Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 16 - 24. januar 2004 Nr. 16 - 24. januar 2004 11 Vit hava her í oddagreinum okkara ferð eftir ferð víst á, at Føroyar taka ikki nóg stóra hum- anitera ábyrgd mótvegis Triðja Heiminum. Hetta er mikið spell og kemur vónandi broyting at koma í her við eini nýggjari landsstjórn. Vit hava tó í hesum sambandi eisini nevnt, at at- finningarnar fyrst og fremst eru galdandi fyri tær almennu Føroyar. Vit hava samstundis gjørt vart við, at føroyingar sjálvir, felagsskapir, kirkjur og samkomur sýna stóra humanitera ábyrgd mótvegis neyðini í Triðja Heiminum, serstakliga, tá ið stórar náttúruvanlukkur herja. Hetta tænir okkum føroyingum til heiðurs. Nú í hesum døgum hevur verið eitt tónlistatiltak í fleiri kirkjum, og er hetta tiltak til frama fyri AIDS-rakt børn í Suðurafrika. AIDS-sóttin er ein tann størsta vanlukka, ið hevur rakt sunnaru partarnar av Afrika. AIDS er vorðin til eina farsótt um hesar leiðir. Ein fylgja av hesi farsótt er, at børn í hundraðtúsundatali eru vorðin fað- ir- og móðirleys. Hesi børn eru, sum vera man, illa fyri í allar mátar. Tey líða hungur og hall, tey eru oftast húsvill og enda so úti á berajól sum gøtubørn. Lív teirra er stutt, ólukkuligt og fylt við likamligum og sálarligum pínslum. Her er ein ómetaligur tørvur á hjálp. Hjálp kostar pen- ing og tað nógvan eisini. Hvør króna er kær- komin og eigur okkara lutur ikki at liggja eftir. Tey, sum hava skipað fyri hesum her nevndu til- tøkum, eiga stóra tøkk og eiga at fáa dyggan stuðul. Konsertirnar hava givið væl av peningi. Tað hevði tí ikki verið annað enn rímiligt, at tær almennu Føroyar eisini góvu sín stuðul t.d. við at játta tað dupulta av tí, sum savnað er inn við tiltøkunum. Hetta er ikki bert ein etisk skylda hjá einum ríkum landi sum okkara. Hetta hevði eisini bøtt um okkara umdømi við atliti at Suð- urafrika, har vit hava eina ávísa moralska skuld at rinda frá almennu føroysku líkasæluni mót- vegis apartheidskipanini á sinni. Sum nevnt omanfyri eiga vit nú av álvara at taka okkara menningarhjálp upp til umhugsing- ar. Tað er vanlig hugsan í okkara grannalond- um, at tøknilig og búskaparlig menningarhjálp, samstundis, sum hon verður latin, skal gagna vinulívinum í gevaralandinum. Tað kann vera gott og væl við slíkari gagnfilosofi, men hon eigur ikki at forða okkum í at økja humaniteru hjálpina her og nú. Tað er heit einfalt okkara et- iska og kristna skylda. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein hjálpandi hond VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kallsberg fortaptur í allar ævir Jústinus Leivsson Eidesgaard justinus@post.olivant.fo Tað var ein løgin kensla, eg sat við tá formannsrundan var liðug valkvøldið. Eg krympaði tær og var flovur. Eg var vitni til, at besti um- tókti løgmaður í nýggjari tíð, ella í hvussu er síðan meiningakanningar gjørdust vanligar í Føroyum, og sig- ursharri við valið 2004, varð dømdur til fortapilsi og ev- iga politiska glatan av flokksformonnunum í tjóð- veldisflokkinum, javnaðar- flokkinum og sambands- flokkinum. Løgmaður kann ikki gerast nýggjur løgmað- ur ella landsstýrismaður í eini nýggjari samgongu við tjóðveldisflokkinum, javn- aðarflokkinum og sam- bandsflokkinum. Og hví sigi eg fortaptur til eviga politiska glatan? Jú, tí ein flokksformaður, sum ikki kann gerast løgmaður, kann heldur ikki nýtast sum formaður í flokkinum og tað merkir, at hann er næst- an uttan politiska ávirkan og er eitt haft um beinin á fólkaflokkinum heldur enn drívmegi. Tit siga ein polit- iskan deyðadóm yvir ein demokratiskt valdan sigurs- harra og tit halda hansara stuðlum í Klaksvík og Norðoyggjum beinleiðis til gjøldur. Eg eri ein vanligur