leygardagur 24. januar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Starvsvenjing - ein góður møguleiki
Sekstan ára gamli
Bárður Jacobsen úr
Skálafirði fór í starvs-
venjing á teldufyri-
tøkuni Formula, tí
hann helt, at teldur og
hann hóskaðu væl
saman
STARVSVENJING
Malan Petersen &
Kirstin Johansen
Bárður Jacobsen úr Skála-
firði er í stavsvenjing á
Formula í Havn, har tey
selja og ummvæla teldur.
Bárður hevur áhuga fyri
teldum og tí tekniska, so
hann helt, at tað var upplagt
at fara á eitt slíkt stað sum
Formula.
Bárður sigur, at honum
dámar væl á Formula, men
hann hevur funnið útav, at
hetta
ikki
er
hansara
framtíðararbeiði.
– Hetta er ikki heilt, sum
eg helt tað fór at vera. Tað
er ikki so torført, ein skal
bara seta seg inn í tingini,
so gongur tað, tað er eisini
eitt pluss, at ein veit eitt
sindur um tað, sum ein fer í
holt við. Mær dámar væl,
men hetta er eitt sindur
óintresant.
– Eg eri eg sera glaður
fyri, at eg fekk møguleikan
at fara í starvsvenjing her,
tí nú veit eg, hvussu tað er,
og eg havi, í góðari tíð,
funnið útav, at hetta er ikki
tað, eg vil gera í framtíðini.
Tað er sera gott, at næm-
ingar í framhaldsdeildini
fáa hendan møguleika, tí
tað er nú, vit skulu finna út-
av, hvat vit vilja í framtíðini.
Bárður leggur aftrat, at
skúlarnir skuldu hugsa
meira um framtíðina hjá
teimum ungu.
– Vit skulu sjálvandi
eisini læra um Naploeon,
Hitler og roknistykkir, men
tað er ikki alt. Tíðirnar
broytast, og tøkni tekur seg
alt meir fram, og tíðskil
mugu vit eisini fokusera
uppá tað.
Her situr Bárður við eini
teldu, sum skal umvælast
SANGLEIKUR
Tíðindaskriv
Í hesum døgum ljóma tón-
leikastovan og samkomu-
høllin í Føroya Studenta-
skúla og HF-skeiði aftur av
tónunum frá venjandi næm-
ingum. Síðani sangleikurin
"Skeyk" var framførdur fyri
nøkrum árum síðani er tað
eftirhondini nærum vorðin
siður, at Studentaskúlin í
Hoydølum tekur stig til
tílíkar stórar sangleikir.
Seinast var tað "Godspell"
og hesa ferð er tað leikurin
"Joseph and The Amazing
Technicolor Dreamcoat",
tey hava sett á breddan. Tað
er eingin minni enn Andrew
Lloyd Webber, ið hevur
skrivað tónleikin, meðan
Tim Rice hevur skrivað
orðini. Hetta var fyrsti
leikurin hjá monnunum, ið
nøkur ár seinni m.a. skriv-
aðu heimskendu og fagnaðu
sangleikirnar "Jesus Christ
Superstar" og "Evita". Hó-
ast vit møguliga kenna
hesar báðar seinast nevndu
sangleikirnar betri enn "Jos-
eph..." er hetta ikki nakar
ókendur leikur. Tvørturí-
móti hevur hann verið
spældur óteljandi ferðir
síðani hann var fyrstu ferð
framførdur í 1968. Tá vardi
hann bert 15 minuttir, men
seinni var hann longdur
fyrst til 40 og síðani til 90
minuttir. Sangleikurin, sum
í týðingini hjá Anna Kristin
Bæk og Dániali Hoydal
eitur "Jósef og ótrúliga lit-
fagra dreymakotið" er bíb-
ilskur og snýr seg um Jósef,
sum av brøðrunum verður
seldur
til
Egyptalands.
Søgugongdin verður lýst
við sangum, ið fylgja Jósefi
frá trælatilveruni til hovið
hjá Fárao í Egyptalandi, har
hann við dreymatýðing sín-
ari vinnur álit Fáraos og síð-
ani fær høvið til at bjarga og
at fyrigeva brøðrunum.
