Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 16 - 24. januar 2004 Føroya Tele er í holt við stórar útbygging- ar av sínum ADSL kapasiteti – talið av breitt uppkopplaðum føroyingum skal tíggjufaldast FJARSKIFTI Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Útbyggingin av tí føroyska fjarskiftis kervinum heldur fram út um alt landið og ein explosión í atgongdini til breiðband er nú í væntu aftaná at ADSL internet samband, orsakað av troti á kapasiteti, í eina tíð ikki hevur verið boðið fleiri kundum. Tann stóra FarIce verk- ætlanin, ein íløga upp á umleið 500 milliónir harav Føroya Tele stendur fyri einum fimtaparti, er nevni- liga komin so langt at tann kollveltandi kaðalin sam- bært vælvitandi keldur fer at verða innvígdur fyrsta dagin, tað er tann 3. febru- ar. Samstundis halda tey smærru feløgini á fjarskift- is marknaðinum, sum eisini hava gjørt íløgur í FarIce verkætlanina, fram í sínum lagi. Tann kendasti av hes- um kappingarneytum hjá Føroya Tele, nevniliga Kall, hevur sambært upplýsingar nýliga skrivað samstarvs- avtalu við Føroya Tele sum inniber at Føroya Tele skal virka sum undirveitari hjá Kalli soleiðis at Kall smid- liga og kostnaðareffektivt kann bjóða sínum kundum háferðar internet samband via ADSL. – Tað vísir seg at ferðin er ongantíð nóg høg tá tað snýr seg um Internet og há- tøknifrøðiliga menning, viðmerkir Andrass Róin, stjóri á Føroya Tele. – Nú kapasiteturin fer at økjast munandi fara vit eisini at kunna bjóða ADSL við einari ferð upp á 512kb ella 1024kb per sekund hel- dur enn hægst 256kb sum tað hevur verið. Higartil hevur Føroya Tele sambært upplýsingar selt umleið 400 ADSL abonnement. Skal Føroya Tele fáa innaftur sínar íløg- ur í FarIce má hetta talið margfaldast, og tað er júst tað sum er ætlanin sambært Andrass Róin. – Nú tá ið FarIce kaðalin er komin í brúk fara vit at bjóða ADSL í einum nýggj- um umfari við ávísum broytingum í mun til tað upplegg vit hava havt. Fólk koma at fáa meira fyri pengarnar og fleiri støð í landinum sum fyrr ikki hava kunnað fingið tænast- una fara at kunna fáa hana. – Vit hava nevniliga havt útbyggingar í gongd meðan vit hava bíðað eftir at kað- alin skuldi gerast klárur og nógvar av hesum útbygg- ingum eru um at verða lidn- ar nú. Vit rokna ikki við at tað verður nakar trupulleiki at selja 2-3000 ADSL abonnement, kanska enn meira. Tøkniliga er ADSL møguleikin avmarkaður til at maximum 3-5 kilometrar frá fjarskiftisstøð. Hetta er eisini orsøkin til at fleiri størri bygdir ikki hava kunnað fingið hetta slagið av internet sambandi. Breiðband allastaðni? Ein eyðsýndur trupulleiki er vantandi lønsemi: meðan televeitarar í okkara grannalondum hava markn- aðarligt grundarlag upp á milliónir av brúkarum, mugu føroyskir veitarar, fyri at kunna bjóða mót- svarandi møguleikar, gera sera stórar íløgur við støði í einum einum heimamarkn- að sum er ógvuliga av- markaður. Men kanska er vón kortini hjá øllum. Hvat við- víkur tí økismenningarliga táttinum sum heild, sigur Føroya Tele seg nevniliga rokna við at alt landið tá av tornar kemur at fáa atgongd til fast háferðar internet samband, um ikki við hjálp av ADSL so við hjálp av aðrari tøknifrøði. – Tað sigur seg sjálvt at jú meira Føroya Tele av myndugleikunum verður avmarkað