Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mai 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mai 2011 · Nr. 56 24 Sosialurin Kjak Zakarias Wang Ivasom fólka­ atkvøða Í Sosialinum mikudagin tann 11. mai í ár verður sagt í oddagrein, at fólka­atkvøðan í 1946 var demokratiskt sera iva­ som. At fuska við fólka­at­ kvøðum er sera álvars­ ligt. Hetta er nakað sum ódemokratiskir valds­ harrar plaga at fáast við, og tá spyrst ofta ringt burturúr. Kunnleikin til fólkaat­ kvøðuna í 1946 hevur hvørki verið stórur hjá mær ella øðrum, og tí royndi eg at fáa fatur í øllum atkomuligum tilfari um hesa fólkaatkvøðu og legði tað fram í fólkaatkvøðubókini, sum kom út í fjør. Tey, sum valdið høvdu í Føroyum í 1946 og skipaðu fyri fólkaatkvøðuni, vóru m e i r i lu ta f l o k ka r n i r í løgtinginum, Sam­ bands­flokkurin og Javn­ aðarflokkurin, eins og danski amtmaðurin í Føroyum og hansara fyri­siting. Sær til hjálpar høvdu tey valstýri og valnevndir, sum vóru valdar av flokkunum á tingi við lutfalsvali, so­ leiðis at meirilutin á tingi hevði ræði á hvussu valið fór fram. Tá Sosialurin nú sig­ ur, at fólkaatkvøðan var demokratiskt iva­som, er tí talan um eina grova ákæru móti Sam­bands­flokk­in­ um, Javnaðar­flokk­inum og amtmanninum. Hvat byggir blaðið hesa ákæru á? Bjarni Djurholm løgtingsmaður www.djurholm.fo Arabiskir tilstandir í Løgtinginum? Politiska skilið er nú út av lagi. Landið liggur við kei uttan leiðslu. Tingviðgerðin er í vaksandi mun stýrd av rák­snúni og taktiskum leik­ um, har mál verða avgreidd, uttan at nakar kennir ser­ ligan ognarlut í teimum. Parlamentariska grund­ arlagið undir lands­stýr­inum er nú reyða av­gjaldsgongan í tinginum, Tjóð­veldi og Fram­sókn. Mest at líkna við eina parodi, tá hugsað verð­ur um eyðmerkingina av landsstýrinum frá Tjóð­ veld­inum farnu árini og ikki minst um grundgevingarnar hjá formanninum í nýggja flokk­inum at stovna "liberala" flokkin. Og meðan landið spakuliga hoknar undir fíggjarligu av­bjóðingunum við fleiri hundrað milliónum í árligum undirskoti, hevur tingið nú samtykt nýggjar útreiðslur fyri 10-tals mio kr. At pynta um úrslitið hevur reyða gongan so sjussað seg til nýggj ad hoc gjøld á vinnuna at rinda raksturin og fyri at fjala ómegdina, ið nú ríður skipanini. Loysing Í sama andarhaldi var stórmál til viðgerðar, loysingin! Hetta var tó steðgað fríggjadagin av teprum meirluta. Men av røttum kann verða spurt, er einki samband millum teori og praksis? Við fíggjarlógarundirskoti uppá 450 mio kr, donskum veitingum til blokk og ríkis­ stovnar omanvert 800 mio, eru vit árliga meira enn 1200 mio kr frá sjálvberandi búskapi. Av røttum kann verða spurt, hvussu óseriøs kunnu fólkavald loyva sær at vera? At tjóðveldi ikki livir av loysnum, men heldur av retorisku prosessini og glugga­ pynti, tað er eingin nýggjheit, men at aðrir flokkar og politikarar yvirhøvur brúka orku upp á slíkt signaluppskot, er at halda sperda vinnulívið og skattliga niðurpíndu borg­ ararnar fyri gjøldur. Landsbúskapurin kikkar eftir ondini. Tað hevði klætt seg betur um eitt samfelt Løgting brúkti alla orkuna at endurskapa fíggjarligu javn­ vágina og seta kósina móti búskaparligum sjálvbjargni. Partapolitikkur Júkað verður eisini upp í saman, at minnilutastøðan ger, at nú verða semjur gjørd­ ar tvørturum floksmørk, at demokrati'ið nú loksins vald­ar. Ja, farið eru nú so langt í vælsignilsinum av íkomnu støðuni, at ad hoc uppskot at broyta tingskipanina nú verða játtað av tingformanninum, hóast sami átti at stuðla siðvenjuna, at tingskipanin ikki skal broyast í hissini, men bert sum úrslit av skipaðari tilgongd. Men »málet helliger midl­et«. Stinga mál seg upp sum stuðla partapolitiska hugburðinum, so er líka feitt, hvussu tignin er í viðgerðini. Og leygarnáttina bar av. Tingskipanin varð broytt so­ leiðis, at ríkis­um­boðs­mað­ur­ in nú kann væntast at vera dagligur gestur á tingsins røðarapalli at bera boð frá donsku stjórnini. Men tað er kanska eisini meiningin, ikki minst fyri tey, sum liva best í konfliktum og ósemjum við danir, heldur enn av loysnum! Blúgvast ikki Men har var kanska ikki ann­að væntandi, tá hugsað verð­ur um atburðin hjá ting­formanninum, sum ikki blúgvaðist - í parta­polit­isk­ um herindum - í Norður­ landa­húsinum í