Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 24. januar 2004 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Á tingfundi 23. januar 1979 fór val fram av løgmanni, ið síðan útnevndi hinar fimm landsstýrismenninar. Tað eydnaðist Tjóðveldis- flokkinum, Javnaðarflokk- in og Fólkaflokkinum at koma ásamt um átrokandi spurningar, sum høvdu staðið í botni undir lands- stýrissamráðingunum. Einasta broyting frá und- anfarna landsstýrinum, var at Heðin M. Klein og Her- geir Nielsen úr Tjóðveldis- flokkinum vóru skiftir út við Petur Reinert og Finn- boga Ísakson. Landsstýrismenninir, f.v. Heðin M. Klein og Hergeir Nielsen, Tjóðveldisflokkurin, Atli P. Dam og Jákup Lindenskov, Javnaðarflokkurin, Dánjal Pauli Danielsen og Demmus Hentze, Fólkaflokkurin. Atli P. Dam var løgmaður. Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1979 Landsstýrið fyri 25 árum síðan Gullbrúdleyp Í dag hava Poula og Símun Thomsen, Syðrugøtu, verið gift í 50 ár. Tey eru burturstødd gullbrúd- leypsdagin. Í dag 24. januar hava hjún- ini Poula og Símun Thom- sen í Syðrugøtu gullbrúd- leyp. Poula er fødd 23. juli 1927 og er dóttir Ingu og Mikael Dalbø í Syðrugøtu. Hon er næstelst av sjey systkjum. Tá hon var ung fóru gentur ofta út at tæna, og fór Poula sum 14 ára gomul í húspláss, umframt at hon luttók í tí nógvu tøtingini, sum var í bygdini. Síðan gekk leiðin til Klaksvíkar, har hon var í trý ár, fyrsta árið í húspláss, og tvey ár á spinnarínum hjá Kjølbro. Afturkomin úr Klaksvík fór hon at læra at seyma, og síðan gekk leiðin til Havn- ar, har hon tænti á Kráku- steini í fleiri ár. Tá Tøtingarvirkið í Gøtu byrjaði fyrst í 60-unum, var Poula ein av teimum fyrstu sum starvaðist har, og í 1969 fór hon at arbeiða sum krambarkvinna, og røkti hon hetta starvið í 19 ár. Trúliga hevur hon tikið lut í arbeiðinum hjá Sjó- manskvinnuringinum í bygdini og síðan eldrafe- lagið Gøtubrá varð stovnað, hevur hon havt sítt pláss har. Símun er føddur 8. juni 1921. Hann er sonur Annu og Tummas Thomsen (Tummas á Niðri) í Syðru- gøtu. Hann er yngstur av sjey systkjum. Sum 15 ára gamal fór hann sum so mangur ungur drongur til skips. Fyrsti túrurin varð við sluppini Maritenu, fyrst til Íslands og sama summarið til Grønlands, og bleiv hetta ein minniligur túrur. Síðan hevur hann verið á sjónum tað mesta av tíðini, tó hann gekk upp á skúla í tveir vetrar í 1946 og 1947, har hann las til seturskipara og tók longdina. Í 1963 fór hann at ar- beiða á Tøtingarvirkinum og arbeiddi hann har í 24 ár. Eftir hetta fór hann aftur at fáast við fisk á Fiskavirking í Gøtu, og var hann har, til hann gavst vegna aldur. Símun hevur verið ein álitismaður, bæði á sjógvi og landi. Hann hevur stóran áhuga í øllum samfelags- viðurskiftum. Í dag er egn- ing og seyðahald hansara stóra ítriv. Kirkja og missiónhús hava øll hesi árini verið teirra andaliga heim, og tá nýggja kirkjan í Gøtu á hvørjum sumri er opin fyri ferðafólki, hava tey luttikið aktivt í hesum arbeiði. Poula og Símun eiga tríggjar døtur, Karla, Inga Turið Ann, eisini eiga tey sjey ommu- og abbabørn og tvey langommu- og langabbabørn. Heimið í Syðrugøtu hev- ur altíð verið fyrimyndar- ligt, og er ein og hvør altíð vælkomin inn á gólvið. Gullbrúdleypsdagin vera hjúnini burturstødd. Poula og Símun Thomsen gullbrúdleyp 15 14 Nr. 16 - 24. januar 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Føðingar 2. januar fingu Elsba Flügge Jacobsen og Peter Flügge, Skanderborg, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3050 gr. 10. januar fingu Monica-Mari Ziska og Tóri Simonsen, Hvannasund, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3900 gr. 14. januar fingu Eilen og Jákup Mikkelsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3800 gr. 15. januar fingu Annika Soll og Ingálvur Johannesen, Argjum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3400 gr. 16. januar fingu Annika og Petur Karl av Rana, Trongisvági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3100 gr. 17. januar fingu Sólvá Jacobsen og Walther Skræp, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4150 gr. 18. januar fingu Finnbjørg Nicolajsen og Kári Winther Olsen, Skopun, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4200 gr. 18. januar fingu Ingrid H. Skillicorn og Hildibjartur F. Olsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3800 gr. 20. januar fingu Leila og Bogi Lamhauge, Fuglafirði, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4050 gr. Mánamorgunin 29. desembur and- aðist Olivia Jacobsen úr Kunoy. Boðini komu ikki óvæntað, tí Olivia var sjúk, og aldurin var høgur. Eitt langt og ríkt lív er enda. Fyri stavn var ein framtíð, sum hon trúði uppá, og sum hon sá fram til. Nú hon legði frá sær, var hon enn klár og lívsglað og altíð við góðum orðum og tonkum. Olivia var ein sermerkt kvinna, sum eg hevði stóra virðing fyri, og sum eg gleddist um at møta ella vitja. Tað, sum eyðkendi hana var at hon var so sera lívsglað, klók og avgjørd. Ongin ivi um hvar tú hevði hana, og hon var heldur ikki bangin fyri at vísa sín sterka vilja, og tað sum hon helt vera rætt. Hon var so sera glað altíð, blíð, flenti og fortaldi nógv spennandi, og tú bleiv tikin við av hennara smittandi látri. Hon var sera vitandi á nógvum økjum, eitt nú sam- felagsligum og søguligum hend- ingum. Klók í andaligum spurning- um,og ikki minst, hon var støðuføst í tí, sum hon trúði á, og sum hon bygdi sítt lív á. Tá vit møttust, var Olivia altíð glað og dugdi væl at siga frá, og tað gjørdi hana til eina sera spennandi kvinnu. Olivia var heldur ikki sein at troysta, tá onnur fingu mótgongd, tí hon sjálv visti hvat í tað vildi siga at missa tað, sum er einum kærast. At missa eitt av sínum børnum, er tað ringasta ein kann koma út fyri, og Olivia varð ikki spard í hesum missi. Hon misti tveir av sínum synum í bestu árum, og visti hon tískil, hvussu hart sorg og saknur rakar eina mammu. Hóast tað var hon ikki sein at troysta, tá eg misti mín son, og hennara troyst var og er enn ein sannur uggi í sorgini. Hon visti, hon lurtaði og uggaði við sínum klóku og troyst- andi orðum, tá á stóð. Hon dugdi at geva troyst í tí sum mist var, og lærdi meg at síggja hvat ið hóast alt var nátt, og tí sum lá fyri framman, eina vón um at síggjast aftur. Eg minnist Oliviu heilt frá barni av, og fáur hevur tala so inniliga til mínar kenslur, sum hon kundi. Ein vanlig kona, sum búði í Kunoy, gjørdi ongan háva burtur úr sær, passaði seg og sítt, varð trúðføst móti sínum, sum fáur. Ikki visti hon, at hon var sum eitt ljós og ein gleðiskelda, tá hon oysti út av síni skilagóðu vitan og hugna- ligu samveru. Olivia vil altíð eiga eitt serligt pláss í mínum minnum. Tit sum høvdu eina mammu og ommu, vóru ríkiliga signað við hennara trúðfesti móti tykkum. Ærað veri minnið um Oliviu. Leila Minningarorð um Oliviu Jacobsen Eg gjørdist sera illa við, tá tað frættist, at Gudmund Isfeldt, ikki var aftur í aftur komin eftir eina vanlukku á Nólsoyarfirði. Brádd- liga runnu fram fyri einum allar tær mongu og góðu løturnar í hitarúm- inum í Svimjihøllini í Havn - sam- an við hesum sera dámliga, frynt- liga og siðiliga manninum. Stórur er saknurin hjá hansara nærmastu men eisini hjá okkum, sum hava verið so heppin at hava verið sam- an við Gudmundi, tá vitjað var í svimjihøllini. Hóast eg kanska burdi kent Gudmund meira frá felags uppvakstrarumhvørvinum