Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eisini vit føroyingar duga raðið orð og løg hjá danska sjeytiára- bólkinum Gasolin’ og samstundis og seinni hevur fremsti maður í bólkinum, Kim Larsen, fylgt okkum og vit honum. Nú eru fleiri enn 30 ár síðani, at fýra ungir menn lastaðu ein dráttarvogn við ljóðførum og dreymum og við handmegi fóru yvir Knippelsbrúnna ávegis til fyrstu spælingina. Seinni fylgdi ein stór fjeppara- fjøld teimum og teir náddu hæddir, so at ongin áður hevði sæð nakað, ið minti um tað sama. Gasolin’ var bert til í átta ár, frá 1970 til 78 hildu teir saman, Kim Larsen, Franz Beckerlee, Søren Berlev og Wili Jønsson. Men í grundini vóru teir fimm, tí yrkjarin Mogens Mogensen var við til at skapa klassikarar sum Kvinde min, Masser af succes, Hva’ gør vi nu, lille du og mangar aðrar. Heitið sum fimti limurin er nýtt um fleiri, sum vóru um kenda danska rockbólkin, t.d. Rocco, ið fekst við ljóð og útgerð, men lat tað fara. Tað var í umhvørvinum við Christianshavn, at liminir í bólk- inum funnu saman og eisini hittu Mogensen. Tað var so, at Sofiegården vóru hús, sum nærum stóðu at detta, men her funnu fólk saman og settu búgv - ungfólk og bohemar í seksti- árunum. Svend Mogens Mogensen, sum hann kallaðist, var farin um tey 40 árini, tá hann hitti limir- nar í Gasolin’og var sostatt eini 15 ár eldri enn teir. Ein lítil maður við livandi, spælandi eygum. Við flippskeggi, hálv- langum hári og hálsklúti minti hann um ein intellektuellsn ella einum listamanni. Hann búði á Sofiegården og virkaði har av og á sum eitt slag av húsavørði, tókst við ymiskt fyrifallandi. Tónleikararnir kendu hann frá lokala vertshúsinum, oftast í bláum arbeiðsklæðum. Í byrjanini var tað heldur varisliga, ið Gas-limirnir umgingu Mogensen, men so við og við komu teir meira í samlag, dugdu at fanga skaldsligu gullkornini, hóast hann kundu vera heldur buldrutur til tíðir. Mogensen og Gasolin’, serliga Larsen, fingu eitt samstarv, ið fekk stóran týdning fyri danskan rocktónleik. – Tað var Wili, som fekk Mogensen inn í samstarvið og bólkin. Í byrjanini sá eg hann sum ein eitt sindur "vanda- miklan" fýr, hann hevði jú sína gongd á Café Nick og Laurits Betjent, alt slíkt, ið eg tá enn hevði til góða, sigur Kim Larsen. Tíðin Og teir fýra limirnir í Gasolin eru framvegis á lívi og virknir og minnast fegnir aftur á tíðina við Gasolinð og Mogensen, sum doyði í 1991. – Tað var, tá vit spældu inn fyrstu LP-plátuna, at eg hevði sum uppskot, at vit hugdu uppá tað, ið Mogens skrivaði, sigur Wili. Og tað er søgan um, hvussu teir fýra tóku Mogensen við á vertshúsið Sofiekælderen, og síðani fingu hann við í upptøku- hølini, har hann siterar yrkingina Tremastet Beton. Hetta var fyrstu og einastu ferð, at røddin á Mogensen kom á plátu hjá Gasolin’. Og Kim Larsen gjørdist greið- ur yvir, at her var eitt veruligt skald, tað hoyrdist, samanborið við allar hinar tekstirnar á plát- uni Gas 1. Ofta fór bólkurin, og fleiri, í summarhús t.d., har nýggj løg og orð skuldu skrivast. Ofta gekk móti morgni, áðrenn menn hildu steðg. Beckerlee minnist, at ein 2 Sosialurin Nr. 16 - 24. januar 2004 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801, teldupostur: post@sosialurin.fo Fimti limurin í Gasolin’ Heitið er nýtt um fleiri av teimum, ið vóru kring danska bólkin Gasolin’ í sjeytiárunum, men ein, sum av sonnum hevði virknan leiklut og var ein grundarsteinur í framleiðsluni av spælda tilfarinum, var skaldið Mogens Mogensen. Eitt skald á gøtuni, sum gas-limirnir hittu av tilvild í umhvørvinum, teir hildu til í, men brátt rann saman teirra millum og samstarvið og skaldskapurin blómaði. Og hóast Mogensen ikki er á lívi longur, so hevur hann framvegis alstóran leiklut, tá Kim Larsen