arnevndin hevur skrivað um
uppskotið.
Notatið hjá løgfrøðiliga
ráðgevanum er ein lang
uppremsan
av
óhepnum
orðingum og feilum, sum
standa í uppskotinum, sum
meirilutin í Fíggjarnevndini
annars mælir til at samtykka.
Einki at óttast
Men hvørki Jørgen Niclasen
ella Birita Ludvíksdóttir nýt
ast at óttast fyri at fáa óbod
nan gest á dyr í heyst.
Tað lovar Øssur Winther
eig, sum er kunningarráðgevi
fyri verkætlanini Manntal.
- Tað, at teljari kann koma
á gátt, merkir, at hann kann
koma til dyrnar, banka uppá
og siga ørindini, sum eru at
heinta spurnarblað og kan
na, at spurningarnir eru
svaraðir. Teljarin hevur tó
ongan rætt at tvinga seg inn
í heimið hjá fólki ímóti teirra
vilja. Um fólk ikki sjálvi bjóða
teljaranum innum, avgreiðir
teljarin ørindini í hurðini,
durinum ella gongini, sigur
Øssur Winthereig, sum vísir
á, at tað ongantíð hevur verið
ætlanin at ganga ímóti § 72 í
grundlógini.
Kunningarráðgevin
hjá
Manntali lovar samstundis,
at fólkini, sum banka uppá,
eru sína uppgáva vaksin.
Hann vísir í hesum saman
hangi til viðmerkingarnar
í
lógaruppskotinum
sum
siga, at ”teljararnir skulu -
umframt at vera myndugir
- eisini vera egnaðir til ar
beiðið. Hetta merkir eitt nú,
at tey, sum verða sett í starv,
skulu vera álítandi, skilja
týdningin av trúnaði, skil
ja markið millum at koma á
gátt og rættin hjá einstak
linginum í egnum bústaði.”
Fáa bót fyri ikki
at svara
Fyri at umfatandi fólkatelj
ingin skal geva nakra mein
ing, er neyðugt, at øll eru við.
Tí er neyðugt at lóggeva, at
øll hava skyldu at svara teir
mest grundleggjandi spurn
ingarnar í spurnablaðnum.
Jørgen Niclasen skilir væl
sjónarmiðið. Men hann er alt
annað enn fegin um orðing
ina í uppskotinum, har lagt
verður upp til, at tey, sum
nokta at svara, kunnu revs
ast við bót.
Tingmaðurin úr Fólka
flokkinum heldur – eins og
Bill Justinussen - tað vera
óneyðugt at gera so álvarslig
inntriv í privatlívið hjá ein
staka borgaranum í Føroy
um, at ein verður revsaður
við bót, um ein av einhvørj
ari orsøk ikki ynskir at svara
einum spurningi í spurnar
blaðnum.
Teir báðir, sum saman
mynda minnilutin fíggjar
nevndini í hesum máli, halda,
at uppskotið í hesum føri
stríðir við artikul 8 í evro
peiska mannarættindasátt
málanum, sum m.a. sigur, at
einhvør hevur ”rætt til virð
ing fyri sínum privatlívi og
familjulívi.”
Í sáttmálanum stendur
víðari, at almenni myndug
leikin einans kann gera inn
triv í henda rættin í heilt
serligum førum, tað veri
seg ”fyri at tryggja tjóðina,
almenna tryggleikan ella
fíggjarligu
vælferðina
í
landinum, at fyrbyrgja órógv
ella brotsverk ella at verja
heilsuna ella siðastandin ella
at verja rættindi og frælsi hjá
øðrum”.
Løgfrøðiligi
serfrøðing
urin úr løgtingsumsitingini
er samd við minnilutanum í
fíggjarnevndini um, at áset
ingin um revsing kann vera í
stríð við evropeiska manna
rættindasáttmálan, og hon
heldur ikki, at nakað talar
fyri, at inntrivið kann rætt
vísgerast.
”Tað er ilt at fáa eyga á,
at tað er “neyðugt í einum
demokratiskum samfelag” at
áleggja einum privatpersóni
bót, um hann av onkrari or
søk ikki ynskir at svara ávís
um spurningum í spurnar
blaðnum. Ásetingin kann
vera í stríð við § 8 í europe
iska mannarættindasáttmál
anum,” skrivar Birita Lud
víksdóttir í notatinum.
Hon mælir tí til at strika
tann partin í uppskotinum,
sum snýr seg um at revsa við
bót.
Í lagi at revsa
Kunningarráðgevin
hjá
Manntali er ikki samdur
við løgfrøðiliga ráðgevan
á løgtingsskrivstovuni ella
minnilutanum
í
fíggjar
nevndini um, at tað er skeivt
at revsa tey, sum ikki vilja
svara spurnablaðnum.
- Av royndum veit man, at
tað ikki letur seg gera at fáa
øll at svara, um tað verður
sjálvboðið fyri borgarar at
svara. Tí er tað mett neyðugt
at áleggja fólki at svara
spurningunum, sigur Øssur
Winthereig.
Hann metir - í mun til løg
frøðiliga ráðgevan – at inn
trivið er forsvarligt.
Hevur tú
hálvsystkin
í útlondum?
MANNTAL Uppskotið um manntal, sum Løgtingið tekur støðu til í
hesum døgum, er í stríð við bæði altjóða sáttmálar og grundlógina,
metir minnilutin í fíggjarnevndini, sum fær stuðul frá løgfrøðisligum
ráðgeva. Meirilutin í fíggjarnevndini og kunningarráðgevin hjá teimum,
sum hava staðið fyri verkætlanini, vísa skuldsetingunum aftur