leygardagur 24. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 16 - 24. januar 2004
5
4
Sosialurin Nr. 16 - 24. januar 2004
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Læknin fer at hava orðið í Før-
oyum seinast í hesum mánaðin-
um. Helst ein tann best umtókti
læknin í Danmark í fleiri ár.
Peter Qvortrup Geisling kemur
til Føroyar at halda fyrilestrar
síðst í komandi viku. Tað er
felagsskapurin IRIS í Klaksvík,
sum skipar fyri vitjanini hjá
læknanum.
Hann og ein vinmaður hjá
honum, sum eitur Ole koma
hendanvegin.
Peter greiðir frá, at teimum
báðum dámar avbera væl
náttúruna, fiska og fuglalív. Og
tá hesin Ole frætti, at Peter
skuldi til Føroyar, gjørdi hann av
at koma við.
– Tá tú fert til Føroyar, so skal
eg eisini, segði hann við meg,
sigur Peter Geisling.
Hann gleðir seg til at koma
hendanvegin og sigur, at hann
fær regluliga heilsan úr Føroyum
frá Postverkinum. Læknin samlar
nevniliga upp á frímerki, og
hevur hann øll frímerkini úr
Føroyum seinastu mongu árini.
– Eg vænti eisini, at tá eg fyrst
havi vitjað oyggjar tykkara og
fingið ein lítlan smakk av
náttúruni, so er tað víst, at eg
komi aftur í feriu, sigur læknin,
sum hevur fangað ein stóran
hyggjaraskara til sína sending.
Stressaður
Læknin sigur, at hetta er eitt
starv sum øll onnur. Hóast hann
er vorðin kendur um alt Dan-
mark og aðrastaðni við, so letur
hann seg ikki órógva av tí. Hann
tekur sær slettis ikki av tí.
– Eg trúgvi ikki, at nakar, sum
kennir meg, heldur, at hetta
hevur broytt meg nakað nevni-
vert, sigur hann avgjørdur á
málinum.
Hann sigur, at líkamikið hvat
fyri starv ein hevur, so má enda-
málið vera, at ein vil gerast betur
og betur til tað.
– Hetta starvið hevur sína
góðu síður og sínar ringu. Men
eg haldi sjálvur, at eg arbeiði alt
ov nógv, sigur læknin, sum
harvið viðgongur, at hann, sum
heldur fyrilestrar um stress,
eisini er stressaður til tíðir.
Lækni og journalistur
Peter Qvortrup Geisling varð
útlærdur sum journalistur á
Danmarks Journalisthøjskole í
Århus í 1990. Tvey ár seinni tók
hann læknaprógv við universi-
tetið í Århus. Sostatt las hann til
tvær sera krevjandi útbúgvingar
samstundis. Men tað heldur hann
ikki var so strævið.
– Eg hevði ongi børn ella
nakað, sum bant meg, so eg
hevði tíðina til at lesa, sigur
hann.
Tað, at læknin eisini er
journalistur, fær allarhelst prikk-
arnar hjá nógvum at fara upp á
pláss. Tí tað er ongin ivi um, at
hann klárar seg avbera væl
framman fyri upptøkutólinum,
og evnini til at siga frá eini søgu,
eru ikki at taka feil av.
Sjálvur sigur hann, at tað hevði
snøgt sagt verið ógjørligt hjá
honum at havt hesa sending, um
hann ikki eisini hevði journalist-
iska útbúgving.
– Tá tú gert sjónvarp, ræður
tað um at duga at siga eina søgu.
Tað skal vera undirhald, annars
flyta tey rás, leggur hann dent á.
Hann fekk eina áheitan frá
Danmarks Radio í 1996 um, at
rásin hevði ætlanir um at gera
eitt, sum danir kalla "læge-
magasin". Hann sá hetta sum
ein frálíkan møguleika til at nýta
báðar sínar útbúgvingar í einum
og játtaði at vera vertur. Og
30.01.1997 sá Læknin hevur
orðið dagsins ljós fyri fyrstu
ferð. Sendingin hevur itið
soleiðis allatíðina. Men systur
Peter hevði eitt uppskot um, at
sendingin átti at itið Termometer
Peter, greiðir fryntiligi læknin
skemtandi frá.
Endamálið
Peter sigur, at líka sum at vit dag
og dagliga kunnu fylgja við í
tíðindum og fáa tað feskasta at
vita innan tíðindaheimin, og hvat
hendir í okkara heimi, so eiga vit
eisini at kunna fylgja við í, hvat
hendir innan heilsuverkið.
Og tað millum annað er enda-
málið við sendingini.
– Hetta er ein sending um lívið
og spurningar, sum so avgjørt
hava alt við lívið at gera, so tað
má og skal vera ein møguleiki
hjá øllum at velja, um tey vilja
hyggja at eini tílíkari sending.
Lívið verður jú ikki endursent,
sært tú. Ella tað trúgvi eg ikki
uppá, at tað verður, sigur prát-
ingarsami læknin og hugleiðir
eitt sindur um reinkarnatión.
Hann vísir á, hvussu týdning-
armikil partur heilsuverkið er. Í
Danmark var heilsusektorurin
nummar trý á raðfestingarlistan-
um við seinasta val, so hann er
ikki í iva um, at danir eru sera
áhugaðir í heilsuverkinum.
