leygardagur 24. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 16 - 24. januar 2004
Nr. 16 - 24. januar 2004
7
Kári P.
Højgaard
varðveitir
tingsessin
Eftir fínteljingina í
Suðurstreymi og
Eysturoy hóskvøld-
ið gjørdist endaliga
greitt, at tað verður
Kári P. Højgaard,
sum fer at røkja
tingsessin hjá
Sjálvstýrisflokk-
inum komandi
valskeið
FÍNTELJING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tættari kundi tað ikki
verða. Eftir fínteljingina
Eysturoyar- og Suður-
streymoyar valdømi, var
bert ein atkvøða á muni
á Sjálvstýrislistanum.
Tá avtornaði endaði
Sjálvstýrisflokkurin
í
Eysturoynni omaná og
tískil varðveitir formað-
ur floksins Kári P.
Højgaard sín tingsess
Sjálvstýrisflokkurin í
Suðurstreymi fekk eina
atkvøðu afturat í fíntelj-
ingini, meðan atkvøðu-
talið hjá Sjálvstýris-
flokkinum var óbroytt í
Eysturoynni. Undan fín-
teljingini vóru tvær at-
kvøður á muni millum
Eysturoyar- og Suður-
streymoyar valdømi, og
eftir fínteljingina var
munurin bert ein at-
kvøða.
Malan Johansen, sum
fekk eitt rimmar val við
212 persónligum at-
kvøðum í Suðurstreymi,
gjørdist tí ov stutt til ein
tingsess hesaferð og tí
fer Kári P. Højgaard at
røkja
tingsessin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum
komandi valskeið.
Finnur Helmsdal fer á ting
Finnur Helmsdal
vann lutakastið um at
gerast triði valdømis-
valdið hjá Tjóðveldis-
flokkinum í Suður-
streymi. Finnur slær
fast, at hann ætlar sær
á ting og hjartamálini
verða barnaforsorgin,
tey sálarsjúku og við-
urskiftini hjá pápun-
um
LUTAKAST
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Eydnan var við Finni
Helmsdal í lutakastinum
hóskvøldið, tá triði ting-
sessurin hjá Tjóðveldis-
flokkinum í Suðurstreymi
skuldi finnast. Fínteljingin
broytti ikki atkvøðutalið og
tískil varð neyðugt við ein-
um lutakasti millum Finn
Helmsdal, Róa Egholm og
Jógvan
Arge.
Finnur
Helmsdal vann lutakastið
og tí verður tað hann, sum
fer at umboða Tjóðveldis-
flokkin á tingi komandi
valskeið
Støðan hjá Róa Egholm,
Finni Helmsdal og Jógvani
Arge hevur verið rættiliga
margháttlig, síðan úrslitið
av valinum í Suðurstreymi
varð kunngjørt. Allir tríggir
fingu 197 persónligar at-
kvøður og endaðu sum
nummar trý á tjóðveldis-
listanum í Suðurstreymi.
Til seint hóskvøldið visti
hvørgin teirra, um teir vóru
fuglur ella fiskur í tinghøpi.
Hóskvøldið gjørdist so
endaliga greitt, at Finnur
Helmsdal er valdur á ting,
meðan Rói Egholm er fyrsti
varamaður og Jógvan Arge
annar varamaður.
Tekur av
Fyri mong var tað rættiliga
óvæntað, at Finnur Helms-
dal gjørdi av at stilla upp til
løgtingsvalið hesaferð, tí
seinasta árið hevur nakað
av rumbli verið um hansara
persón. Umframt opið stríð
í fjølmiðlunum við Páll á
Reynatúgvu, tók Finnur
Helmsdal ikki av møgu-
leikanum um at gerast ting-
maður, tá Annita á Fríðriks-
mørk í heyst fekk starvið
sum landsstýriskvinna í
mentamálum.
Grundgevingin var mill-
um annað, at hann hevði
júst fingið leiðarastarvið á
Føroya Barnaheimi og at
hann raðfesti býráðssessin í
Havn hægri. Kortini játtaði
Finnur Helmsdal at stilla
upp fyri Tjóðveldisflokkin í
Suðurstreymi og nú stendur
so ein tingsessur honum
aftur í boði.
