Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 16 - 24. januar 2004 Nr. 16 - 24. januar 2004 9 Sluppu við skelkinum Nýggja gólvið í mask- inhøllini hjá Føroya Fiskavirking í Mið- vági sprotnaði og loysnaði upp aftur, eftir at tað var lagt á. Tað fer at seinka út- byggingini í umleið eina viku ella so ÚTBYGGING Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Miðvági: Eitt lítið óhapp við nýggja gólvinum í maskinhøllini á flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking í Mivági ger, at tað fer at ganga ein vika eyka, til fólk aftur sleppa til arbeiðis á virkinum. Nýggja gólvið, um lagt varð á, loysnaði í støðum, og neyðugt var at taka tað uppaftur og stoypa av nýggjum, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. – Tíbetur var tað minni, enn vit óttaðust fyri, sigur hann. Nýggja gólvið var leyst í støðum, og tað varð so tikið upp og lagt aftur av nýggjum. Tað liggur nú og stadnar. Væntandi kann farast aftur til arbeiðis í viku seks, sum er fyrst í februar, sigur hann. Tað, sum hent er, greiðir Meinhard Jacobsen frá, er at onkur smávegis misskilj- ing hevur verið, tá gólvið varð lagt á. Tað, sum skivað er í donsku vegleiðingini, er fylgt gjølla. Kortini hendi tað óhapp, at lím- ingin ikki tók við, og tí kom bjølgur í ymsastaðni. Fryktandi var fyri, at alt gólvið mátti tkast uppatur, men tað gjørdist tíbetur ikki neyðugt, sigur Meinhard Jacobsen. Funnið varð fram til tey støðini, har límingin ikki hefti, og so varð brotið upp aftur og lagt av nýggj- um har. Óheppið Meinhard Jacobsen heldur, at tað er óheppið at vera í pressuni í heilum. Her sipar hann til tosið um einskiljing - privatiser- ing - av Føroya Fiskavirk- ing. Tað skapar ikki trygg- leika hvørki so ella so, tá alla tíðina verður tosað um framtíðina hjá fyritøkuni við ymsum forteknum. Onkur vil privatisera í smáum og onkur í stórum. og upp aftur onkur annar vil als ikki gera nakrar broytingar. Støðan hjá stjóranum er greið. Tað sama er hon hjá Grunninum, sigur hann. Meinhard Jacobsen vísir á, at hann fyrr hevur sagt, at hann er fyri privtisering av Fiskavirking, tá tíðin er búgvin til tess. Men hann heldur, at tað skal vera øll heildin, sum verður priv- atiserað. Sjálvandi ber ikki til at tryggja, at hetta so verður soleiðis um allar ævir, tí hvat ein nýggur eigari ger, má hann sjálvandi sjálvur avgera. Men stjórin á Før- oya Fiskavirking er ikki í iva um, at tað konseptið, sum nú er, er skilagott. Trekur marknaður Tað er trupult at selja fisk í løtuni, sigur Meinhard Jac- obsen. Marknaður tykist líkasum uppsteðgaður. Hann flytir seg einki, sigur hann. Saltfiskurin er tað ein- asta, sum eitt av lívi er í. Men restin er tung at fáast við, sigur hann. Hvør orsøkin er, vil hann líkasum ikki geva nakað einstakt boð uppá. Tí tað kann vera so mangt. Men bara at leggja skuldina á kinesarar og russar ber ikki til, er Fiskavirkisstjórin sannførdur um. Tað munnu helst vera fleiri samanfall- andi orsøkir til, at tað ikki gongur so væl í løtuni. Meinhard Jaocbsen heldur seg ikki vita um, at tað nakrantíð fyrr hevur verið so tungt at selt fisk fyrr. Arbeiðið við at umvæla maskinhøllina á Føroya Fiskavirking í Miðvági er seinkað umleið eina viku Mynd: Edvard Joensen Lítið av grind í fjør Náttúrugripasavnið hevur gjørt upp, hvussu nógvar grindir doyðu í Føroyum í fjør GRIND Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Knappliga 700 hvalir løgdu beinini í Føroyum í fjør. Av hesum vóru 503 grinda- hvalir. Drápini vóru 11 í tali, og størsta grindin taldi 153 grindahvalir. Tað var í Hvannasundi tann sjeynda august. Tó vórðu tveir hval- ir fleiri dripnir í Hvalvík fýra dagar frammanundan. Men av teimum vóru tríggir hvessingar, sigur Náttúru- gripasavnið í yvirlitið, sum komið