borg- ari og tit flokksformenn ør- kymla meg í tykkara log- ikki. Hvussu ber tað til, at ein persónur verður mettur til at skikkaður til at vera løgtingsmaður, men ikki til at sita í landsstýri? Fyri meg eru hetta ódám- lig signal tit senda út til okkum borgarar. Menn- iskjaligu krøvini til løg- mann kunnu ongantíð verða størri enn til ein ting- mann. Løgtingið er suver- ent yvir øllum, eisini yvir løgmanni og tí mugu krøv- ini til teir sum manna løg- tingið verða minst líka stór, um ikki størri, enn til løg- mann, sum tingið til ein og hvørja tíð kann steðga við at atkvøða móti hansara politikki. Mín atkvøða fer ikki til fólkaflokkin, men eg kann ikki bara mær at vísa mín harm yvir vantandi virðing- ina fyri fólksins vilja, sum teir tríggir flokkformenninir vístu valkvøldið. Eg ivist onga løtu í, at orsøkin til greiðu støðuna hjá hinum trimum stóru flokkumum um at avseta okkara popul- erasta løgmann í nýggjari tíð, einki sum helst hevur at gera við fyrnaða og av- greidda málið um óreglu- ligar flytingar norðuri í Sundi fyri 20 árum síðani. Tað hevur heldur einki at gera við Anfinn´sa handfar- ing av málinum síðan. Or- søkin skal heldur leitast í øvund. Øvund yvir, at An- finn hevur megnað at fáa so stórt álit millum fólk, sum hann hevur í dag. Tað er nokk ein svárur biti at svølgja hjá tykkum. Aftaná lemjandi kritikki í bókini Skjót Journalistin og alt rumblið aftaná, so megnar løgmaður at koma út úr valinum sum ein sigursharri við fleiri persónligum at- kvøðum enn tveir av teim- um trimum dømandi flokksformonnunum. Mín logikkur er sólar- klárur. Er Anfinn skikkaður av vera tinglimur, so er hann eisini skikkaður at vera løgmaður. Er Anfinn ikki skikkaður at vera løg- maður ella landsstýrismað- ur, so her hann heldur ikki skikkaður at sita á tí høga tingi. Um ikki, hvussu skal eg og aðrir borgarar hava virðing fyri løgtinginum. Hevur ein ivasom fortíð ongan týdning í løgtingin- um, er gáttin í tinginum lægri enn í Tinganesi? Spurningurin er so um politiski deyðadómurin yvir Anfinn verður broyttur í framtíðini, soleiðis at hann aftur kann fáa álitisstørv Fara vit at síggja Anfinn aft- ur á politiska pallinum eftir eitt komandi val. Tað sum eg sat eftir við eftir for- mannsrunduna valkvøldið var, at deyðadómurin stend- ur við, og verður ongantíð broyttur, og er tá ikki løtan komin, at reinførið hjá øll- um nývalda tinginum, eisini teimum heilt nýggju, verður kannað einaferð med alla og tann sum er reinur kastar fyrsta steinin? At enda tillukku við val- inum Anfinn. Demokratið røkkur ikki altíð so langt. Tað sanna orðini hjá danska skaldinum. "....um flest merkir best, ella barasta flest..." Hellurnar 22. januar Jón Tyril Sambandsflokkurin fór til val upp á at veittra full- veldinum farvæl, men fekk ein framaná ístaðin. Hin- vegin vann farna samgong- an ein tinglim upp á at halda fast við eina hóvliga sjálvstýristilgongd. Støðan júst nú er ein søguligur møguleiki hjá Javnaðarflokkinum at fáa ta breiðu semjuna um sjálv- stýrismálið millum ACE og teir smáu flokkarnar. ACE kunnu semjast um eina hóvliga gongd. Tí er hetta rætta samansetingin. Javnaðarflokkurin hevur tosað nógv um at fáa av- greitt ríkisrættarliga spurn- ingin, so tað ikki liggur sum eitt konstant ófriðar- element í Føroyskum pol- itikki. Nú er møguleiki at fáa tjóðskaparligu semjuna í hús. At arbeiða við at fáa ein sjálvberandi føroyskan búskap, at Grundlógarar- beiðið heldur fram og fæst frá hondini, at yvirtøkur halda fram, og at føroyska samfelagið verður lagað til okkara egnu umstøður og tørv eftir einum tryggum leisti, har 80% av fólkinum er við. Sjálvstýrisrørslan hevur sera djúpar røtur í fólkin- um, og neyvan verða tað støðug politisk