Finnur Helmsdal slær
fast, at hesaferð tekur hann
av møguleikanum.
– Nú eri eg valdur og eg
fari í tingið, sigur hann.
Hetta er fyrstu ferð, at
Finnur Helmsdal er valdur
á ting. Hann hevur kortini
havt sæti á tingi fyrr, eitt nú
í valskeiðnum 1998-2002,
tá hann var varamaður fyri
Høgna Hoydal, sum var
landsstýrismaður.
Hevði tú væntað undan
valinum at verða valdur?
Nei, eg eri bilsin av tí. Eg
hevði ikki væntað, at
Kristina (Háfoss, blðm)
gekk so nógv aftur. Nú
segði eg eisini nei til ting-
sessin seinast og nógv hava
sett spurning við, um eg eri
ein nóg seriøsur politikkari,
tá eg valdi at siga nei. Eg
eri kortini glaður um enda-
liga úrslitið og eg fari at
gera mítt besta, sigur Finn-
ur Helmsdal
Spurdur, um hann kann
røkja leiðarastarvið á Før-
oya Barnaheimi og ting-
sessin samstundis, svarar
Finnur Helmsdal, at nú er
so stutt fráliðið, síðan hann
fekk boðini um tingsessin,
at hann hevur ikki enn tos-
að nærri við Føroya Barna-
heim, men hann vónar, at
ein hóskandi loysn kann
finnast.
Forsorg, pápar og
sálarsjúk
Finnur Helmsdal hevur
aldrin dult fyri, at hansara
aðalmál hava altíð verið
innan sosiala økið. Kom-
andi valskeið ætlar hann at
halda á við at raðfesta sosi-
ala økið fremst. Millum
málini, Finnur ætlar at
virka fyri, eru barnafor-
sorgin, tey sálarsjúku, tey
brekaðu og rættindini hjá
pápum.
Hann heldur, at pápar í
alt ov stóran mun eru við
skerdan lut, tá vit tosa um
foreldrarættindi, tá foreldr-
ini eru farin hvør til sín.
– Menn í Føroyum standa
alt ov veikt, tá tað um for-
eldrarætt ræður. Har er
eingin javnstøða, tí kvinnan
stendur nógv sterkari enn
maðurin. Hetta er bæði
galdandi fyri gift fólk og
fólk sum hava livað saman
og velja at fara hvør til sín.
Hetta ætli eg at gera nakað
við, sigur Finnur Helmsdal
at enda.
Finnur Helmsdal verður triði
tingmaðurin hjá Tjóðveldis-
flokkinum í Suðurstreymi.
Hesaferð tekur hann av
tilboðnum um at gerast
tingmaður. Eitt av aðal-
málunum hjá honum verður
tryggja pápum betur viður-
skifti í samband foreldra-
rættindi
Mynd: Savnsmynd
Norröna er í nóg
góðum standi til at
fara av landinum til
umvælingar. Tað
verður ein
skipasmiðja í týska
havnarbýnum,
Hamburg, sum fer at
umvæla Norrönu
NORRØNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Norröna fór av landinum
fríggjadagin til umvæling-
ar. Kári Durhuus, fjøl-
miðlaráðgevi
á
Smyril
Line, sigur, at týsku ser-
frøðingarnar, sum skuldu
sýna Norrönu, meta, at hon
er í nóg góðum standi til at
sigla niður á meginlandið.
Tað verður ein skipa-
smiðju í týska havnarbýn-
um, Hamburg, sum skal
umvæla Norrönu. Valið
stóð í millum eina skipa-
smiðju í Póllandi og í Ham-
burg, men eftir prísi og
umvælingartíð, valdi leiðsl-
an á Smyril Line tilboðið
frá skipasmiðjuni í Ham-
burg.
Gongur alt sum ætla
verður Norröna í Hamburg
mánamorgunin. Á Smyril
vænta tey, at umvælingar-
nar fara at taka ein góða
mánað.
Stjórin á Smyril Line, Óli
Hammer verður við á ferð-
ini til Hamburg. Skipari á
Norrönu verður Hendrik
Hammer.