er. Vert er at leggja merki til, at í yvirlitinum yvir teir til- samans 694 hvalirnar, sum løgdu beinini í fjør, eru tvær nísur. Hvessingarnir eru tríggir. Hvítskjórutir spingarar eru 186, og 503 grindahvalir vórðu dripnir í fjør. Dagur Hvalvág Hvalir Skinnatal Slag 6. mai Tangafjørður 2 nísur 21.mai Húsavík 24 244 grindahvalir 3. august Hvalvík 152 1.391 grindahvalir 3. august Hvalvík 3 hvessingar 7. august Hvannasund 153 1.214 grindahvalir 26.august Hvalvík 104 hvítskjórutir springarar 5.september Tórshavn 6 hvítskjórutir springarar 6.september Tórshavn 130 864 grindahvalir 6.september Hvannasund 50 hvítskjórutir springarar 6.september Tvøroyri 6 hvítskjórutir springarar 12.september Klaksvík 20 hvítskjórutir springarar 1. desember Tórshavn 44 254 grindahvalir Tilsamans 5 grindir við 503 grindahvalum upp á 3.968skinn ella 198 gyllin og 8 skinn Tilsamans 5 grindir við 186 hvítskjórutum springarum Tilsamans 1 grind við 3 hvessingum Tilsamans 1 grind við 2 nísum Tað var, sum ein óndur dreymur at síggja flaggskipið í føroyska flotanum, Norrønu, liggja og "gnaga" grót henda morgunin, óhappið hendi NORRØNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skipið er risastórt eftir okk- ara mátistokki, og vindurin var frískur, tá ið snarast skuldi inn um molan lagnu- dagin. Syndarligt var at síggja henda nýggja, stóra og hvíta skrokkin hjálparleys- an liggja uppat grótinum frammanfyri Vónavirkinum á vestaru bryggju. Tey, sum sóu myndirnar í SvF, vistu ikki rættiliga, hvat tað var, sum hendi. Skiparin, Ólavur Hovsgarð, er royndur maður á brúnni, og eingin ivaðist í, at hann royndi at gera sítt besta. Og kortini var tað, vit sóu, ein veruleiki. Skipið sigldi tríggjar ferðir á land hendan morg- unin, og meira óheppið kundi tað væl saktans ikki verið. Vindurin vaks Ólavur Hovsgarð, skipari, hevur avgjørt ikki at úttalað seg alment um málið, men hevur saman við øðrum givið sjófrágreiðing um hendingina. Kári Durhuus, fjølmiðla- ráðgevi hjá Smyril Line, sigur, at tá ið skipið nærk- aðist hendan morgunin, segði Havnaskrivstovan, at vindurin lá um 10-17 metrar um sekundið. - Í somu løtu, sum skipið skuldi snara inn um molan, kom eitt æl og vindurin, sum lá inn á stýriborðssíðu, vaks uppí 21-22 metrar um sekundið. Næmingar á Før- oya Sjómansskúla hava roknað út, at við slíkari vindmegi, var trýstið á stýriborðssíðu eini 100 tons. Kári sigur, at vindurin førdi til, at skiparin ongan- tíð fekk gronina á Norrønu uppí vindin, so hann kundi snara skipinum inn um molan. - Norrøna rendi tí gron- ina á bakborðssíðu inn í oljubryggjuna, og síðan dreiv bakborðssíða inn í móti grótinum, sum liggur suður úr bryggjuni. Við tað, at grótið, sum er lagt út, skráar úteftir, tók reyvin og bakborðsskrúva í grótið. Ikki samsvar Kári sigur, at Norrøna hev- ur fýra høvuðsmotorar og tvær skrúvur. Trý av skrúvubløðunum á bak- borðsskrúvu styttust einar 40 cm., og fjórða blaðið minkaði við eini helvt, tá ið hesi tóku í grótið. - So vítt eg veit, slóknaði eingin motorur. Fjølmiðlaráðgevin veit at siga, at samsvar er ikki millum tað, sum teir í maskinrúminum siga og tað, sum menninir á brúnni siga í frágreiðingini. - Eftir at skrúvan hevur tikið, meina teir í maskin- rúminum, at kraft er á maskinunum alla tíðina, men at bakborðsskrúva bert virkar 50%. Á brúnni halda teir uppá, at skipið full- komiliga missir megina í bakborðssíðu eftir stoytin. Kári sigur, at tað, sum síðan hendir, er, at Norrøna sleppur leys aftur og fer inn í hylin. - Á veg útaftur, rennur skipið á molan, og tá kemur hol miðskeiðis í skipið. Leiðin ber nú útaftur um molan. Tá er tað, sigur Kári, at menninir í maskinrúminum boða frá, at skipið tekur sjógv inn í maskinrúmið. Nógvur sjógvur - Skiparin avgerð at sigla innaftur í