Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 16 - 24. januar 2004 Nr. 16 - 24. januar 2004 13 Hetta sigur Barbara Poulsen úr Hvanna- sundi. Hon var á eftirskúla í Danmark, tá hon var liðug við fólkaskúlan. Henni dámdi avbera væl, og hon hevur fingið nógvar góðar vinir fyri lívið SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Hvannasund: Tá 19 gamla Barbara Poulsen var liðug við tíggjunda flokk, var hon ikki í iva um, hvat hon skuldi finna uppá. Hon hevði hugsað um at fara á eftirskúla í Danmark í eina tíð, men tað bleiv ikki fyrr enn skúlin var liðugur. So fóru hon og ein vin- kona niður og tóku 11. flokk á Horne Ungdoms- skole. Vinkonan fór heim til jóla, men Barbaru dámdi so væl, at hon helt á til summarið. – Eftirskúli er nakað heilt øðrvísi enn fólkaskúlin. Mær dámdi so væl á skúl- anum, sigur Barbara. Barbara viðmælir øllum ungum, sum hugsa um at fara á eftirskúla at fara avstað. Hon sigur, at tey fara ongantíð at angra tað. – Hevði eg vitað, at tað var so stuttligt og gott at vera har, so var eg langt- síðani farin, sigur hon. Barbara kundi bara vera eitt ár, tí hon var jú liðug við fólkaskúlan, tá hon fór, men hon sigur, at hon gleðiliga hevði tikið tíggj- unda árið á eftirskúlanum eisini. Eftirlit Næmingarnir á skúlanum, sum koma allastaðnis frá, búgva á skúlanum og hava sjálvi ábyrgd av kamarinum hjá sær. Eftirlit er við teim- um og hvat tey gera. Tey verða vakt hvønn morgun klokkan sjey. Morgunmatur er klokkan hálvgum átta, og síðani skulu tey rudda kamarið. Lærararnir ganga síðani runt á kømurni at kanna, um alt er nóg væl ruddað. Hetta er ikki nakað, sum Barbara heldur er keðiligt. – Hatta er ein partur av degnum, og ein venur seg við tað beinanvegin, sigur hon. So verður farið í skúla. Summir dagar eru langir, heilt til klokkan hálvgum seks á kvøldi. Frá klokkan seks og ein tíma fram, skulu næming- arnir binda frið í eina løtu. Tey gera skúlatingini, sum tey hava fyri til næsta dag. Og tá ganga lærararnir runt og vegleiða teimum, um tey ivast í onkrum og ansa eftir, at skúlatingini verða gjørd. – Tað virkar slettis ikki so longi, sjálvt um summir dagar eru rættuliga langir, sigur Barbara. Nógvar vallærugreinir Ígjøgnum dagin hava tey tær mest vanligu lærugrein- arnar. Men tey sleppa sjálvi at velja mest sum allar. Bara danskt, enskt, rokning og kristni eru tvungnar lærugreinar. Restin kunnu tey sjálvi velja. Barbara greiðir frá, at vallærugreinirnar eru fyri øll. Ein og hvør kann finna onkra grein, sum teimum dámar. Tað ivast hon ikki í. Hon nevnir sum dømi, at ítróttur ikki er ein læru- grein samlað. Barbara hevði flogbólt, fótbólt og eina konditiónslærugrein, sum vallærugreinir. Tað dámdi henni avbera væl. Hvørja viku fóru tey við flokkinum at vitja aðrar skúlar, og so spældu tey dyst móti hinum skúlunum. Góðar royndir Mogens Jensen, leiðari á Horne Ungdomsskole, sig- ur, at royndirnar hjá skúl- anum við at hava ung frá ymiskum londum sum næmingar, eru avbera góð- ir. Og tí roynir skúlin í dag at marknaðarføra seg í eini roynd at fáa fleiri næmingar úr til dømis Føroyum. – Vit hava næmingar úr Iran, Grønlandi, Amerika, Afghanistan, Vietnam um- framt úr Føroyum. Og tað hevur víst seg at virka væl á skúlanum, greiðir hann frá. Horne Ungdomsskole fer í summar at byrja við nøkrum nýggjum breytum, sum næmingarnir kunnu velja seg inná. Breytirnar eru drama og tónleikur, ítróttur, har ser- liga fótbóltur og hondbóltur er á skránni, foto og medie breyt, har