mánadagur 16. mai 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56
Sosialurin
Kjak
Óli Jacobsen
Inntøkutrygd fiskimanna skerd av egnum felag
Sum fiskimenn hava varnast
er minstalønin hjá teimum
lækkað við kr. 200 pr. dag.
Hetta er gjørt við góðtøku av
teirra egna felag.
Tað var um 1950, at fiski
menn fingu minstulønarskip
an. Fyrstu tíðina varð hon
grundað á inntøkuna fyri eitt
heilt ár. Tað eydnaðist so við
og við at fáa bøtt um skipanina.
Minstalønin kom seinni at
verða roknað fyri hvønn ein
stakan túr, og var hetta eitt
stórt framstig.
Fekk tryggjað fiski
monnum fulla
dagløn í minstuløn
Tá ið eg gjørdist FF-formaður
í 1971 var skipanin tann, at
minstalønin var ein upphædd,
sett við løgtingslóg. Hon svar
aði pr. dag til umleið til 2/3
av eini vanligari dagløn á
landi fyri 8 tímar. Umframt
vóru ymisk prísískoyti pr. kg.
fisk, sum vórðu løgd omaná
minstulønina, sum tískil í
summum førum gjørdust nak
að hægri.
Í 1980-unm fekk FF tað
hugskot at fáa lagt henda kg-
studning um til sokallaðan
dagstudning. Hetta kom at
merkja,
at
fiskimenn
fyri
hvønn dag á einum túri fingu
tryggjað eina fulla arbeiðara
dagløn á landi, í dag kr. 900 +
frítíðarløn.
Hetta var eitt sera stórt
framstig hjá fiskimonnum, og
merkti hetta ein reel hækking í
minstulønini uppá upp til 50%.
Hetta var kortini ikki nakað,
sum kom av sær sjálvum. Tað
lá nógv arbeiði aftanfyri, bæði
við útrokningum og við at
sannføra restina av “skipanini”
at taka undir við hesum.
Hetta var eisini sera fram
skygt, tí tað var skjótt, at tíðin
var farin frá vanligum kg-
studningum.
Sjálvt Nyrup Rasmus
sen mátti bakka fyri
fiskimannafelagnum
Men tað var skjótt, at ein “aka
demisk klika” á landi fekk ilt
í reyvini av hesi skipan, sum
hon helt gav fiskimonnum
alt ov nógv. Hetta gav at býta
undir bankakreppuni í 90-
unum, tá ið tað gjørdist ein
partur av avtalunum millum
donsku stjórnina og føroyskar
myndugleikar at fara aftur
til, at inntøkutrygdin skuldi
roknast fyri longri tíðarskeið.
Hetta vildi fullkomiliga oyði
leggja inntøkutrygdina, sum
hon var.
Men FF fór í herna móti
hesi ætlan, eisini ímóti donsku
stjórnini, serliga forsætisráð
harran Poul Nyrup Rasmus
sen, sum í fyrstuni helt fast
um, at henda avtalan um inn
tøkutrygdina skuldi haldast.
Her vórðu gjørd nógv krumm
spring av ymiskum myndug
leikum, men vit loftaðu teimum
øllum.
Men fyri at gera eina langa
søgu stutta, endaði hetta við,
at sjálvt Nyrup Rasmussen
bakkaði fyri FF. Tað sama
gjørdu
føroysku
myndug
leikarnir eisini. Tískil kom
inntøkutrygdin við onkrari
tillaging at halda áfram sum
hon var. Hetta var ein stórsigur
fyri FF, sum við dugnaskapi,
snildi, eisini við at seta hart
móti hørðum til rætta tíð og eitt
sindur av hepni kundi vinna á
øllum teimum kreftum, sum tá
vóru fyri at taka hesi rættindi
frá fiskimonnum. Hetta var
enntá í eini kreppu, sum var
munandi verri enn tann nú ver
andi. Hetta var eitt bragd, sum
fiskimenn saktans kundu verið
ernir av.
Tað er nakað tað sama søga
galdandi fyri skattaskipanina
hjá fiskimonnum, bæði við at
fáa hana í lag og at verja hana.
