leygardagur 24. januar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 16 - 24. januar 2004
Nr. 16 - 24. januar 2004
3
2003 var tað heitasta
árið, sum nakrantíð
er mált á í Havn.
Miðalhitin var 7,7
hitastig, men danska
veðurtænastan dugir
ikki at siga, hví tað
var so heitt
VEÐUR
Eyðun Klakstein
2003 var eitt óvanliga heitt
ár í Føroyum, og mátingar-
nar, sum vóru gjørdar í
høvuðsstaðnum, vísa, at tað
ongantíð áður hevur verið
so heitt sum í fjør.
Dansk
Meteorologisk
Institut (DMI) hevur hevur
roknað út, at miðalhitin í
Havnini í 2003 var 7,7 hita-
stig, og hetta er hægsti
miðalhitin, sum er máldur
síðani 1873, tá ið hitamál-
ingarnar byrjaðu.
– Tað var óvanliga heitt í
fjør. Tað er ikki bara tí, at
tað er eitt gott summar,
men líka so nógv tí, at aðrir
mánaðir vóru heitari enn
vanligt, sigur Petur Skeel
Jacobsen, veðurfrøðingur,
sum metir um veðrið fyri
Sosialin.
– Heistasti dagur í apríl
mánaði í fjør var Skírisdag-
ur, tá tað vóru heilti 18, 3
hitastig. Tað var sum ein
góður summardagur, greið-
ir hann frá.
Alsamt heitari
Mátingarnar fyri árini frá
1961 til 1990 vísa, at
miðalhitin í Havn var 6,6
hitastig, men seinastu árini
hevur
miðalhitin
fleiri
ferðir verið hægri, enn van-
ligt var.
Í 1997 var miðalhitin 7,2
hitastig, og seinastu trý
árini hava øll verið yvir
miðal. 6.7 stig í 2001, 7,4 í
2002 og so 7,7 í 2003.
DMI ger onga niðurstøðu
um, hví tað er vorðið heitari
í Føroyum.
– Um tað er ein avleiðing
av globalu hitingini er
framvegis ov tíðliga at siga
við vissu, heldur John
Cappelen, veðurfrøðingur
hjá DMI, sum hevur gjørt
útrokningina av hitanum í
Havn.
– Vit fylgja væl við
broytingunum, men skulu
eisini minnast til, at tað
framhaldandi fara at verða
sett veðurmet kring heim í
framtíðini, sigur hann.
Fór at vaksa við
sóltímum
DMI hevur mált hita í Før-
oyum síðani 1873, og í dag
verður hitin máldur í Havn,
Mykinesi, Fugloy og Akra-
byrgi.
Harafturat verður veðrið
eisini mált á flogvøllinum,
men tað er ikki av DMI.
Petur Skeel Jacobsen
skrivaði í fjør bók um veðr-
ið í Føroyum síðani 1875,
og hann gjørdi upp, hvussu
nógvir sóltímar hava verið í
Havn. Har eru ábendingar
um, at føroyingar hava
fingið meiri sól seinastu 20
árini.
– Í fleiri ártíggjund mink-
aðu sóltímarnir í Føroyum,
men í 1981 kom vend í, og
tá fór aftur at vaksa við sól-
tímum, sigur hann.
Eisini heitari í
Grønlandi
DMI hevur eisini gjørt upp,
hvussu hitin var í Grøn-
landi í fjør, og har var eisini
talan um eitt óvanliga heitt
ár.
Í Pittuffik í Útsynnings-
grønlandi var hitin tann
hægsti síðani 1948, og í
Tasiilaq heitasta árið síðani
1895. Fleir aðrastaðni var
eisini millum heitastu ár í
Grønlandi nakrantíð.
Í bygdini Nuussuaq í
Upernavík
Kommunu
merkir veiðimenninir, at
hitin er hægri enn vanligt.
Har darvar økti hitin veið-
ini hjá teimum, tí ísurin
kemur seinni á árinum, og
veðrið er óstøðugt seinni á
árinum, og tí eru færri
dagar, har teir kunnu veiða.
