Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 24. januar 2004 27 8 Frankie Jensen, tónleikari Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ja, vit hava altíð havt guitar heima. Spælir tú nakað ljóðføri? – Ja, spæli undarligt nokk guitar. Syngur tú undir brúsuni? – Ja, eisini har. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Haldi eg kann kalla meg tónleikara, men ja, havi droymt um at tað bleiv til meir, enn tað er blivið til - ikki tí - havi ikki lagt frá mær enn. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Ótrúliga nógv, tónleikur kann gera gerandisdagin nógv lættari, gera biltúrin, arbeidsdagin og brúsibaði nógv stuttligari. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Umleið 300 fløgur. Hvat er tín yndisfløga? – Uuuu, tað er trupult... men tær, eg havi lurta mest eftir, eru helst »SkoTorp: Familiar roads« og »Eagles: Hell Freezes Over«. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Onkra hjá Britney Spears. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Kylie Minogue: I just can´t get you out of my mind (na na na). Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Mozart Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Honesty hjá Billy Joel. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Pop, Brian Adams, Elton John, Eagles, SkoTorp, Tónar :-) Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Mammu :-) Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Tónleikur, har tekstirnir eru uttan innihald, sum hjá Kylie Minogue. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Footloose. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Twist and shout hjá The Beatles. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Í Gjár, sum er á fløguni hjá Tónum. Eg gjørdi hann til bróður, Herálv Jensen, sála. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – I did it my way. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Paul McCartney í Parkini. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Paul McCartney, Elton John og Brian Adams. Sosialurin Nr. 16 - 24. januar 2004 Mær leingist heim. Tað skal eg ikki royna at goyma fyri nøkrum. Eg havi verið í USA í eina viku nú eftir jólaferiuna heima í Føroyum, men longu nú vil eg sleppa heim aftur. Men tað kann eg ikki, tí ávísar próvtøkur skulu takast, og lesnaður skal fáast frá hondini, áðrenn eg kann koma heim í summar. Fyri at minka um longsulin skrivi eg teldubrøv til míni kæru har heima. Tað er helst tann besti mátin hjá mær at lata sum um, at eg eri ikki so øgiliga langt vekk frá teimum har heima. Men eg eri sjálv- andi langt vekk frá øllum, og tað tekur mær meir enn ein heilan dag at ferðast úr Boston til Eiðis. Hinvegin tekur tað lítla og onga tíð at senda ein teldupost, og tað er júst tað, sum ger allan munin í mínum dagliga degi á Harvard. Teldubrøvini, sum eg fái úr Føroyum, eru ógvuliga ymisk. Somuleiðis við teimum brøv- unum, sum eg sjálvur sendi til Føroyar. Summi brøv eru stuttlig, onnur eru álvarslig; summi eru óformel, onnur sera høvisk. Tað veldst alt um, hvør skrivar til hvønn. Í dag fekk eg til dømis eitt teldubræv, sum bert hevði átta reglur, men níggju smílandi andlit :-) Hvat sigur tað um avsendaran? At viðkomandi er í góðum lag, ella at viðkom- andi persónur er góður við meg? Tað kann merkja nógv ymisk ting, men í hesum førinum var tað ein persónur, sum ongantíð hevði skrivað til mín fyrr og tískil kanska helt, at tað var upp á sítt pláss at vísa seg frá síni bestu síðu. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at eg var so hjartans fegin at síggja henda smílandi teldu- postin. Eg kundi ikki gera annað enn at smíla aftur. Og føla meg nærri at heiminum. Tað eru onnur tekin enn "smiley faces," sum kunnu gera munin í mínum dagliga teldupostlívi. Til dømis ber til, í ein ávísan mun, at lesa per- sónligheitina hjá avsendaran- um við at hyggja eftir hansara ella hennara stíli. Summi fólk skriva til dømis bert við lítlum bókstavum, tá tey skriva teldu- post. Tað tulki eg soleiðis, at avsendarin og eg kennast væl, og at vit ikki nýtast at fylgja strangum mállærureglum, tí vit hava eitt meira inniligt samband enn so. Summi fólk