leygardagur 24. januar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 16 - 24. januar 2004
Nr. 16 - 24. januar 2004
17
stóra. Í grundini bert nakrar
smærri broytingar í orðing-
unum í tveimum greinum í
vallógini. Onnur viðvíkur
uppgerðarháttinum,
hin
talinum á eykavaldum.
At taka loftið fyri eyka-
vald burtur ber ikki til. Men
tað ber til at fremja ábøtur,
so tað slepst undan teimum
mest
meiningsleysu
sveiggjunum. Stýrisskip-
anarlógin loyvir upp í 33
tinglimum. Og letur tað so
yvir til løgtingið at skipa
fyri rest við løgtingsvallóg.
So har er t.d. møguleiki at
økja talið av eykavaldum úr
5 upp í 6. Samstundis hevði
tað bøtt um tað óhepna við
at hava eitt ting, har saml-
aða talið er eitt líka tal. Tað
krevur tó, at talið á eyka-
valdum verður fast eins og í
øðrum londum rundanum
okkum, har tey eisini hava
lutfalsvalskipanir.
Mest umráðandi er tað tó,
at farið verið frá d’Hondt-
háttinum til Sainte-Lague.
Hvat hevði hent?
Royna vit henda leist upp á
tað valúrslit, vit júst hava
fingið, so síggja vit, hvussu
uppskotna skipanin virkar í
mun til verandi. Tjóðveld-
isflokkurin hevði fingið ein
minni, Sambandsflokkurin
og Sjálvstýrisflokkurin ein
meira. At Sjálvstýrisflokk-
urin fær ein meira, skyldast
at talið á eykavaldum økist.
Annars hevði hann ikki
fingið tað.
Munurin sæst eisini í
teimum einstøku valdøm-
unum. Í teimum smáu við
bert tveimum valdømis-
valdum, Norð Streymoyar-
oya, Vága og Sandoyar val-
dømi, hevði úrslitið verið
tað sama. Somuleiðis í
Eysturoy. Men í Norð-
oyggjum, Suðurstreymoy
og Suðuroy hevði tað follið
øðrvísi.
Í Norðoyggjum hevði
Fólkaflokkurin bert fingið
ein í mun til tveir sum nú. Í
staðin hevði Sambands-
flokkurin sloppið upp í part
við einum.
Í Suðurstreymoy hevði
Tjóðveldisflokkurin ikki
fingið 3, men bert 2. Átt-
andi valdi hevði farið til
Miðflokkin
við
hesum
uppgerðarhátti og ikki til
Fólkaflokkin, sum onkur
kanska hevði væntað.
Í Suðuroy høvdu teir fýra
stóru flokkarnir fingið hvør
sín av teimum 4 val-dømis-
valdu. Tað vil siga, at Javn-
aðarflokkurin hevði ikki
fingið 2 sum nú, men bert
1, meðan Fólkaflokkurin
umsíðir hevði vunnið sær
umboðan aftur.
Skurðurin hevði ikki ver-
ið hin sami hjá stóru flokk-
unum í teimum valdømum,
har teir dominera í dag,
men fyri landið sum heild
hevði fingist eitt býti, sum
er meira rættvíst.
So hendi tað aftur: Tingið varð skeivt samansett
Jógvan Mørkøre
Valið, sum fór afturum, gav
enn einaferð tingmanna-
býti, sum ikki var í samsvar
við býtið í atkvøðum um
landið. Tað hava vit sæð
fyrr. Tað, sum var serligt
hesuferð, var, at triði størsti
flokkur í atkvøðum, gjørd-
ist størstur á tingi. Tey, ið
kendu seg at vera fyri van-
býti, søgdu við ein munn, at
her var okkurt galið við
valskipanini. Tað hava vit
eisini hoyrt fyrr, men síðani
er einki hent. So latið tað
verða hesuferð. Broytið
uppteljingarháttin og økið
talið á eykamonnum, so vit
fáa eitt veruligt lutfalsval.
"Tað er okkurt galið
við valskipanini".
Hesi vóru orðini hjá táver-
andi formanni Sambands-
floksins, Lisbeth Petersen,
tá ið hon illa heitin, skuldi
svara naskum spurningum
frá fjølmiðlafólki, ið tevj-
aði blóð. Tað var lætt at
skilja, at tey vóru skelkað
rundanum sambandsborðið
í Norðurlandahúsinum val-
kvøldið. Ikki bara høvdu
veljararnir svikið sítt lyfti
um at geva flokkinum ein
munadyggan stuðul. Nú
spældi valskipanin teimum
eitt puss omaná. Tjóðveld-
isflokkurin, ið fekk 2 %
minni enn Sambandsflokk-
urin, vann kortini eitt løg-
tingsumboð meira. Tað
kendist sum vera man sum
ein blóðugur órættur. Og
ivaleyst kennist tað eisini
sum ein smeitur, at enda
við at fáa sama tingmanna-
tal sum Fólkaflokkin, hóast
hesin lá góð 3 % aftanfyri.