havnina, sam- stundis sum roynt verður at leggja skipið í stýriborð, so holini ikki taka sjógv inn. Tað eydnast at leggja skipið so mikið, at bakborðssíða lyftist umleið ein hálvan metur upp – og tá kemur ikki meira sjógvur í skipið. Men heldur ikki aðru ferð, eydnast skiparanum at fáa skipið inn í hylin, og Norrøna endar aftur á olju- bryggjuni. - Maskinmeistarin metti, at eini 150 tons av sjógvi vóru í maskinrúminum, tá ið pumpingin byrjaði. Kári sigur, at sjógvur eisini var komin inn í bógskrúvurúmið og aftur um skottini í maskinrúmin- um. Kostnaðurin ókendur Spurdur, hvussu nógv um- vælingararbeiði væntandi fer at kosta, sigur fjøl- miðlaráðgevin, at hetta er ógjørligt at siga nakað neyvt um, fyrr enn skipið hevur verið í dokk. Biðið er um tilboð uppá at umvæla Norrønu, og í SvF hóskvøldið varð mett, at skipið antin verður um- vælt í Týsklandi ella Pól- landi. Sjálvur væntar Kári Dur- huus, at umvælingararbeiði helst verður gjørt í Týsk- landi. - Men fyrr enn avgerðin er tikin, kann eg ikki siga hetta við vissu, leggur hann aftrat. 150 tons av sjógvi í maskin- rúminum Í gjár lótu tær seks skipasmiðjurnar – fýra í Týsklandi og tvær í Póllandi – Smyril Line tilboð uppá umvælingina av Norrønu eftir skaðan, skipið fekk, tá ið tað tríggjar ferðir rendi á land á havnarvág herfyri NORRØNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Einir 30 mans, umboðandi hesar seks skipasmiðjurnar, hava verið í Føroyum og kannað skaðarnar, sum Norrøna hevur fingið. Heimaftur komnir hava teir roknað uppá, hvat tað fer at kosta at umvæla skipið. Jóannes á Váli, fíggjar- stjóri hjá Smyril Line, visti tó ikki fyrrapartin í gjár at siga, hvat úrslit skipasmiðj- urnar eru komnar til. Hann væntar, at tað verður torført at siga neyvt, hvat umvælingin fer at kosta, fyrr enn skipið hevur verið í dokk. Eingin hóming Spurdur, um hann ikki hev- ur eina hóming av kostn- aðinum, sigur hann, at tað hevur hann ikki. - Eg havi ikki sæð tilboð- ini enn, og tí kann eg einki siga um, hvat umvælingar- arbeiði fer at kosta. Spurdur, nær hann vænt- andi veit okkurt at siga, sigur hann, at hetta í fyrsta lagi verður einaferð seinni í dag. - Tað eru tveir partar, sum skulu taka støðu til tilboð- ini, Smyril Line og Sjóvá- tryggingin, og enn er eingin støða tikin, sigur hann. Jóannes á Váli sigur, at ætlandi skuldi Norrøna fara av Havnini klokkan 10 gjáramorgunin, men tá ið vit tosaðu við hann um 11- tíðina, lá skipið framvegis. - Skipið hevur fingið loyvi at sigla við egnari megi. Norrøna hevur fýra høvuðsmotorar og tvær skrúvur. Á ferðini til Týsk- lands ella Póllands verður bert siglt við tveimum motorum og aðrari skrúv- uni, sigur fíggjarstjórin. Fyribilsumvæling Seinastu dagarnar hava menn hjá Tórshavnar Skipasmiðju fyribilsum- vælt Norrønu, so hon kann fara av landinum og sigla til skipasmiðjuna, sum fær arbeiði at umvæla skipið. - Skipið er tett og styrkt, har skaðin stóðst. Jóannes á Váli sigur, at alt arbeiði verður gjørt av nýggjum, og umframt stál- arbeiði, er talan um eitt nú rør og el-installatiónir, sum eru kroyst av stoytinum, ið skipið fekk. So mikið nógvur sjógvur var í maskinrúminum, tá ið hann var mestur, at sving- hjólið á motorinum longst í bakborð var byrjað at oysa sjógv upp við sær. Vóna tað besta Norrøna er undir garantii í eitt ár, og tí hevur Smyril Line ein mann, sum tekur sær av hesum partinum. Maðurin er Hjalgrímur Joensen. - Enn er ov tíðliga at siga, hvussu langa tíð, umvæl- ingararbeiði fer at taka, men vit vóna, at tíðin ikki verður nógv longri enn ein mánaði, sigur Jóannes á Váli, fíggjarstjóri, at enda. Ein lagnumorgun. Flaggskipið í føroyska flotanum, Norrøna, siglir tríggjar ferðir á land og fær stóran skaða Norröna antin til Týsklands ella Póllands C M Y K 9 8