eitt ummæli til grafiska útbúgving í fram- tíðini kann fáast við lokið skúlaár. Og so er ein breyt, har arbeitt verður við list og myndum. Mogens Jensen væntar, at hesar breytir fara at lokka enn fleiri næmingar til skúlan. Og tað er eisini tað, tey vilja. Dentur verður í stóran mun lagdur á samanhaldið á skúlanum, og tað vænta tey, at eitt nú breytaarbeiðið fer bara at gera enn betur. Samansjóðing Barbara sigur, at hóast nógvir ymiskir tjóðskapir eru umboðaðir á skúlanum, so er tað ongin trupulleiki at koma í samband við øll. Tá tey byrja skúlan, fara tey fyrst á eina samansjóð- ingarferð, har øll koma í samband við hvønnannan. – Tá tann fyrsta vikan er farin framvið, tosar tú við øll, og tað virkar als ikki sum um tú júst ert komin at kenna tey. Tað er sera løgið, men soleiðis er tað á eftir- skúlanum, sigur hon. Barbara greiðir frá, at tá hon søkti inn á skúlan, gjørdi hon tað umvegis heimasíðuna hjá skúlanum, sum er www.horne.dk. – Øll ung áttu at roynt eitt ár á onkrum eftirskúla. Tað er læruríkt og spennandi, sigur Barbara, sum í dag gongur á fyrsta ári á HF skúlanum í Klaksvík. Øll áttu at farið á eftirskúla Barbara Poulsen úr Hvannasundi var eitt ár á Horne Ungdomsskole í Danmark. Hon heldur, at øll áttu at roynt eitt ár á eftirskúla, tí tað er mennandi og læruríkt Mynd: Bárður Lydersen Brandur Øssursson 70 ár Í dag, 24. januar, fyllir Brandur Øssursson, fyrr- verandi musikkskúlalærari, búsitandi á Frederiksberg, 70 ár. Brandur er føddur og uppvaksin í Keypmanna- havn. Foreldrini vóru: Mar- git, f. Nygaard, frá Stikle- stad í Norra, og Janus Øss- ursson, úr Havn. Liðugur við skúlan lærdi hann til bókbindara. Sum 21 ára gamal byrjaði hann sum yrkistónleikari og ferðaðist í Norðurlondum við sínum egna orkestri, sjálvur spældi hann saxo- fon. Teir ferðaðust í Dan- mark, Finlandi, Svøríki og í Norra. Hetta helt á í eini tíggju ár. Í 1957 giftist hann við Unnu, dóttir Helgu, f. Christiansen, ættað úr Kvívik, og Jacob Frederik Øregaard, fyrrverandi løg- tings- og løgtingsformann í Norðragøtu. Í 1965 fluttu tey til Før- oya og stovnaðu sína egnu heilsølu, sum seldi ymiskar kioskvørur og umboðaðu kendu donsku Premier ísarnar. Í fyritøkuni ar- beiddu eini 10 fólk, tey høvdu m.a. fleiri frystibilar, sum koyrdu við ísi. Fyrst í 80-unum góvust tey við heilsøluni, og Brandur fekk starv sum musikklærari við Tórs- havnar Kommunuskúla. Í 1988 bleiv hann settur sum leiðari av rútmisku deildini hjá Tórshavnar Musikkskúla, hetta starv røkti hann til í fjør. Brandur hevur skipað fyri nógvum ymiskum tón- leikatiltøkum, mest kendur er hann fyri Jazz-festivalin, sum hann hevur skipað fyri hvørt ár í heili 20 ár. Jazz- festivaulurin hevur tilsam- ans hýst eini 3000 tónleik- arum. Hann hevur verið við til at mynda ein stóran part av rútmiska tónleikinum í Føroyum. Hann stóð t.d. á odda fyri Big Band, stovn- aði Popp-Topp fyri ungar óroyndar tónleikarar, og Ungar Jazz-kometir. Í august 2003 fluttu Unna og Brandur til Danmarkar at búgva. Tey eiga tveir synir, Finn, sum býr í Danmark og Kára, sum býr í Grønlandi, eisini eiga tey tríggjar ommu- og abba- synir. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Thórmundur Joensen 75 ár Í gjár, fríggjadagin 23. jan- uar, fylti Thórmundur Joen- sen á Nesi í Eysturoy 75 ár. Dagurin verður hildin heima við hús seinnapartin í dag. Thórmundur, sum av- gjørt hoyrir til tey stillu og trúføstu í landinum, er ætt- aður av Hvítanesi. Foreldr- ini vóru Elisabeth og Dán- ial Joensen. Tey fingu seks børn: Esmar, Thórmundur, Irena, Fríðbjørg, Hildi- bjartur og Jarmundur. Eftir á lívið eru Fríðbjørg, sum býr í Rituvík, Jarmundur, sum býr í Greve, og so Thórmundur. Hann var tólv ára gamlur, tá ið hann misti pápan, og tí var hann sum barn og ungur nógv hjá ommuni og abbanum úti á Reyni. Dánial fórst við Garden Star í 1940, og Elisabeth giftist uppaftur við Olafi Joensen úr Skop- un. Tey fingu Daniu, sum býr í Havnini. Elisabeth doyði í 1983. Thórmundur giftist í 1951 við Margith fødd Hansen og ættað úr Gerðin- um á Nesi. Tey bygdu sær hús í Flatabø á Nesi, og tey fingu eina dóttur. Hon eitur Fríðgerð og er gift við Andrassi Poulsen av Skipa- nesi. Tey búgva í Hede- husene á Sjællandi. Tey eiga fimm børn: George, sum býr í Havnini, Margith í Fuglafirði, Gunnleyg og Tórun í Taastrup, og Thór- mundur, sum býr hjá for- eldrunum í Hedehusene. Thórmundur fór blað- ungur til skips, og alt sítt arbeiðslív var hann sjómað- ur, inntil hann fyri einum fýra árum síðani legðist uppi. Hann var messur, tá ið hann fór til skips, og luturin hjá honum var øll síni ár á sjónum at vera kokkur. Tá ið toftamenn í 1976 lótu Mascot byggja, mynstraði Thórmundur við sum kokkur, og har var hann kokkur, inntil hann legðist uppi. Frammanundan hevði hann siglt við fleiri trolar- um, eitt nú Vesturvón og Magnusi Heinason. Síðani Thórmundur, ið er sera røkin og fittur í hondunum, legðist uppi, hevur hann gjørt línu til fyri Teyma- virkið. Dagurin 24. januar. Timoteus, deyður umleið ár 68. Vinmaður og fylgisveinur hjá Paulusi ápostli, sum skrivaði honum tvey brøv. Eftir fornkirkjuligari frásøgu var hann eftir deyða Páls biskupur í Efesus, men toldi blóðvitnisdeyðan undir Nero keisara eins og ápostulin. Grikst navn ið merkir tann sum óttast Guð. 25. januar Pálsmessa. Verður hildin til minnis um umvending Paulusar á leiðini til Damaskus í árinum 36 (Ápostlasøgan 9, 1-18). Á pálsmessu koma súlan og lomvigin at landi. Súludagurin er hátíðardagur í Mykinesi, og í eldri tíðum varð dansað har hendan dagin. Á pálsmessu varð nógv gáað eftir veðrinum og spáað um, hvussu veðurlíkindini fóru at vera um summarið, og nógv tiltøk vórðu havd á munni um tað. Tann besta søgan er tann, at skein sólin so mikið á pálsmessu, at tú fekst stundir til at saðla tær hestin, fór summarið at vera gott við nógvari sól. Erlindur bispvígdur hendan dagin í 1269. 26. januar. Polycarpos, deyður umleið ár 155. Var biskupur í Smyrna og høgt mettur kirkjumaður í lítluásiu. 86 ára gamal verður hann píndur og tikin av døgum. Hevur enntá í nýggjari tíð verið brúkt sum mansnavn í Føroyum, Karpus. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Anna Kristina Jacobsen vanliga nevnd Stina andaðist og varð jarðað. Hjartaliga takk fyri hjálp í samband við jarðarferðina. Takk fyri blómur og kransar og fyri troystarrík orð og gávur til Malta og takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Børnini Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir og abbi Pauli Joensen fyrrverandi lærari, Skáli doyði og fór til gravar. Pálma, Una, Herálvur og Lív v/ familju Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jacob Sofus Jensen fór heim til Harran. Ein serlig tøkk til øll á Ellisheiminum sum vóru so góð við hann. Tøkk til tykkum, sum hjálptu so væl til í Ebenezer. Takk fyri gávur til Kristnastovu og til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Tove, Arni, Sólrún, Bjørga og Ása C M Y K 13 12