skriva meira enn onnur. Teldupostarnir eru langir, og fólk hava nógv upp á hjartað. Men nú ein dagin skrivaði eitt vinfólk til mín, har evnislinja var "Kvirra." Eg opnaði teldupostin, og hann var tómur. Onki lesa, bara hvítt. Tað var ikki so nógv at siga tann dagin, men viðkom- andi fekk boðskapin ígjøgnum alíkavæl. Vit kennast so mikið væl, at viðkomandi visti, at yvirritaði fór at skilja boðskapin. Nú eg sjálvur siti og skrivi bræv til tykkum lesarar av Sosialinum, so er ilt at vita, hvussu eg skal bera meg at. Skuldi eg kanska verið meira høviskur? Tað eru jú nógv av tykkum, sum eg slett ikki kenni, men sum eg kanska vildi kent. Ongantíð fyrr havi eg skrivað eitt bræv til so nógv fólk í senn. Tað er ikki so lætt at skriva til tykkum. Eg hevði faktisk ynskt, at eg ikki skuldi skrivað hetta brævið. Betur hevði verið, um eg bara varð brævið. So hevði verið skjótt at komið heim til tykkum. Við nógvum smílandi andlitum í brævinum, sjálvandi. Hvussu hevði títt bræv sæð út? :-) Mær leingist heim TELDUBRÆVIÐ Frá: Hans Kárason Mikkelsen - mikkels@fas.harvard.edu Til: post@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Tað er er vorðið eitt vet dýrari at liva í Føroyum Hesi seinastu trý árini er tað blivið eitt lítið vet dýrari at vera føroyingur, vísir ein nýggj uppgerð PRÍSTALIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey sum tvíhalda um, at prísirnir í Føroyum eru hækkaðir so nógv hesi sein- astu árini, hava ikki grein í sínum máli. Tvørturímóti er tað so at siga hvørki blivið bíligari ella dýrari at liva í Føroyum hesi seinastu árini. Verður hugt eftir hesum seinastu trimum árunum, er tað bara blivið 1,5% dýrari at vera føroyingur. Tað vísir nýggjasta upp- gerðin yvir brúkaraprís- talið, sum Hagstovan hevur gjørt. Brúkaraprístalið hjá Hagstovuni vísir, hvussu prísgongdin hevur verið á teimum vørum og tænast- um, sum fólk keypa og betala fyri. Prístalið vísir sostatt ikki hvussu tað gongur við skattum og avgjøldum. Og tað nýggjasta brúk- araprístalið vísir, at sum heild hava prísirnir bara hækkaðir eitt lítið vet hesi seinastu trý árini, Hagstovan hevur roknað prístalið út síðani 1. ársfjórðing í 2001. Príshækkingarnar á ymsum vørum verða síðani roknaðar eftir prísunum, sum teir vóru 1. ársfjórðing í 2001. Fyri at fáa eina mynd av prísgongdini, er prístalið 1. ársfjórðing í 2001 sostatt sett til 100. Hevði prístalið nú verið minni enn 100 merkir tað sostatt, at prísirnir eru lækkaðir, men er prístalið hægri enn 100, eru prísirnir hinvegin hækkaðir Og tann nýggjast upp- gerðin hjá Hagstovuni vísir altso, at seinasta ársfjórð- ing í fjør var prístalið hækkað upp í 101,5. Sostatt eru prísirnir sum heild bara hækkaðir 1,5% hesi seinastu trý árini. Men prístalið vísir eisini, at í 2003 bleiv tað blivið eitt lítið vet bíligari at liva í Føroyum. Fyrsta ársfjórð- ing í 2003, var prístalið 101,9, men síðsta ársfjórð- ing var tað 101,5. Sostatt varð tað 0,4% bíligari at búgva í Føroy- um, tá ið 2003 verður tikið fyri seg. Tá ið hagstovan fór at rokna prístalið út, tók hon eitt miðal húskið í 1998 og metti, hvussu stóran part av inntøkuni hetta húski brúkti til tey ymsu endamálini. Soleiðis er hagstovan komin fram til, at 21,3% av inntøkuni hjá einum vanlig- um húski fara til mat og drekka, 20,2% fara til býli, 5,9% av inntøkuni fara til rúsdrekka og tubbakk, o.s.fr. Og tað er eisini rættiliga stórur munur á, hvussu prísgongdin í teimum yms- um bólkunum hava verið, síðani Hagstovan fór at gera prístalið upp. Eitt nú eru matur og drekka sum heild dýrkað 3,4% hesi seinastu trý árini. Hinvegin eru útreiðslurnar til býli lækkaðar heili 8%. Flutningur er dýrkaður 6,2% og prísirnir í tí bólk- inum, sum eitur frítíð og mentan, eru dýrkaði 7,4%. Hinvegin eru prísirnir á tí økinum, sum eitur sam- skifti, lækkaðir heili 13,9% Her er talan um postflutn- ing, teleútgerð og telesam- skiftið, Men tað kunnu eisini vera stórur munir á ein- støkum vørum í teimum ymsu høvuðsbólkunum. Nevnast kann, at í bólk- inum, sum eitur samskifti, er postflutningurin dýrkað- ur 19,6%, men teleútgerð og teletænastur eru lækk- aðar yvir 15%. Hetta hevur tó lítið at týða í samlaða roknistykk- inum hjá