Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mai 2011 · Nr. 54 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Seinnapartin í gjár varð verk­smiðju­skipið Athena, sum tá hevði ligið við framm­enda­num móti olju­ brygg­ju­ni síðan tíðliga mána­morgu­nin, tí aftaru tross­ar­nir vóru avbrendir, hál­að til bryggju. Hetta ar­ beiði gekk væl, og tað vóru sleipi­bátar hjá MEST, sum tóku sær av hesi uppgávu. Tá Athena var komin at ligg­ ja við stýriborðssíðu móti bryggjuni, fóru fólk hjá sløkki­lið­unum at spræna sjógv eftir skipssíðuni fyri at køla skrokkin. Tað gekk ikki long tíð, til Skálafjarðar Sløkki­lið í samstarvi við Fugla­fjarð­ar Sløkkilið setti tveir mans umborð á skipið, sum síðan byrjaðu at spræna skúm niður í Athenu. Orsøkin til, at Skála­fjarð­ ar Sløkkilið hevði biðið um hjálp úr Fuglafirði, var, at fugl­firðingar eiga ein góðan stiðj­abil, og tað var hesin, sum brúktur var at seta menn­inar umborð við. Við bili­num úr Fuglafirði vóru kom­n­ir einir 3-4 mans at hjál­ pa til á oljubryggjuni. Sunleiv Højgaard, á­taks­ leiðari hjá Skálafjarðar Sløkki­liði, segði, at tað var av trygd­ar­ávum, at bert tveir mans vórðu settir umborð, tí framvegis var nógvur hiti í skips­skrokkinum, tó at hitin var minkaður. Í gjár, tá menn vórðu sett­ ir umborð á Athenu, reyk fram­vegis úr skipinum har frammi, og nakað av royki sást eisini koma upp úr skipi­ num har afturi. Nú í morgun, tá Sosialurin var fram við, sást lítil roykur, men kortini so mikið, at stað­ fest­ast kann, at hiti enn er í skrokki­num – um kanska ikki opin eldur. Sambært átaks­leiðara­ num hjá løgregluni, Hallgrími Han­sen, bendir nógv á, at eld­ur og hiti nú tykjast fjarða burt­ur, og tí verður vónað, at trupla støðan, sum eldurin um­borð á Athenu skapti mána­nátt­ina, mánadagin og part­vís týsdagin, er við at verða hasað av. Allir á fundi Í morgun, tá Sosialurin royn­ di at fáa fatur á reiðarunum hjá Thor, Gunnbjørni Joen­ sen og Hans Andrias Joen­ sen, sótu báðir á fundi í Runa­vík. Hallgrím Hansen, átaks­leiðari hjá løgregluni og Sunleiv Højgaard, átaks­ leiðari hjá Skálafjarðar Sløkki­liði, vóru eisini á sama fun­di, sum ætlandi fór at vara til út móti klokkan 11. Eldurin umborð á Athe­ nu hevur verið ein stór og álvarsom uppgáva hjá sløkki­liði, løgreglu og øllum teim­um, sum hava havt til­ knýti til hendingina, sum førdi við sær, at neyðugt varð við burturflyting av fólki á vestur arminum á Skála­ fjørði­num – og eitt skifti eisi­ni við burturflyting av fólki á Glyvrum, Lambareiði og Lamba. Havnastjórin hjá Runa­ víkar havn, Tórbjørn Jacob­ sen, segði í samrøðu við Sosial­in týsmorgunin, at slíkt neyv­an er hent í Føroyum síð­an seinna heimsbardaga. - So, hetta økið hevur ver­ ið í eini heilt serstakari støðu hesar dagarnar, legði hann aftrat. Spøkilsisskip Í dag liggur Athena sum eitt annað spøkilsisskip við olju­ bryggjuna hjá Runavíkar havn. Skipið er illa brent, og uttan á skrokkinum sæst, hvussu nógvur hitin hev­ ur verið. Nógvastaðni er mál­ing­in avbrend, eins og brúgvin har frammi er sokk­ in saman. Hvussu út sær umborð, veit eingin við vissu í løtuni, men líkt er ikki til, at Athena nakr­antíð aftur kann fara til fiski­skap. Hetta er triðju ferð, at eld­ u­r herjar Athenu. Sosialurin fer at venda aft­ur til málið í blaðnum fríggj­a­dagin. ATHENA Sambært átaksleiðaranum hjá løgregluni, Hallgrími Hansen, bendir nógv á, at eldur og hiti nú tykjast fjarða burtur umborð á Athenu, og tí verður vónað, at trupla støðan, sum eldurin umborð skapti mánanáttina, mánadagin og partvís týsdagin, eru við at verða hasað av Athena sum eitt spøkilsis­skip við olju­bryggju­na Soleiðis sær Athena út í dag, har hon liggur við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn – avbrend