Felagið Tónaungdómur
stendur fyri tiltakinum. At
seta ein slíkan sangleik upp
er eyðvitað eitt megnartak,
ið krevur nógv fólk og ikki
minni av fyrireiking. Um-
framt
Tónaungdóm
og
Studentaskúlan í Hoydølum
eru, m.a. Tórshavnar mus-
ikkskúli, Tórshavnar Kvøld
& Ungdómsskúli og Norð-
urlandahúsið við í tiltakin-
um. Tað er fyri tað mesta
næmingar, ið luttaka, men í
summum førum er neyðugt
at fáa hjálp uttanifrá, t.d. í
sambandi við barnakórið,
sum skal vera við. Umframt
barnakórið luttaka 10 dans-
arar, 20 leikarar, 20 kór-
sangarar og 15 tónleikarar í
hesi megnarverkætlanini.
Jákup Veyhe hevur átikið
sær at leikstjórna leikin,
framleiðslustjóri er Herleif
Hammer meðan Hans Oliv-
ur Joensen tekur sær av
samskipan. Føroya Banki er
høvuðsstuðul til tiltakið.
Ein heimasíða er í gerð
www.hoydalar.fo/josef, har
tú kanst fáa fatur á tíðind-
um og upplýsingum yvir-
høvur um sangleikin. Ætl-
anin er eisini at hava tilfar á
heimasíðuni, ið kann nýtast
til undirvísingartilfar í t.d.
kristni, tónleiki, enskum og
føroyskum. Søgugongdin
fylgir Bíbliusøguni, men
málið er frískari og lættari
sum t.d. tá teir øvundsjúku
brøðurnir leggja saman
ráð: "Boðini í dreymunum
eru týðilig og greið:/ at vit
ikki kunnu kalla Jósef
lítlabeiggja meir./ Um hann
nú verður høgt á strá, vit
duga ei at spá. / Men eitt er
vist, og tað er tað, at Jósef
hvørva má!/". Tónleikaliga
er leikurin eisini av tí lætt-
ara slagnum við fangandi,
sangbærum løgum. Tað er
sermerkt fyri henda leikin,
at hann inniheldur fleiri
ymisk tónleikasløg. Her er
alt í millum himmal og jørð
frá
reinum
poppi
til
rock&roll og víðari til
kalypso. "Jósef og ótrúliga
litfagra dreymakotið" verð-
ur framførdur í Norður-
landahúsinum í døgunum
8. til 12 mars, so nú er tíð at
gleða seg til enn eina
spennandi tónleikahending
í Føroyum.
Webber í Norður-
landahúsinum
4
Nr. 16 - 24. januar 2004
Nr. 16 - 24. januar 2004
5
Mentanarhúsið í
Fuglafirði skipar
leygarkvøldið fyri
tónleikacafé. Hetta
verður tað fyrsta av
slíkum tiltøkum, sum
verða afturvendandi
næstu tíðina
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Mentanarhúsið í Fuglafirði
hevur hýst nógvum stórum
og spennandi tónleikatil-
tøkum, síðani tað læt upp,
men nýggi leiðarin í húsin-
um ætlar, at pláss eisini
skal verða fyri minni og
meira intimum tiltøkum í
húsinum eisini.
Leygarkvøldið
verður
eitt tiltak, sum kanska kann
koma undir hendan táttin.
Tá verður nevniliga tón-
leikacafé í Mentanarhúsin-
um, og ymiskir tónleikarar
fara at syngja og spæla
sínar egnu sangir.
Fleiri slík tiltøk verða
frameftir.
– Hetta verður gjørt, tí at
hópin av dugnaligum tón-
leikarum sita kring alt
landið og hava trupult við
at fáa høvi at framføra sín
tónleik fyri eini fjøld av
tónleikaáhugaðum. Sam-
stundus sakna tey mongu,
ið hava stóran áhuga fyri
tónleiki, júst hetta slagið av
konsertum, sigur Sólarn
Solmunde,
leiðari
fyri
Mentanarhúsið.
Seta ferð á menning
Ætlanin við nýggja átak-
inum hjá Mentanarhúsinum
er at geva fólki møguleikan
at koma saman at hugna
sær við góðum tónleiki. Og
tónleikurin skal vera í
miðdeplinum.