í dag setist at yrkja kapping var, at hann, ið segði fyrstu nýtiligu regluna, fekk ein Underberg, ið varð settur á borðið. Og allir minnast teir ymiskt frá hesum sangskrivara- løtum, har køliskápið innihelt kaldar bjór og fólk ikki hildu seg aftur við meiningum og meting- um. Oftast endaði tað tó við, at Kim Larsen og Mogensen sótu eftir við borðið. Larsen í læru – Vit hittust og drukku kanska eina øl ella tvær, minnist Kim. Og Kim skrivaði tað, ið hann helt kundi nýtast av øllum tí, ið kom úr skaldakelduni Mogensen. Og so gekk tað annars ping pong, báðir dugdu at spæla við orðum, og serliga Mogensen. Kim sigur um samstarvið, at Mogensen hevði múrsteinarnar og Kim kittaði saman. Men seinni, tá Kim Larsen hevði lært nógv av Mogensen, dugdi Kim sjálvur, men í byrjanini var Mogensen skaldsligi motorurin í samstarvinum. – Mogensen dugdi við orðum, hevði sín stíl, ið næstan var norrønur, hann hevði sín alheim og var ikki har, ið vit vóru, sigur Beckerlee. – Báðir vóru vit romantikarar, sigur Kim Larsen, men so verður lagt afturat, at báðir dugdu at minna hvønn annan á, at ein tekstur eisini kundi fáa ov høgt flog. Kim Larsen minnist sangin Kloden drejer stille rundt. Larsen byrjaði tekstin og seinni kom Mogensen við flottu vendingini at "på kommoden ligger Soya og Karen Blixen". – Soleiðis er verulig list, ein fær sagt hesa kenslubornu mynd, uttan at nakar nýtist at taka hetta illa upp, tí orðini eru ov vágilig, sigur Larsen. – Slíkt var hann góður til, sigur Kim Larsen. Við enn Seinni metti Larsen, at hann dugdi sjálvur og hann skrivaði Midt om natten og Forklædt om voksen næstan einsamallur, Mogensen var bert við á onkrum hendinga teksti. Onkutíð hendi tað, at Mogensen kom og bjargaði, um ein tekstur mangl- aði til eitt lag, men sama sam- starvið bleiv ongantíð, aftan á tíðina í Gasolin’. Mogensen flutti seinni til Helsingør, har hann m.a. fiskaði – fjarskotin frá steinsettu gøtun- um á Christianshavn. Hann fekk lungnakrabba og doyði sum 61 ára gamal í apríl í 1991. Larsen vitjaði Mogensen á sjúkrahúsinum, tá Mogensen hevði fingið kemoviðgerð og hevði mist hárið og lá í koma. Larsen kysti hann á kinn og segði farvæl. Og síðani sá Kim Larsen ikki Mogens Mogensen aftur. – Men tá eg siti og skrivi tekstir nú, so situr hann hinu- megin borðið. Og skrivi eg okkurt, ið hann ikki heldur stendur mát, so ristur hann við høvdinum. Og er okkurt, sum eg veit er gott, so sigur hann heldur tvørur; Okey. Kanska tí hann ikki sjálvur fann upp á tað. Men er okkurt minni gott, so kemur peikifingurin, so á tann hátt er hann við enn, sigur Kim Larsen. Keldur: Gasolin, Masser af succes, bók eftir Peter Bundgaard, Borgen 1993 Larsen, bók eftir Peter Bundgaard, Lindhardt og Ringhof 2002 Blaðgrein, Samvirke, des. 2003 Sosialurin Nr. 16 - 24. januar 2004 3 Svend Mogens Mogensen kallaðist hann, tá rætt skal vera rætt. Hann andaðist í 1991, men Kim Larsen sigur, at enn situr hann hinumegin borðið, tá eg skrivi. So stóra ávirkan fekk Mogens Mogensen á skaldaleiðina hjá Kim Larsen Mogens Mogensen, skaldið, ið fekk stóra ávirkan á danskan rocktónleik, tí hann var við í Gasolin í framleiðsluni av tekstum til góðan rock, sungnan á donskum. Hann dugdi at spæla sær við orð Tað var í Sofiegården, at Gasolin’ hittu Mogensen - allir hildu teir til í hesum gomlu og illa farnu húsunum. Seinni helt Kim Larsen til í Stærekassen, sum løgreglan seinni tømdi. Øll fóru friðarliga úr "hersettu" húsunum, uttan ein - Kim Larsen. Filmurin Midt om Natten tekur í stóran mun støði í hesum hendingum Se din by fra tårnets top, sungu Gosolin’. Saman við Mogens Mogensen fingu teir alstóran týdning fyri danska yrking innan rocktónleik, sum ein, ella fleiri, ættarlið hava tikið til sín C M Y K 21 20