viðurskifti, um tilgongdin móti sjálv- bjargni verður steðgað nú. Føroya fólk vil hava ein framhaldandi sjálvstýrstil- gongd. Tað prógvaði valið m.a. Júst nú hevur Jóannes møguleikan at savna størsta partin av fólkinum um eina gongda leið og gerast hetja fyri eftirtíðina. Tak við avbjóðingini. Tak av søguliga møguleikanum Jóannes! Søguligi møguleiki Jóannesar VIÐMERKINGAR Hvat hendi við Ljósinum? – viðferðin Ljósið fekk, bert ein endur- spegling av óskilin- um, sum valdar á Vaglinum mótvegis borgararættindum og virðingini fyri egnum reiðiligum arbeiði. Randi Kúrberg, form. í Ljósinum Vit hava uml. 700 limir, leiga 7 ymisk støð í Havn og krevja minimum 52 hall- artímar! Halda tit tað telur nakað í býráðshøpi? Ikki petti, skal eg heilsa og siga! Tað eru tvær vikur síðan Ljósið frá degi til annan stóð á gøtuni við sínum kappingarfimleiki, hóast øll á býráðnum, sum taka avgerðir í hesum máli vita (ella, eiga at vita, um tey gera sítt arbeiði reiðiliga), at vit onga aðrastaðni hava at vera. Nøkur av somu (poker-)andlitum, sótu vit á fundi saman við stutt fyri jól, har vanbýtið okkara var sannkent, og sjálvandi skuldu vit hava grundstykki at byggja høll á, tí vit høvdu so serligan tørv. Ja, serligan tørv! Blivu raðfest á gøtuna, og í nýggjársgávu fingu vit fótin so logandi... Hvat hevur býráðið gjørt? Eins og øll hesi flóvisligu, illa úr hondum greiddu byggimálini runt um allan býin (Vallalíð, Dalakrókur, Kommunuskúlin, uppi við Ternubúðina fyri at nevna okkurt, har býráðið liggur í klandri, hevur goldið end- urgjaldskrav ella liggur í sak) so tykist einki fáa fylgjur fyri nakran, og held- ur eingin er so ærukærur, at hann átekur sær ábyrgdina, ella í minsta lagi ger tekin til at umganga sama brølara einaferð afturat. Heðin Mortensen slapp at siga í SVF, at tað var synd í okkum, og hatta høvdu vit ikki fortjent. Ja, og hvat so, skulu vit so øll fáa ein Kleenex-pakka í part? Jan Christiansen segði við ÚF, at teir ar- beiddu við at finna okkum tímar? Og mánin er av grønum osti! Býráðið hevur slept vindinum, og vit standa eftir í vemmiliga roykinum. Hatta málið, alt sum tað er, hevur verið okkara høvuðpína (freistist at hugsa, teir einki hava at hava slíka pínu í), og tað er ikki sum at siga tað at seta venjingarskrá saman av nýggjum. Vit hava ringt til Per og Pól og hvønn Hanus og Janus at flikka okkurt saman, ið líkist onkrum at seta ístaðin. Vikuskiftis- venjingar eru nú vorðnar álitið, og liggja vit og rank- ast millum Hoyvík, bad- mintonhøllina, Stórheygg og nonnuskúlan. Mitt í viku royna vit at halda venjing- ina við líka í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, ið als ikki hóskar til okkara tørv. Venjarar, lærarar og pedagogar o.o., ið fáast við venjing og innlæring, halda, tað vera logikk fyri búrhøsn, at tá tú skal læra nakað nýtt og kappast, krevst eitt regluligt skifti millum miðvísa venjing, endurtøkur og hvíld, men á Vaglinum tykjast tey ann- aðhvørt ikki hava skilt tað, tá tey bjóða okkum nakrar skallutar tímar leygardagar í Hoyvíkarhøllini fyri 14 vikuligar tímar í Eystur- skúlanum, - ella eisini er tað teimum fullkomiliga líkamikið! Og tað er nokk tað síðsta tíverri, ið ger seg galdandi, - fimleikur fyri børn, gentubørn tit vita! Tær skulu vera glaðar fyri alt, - og ikki talan um at seta krøv. Ein miðaldarligur hugburður, men kortini ikki so fjarur í okkara so fram- komna (?) samfelag Konufólk fyri vanbýti Tit halda kanska, vit síggja trøll á alljósum degi, tá vit kæra um mannamun vegna kyn, men hví hevur Flog- bóltsfelagið Fram, við einans tveimum virknum mansliðum, vikur framm- anundan havt brævaskiftið við Býráðið um umvæling- ina av Eysturskúlanum og ikki vit? Hvør er frágreið- ingin? Vit