– Vit meta tað vera sera
umráðandi at seta ferð á
menningina av føroyskum
tónleikarum, soleiðis at
Føroyar í framtíðini kunnu
hava gagn av tónleiki sum
útflutningsvinna, og fleiri
tónleikarar kunnu fylgja í
fótasporunum hjá eitt nú
Teitur, Eivør og Týr, ið eru
við til at seta Føroyar á
heimskortið, sigur Sólarn
Solmunde.
Fyrsta tiltakið av hesum
slagi verður leygarkvøldið
frá klokkan 20. Opið verð-
ur líka til kl. 04.00 sunnu-
náttina.
– Eg hati leysar endar,
sum listarfólk kanska
hava lættari at liva við,
sigur Annlis Bjark-
hamar, sum næstu
mánaðirnar fer at
brúka frítíð sína til at
samskipa stóra
tónleikafestivalin í
Gøtu
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Fyrrverandi
landsstýris-
maðurin við mentamálum,
Annlis Bjarkhamar, hevur
tikið eina øðrvísi og stóra
uppgávu á seg í hesum
árinum.
Hon skal samskipa stóra
tónleikatiltakið G! festival-
inum, sum verður hildin í
Gøtu á triðja sinni í juli
mánaði.
– Eg eri komin at kenna
tónleikaumhvørvi í Gøtu
gjøgnum Free Føroyar til-
tøkini, sum eg var við til at
skipa fyri, og gjøgnum G!
festivalin í fjør, tá ið eg
hjálpti til, sigur Annlis
Bjarkhamar.
Í fjør kom hon upp í leik-
in stutt áðrenn festivalin at
hjálpa til við vaktarhaldin-
um, men hesaferð er tað
hon, sum skal seta fólk
hava ábyrgdina av teimum
ymsu økjunum.
– Eg veit, at hetta er ein
sera stór uppgáva, men eg
eri spent upp á hana, og fyri
meg er endaliga úrslitið
fyrst og fremst lønin fyri
stríðið, sigur Annlis Bjark-
hamar.
Betri fyrisiting
Starvið sum samskipari á
G! festivalinum er ikki full-
tíðarstarv. Tað eru fíggjar-
ligu umstøðurnar ikki til.
– Tí fari eg at brúka
meginpartin av frítíðini hjá
mær næstu mánaðirnar til
at skipa fyri, sigur Annlis
Bjarkhamar.
Hon skal millum annað
finna fólk at standa fyri
øllum teimum ymsu upp-
gávunum, sum eru á einum
slíkum festivali. Uppgávur-
nar eru nógvar, og eingin
kann røkja allar.
– Tað er umráðandi at fáa
góð fólk at taka sær av
teimum ymsu uppgávun-
um. Tað ræður um at fáa
nógv fólk við, so tað verður
lættari at skipa fyri.
– Hetta verður strævið,
men eisini sera spennandi,
og tað er meira av idealist-
iskum orsøkum enn pen-
ingaligum, at eg geri hetta,
sigur Annlis Bjarkhamar.
Eingir leysar endar
Hon ætlar sær at gera eina
meira skipaða fyrisiting av
festivalinum, og einki verð-
ur latið tilvildini at ráða
yvir.
– Eg hati leysar endar,
sum listarfólk kanska hava
lættari at liva við, sigur hon
avgjørd.
G! festivalurin verður
hildin í døgunum frá 16. til
18. juli, og arbeitt verður
støðugt við at finna tón-
leikanøvn, sum skulu verða
við. Enn er einki navn al-
mannakunngjørt, men for-
maðurin í Grót segði við
blaðið í gjár, at arbeitt verð-
ur við bæði útlendskum og
føroyskum nøvnum.
– Eg hati leysar endar
– Eg veit, at hetta er ein sera
stór uppgáva, men eg eri
spent upp á hana, og fyri
meg er endaliga úrslitið fyrst
og fremst lønin fyri stríðið,
sigur Annlis Bjarkhamar
Tónleikacafé skal seta
ferð á menningina
C
M
Y
K
5
4