í kappingarføri mótvegis kappingarneytun- um, jú minni fáa vit ráð til at gera við veitingarskyld- una. Tað er alla tíðina ein spurningur um at finna rætta javnvág millum ta almennu veitingarskylduna og tey búskaparligu áhuga- málini hjá felagnum. – Veitingarskyldan um- fatar vissuliga ikki ADSL til hvønn krók í landinum, heldur ikki GSM. Men tá hetta er sagt so stendur veruleikin eftir, og hann er at vit hava veitt bæði há- ferðar internet og fartelefon samband til nógv smápláss; hetta er ikki nakað vit tjena pening uppá men tað gevur goodwill og kann hava stór- an týdning. – Eg kann siga so mikið sum at Suðuroyggin og Sandoyggin fáa betri sam- band í næstum orsakað av útbyggingum sum eru og verða gjørdar. Síðani er tí- betur ein sterkur politiskur vilji í Føroyum fyri økis- menning, ikki minst hvat viðvíkur fjarskifti, og eg rokni við at fyrr ella seinni hevur alt landið bæði far- telefon og fast internet samband. Føroya Landsstýri hevur tey seinnu árini staðið fyri nøkrum verkætlanum ið skulu veita nøkrum av teimum heilt smáu plássun- um, nevniliga Svínoy, fast og skjótt internet samband. Sum skilst eru í løtuni fleiri onnur pláss ávegis at fáa somu tænastu í næstum, teirra millum Mykines, Hestur og Koltur. Nú kemur tað breiða bandið av álvara Skitsuprojekt kombinerar útbygging av verandi skúla við dagstovn og samkomuhøli Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Í Oyndarfirði umhugsar kommunustýrið í løtuni eitt skitsuprojekt ið fevnir um dagsstovn og samkomuhøli sum liður í útbygging av Oyndarfjarðar Skúla. Mál- ið var fyri á fundi í komm- unustýrinum hósdagin, upplýsir Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfirði. – Arkitekturin Eyðun Petersen legði eina tekning fram sum hugtók rættiliga nógv, greiðir Árni Joensen frá. – Semja er um at ein kostnaðarmeting nú skal gerast og síðani ein tíðar- ætlan. Vit hava hava ætlað at gjørt umvælingar á skúl- anum og í hesum sambandi eru fleiri hugskot komin fram. – Tankin um at byggja ein dagstovn hevur leingi spøkt og ein ítøkilig ætlan var einaferð uppi og vendi men onkursvegna helt hon ikki allan vegin. Nú var meiningin at byggja skúlan út við einari samkomuhøll til eini 100-150 fólk og eftirsum tað ikki kemst utt- an um at loysa spurningin um dagstovn… So kom hugskotið at gera ein til- bygning í forleingilsi av skúlanum fyri at geva rúmd fyri einum dagstovni. Fleiri fyrimunir síggjast í tí nýggja huskotinum, mill- um annað kostnaðarspar- ingar í og við at skúlin og dagstovnurin kunnu gagn- nýta felags facilitetir so sum toilett og samkomu- høli. Síðst nevndu skulu ikki minst kunna brúkast av feløgum og øðrum ið vilja skipa fyri tiltøkum og sam- komum av ymiskum slag, nakað sum oyndfirðingar leingi hava saknað. Sam- stundis slepst undan at lata skúla og dagstovn órógvast sínámillum av tí at yvir- lappið verður avmarkað. – Ídag er dagstovnur ein treyt fyri at kunna fáa fólk at støðast í kommununi, staðfestir Árni Joensen. – Tey flestu vilja hava møguleikan at arbeiða úti og teir sosialu fyrimunirnir í hesum høpi eru eyðsædd- ir. Í Oyndarfirði búgva 186 fólk. Frá og við 1. januar 2005 verður kommunan løgd saman við Runavík, ein avgerð sum bygdarráð- ið staðfesti í november aftan á fólkaatkvøðu um spurningin. Oyndfirðingar byggja dagstovn Skal Føroya Tele fáa innaftur sínar íløgur í FarIce má hetta talið margfaldast, og tað er júst tað sum er ætlanin sambært Andrass Róin. – Ídag er dagstovnur ein treyt fyri at kunna fáa fólk at støðast í kommununi, staðfestir Árni Joensen. Nr. 16 • leygardagur • 24. