Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 Sosialurin - Hendan skyldan fyri borg­ar­an verður mett at vera eitt minni inntriv sæð í mun til nyttuna, sum sam­ felag­ið fær av úrslitinum av mann­t­ali­num, sigur Øssur Winther­eig, sum sipar til, at alt Føroya fólk kann fáa ágóð­an av tí, sum spyrst burtur­úr hagtalslýsingini í heyst. Brot á ST-sáttmála Men tað er ikki bara bleytir upp­lýsingar, sum vit før­oy­ ing­ar væntandi skulu hosta upp við í heyst. Umframt teir obligator­ isku upplýsingarnar um navn, bústað, p-tal og kyn hava øll skyldu til at svara nøkr­um heldur eymari spurn­ing­um. Vit at verða bæði biðin um at meta um okkara heilsu­støðu í mun til aldurin, um­framt at hvør einstakur skal upplýsa, um eins dagliga virki er avmarkað orsakað av ein­um heilsutrupulleika ella breki, sum hevur varað ella vænt­an­di fer at vara í minsta lagi 12 mánaðir. - Her fert fert tú alt ov nær persón­ligum upplýsingum, held­ur Jørgen Niclasen. Tað sama heldur løg­frøði­ ligi ráðgevin hjá løg­tings­um­ siting­ini. ”At krevja, at borgarar svara upp á henda spur­n­ ing kann verða í stríð við grein 22, 2 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá fólki, ið bera brek”, skrivar Birita Ludvíksdóttir, sum í notat­ in­um vísir á, at ST-lima­ lond sambært sáttmálanum skulu verja rættin at dylja persón­ligar og heilsuligar upp­lýsingar hjá fólki, ið bera brek, á jøvnum føti við onn­ ur. Hon mælir ístaðin til, at fólk velja sjálvi, um tey ynskja at svara spurn­in­g­un­ um um heilsu­støðu­na – eins og tað er sjálv­boð­ið at svara teim­um spurn­ing­um, sum snúg­va trúgv. Grønt ljós frá MBF Øssur Winthereig, kunn­ing­ ar­ráðgevi fyri verkætlanina, er ikki samdur við fólka­ floks­formannin og løg­frøði­ liga ráðgevan í løg­tings­ um­siti­ngini um, at báðir spurn­ing­arnir kunnu stríða við nakran ST-sáttmála. - Hesir spurningar verða eftir ST-vegleiðingini ikki hildn­ir at vera viðkvæmir spurn­ing­ar, sigur Øssur Winther­eig, sum vísir á, at eisini onnur land hava somu spurningar við í teirra spurna­bløðum. Hann leggur afturat, at spurn­ingarnir ikki eru brot á ST-sáttmálan um rættindi hjá fólki, ið bera brek, tí talan er um sonevnda ”sjálv­upp­ fatan” av egnari heilsu. - Talan er ikki um diagnos­ur ella um, hvørja sjúku ella hvørji brek, svar­ ar­in hevur. Úrslitið verður ein hagfrøðilig mynd av, hvussu føroyingar fata sína egnu heilsu og møgu­lig­ ar avmarkingar í dag­lig­um virki, sigur Øssur Winther­ eig. Harumframt vísir kunn­ ing­ar­ráðgevin hjá Manntali á, at Meginfelag Brekað í Føroyum hevur havt spurn­ ing­in, sum viðvíkir brek, til um­røðu, og felagið hevði einki at finnast at. - Tvørturímóti var áhugi fyri fleiri spurningum um brek og sjúkur. Men Manntal helt, at fleiri spurningar kundu fatast sum viðkvæmir, sig­ur Øssur Winthereig, sum leggur afturat, at eisini Dátueftirlitið hevur góð­kent spurningarnar í spurna­blað­ num. Umfatandi spurningar Tað er rættiliga ymiskt, hvat stendur í spurnablaðnum, sum allir føroyingar væntandi hava skyldu at svara í heyst í samband við umfatandi fólkateljingina. Her er nakrir av teimum heldur eymu og øðrvísi spurningunum í spurnablaðnum, sum var nýtt til royndarfólkateljingina í fjør heyst: Hvør er húsaleigan? Hvussu nógvir fermetrar av býlinum eru óinnrættaðir? Hevur býlið vesi? Hevur tú systkin ella hálvsystkin í útlondum? Hvat var fyrsta málið, tú lærdi heima? Vart tú heima við hús náttina til 11. november? Hvussu er heilsan hjá tær í mun til aldurin? Bert tú nakað varandi brek? Hvørja kristna kirkju/fríkirkju ella samkomubólkar hevur tú tilknýti til? Hvørja trúgv hevur tú? Hvussu væl dugir tú føroyskt? Hvussu lýsir tú tín tjóðskap? Gjørdi tú nakað húsligt arbeiði heima seinastu 7 dagarnar? Ert tú limur í nøkrum fakfelagi?