Sjúklingurin er
serfrøðingurin
Læknin hevur orðið er ein send-
ing, sum hevur umleið 650.-
700.000 hyggjarar í Danmark, og
umleið 300 sendingar eru
gjørdar hesar sjey sesongirnar.
Peter sigur, at hyggjaratalið
hevur allatíðina verið hampuligt,
og nú er tað so vorðið heilt gott.
Tey hava roynt at ment
sendingina allatíðina, soleiðis at
tølini ikki lækka, og hevur tað
eydnast teimum til fulnar. Eitt nú
vísir hann á, at í fyrstuni, um
hann skuldi tosa um eina hjarta-
skurviðgerð, so vísti hann í
sendingini eitt modell av einum
hjarta, har hann greiddi frá,
hvussu ein tílík hjartaviðgerð
gongur fyri seg. Tað ger hann
ikki longur. Í dag leggur hann
seg meira eftir at hava
menniskjasøgurnar við. Tað vil
siga, at hann fær fatur á
sjúklinginum, sum so sjálvur
greiðir frá síni søgu.
– Kenslurnar hjá einum menn-
iskja eru minst líka týdningar-
miklar sum at vita, hvussu
viðgerðin fer fram. Og vit skulu
minnast til, at sjúklingurin er
serfrøðingurin, og tað eiga vit
sum læknar og onnur at hava
virðing fyri. Ongin annar veit
júst, hvussu hesin hevur tað, og
tí kann hann best siga frá síni
søgu.
Peter heldur ikki, at fyri tað
um hann stendur á einum
sjónvarpsskýggja, at hansara orð
viga meira enn orð hjá øðrum
læknum. Men um hann sigur eitt
hvørt skeivt, so fær hann at vita
tað beinanvegin, greiðir hann
flennandi frá.
Serligar løtur
Peter hevur havt óteljandi ser-
ligar løtur hesi árini. Serliga við
blómutyssinum, sum hann letur
einaferð um mánaðin. Hann
greiðir frá einari søgu í hesum
sambandinum.
Tað var ein dagrøktari, sum
skuldi fáa blómutyssið hesuferð.
Ein dagrøktarmamma, sum setti
sítt arbeiði uppá spæl fyri eitt av
sínum dagrøktarbørnum.
Tað var ein lítil drongur, sum
hevði eina krabbameinssjúku í
eyganum. Hann skuldi undir
skurð, og hetta fór helst at hava
við sær, at drongurin misti
sjónina.
Mynduleikarnir gjørdu tí av, at
eitt annað barn skuldi koma í
dagrøkt hjá henni í hansara
pláss. Men tað vildi dagrøktarin
ikki, og hon hótti tí við at siga
starvið frá sær, um ikki drong-
urin kundi koma aftur til hennara
í dagrøkt, tá hann var vorðin
frískur aftur.
Og fyri hetta var tað onkur,
sum sendi eitt uppskot til
Læknin hevur orðið um, at hon
átti at fáa blómutyssið.
– Vit hildu, at tað var so mikið
flott av hesi dagrøktarmammuni,
at vit vóru ikki í iva um, at hon
skuldi fáa blómutyssið, sigur
Peter.
Hann heldur fram, at hann
kundi skjótt skrivað eina heila
bók um allar tær serligu løturnar,
sum hann hevur verið úti fyri í
sambandi við sendingina.
Brøv úr Føroyum
Síðani Læknin hevur orðið kom í
sjónvarpið í Føroyum, hevur
danski læknin fingið nógv brøv
úr Føroyum.
– Eg fái í meðal eitt bræv um
vikuna úr Føroyum, sigur hann.
Hann greiðir frá, at einaferð
fekk hann nøkur frímerki send-
andi frá Postverkinum, og tá var
ein heilsa frá starvsfólkinum,
sum hevði pakkað frímerkini til
hansara. Tað heldur hann vera
óføra stuttligt, og at hesu bæði
dømini eru eitt tekin um, at fólk
síggja hansara sending.
Peter Qvortrup Geisling kemur
til Føroyar hósdagin og fer av
aftur landinum mánadagin í
næstu viku.
Hann sigur, at endamálið við
hansara túri fyrst og fremst er, at
tað skal verða stuttligt. Hann fer
at siga frá, hvussu sendingin
verður gjørd, frá stuttligum
søgum, sum hann hevur verið úti
fyri í sínum arbeiði. Og so sigur
hann, at fólk kunnu bara spyrja
so nógv, sum tey hava hug til.
– Og sjálvandi vilja føroying-
arnir hava álvara, so fáa teir tað.
Tað ræður bara um at spyrja, um
nakar hevur nakað uppá hjartað.
Eg fari ikki avstað aftur, fyrr enn
eg havi svarað seinasta spurning-
inum, sigur Peter Qvortrup
Geisling at enda.
Øll kenna vit hann sum tann fryntiliga læknan
í sjónvarpssendingini hjá DR, Læknin hevur
orðið. Í samrøðu við Sosialin greiðir Peter
Qvortrup Geisling frá, hvussu sendingin
byrjaði, hvat endamálið er við henni og um
hvat hann væntar, nú hann kemur til Føroyar
á fyrsta sinni
Lívið verður ikki endursent
Endamálið við at hava eina
sending, sum Læknin hevur
orðið, er, at fólk eiga og
skula hava møguleika til at
fylgja við, hvat hendir innan
heilsuverkið, sigur Peter
Qvortrup Geisling alias
Læknin hevur orðið, sum
kemur til Føroyar hósdagin
C
M
Y
K
23
22