hava eisini fingið ein teldupost, har tað stend- ur, at so skjótt KÍF fer úr Hoyvík, skal Fram sleppa inn. Til lukku við tí, Fram, gott hjá tykkum! Men hvør er frágreiðingin til tað? Er tað tí, at vit hava 700 virknar limir og teir einar 30? Ella er tað tí, teir eru vaksnir menn, og at kalla allir okkara limir eru gent- ur/ungar kvinnur? Um or- søkin, er, at tað munar so lítið at geva okkum nakrar tímar afturat, tí vit hava so stóran tørv, hví í ólukkan taka tit so tað sindrið, vit hava, frá okkum? Høvdu tit av illum latið okkum fingið frið..... Og skilja tit so ikki enn, at tørvur ER á eini fimleikahøll? Ella skal tað ikki vera pláss fyri fimleiki í høvuðsstaðnum? Hvat ætla tit? Er tað fragd at svæva okkum spakuliga? Láturligar umbering- arnar og frágreiðingar Høvdu fólk vitað komm- ersið vikuna eftir, vit fingu skjól undir bláloftum (!). Allir møguligir ringdu og søgdu, hvør hevði skuldina av hesum og hasum, - vit fingu enntá prosentbýtið, HA, HA! Hvat skulu vit brúka tað til? Halda tit seri- urnar fara í mønuna av tí? Ella kondisjón og kon- sentrasjón betrast? Og at hoyra, at býráðið er so stórt, at høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger, fær okkum at yppa akslar: Vit klára at reka eitt felag við 700 limum skotnir sum høgl um tann heila bý uttan felagshøli og telduskipan, og tit hava fast arbeiðspláss undir at kalla somu lon og hava teldusamband v.m. og vita ikki, hvat fyriferst í einum radius av 150m?! Man tað ikki heilt einfalt bara standa og falla við vantandi vilja og virðing fyri okkum? Men vita tit hvat? Tit eru hjartaliga vælkomnir at gera fimleik í Ljósinum, - vit gera ikki annað enn at ganga í takt, ko-ordinera og samstarva; og fram um alt, so raðfesta vit ongan út á gøtuna. Tit gera ikki fram- sýningarfimleik, so okkurt høli og leiðara skulu vit nokk finna, men seinni mugu tit rokna við at verða integreraðir við onnur lið, tí umframt nýggjar avbjóð- ingar, víðkar tað sjónar- ringin, styrkir tollyndi og er sosialt ríkandi. Við sannføring um, at tað er so vánaligt, at tað bara gerst betur. P.S. Tað iróniska við hasi altumráðandi umvælingini í Eysturskúlanum er, hava vit frætt, at arbeiðið neyvan verður liðugt til próvtøkuna í mei, tí tað vísir seg at vera meira umfatandi; men tað er eingin trupulleiki fyri Eysturskúlan, tí tá eru hand- og flogbóltskapping- arnar lidnar, og tískil ikki so torført at fáa tímar sum nú hjá okkum. Sjúrður Jacobsen Í illveðrið á Dohrnbankan- um í Eysturgrønlandi 21.01.2004 Nú løgtingsvalið er av, vil eg loyva mær at gera eina stutta hugleiðing um stýr- ingina av føroyska samfel- agnum tey seinastu árini. Høvuðsinntøkusíðan er sjálvandi fiskur/fiskaúr- dráttur og annað tengt at tí. Har hava sjómenninir verið óføra raskir at vunnið sam- felagnum inntøkur. Eisini skulu politikarnir hava rós fyri at hava gjørt eina liði- liga fiskidagaskipan í samráð við vinnuna. Tað er sjálvandi altíð nakað, ið rættast skal uppá. Tað hevði í hvussu er verið ein van- lukka við eini kvotaskipan. Tað vísir seg, at tey londini við tílíkari skipan, sleppa ongantíð burturúr henni. Eitt annað, ið vísir seg at hava gjørt satt undir fyri fiskiskapin undir Føroyum, er friðingin av gýtingarøkj- unum á landgrunninum. Gongdin í alivinnuni hevur verið sera tragisk tey sein- astu 2-3 árini. Sama við rækjuvinnuni. Tað hoyra vit alt um. Ein veiðumaður livir altíð í vónini, bjart- skygnið dregur hugin, vón- in um at sólin dagar upp- aftur er altíð til staðar. Eitt annað lyndi hjá einum veiði/-vinnulívsmanni, er, uttan nakar varar av, loypir hann á bláman ella vassar so mikið langt út, at ringt er at koma upp á turt aftur. Hetta fólkaslagið vísir seg at standa í støðugari mink- ing í Føroya