Norröna fór av
landinum í gjár
Fríggjadagin fór Norröna av landinum til umvælingar. Hon bleiv sleipa út um molan
Mynd: Jens Kristian Vang
– Í sambandi við
nýggju ferjuleguna á
Trongisvágsfirði er
tað sjálvsagt at gera
hana soleiðis, at
Norrøna kann brúka
hana í eini neyðstøðu.
Runavíkingar vilja
hava Norrønu at sigla
fast til Runavíkar,
áðrenn teir gera
nakað
NORRØNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ov lítið, at Norrøna
bara hevur eina havn í Før-
oyum, sum hon kann brúka.
Tað er eitt sjónarmið,
sum fleiri ferðir hevur verið
nevnt.
Men í høvuðsstaðnum er
ikki ætlanin at byggja meiri
út til Norrønu, tí borgar-
stjórin er sannførdur um, at
Tórshavnar Havn er ein góð
havn hjá Norrønu.
– Fyri tað um eitt ein-
stakt, ógvuliga harmiligt
óhapp hendir, mugu vit ikki
leypa framav, sigur Jan
Christiansen.
Men síðani eru tveir aðrir
møguleikar nevndir.
Pauli Einarsson, sum er
býráðslimur á Tvøroyri
heldur, at tað er sjálvsagt, at
nýggja samferðsluhavnin á
Trongisvágsfirði
verður
gjørd soleiðis, at Norrøna
eisini fær brúkt hana í eini
neyðstøðu, tá ið ivaveður er
í Havn.
Hann sigur, at tað ein-
asta, sum skal gerast við
ætlaðu ferjuleguna, sum
verður gjørd á Trongisvágs-
firði, er at breiðka ferju-
skráan, so at hann verður
nóg breiður til hekkuportið
á Norrønu.
– Nú, vit eru í ferð við at
gera ferjulegu, skal eisini
ferjuskrái til Smyril gerast.
Men tað er sjálvsagt, at
hann verður gjørdur so
mikið breiður, at Norrøna
eisini kann brúka hann.
Hann sigur, at hetta
kostar ikki nógv afturat tí,
sum verður gjørt.
Hann sigur, at hann hevur
umrøtt málið við allarflestu
politikarar úr Suðuroynni,
men hvat hendir víðari, er
nú í teirra hondum.
Sigla fast til
Runavíkar
Tann møguleiki hevur eis-
ini verið nevndur at gera
ferjuskráa til Norrønu í
Runavík.
Borgarstjórin har, Rod-
mundur Nielsen, sigur, at
ongin áheitan er komin frá
Smyril Line um at gera
ferjuskráa í Runavík.
Hann harmast almikið
um óhappið hjá Norrønu og
vónar, at Smyril Line kem-
ur
heilskapað
burturúr
støðuni.
Men hann sigur, at í
Runavíkar Havn verður
bygt út eftir tørvi og skal
nakað byggjast út, skal ein
brúkari vera.
Hann
sigur,
at
skal
havnalagið
í
Runavík
byggjast út til Norrønu,
verður tað neyðugt, at
Norrøna tekur Runavík
uppí ferðaætlanina og fer at
sigla fast til Runavíkar, í
hvussu so er um veturin.
– Skulu vit byggja út í
Runavík, verður tað sostatt
neyðugt at tosa við Smyril
Line um eina vetrarferða-
ætlan, har Norrøna eisini
siglur til Runavíkar, sigur
hann.
Tað, vit hava fingið at
vita av Smyril Line, er
spurningurin um eina aðra
havn til Norrønu ikki
viðgjørdur.
Men í Smyril Line eru
tað eisini tey sum siga, at
tey duga ikki at síggja
endamálið í at Norrøna skal
hava eina neyðhavn, tí
vanliga
skal
allarmesti
farmurin til Havnar og tann
allarmesti farmurin, sum
skal við henni aftur av
landinum, er eisini í Havn.
Nýggj havn
til Norrönu í
Runavík ella
á Tvøroyri
Tað er ógvuliga ivingarsamt, um Norrøna fær nakra neyðhavn í Føroyum, sum hon kann brúka, tá ið veðrið ikki er til vildar í
Havnini
C
M
Y
K
7
6