Í dag roknar DMI við
millum 6 og 8 hitastig kring
landið.
Sveittabrot í høvuðsstaðnum:
Havnin
setti hita-
met í 2003
Tvey amerikansk
tíðarrit halda, at
fløgan hjá Teiti
Lassen var millum
tær bestu útgávurnar
í USA í fjør
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Bæði Slant Magazine og
Boston Metro halda, at
útgávan hjá Teiti Lassen,
Poetry and Areoplanes, var
millum tær bestu á ameri-
kanska marknaðinum í
2003.
Tá ið hugsað verður um
stóru rúgvuna av tónleiki,
sum verður givin út í USA
á hvørjum ári, so er tað
einki minni enn eitt bragd,
at Teitur av summum verð-
ur taldur millum tey bestu.
Slant Magazine hevur
útgávuna hjá Teiti við í
sínum Topp 10 fyri 2003,
og Boston Metro dregur
eisini hesa fløgu fram sum
eina tí besta í farna ári.
– Sum yndisligur og
einsamallur singer/song-
writer fær Teitur tað besta
fram av troubadurum á síni
fyrstu útgávu, skrivar Bost-
on Metro millum annað um
útgávuna hjá Teiti.
Teitur Lassen skal næstu
vikurnar spæla kring USA
Teitur fær viður-
kenning í USA
Mátingarnar av hitanum í høvuðstaðnum vísa, at seinastu trý árini hava øll verið yvir miðal. 2003 var tað heitasta árið
nakrantíð, síðani mátingarnar byrjaðu í 1873
Onkrir fjølmiðlar í USA halda, at Teitur Lassen gjørdi eina tí
bestu fløguna á amerikanska marknaðinum í fjør
Svínoyar Bjarni vil
hava ein Yaris í
skemtiligu útgávuni
av føroyingasøgu hjá
Grímu. Frumsýning
verður leygarkvøldið
SJÓNLEIKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Sagt verður frá føroy-inga-
søgu sum ongantíð áður á
Meiarínum. Ì ein góðan
tíma verður ferðast runt í
føroyingasøgu til deyða
Trónd í Gøtu.
Alt verður sjálvandi ikki
tikið við, men áskoðarin
fær eitt gott innlit í føroy-
ingasøgu.
Leikarar eru Katarina
Nolsøe og Kristina Hansen.
Leikstjórnað hevur Ria
Tórgarð. Tær tríggjar hava
saman staðið fyri leikgerð-
ini.
Ria Tórgarð greiðir frá, at
tær leggja stóran dent á
søguna - at siga frá søguni.
- Vit halda, at mál-
bólkurin frá umleiðs tíggju
ára aldur og eldri hevur
verið forsømdur. Føroy-
ingasøga er ómetaliga væl
egnað at siga frá og spenn-
andi við nógvum møgu-
leikum. Vit vilja síggja,
hvussu børn taka ímóti søg-
um í einum sjónleikarhúsi,
sigur Ria Tórgarð.
Men hetta er kortini ikki
bert at meta sum ein barna-
leikur. Ein familjuleikur er
kanska eitt betri orð at seta
á.
Leikararnir siga frá í
einum serstakum málstíli.
Nýtt verður nógv gerandis-
mál. Ikki sørt av slang og
meira
ungdommiligum
málburði fjeppast uppi í
frásøgnini saman við nú-
tíðar skemti.
Eitt nú vil Svínoyar
Bjarni hava ein Yaris.
Eisini ein stórur partur av
Brestiskvæðnum
verður
nýtt til lýsa part av søgu-
gondini saman við øðrum
kvæðum.
- Tað vildi verið ógvuliga
gott, um vit kundu vakt ans
fyri kvæðunum millum tey
ungu, sigur Ria Tórgarð.
Eisini okkurt prik er at
finna í leikinum. Miðflokk-
urin fær í øllum førum eina
heilsan av Meiarínum í
leikinum.
Strævið lív
Tær báðar, Kristina og
Katarina, sigur tað vera
strævið lív at spæla hendan
leikin. Tað krevur nógva
orku at standa á palli og
siga frá so leingi uttan stór-
vegis steðgir. Men tær hava
vant dúgliga og vænta, at
tað fer at ganga heilt væl
væl.