landi. Partur av unga fólkinum verður heilavaskað av trygd, trygg- ing, trivnaði og tryggleika. Hinvegin eru almennu út- reiðslunar farnar heilt út at koyra. Eru hækkaðar við 50% seinastu 5 árini. Verð- ur bara hugt eftir landsfyri- sitingini er lønarútreiðslan vaksin við 351 milliónum í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2002. Vitleyst, eingin stýr- ing. Føroyska samfelagið er vorðið til eitt byrokrati/- pappírsveldi ella letisveldi. Næstan hvør stórur bygn- ingur í Havnini er stapp- aður fullur við teldum og kontórmúsum. Guð gavi satt hvat øll hesi fólkini gera til nyttu. Tað vísir seg so fyri uttanfyristandandi, at stjórar, deildarstjórar, fulltrúðar og annað papp- írsfólk er bara sett sum best ber til. Nógv av teimum beinleiðis av skúlabonki. Eitt annað, ið eg vil kalla ein marglætistrupuleika, er at skúlar, barnagarðar, heimahjálparar, sjúkrahús, ellisheim o. a. Alt skal vera í heimsklassa. Púra ørt. Ráðini eru ikki til staðar. Vit eru hóast alt bara 47.000 menniskjur, har bert ein partur skal gjalda gildið. Eitt annað, ið kemur mær til hugs, eru hesu mongu fólkini, sum útbúgva seg til búskaparfrøðingar og tí- líkt.Hvussu nógv av hesum fólkunum hevur føroyska samfelagið brúk fyri. Ikki ein av teimum hevur klárað at lofta sær í privatu høv- uðsvinnuni. Hví? Sjálvur havi eg verið virkisleiðari á fleiri fiska- virkjum, bæði í Føroyum og uttanlands. Sum oftast við góðum úrsliti. Tað ein leggur sera stóran dent á, er, at tað altíð er knípið við fólki í hvørjum liði í framleiðsluni. Tað gevur ta bestu atmosfærina, fólk følir størri ábyrgd og harav gongur arbeiðið skjótari, betri og bíligari. Alt hettar byrokratiið byrj- aði longu í 1994-95, tá Ed- mund Joensen var løg- maður. Hann setti ein danskan kontórmann, við fullkomuliga fríum teym- um í eitt ár at byggja tað føroyska almannaverkið upp, ikki eftir føroyskum, men donskum leisti. Ikki hevði ein roknað við tí av einum so snildum íverkset- ara sum Edmundi Joensen. Ivaleyst hevði tað ikki komið upp á tal norðuri á Oyri. Síðani tá er tað bert bólgnað upp. Ringast statt hesi seinastu árini. Mín, og ein sera fjøl- broytt metan í føroyska fólkinum, er, at politikkurin innan almannaverkið hevur spælt fallit. Her má nakað radikalt gerast og tað bein- anvegin. Politikkarnir hava sjálvir rótað seg inn í hetta og mugu eisini greiða seg úr tí. Løgtingsvalið er av. Tann gráið dagligdagurin er veruleiki. Nú mugu tit fólkavaldu vísa ábyrgd, orðaskvaldrið má gloymast Spurningurin er, hvussu ólukkan ætla tit at rætta upp ta almennu skútuna. Skal bulurin veruliga falla áðr- enn tit vakna. Komi at hugsa um, tá Johan Hot ringdi inn til Hans á Bakka á sinni og segði; »Nú er nokk tosað. Nú er tíð uppá at lata seg í tøðklæðini«. Nakað av hugarensli í fjarstøðu um føroyska samfelagið og almannaverkið Pól Skarðenni framsýning í Klaksvík LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Listamaðurin Pól Skarðenni letur í dag upp málningaframsýn- ing í Norðoya Kunning- arstovu í Nólsoyarpáls gøtu í Klaksvík Á skránni eru olju- málningar frá føroysk- um umhvørvi og nátt- úru. Haraftrat hevur hann tríggjar abstraktar myndir við á fram- sýningini. Pól, sum er føddur í Klaksvík í 1962, byrjaði at mála av álvara í 1979. Hann hevur búð fleiri ár uttanlands, men fyri 12 árum síðani flutti hann aftur til Klaksvíkar og byrjaði at mála í egnum atelieri. Hann hevur eisini sín egna sýnis- glugga. Seinastu níggju mán- aðirnar hevur hann arbeitt sum listamálari burturav. Framsýningin letur upp í Kunningarstovuni í Klaksvík kl. 13 í dag og er opin til kl. 17. Mánadag til fríggjadag er opið frá kl. 10 til 12 og frá kl. 12 til 16. Framsýningin er opin til 20. februar. C M Y K 11 10