Ein avgjørdur formaður í
Javnaðarflokkinum
helt
fyri hetta kvøld, at her var
okkurt, ið átti at verið
eftirhugt í seyminum, tá ið
flokkur, ið endaði sum
nummar trý í atkvøðum,
kundi gerast størsti flokkur
á tingi.
Tey skeivu úrslitini
Vit hava fyrr sæð marghátt-
lig úrslit, sum mugu sigast
at vera skeiv. Tey eru ikki
skeiv
sambært
verandi
løgtingsvallóg, men tey eru
skeiv, tá ið endamálið við at
hava ta skipan, vit hava, er
at tryggja lutfalsliga um-
boðan í Løgtinginum. Tað
vil siga, at flokkarnir eiga
at fáa eina umboðan á tingi,
sum svarar til ta undirtøku,
teir hava ímillum veljarar-
nar. So nær sum gjørligt við
tí avmarkaða tingmanna-
tali, vit hava.
Við løgtingsvalið í 2002
var eisini galið. Tá fingu
Sambandsflokkurin
og
Tjóðveldisflokkurin sama
tingmannatal,
8,
hóast
2,3% á muni. Sambands-
flokkurin var størstur við
26 %, men kortini varð
hann ikki størstur á tingi.
Og munurin niður til hinar
báðar stóru, Fólkaflokkur
og Javnaðarflokkur varð
bert ein tinglimur, hóast tað
var meira enn 5 % á muni.
Av røttum skuldi hann havt
ein meira enn Tjóðveldis-
flokkin og 2 á muni niður
til hinar báðar.
Fara vit aftur til valið í
´98, so vóru tað Tjóðveldis-
flokkurin og Javnaðar-
flokkurin, ið høvdu orsøk
til at grísla tenn, men
Fólkaflokkurin kundi fegn-
ast. Tjóðveldisflokkurin og
Fólkaflokkurin fingu 8
tinglimir í part, hóast Tjóð-
veldisflokkurin var hálvt
triðja prosent størri. Tjóð-
veldisflokkurin fekk undir-
tøku frá 23,8 % av veljar-
unum, meðan Fólkaflokk-
urin fekk 21,3 %. Svárast
mundi tað kennast hjá
Javnaðarflokkinum, sum
við sínum 21,9 % fekk 2
tinglimir færri enn Fólka-
flokkin. Hóast hann hevði
meira enn hálvt prosent á
muni niður til hansara!
Valið í ´94 var sermerkt
við at Javnaðarflokkurin
gjørdist tann stóri vinnarin
við 10 løgtingsumboðum.
Skuldi hann fingið um-
boðan í mun til atkvøðu-
talið, átti hann ikki at
fingið fleiri enn 8. Tað, sum
setti skeivleikarnar upp-
aftur meira í perspektiv,
var, at hann var sera stutt
frá at fáa 3 valdømisvald í
Suðurstreymoy og harvið
11 tilsamans fyri landið
sum heild. Tey serligu við-
urskiftini, sum valdaðu í
hesum valdømi, tá ið
Helena Dam á Neystabø
stillaði upp fyri Sjálv-
stýrisflokkin, gjørdu mun-
in.
Soleiðis hevði borið til at
farið ígjøgnum valini val
fyri val aftur til 1978, tá ið
vallógin varð broytt, so vit
fingu 27 valdømisvald og
upp í 5 eykavald. Tikið
undir einum er tað skeiv-
leikarnir, sum eyðkenna.
Hvat er galið?
Tá ið vallógin varð endur-
skoðað í 1978, varð talið á
møguligum
eykavaldum
minkað úr 10 niður í 5.
Samstundis
vórðu
val-
dømisvaldu øðrvísi býtt
millum valdømini, og saml-
aða talið varð økt úr 20 upp
í 27. Talan varð um eina til-
laging til broyttu fólkasam-
ansetingina í valdømunum.
T.d. fekk Suðurstreymoy 8
við lógarbroytingini í mun
til 4, sum valdømið hevði
havt í eitt mannaminni. Í
uppskotinum, sum varð lagt
fyri løgtingið, varð skotið
upp, at Sandoyar valdømi
skuldi bert hava ein val-
dømisvaldan, men tað varð
broytt í tinginum, so saml-
aða talið gjørdist 32 í staðin
fyri 31 sum í uppskotinum.
Samanumtikið var val-
reformin eingin ábót. Gam-
aní fekst eitt rættvísari býti
millum valdømini, men at
minka talið av eykavaldum
úr 10 niður í 5, samstundis
sum hildið varð fast við
gamla uppgerðarháttin, eis-
ini nevnt d’Hondt-hátturin,
var eitt mistak. Tað hava
eftirfylgjandi valini prógv-
að til fulnar.