Frumsýningin
verður
leygarkvøldið klokkan 19.
Spælt verður síðani aftur
sunnudagin kl. 16. Síðani
verður spælt aftur hós-
kvøldið kl. 20 og fríggja-
kvøldið kl. 20. Fleiri sýn-
ingar verða eisini, og ætl-
anin er at spæla, so leingi
fólk hava hug at síggja
leikin.
Serligur dentur verður
lagdur á at spæla fyri skúl-
um. Skúlarnir í høvuðsstað-
arøkinum fáa fyrst møgu-
leikan at koma á Meiaríið
at hyggja. Ætlanin er eisini
at fara kring landið við
leikinum, sum hóskar seg
sera væl at ferðast við.
Katrin Bonde hevur gjørt
búnarnar til Føroyinga-
søgu. Ljós og ljóð hava
Jónas Bloch Danielsen og
Símun Pauli Hansen staðið
fyri.
Írskur leikur
Á tíðindafundi hósdagin
varð eisini avdúkað, hvør
tann næsti leikurin hjá
Grímu verður. Talan er um
leikin Vakurleikadrotningin
úr
Leenane,
sum
írin
Martin McDonagh hevur
skrivað. Hann er kanska
mest kendur í Føroyum fyri
leikin Krypilin frá Inish-
maan, sum Gríma spældi á
heysti 2000.
Egi Dam, sum leikstjórn-
ar og hevur týtt henda leik,
sigur, at talan er um ein
leik, sum hóskar seg væl til
føroysk viðurskifti.
Leikurin fer fram í 1989.
Hann snýr seg um mammu
og dóttur, sum er læstar
fastar í hvørjari aðrari.
Leikurin er fullur av spenn-
ingi og svørtum humori.
Vakurleikadrotningin úr
Leenane verður frumsýnd
20. mars.
Telvingin um hvør
skal manna landins
leiðslu næstu árini er
byrjað
SAMRÀÐINGAR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Politiski telvingin á Gamla
apoteki er byrjað. Langt
burturi frá veljarum.
Tað er á Gamla apoteki,
at landsins politiska fram-
tíð verður avgjørd. Her
tingast
flokkarnir
um,
hvussu ein nýggj samgonga
skal skipast.
Klokkan níggju fríggja-
morgunin fóru Sjálvstýris-
flokkurin og Sambands-
flokkurin á fund við sam-
ráðingarleiðaran, Jóannes
Eidesgaard, og hansara
fólk.
Hetta var tað seinasta, vit
fingu við, áðrenn blaðið fór
til prentingar.
Hósdagin høvdu allir
flokkar verið á fundi við
Jóannes Eidesgaard til eitt
innleiðandi prát.
Jóannes
Eidesgaard
sigur, at hesin fundurin er
ein fundur, har tosað verður
generelt um ymisk mál.
- Tað er natúrligt, at eg
tosi við hesar flokkar fyrst,
tá teir hava givið mær hetta
mandatið, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Aðrir flokkar skulu eisini
vænta at verða bodnir til
fundar.
Jóannes Eidesgaard vón-
ar at byrja rættiligar sam-
gongusamráðingar
um
vikuskiftið.
Lagið var gott á fólki
fríggjamorgunin. Teir flestu
tingmenninir hjá flokkun-
um vóru við á fundinum.
Føroyingasøga sum ongantíð áður
Aftur lív á Gamla apoteki
Sjálvstýrisflokkurin var væl
mannaður til fundin fríggja-
morgunin. Stjørnuskotið hjá
Sjálvstýrisflokkinum, Malan
Johansen, hevði fingið
fundarboð. Á myndini sæst
eisin nývaldi tingmaðurin
hjá Javnaðarflokkinum, John
Johannesen.
Mynd: Jens Kristian Vang
Katarina Nolsøe, v.m., og Kristina Hansen siga frá føroyingasøga á ein serstakan hátt á
Meiarínum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2