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Lívið verður ikki endursent Samrøða við læknan Peter Qvortrup Geisling Lesið síðu 4-5 Hetta eru ikki mótagentur ella sprund sum skulu luttaka í vakurleikakapping. Hetta er ein deyð mynd av gentum fullar av lívi. Seks tannáringar úr í Klaksvík sum dansa í frítíðini. Ja, tær eru ringar at koma uttanum. Hesar ungu genturnar, sum eru at síggja allastaðni. Og kanska er orðið kveiki- genta kortini ikki so galið. Í út- landinum siga tey cheerleaders og summi í Føroyum kalla tær fyri heppigentir. Hesi 17 ára gomlu spundini hava longu í eitt ár dansað og heppað í samband við hondbólt- og fótbóltsdystir. Tær eru fastir fúsur hjá KÍ, men vóru eisini at síggja til landsdystin í hondbólti millum Føroyar og Norra seinasta vikuskiftið. Til Danmarkar – Nú verða tað helst uppaftur fleiri avbjóðingar, siga tær tríggjar Janett, Kitty og Linda við Sosialin. Tær sita inni hjá Janett Niclasdóttir og práta um framtíðina og hvussu tær nú skulu bera seg at, nú teimum stendur í boði at taka lut í stórari dansikapping í Danmark, har sonevndir cheerdansarar fara at kappast um hvørjar eru tær bestu í Danmark. – Vit hava upplivað og sæð genturnar hjá FCK upptraðka og dansa, og tað hevur so ikki forskrekt okkum burtur, flenna tær tríggjar, sum allar hava verið við frá byrjan av. Ringar umstøður Tær siga annars samdar um, at hugurin at dansa er betri enn umstøðurnar. Síðani tær byrjaðu fyri einum ári síðani hevur tað verið so sum so við venjingar- hølum. – Trupulleikin er at tað finnast ongi dansihølir av slíkum slag í Klaksvík. Tað allarbesta er at hava hølir, har tað er rímiliga gott anlegg, speglveggir og umklæðingarrúm. Kortini hava vit fingið dansirnar at rigga. Vit eru slopnar at venja í eitt nú Húsarhaldsskúlanum og í Lognbrá, og hetta hevur ikki verið so galið. Men hvar vit sleppa at dansa í framtíðini er eitt sindur óvist. Fjepparar Dansigenturnar úr Klaksvík hava annars ætlanir at halda saman í minstalagi eitt ár afturat. – Vit tíma væl og tað er stutt- ligt at upptraðka. Men í longdini er tað strævið at dansa ókeypis og nú hava vit fingið ein av pápunum av umboða okkum, soleiðis at vit fáa sindur burturúr ómakinum. Tær tríggjar kunnu eisini verða stoltar av sínum avrikum og tískil er tað ikki so løgið, at tær spakuliga eru farnar at hugsa um, hvussu nógv teirra dansur og undirhald skal kosta. Tí hóast tað enn bert er talan um smá- dreingir, so hava tær fingið sínar fyrstu fjepparar. Og tað er boð eftir teimum. – Jú, fólk og feløg taka væl ímóti okkum. Men summir áskoðarar skulu venjast til at tað er tónleikur og dansur í steðg- inum. Hóast vit í løtuni eru eru tær einastu í Føroyum, so er tað hugsandi at undirhald og dansi- gentir í samband við ítrótt verða meira vanlig í framtíðini, vænta tær tríggjar Janett, Kitty og Linda. Kveikigentur úr Klaksvík Sunrid Mørkøre, Malan Hansen, Hanna Øregaard, Janett Niclasdóttir, Kitty Hansen og fremst Linda Henriksen. C M Y K 19 18