Aðrastaðni, har roynt
verður at hava lutfalsval til
tjóðarting,
er
Sainte-
Lague-hátturin komin í
staðin fyri d’Hondt. Mun-
urin liggur í, at við
d’Hondt-háttinum, sum vit
enn brúka, býta vit í
valdøminum atkvøðutalið
hjá einstøku flokkunum við
1,2,3,4 osfr. Sainte-Lague-
hátturin - ella staktalshátt-
urin - brúkar staktøl, 1,3,5
osfr. at býta við. Tá ið val-
dømisvaldu
tinglimirnir
skulu finnast í valdømin-
um, fær tann flokkur, ið
hevur flestar atkvøður fyrst
valda tinglimin. Síðani
verður atkvøðutalið býtt
við 2 í d’Hondt og við 3 í
Sainte-Lague-háttinum, og
hugt verður eftir, um talið
framvegis er størri enn tey
óbýttu hjá kappingarneyt-
unum. Er tað tað, fær flokk-
urin eisini næst valda, og
síðani verður atkvøðutalið
býtt við 3 í d’Hondt-skip-
anini og við 5 í Sainte-
Lague. Stórir flokkar fáa
soleiðis meira burtur úr
d’Hondt-skipanini,
sam-
stundis sum hon krevur, at
eitt størri tal av eykavaldum
tinglimum má til fyri at
javna teir mismunir, ið upp-
standa, og til tess at tryggja,
at talan er um lutfalsval í
landinum sum heild.
Okkara
valskipan
er
óheppin, tí at vit hava fram-
vegis d’Hondt-háttin at
býta valdømisvaldu við,
samstundis sum vit hava
eitt ov lítið tal av eykavald-
um til at javna teir mismun-
ir, ið verða fyri landið sum
heild.
Við feska valúrslitinum
sum dømi, so hevði tað
kravt 9 eykavald, men val-
lógin hevur ta avmarking,
at tað kunnu í mesta lagi
verða vald 5. Tískil fáa vit
ikki rætt lutfall millum
flokkarnar í tingumboðan-
ini samanborið við sjálvt
valúrslitið í prosentum.
Lutfalsval eitt eiti
Valskipan sum tann, vit
hava, er valskipan, sum
fyrst og fremst skal tryggja
lutfalsliga umboðan, so
flokkarnir, ið fáa valt upp-
stillaðar limir á ting, fáa
eina umboðan, ið svarar til
undirtøkuna millum veljar-
arnar. Føroyskt heiti er
lutfalsval. Aðrastaðni verða
heiti sum proportionalval
brúkt.
Endamálið er at tryggja
rættvísa umboðan. Men
royndirnar vísa okkum, at
tað er so ikki tað, vit fremja
við verandi valskipan.
At tað er neyðugt at gera
nakað við henda spurning,
vísir ikki bert seinasta val,
men stórt sæð øll valini
síðani 1978. Og fyri alt tað
kunnu vit enda í tí, sum er
nógv verri, vil illa til.
Fáið nú broytt lógina
Hvørja ferð hesir skeivleik-
ar koma fyri, verður havt á
lofti, at nú átti lógin at verið
broytt, men tað verður mest
til graml, tí síðani fer tað
aftur við borðinum og
onnur mál taka yvir. Til
næstu ferð val hevur verið.
Verður tosað um vallógina,
so er tað spurningurin, um
Føroyar skulu vera eitt
valdømi, sum upptekur
fólk. Tað er so annar og
nógv størri spurningur, sum
krevur eitt orðaskifti fyri
seg.
Tað, sum tað krevur av
broytingum, so tað slepst
undan teimum ringastu
skeivleikunum, er ikki tað
Úrslit frá valinum við verandi skipan og við uppskotnu skipan.
Løgtingsval 2004
D’Hondt og 5 eykavald
Løgtingsval 2004
Sainte-Laguës og 6 eykavald
%-býti
Valdømisvald
Eykavald Vald tils.
%-býti
Valdømisvald
Eykavald
Vald tils.
A. Fólkaflokkurin
20,6
5
2
7 20,6
5 2
7
B. Sambandsflokkurin
23,7
7
0
7 23,7
8 -
8
C. Javnaðarflokkurin
21,8
7
0
7 21,8
6 1
7
D. Sjálvstýrisflokkurin
4,6
0
1
1 4,6
0 2
2
E. Tjóðveldisflokkurin
21,7
8
0
8 21,7
7 -
7
H. Miðflokkurin
5,2
0
2
2 5,2
1 1
2
K. Hin Stuttligi Flokkurin
2,3
0
0
0 2,3
0 -
0
100,0
27
5
32
100,0
27
6
33
C
M
Y
K
17
16