Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 16 - 24. januar 2004 7 6 Sosialurin Nr. 16 - 24. januar 2004 Her hava vit nakrar myndir av økinum "inni á Mørk" og á Heyganesi í Vestmanna, ið eru tiknar í ymiskum tíðarskeiðum. Hetta økið er nógv broytt og hevur gjøgnum árini hevur verið merkt av skiftandi virksemi. Øll samferðsla til og frá Føroyum við flogfari gekk um ferjuleguna á kaiøkinum í Vestmanna. Seinni bleiv ferjulegan flutt inn á Fjørð og síðan Vágatunnilin kom, eru tað bert fólk, sum skulu til og frá Vestmanna, sum ferðast hendan vegin. Tíðarmyndir úr Vestmanna Hotel, snikkaravirki, handlar, skipasmiðja, og í nógv ár gekk øll samferðsla til og frá Vágum um hetta øki. Ein orsøk til størstu broytingarnar í hesum økinum er nakrir stórir eldibrandar, sum herjaðu síðst í 60-unum og fyrst í 70-unum. Lagt til rættis: Magnus Gunnarsson. Útvegað myndir og upplýsingar hevur Birgir Waag Høgnesen í Vestmanna. Elsta myndin er frá 1959, helst tikin í sambandi við eina kongavitjan, vegurin oman á kaiøki er flaggskríddur Myndin er frá umleið 1968-69. Báturin sum stendur í gerð er Stapin, sum fór av bakkastokki í 1969, og rannsóknarskipið Jens Chr. Svabo er á sleipistøð. Eisini síggjast handilin hjá Otto Jacobsen, Klædnabúðin, Hotel Centrum, snikkaravirkið, Centrum Cafeteria og Missiónshúsið.Til høgru í myndini er ein 15 tons bátur, hvussu hann eitur, vita vit ikki, men Agnar Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður fekk ella keypti hann úr Vágum við tí í hyggja at klæða hann við glasfipur Hotel Centrum brennur. Tíðliga um morgunin tann 29. mars 1971 kom eldur í snikkaravirkið hjá Hans Nicolaisen í Vestmanna. Sløkkiliðið úr Havn varð boðsent, men tá tað kom til á staðið, var húsið brent í grund. Grannahúsini, Hotel Centrum, vóru eisini í vanda og eldurin festi í. Har bleiv ikki so stórur eldskaði, men vatnskaðin var stórur. Umleið kl. 22 sama kvøldið var aftur eldur í Hotel Centrum (myndin). Húsini, sum eisini vóru innrættað við cafeteria, bakaríi og møblasølu, brendu í grund. Tvey ár framman undan, 20. mai 1969, brendi Cafetera. Tað sum fyrr var barnaheim. Mynd. Myndaárbókin, árið ið fór 1971 Soleiðis sær út inni á Mørk á Heyganesi í dag. Av bygningunum oman fyri vegin er bert Missiónshúsið eftir Mynd: Jens Kristian vang Lýsing frá Hotel Centrum og Centrum Cafeteria. Inni á Centrum Cafeteria var sera hugnaligt við t.d. hesi stóru myndini av Vestmannabjørgunum. Tá Oyggjarvegurin bleiv bundin saman við Hórisgøtu á sumri 1966, vóru tað nógv sum fóru sunnudagsbiltúrar til Vestmanna og vitjaðu Centrum Cafeteria Kelda: Telefonbókin 1969 Ruinirnar eftir Hotel Centrum, snikkaravirkið hjá Hans Nicolaisen, og Centrum Cafeteria Mynd. Myndaárbókin, árið ið fór 1971 C M Y K 25 24