Hesar báðar skipanir hava
tryggjað fiskimonnum, at teirra
viðurskifti eru so fræg, sum tey
eru.
Tað er neyvan ivi um, at
inntøkutrygdin,
sum
hon
gjørdist, fyri ein stóran part
bjargaði fiskimonnum og flot
anum í kreppuni í 90-unum.
Serliga var hetta galdandi fyri
línubátaflotan, har inntøkurnar
ofta hava verið lágar. Hetta er
ikki minni galdandi fyri hesa
seinasta kreppuna.
Nú er alt slept av
egnum felag
Tað er ein sera stórur munur á
at kunna tryggja fiskimonnum
eina vanliga dagløn á landi fyri
hvønn dag á túrinum og ikki at
kunna gera tað, sum støðan er
blivin nú.
Nú er tað enntá eydnast
politisku skipanin við góð
kenning av FF at sleppa sær
púra av við inntøkutrygdina.
Hon er løgd til vinnuna at
gjalda og umsita við einum
trygdargrunni, har manning
arfeløgini og reiðarafeløgini
manna nevndina.
Tað er alment váttað av
formanninum í nevndini, at
henda nevndin einmælt, t.v.s.
eisini umboðið fyri fiskimenn,
hevur samtykt at lækka inn
tøkutrygdina við heilum kr. 200
um dagin, úr kr. 900 í kr. 700.
Hetta er kr. 6.000 um mánaðin
umframt
frítíðarløn!
Hetta
kemur sjálvandi at raka teir
lægst løntu fiskimenninar.
Umframt hetta er skipanin
sum so oyðiløgd. Meðan hon
fylgdi lønargongdini, er nú sett
eitt tilvildarligt tal, sum “ráðini”
eru til.
Henda semjan í nevndini
merkir samstundis, at reiðara
felagið við hesi samtykt reelt
er leyst av ásetingini í sátt
málanum, at hann er treytaður
av óbroyttari inntøkutrygd.
Afturat hesum kemur, at nú
tað er semja í nevndini um at
skerja inntøkutrygdina, krevur
tað í veruleikanum eisini semju
at hækka hana aftur.
Tað er harmiligt fyri fiski
menn, at ein skipan, sum tað
hevur verið so nógv stríð at
byggja upp, á hendan hátt skal
verða oyðiløgd, enntá við sam
tykki av fiskimannafelagnum
sjálvum.
Eitt er at berjast manniliga
fyri eini sak, og so at koma í
minniluta. Men tað er so ikki
gjørt her. Tað kann staðfestast,
at
fiskimannafelagið
fyrst
hevur lagt navn til, og harvið
góðkent nýggju skipanina við
minstuløn. Síðan hevur felagið
við sínum formanni atkvøtt fyri
hesi lækking av minstulønini,
hóast hann eins væl kundi
atkvøtt ímóti.
Tað ber sjálvsagt ikki til tveir
mánaðar seinni geva øðrum
skuldina fyri ta verri støðu,
fiskimenn eru komnir í. Tann
sum atkvøður fyri ein avgerð
hevur fulla ábyrgd av henni.
So stórur munur kann vera
á, hvussu tað verður arbeitt!
Tað sæst eisini á úrslitinum.
• Minka rukkurnar
• Styrkir vøddarnir
• Ultra/lipo viðgerð uttan skurð
• Infrareytt hitateppi
Viðgerðir hjá Intone geva 3 ferðir betri/
skjótari úrslit enn aðrar líknandi viðgerðir
Les meira um Intone á
www.intoneclinic.fo og á Facebook
ella set teg í samband við okkum á
Tel. 51 61 14
sanna@spirin.fo
J. Paturssonargøta 18 · Tórshavn · Tel 322045
Hvønn dag í mai mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mána dagin 6. juni 2011 kl. 10.00 og merkið
brævbjálvan »Sudoku«.
Drigið verður aðru vikuna í juni.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst.
Mai-kappingin
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin í mars
er eitt gávubræv frá in•tone clinic
Virði 4.000,-
Stra
mma
kro
pp
og an
dlit u
ttan
sk
urðv
iðgerð
Vinnari av
apríl-kappingini:
Maria av Fløtum Reginsdóttur
Dalartún 15