sambandi við 10-ára hátíðarhaldið hjá Umboðsmanninum, at jarð­ leggja politiskar sam­starvs­ felagar, at vera talsmaður fyri eini skue­prosess, har politiskt illgresi varð sáað fyri fjøld um persónar, sum higartil ikki hava havt minsta kjans at verja seg (les á heimasíðuni hjá Um­ boðsmanninum www.lum. fo). Men hetta ber væl til. Teir órættaðu hava ongan kærumøguleika. Tað tryggjar lógin um Løgtingsins Um­boðs­ mann. Tí kundi ting­for­mað­ urin servera sín parta­politikk fyri fjøld av áhoyr­arum. Hetta hevði fingið av­ leið­ingar í øllum skipaðum londum, bara ikki í Føroyum. Ja, sjálvt miðlarnir lótu sum einki, burtursæð frá onkr­um journalistiskum hof­leverandøri, sum í bløð­ un­um hevur forherligað 10 - ára jubileumshaldið í Norðurlandahúsinum. Men tað var kanska eisini vænt­ andi. Mest at líkna við arabiskar tilstandir. Grát mítt elskaða land. Grát mítt elskaða land Ragnar T. Hentze, útróðrarmaður Viðmerking til grein í Sosialinum - nr 43 11. apríl Hendan greinin viðger fíggj­ ar­støðuna í nýggja trygd­ar­ grunn­inum, og harav fylgj­ andi herdu krøv­ini. Hetta raka bók 5 (útróðrar­bátar und­ir 15 tons) sera hart. Hes­ir bátar sum fyri tað mesta eru bátar í støddini 34 fót og minni, við einum manni umborð, skulu lúka somu treytir, sum skip og bátar í stødd frá umrøddu 34 fót og heilt upp til 110 tons. Kravið er, at avreiðast skal í minsta lagi fyri í meðal 200.000 kr. pr. mann seinastu seks mán­aðirnar, og fyri í minsta lagi 25.000 kr í meðal pr mann seinastu tríggjar mánaðirnar. Hesi tølini vóru ávikavist 70.000 og 10.000 í tí gomlu lógini, og tí møgulig at fylgja, eisini fyri bók 5. Sagt verður í greinin, at hetta verður gjørt, tí fíggj­ ar­støðan í grunninum er so ring, og tí er tað skiljandi, at treytirnar eru herdar. Men men - máti skal vera við tá ræður um tey smæstu førini, altso bólk 5. Tey hava ongan verðsins møguleika at liva upp til hesi krøvini. Eingin ella ógvuliga fáir klára 200.000 kr í seks mánaðir av tí at teir eru serliga sár­bær­ir yvir fyri veðrinum, og tað er akkurát teir veður­ring­astu mánaðirnar í árin­um, ið mest er brúk fyri minsta­forvinningi, so henda stóra upphædd blokerar fyri, at hesir bátar kunnu vera við í grunninum og har fáa út­gold­ ið nakað haðani, tá tað verður neyðugt. Tó er viðtikið við lóg, at teir skulu gjalda inn í grunnin á jøvnum føti við hinar, bæði skip og bátar, sum eru størri og tí nógv betur fyri at lúka ásettu treytirnar. Verða hesi sera óhóskandi krøv ikki slakað, so tey passa til tær veruligu umstøðurnar, so mugu vit sum eiga bátar í bólki 5 ásanna, at ikki hava øll í Grunninum somu møguelikar fyri útgjaldi. Vit gjalda barnsburðarfarloyvi og fáa einki haðani, (tey flestu sum manna hesar bátar eru farin yvir tann ald­urin) vit gjalda til ALS, og hava ongar møguleikar at fáa nakað haðani, og nú so eisini til Trygdargrunn Fiski­vinnunnar, og so als onga møguleika, sum er, at fáa nakað haðani. Ikki kunnu vit royna at for­ vinna nøkur oyru við síðuna av útróðrinum, tá ringastu umstøðurnar eru, tí so raka vit loftið fyri, hvat loyvt er at forivnna við síð­una av útróðirinum, og so missa vit fiskiloyvið. So ikki kann sigast, at umstøðuranar hjá dagsina útróðararmanni í Føroyum eru lagaligar. Vón mín á tí vera, at nevnd­in fyri trygdargrunnin endurskoðar krøvini og lagar tey soleiðis, at allir limir í Grunninum hava ein reellan møguleika at fáa útgjald úr Trygdargrunninum, tá tað er neyðugt. Hetta er væl eisini teirra skylda, av tí at her liggja ikki minni enn 50 milliónir krónur, sum Grunnurin hevur fingið frá tí alemnna at umsita, so allir hava sama møguelikatil útgjald. N. B. Hoyrdi formannin í nevndini fyri Trygdargrunnin úttala seg í útvaprinum um sama evni, tað gekk klárt frá hansara útsøgn, at hann ikki hevur skilt, at trupulleikin hjá okkum er ikki, at krøvini eru herd, og at allir, eisini vit, eru klárir yvir, at úgjaldið má lækka. Okkara trupulleiki er, at tað eru sett krøv í nýggju lógina, sum eru ómøgulig hjá okkum at fylgja. Tí koma vit í framtíðini ong­an minsta­ forvinning at fáa úr Grunn­ inum, um ser­liga kravið um 200.000 kr pr mann seinastu seks mánaðirnar áðrenn út­ gjld, ikki verður borytt, so tað hóskar til veruleikan, sum møguligt er at fiska fyri, við slíkum førum sum bólkur 5 er samansettur av.