við Rættará, tó at mong ár vóru ímillum okkum, so kom eg ikki at kenna mannin ordiliga ella betri fyrr enn vit møttust í tí vælsignaðu svimjihøllini í Gundadali. Gud- mund var nevniliga millum teir ídnastu at leggja sær leiðina niðan í svimjihøllina seinnapartar ella út á kvøldið eftir strævnan arbeiðsdag til at mýkja vøddarnar, finna sær hvíld og at vera saman við góðum fólki. Sitandi á ovasta bonki í hitarúmin- um og harvið við góðum útsýni yvir hetta lívgevandi høli plagdi eg at lýða á, meðan Gudmund lá har gólvinum, saman við øðrum góð- um monnum, og smáfilosoferaði ella segði sína hjartans meining um ymisk gerandismál í høvuðs- staðnum – ja, har lá hann oftani við hondunum aftan nakka, mest álíkur einum av gomlu víkingunum við sínum stóra og síða skeggi. Ein sjarmerandi og livandi kempa. Ein persónur, sum tú við nærri bekent- skapi, fór at halda av og vera góður við. Ein persónur, sum hansara hitarúmsfelagar fara at sakna nógv. Loyvi mær at halda, at eg tali teirra vegna eisini. Her í hitarúminum kemur oftani so mangt áhugavert og stuttligt fram. Her finnur tú bæði gaman og álvara. Her finnur tú høgar og lág- ar, sum bráddliga allir gerast javn- líkar bæði so og so í tí nakna um- hvørvinum. Her hevur tú stundir at lýða á og fylgja prátinum. Onkun- tíð eru menn sera mælskir og engageraðir, aðrar tíðir er tað bara vanligt hitastovuprát, men altíð verður endað í sátt og semju, sum var tað ein stór og góð familja her sat. Tað er sum um hitin kølir sinnið, heldur enn tað øvugta so løgið tað kann ljóða. Tað var so í hesum umhvørvinum, at eg koma at kenna Gudmund. Nú hann er farin, iðrar tú teg um, at tú ikki oftari lýddi á og tosaði við hann. Og tí kann tað eisini tykjast so lítisvert og innantómt nú aftaná at bera Gudmundi nøkur góð orð. Hann er jú farin, men vónandi kunnu hesi fáu orð lívga hjá teim- um, sum hava mist ein av sínum nærmastu. At tit vita, at Gudmund og hansara hitarúmsfelagar høvdu mangar hugnaligar løtur saman í hesum heldur óvanliga umhvørvin- um. Hetta skal tí vera ein vælmeint og ærlig heilsan frá einum, sum kom at kenna Gudmund betri tær óteljandi og ógloymandi løturnar í hitarúminum í Gundadali. Nú hann er farin frá okkum standa tær mongu diskutiónirnar millum hann og mangar aðrar góðar menn, og sum altíð fingu ein siðiligan enda, so krystalklárar fyri einum. Gud- mundur hevði sínar meiningar og kundi vera avgjørdur. Hann hevði altíð eina stutta viðmerking, sum hann bar virðiliga og høviskliga fram, og tú kendi teg altíð javn- settan og væl viðfarnan, tá tú hevði skift orð við hann ella bara lurtað eftir honum. Hann var maðurin við tí góða orðinum tá samanumkom. Mong hava mist við deyða Gud- munds. Eisini vit frá hitarúmsum- hvørvinum í Svimjihøllini í Gunda- dali hava mist nakað virðismikið, nevniliga menniskjansligu hjáveru tína Gudmund. Tøkk fyri allar løturnar. Hvíl í friði góði vinur. Jan Saknur í Gudmundi 19. januar fingu Hergerð og Jens Heldarskarð, Argjum, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3300 gr. Andlát 15. januar Heri Mortanson Nolsøe, lækni, búsitandi í Keyp- mannahavn, 40 ár 16. januar Gunnleyg Joensen, ættað úr Nólsoy búsitandi í Tórshavn, 70 ár Rudolf Mikkelsen, ættaður úr Miðvági, 81 ár. 17. januar Berghild á Mýruni, Sandavágur, 81 ár. 19. januar Elisabeth Vágsheim, Vágur, 80 ár. Emma Helena Nielsen, ættað úr Leynum búsitandi í Havn, 83 ár. 20. januar Martin Fjørdal,Tvøroyri, 63 ár. 23. januar Ingigarð Sørensen, fødd Petersen, búsitandi í Havn, 76 ár. Gudmund Isfeldt. Myndin er tikin í Rættará tveir dagar áðrenn hann bleiv burtur í Nólsoyarfirði mikudagin 7. januar Mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 14