einum húsarhaldi, tí tað verða bara 4,6% av inntøkuni brúkt til hesi endamál. Í talvuni niðanfyri seta vit nøkur av høvuðstølun- um í prístalinum upp. Fyrsti ársfjórðingur í 2001 er prístalið 100 Vekt Àrslok Árslok Árslok 2001 2002 2003 Matur og drekka 21,3 102,1 102,6 103,4 - Breyð og kornvørur 3,6 106,5 107,1 108,9 - Kjøt 3,7 103,5 102,4 98,5 - Mjólk, ostur og egg 3,0 101,5 103,2 106,6 - Sukur, sukurláta og góðg. 2,9 100,4 101,6 103,0 - Fiskur 1,1 97,1 101,0 102,3 - Frukt 1,0 101,7 103,0 101,4 - Grønmeti 1,6 101,4 99,5 106,8 - Sodavatn, saft og vatn 1,6 99,5 101,7 103,7 Býli 20,2 92,5 94,9 92,0 - Rentuútreiðslur til sethús 7,9 79,7 81,8 74,2 - Ravmagn og hiti 7,7 96,8 97,6 96,2 - Húsaleiga 1,9 112,8 118,7 122,6 Flutningur 13,1 97,7 101,9 106,2 - Akfarskeyp 5,1 99,7 105,1 109,3 - Rakstur av akførum 6,3 94,9 98,8 102,5 - Flutningur annars 1,7 102,1 103,5 110,3 Frítíð og mentan 11,9 103,3 104,8 107,4 - Sjónvarp, myndatól KT- útgerð 2,6 101,5 101,6 100,6 Mentan/ítrótt/pengaspæl 2,1 100,6 100,9 109,6 Bløð/bøkur/skrivitól 3,4 105,4 107,5 108,2 Fritíðarferð uttanlands 2,4 104,0 105,5 113,9 Innbúgv, húsbúnaður o.l 6,0 100,9 102,0 102,6 Rúsdrekka og tubbak 5,9 100,1 100,9 101,4 Klædnavørur/fótbúnaður 5,4 101,1 103,3 100,6 heilsuvørur/heilsutænastur 2,8 99,8 105,9 112,1 Hotel og matveitarar 3,6 106,3 106,7 110,4 Samanlagt 100 99,3 101,0 101,5 I fyrsta raðnum stendur, hvussu stór vekt, hvør bólkurin hevur. Tað skal skiljast soleiðis, at eitt vanligt húski brúkar 21,3% av inntøkuni til mat og klæðir, 20,2% av inntøkuni verða brúktar til býli og 13,1% av inntøkuni fara til flutning. Fyrsta ársfjórðing í 2001 er prístalið sett til 100. Sostatt sæst, at fjórða ársfjórðing í 2003, er prístalið fyri breyð og kronvørur hækkað upp í 108,9. Tað merkir, at prísirnir eru hækkaðir 8,9%. Samstundis er prísurin á kjøtið lækkaður niður í 98. Sostatt er prísurin á kjøti lækkaður 1,5% - tí vit ganga jú alla tíðina út frá 100 Tveir ungir strand- ingar fingu sína sak fyri, tá tey vóru um- borð á Norrönu, sum tríggjar ferðir rendi á land. – Eg var ongan- tíð veruliga bangin, men tankin um tað versta streyfaði meg, sigur Peturbjørg Djurhuus NORRØNA Kirstin Johansen & Malan Petersen, praktikantar Sekstan ára gamli Egi Danielsen stóð væl fyri, tá Norröna tríggjar ferðir rendi á land hósdagin. Hann var nevniliga við umborð á Norrönu sum pratikantur saman við einum floksfelaga. – Eg minnist, at eg stóð á dekkinum og hugsaði, hvat skiparin mundi gera, tá eg sá skipið fara skeivt inn. Tá skipið hevði rent á, fór eg oman í maskinrúmið at vita, hvat var hent. Longu tá sá eg vatn fossa inn í skipið, og menn vóru longu farnir at pumpa vatnið út. Tú merkti einki til stoytin, tað ristist faktiskt meira, tá vit løgdu at við Rituni. Eg var sera bilsin um, at alt gekk so friðarligt og væl fyri seg. – Tað var ongantíð so- leiðis, at eg ivaðist í, hvat eg skuldi gera. Øll tóku tað púra cool, og vit vóru bein- an vegin kunnað um, hvat var hent, og hvat vit skuldu gera. Eg vil siga, at tað var sera professionelt, tá ein hugsar um, at hetta eru Føroyar. Peturbjørg sigur seg verða sera glaða, tá hon var komin upp á turt aftur. – Grundin til at eg ikki bleiv bangin var, at vit vóru so tætt við land. So tá eg setti beinini á turt aftur, var tað, sum um alt var yvir- staðið, alt var gott. Spennandi arbeiðspláss Tey bæði, Peturbjørg Djur- huus og Egi Danielsen, siga annars, at praktikktíðin hevur verið sera spennandi. Tey valdu at fara umborð á Norr–onu, tí tey hildu, at tað ljóðaði spennandi, og so sluppu tey eisini at ferðast ókeypis. Egi hevur fyri tað mesta verið í maskinrúm- inum, og Peturbjørg hevur arbeitt í kantinuni. – Her hendir alla tíðina okkurt, so tú keðir teg ong- antíð, men eg vil ikki siga, at hetta er mítt framtíðar- arbeiði, sigur ein vælnøgd Peturbjørg. Hóast hesa uppliving eru tey bæði samd um, at Norr- øna er eitt gott stað at fara í starvsvenjing. – Hetta var avgjørt eitt upplivilsi, eg vil ikki siga eitt gott, men í hvussu so er eitt, eg ikki fari at gloyma. Tað er ikki á hvørjum degi at Norröna rennur á land, leggur ein skemtingarsam- ur Egi afturat. Hetta fari eg ongantíð at gloyma C M Y K 27 26