Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 28 Nr. 16 - 24. januar 2004 UTTAN ÚR HEIMI Halda eygað við Røkke Norska krediteftirlitið heldur eygað við sambandinum ímillum ríkmannin Kjell Inge Røkke og bankarnar, sum hava veitt honum og fyritøkum hansara lán, skrivar blaðið Aftenposten. Stjórin í krediteftirlitinum, Bjørn Skogstad Aamo, váttar fyri blaðnum, at eftirlitið heldur eygað við sam- bandinum ímillum bankarnar og Røkke. Um orsøkina sigur hann, at tað er ikki vist, at teir einstøku bankarnir, sum hava lænt Røkke og feløgum hansara pengar, vita nóg mikið um sambandið ímillum Røkke og hinar bankarnar. Stjórin í krediteftirlitinum vísir á, at ein av fyritøkunum hjá Røkke, Aker RGI, hevur samband við fleiri bankar, og at tað tí er umráðandi at halda eygað við, at alt er, sum tað eigur at vera. Í fjør var Kjell Inge Røkke í fígjarligum trupulleik- um, tá fíggingarfelagið Orkla kravdi at fáa 600 milli- ónir krónur frá honum. Tað endaði við, at felagið fekk 150 milliónir krónur, og at Røkke skal rinda hin partin í hesum árinum. Labour dottin afturum Ein meiningakanning í Bretlandi vísir, at tann konserva- tivi andstøðuflokkurin hevur fingið gott tak á veljarun- um. Kanningin vísir, at var val til parlamentið í dag, høvdu teir konservativu fingið 40 prosent av atkvøðun- um, meðan stjórnarflokkurin Labour hevði fingið 35 prosent. Sambært blaðnum Daily Telegrapf hava teir konservativu ikki havt so stóra undirtøku seinastu ell- ivu árini. Samanborið við eina kanning fyri einum mánað síðani er undirtøkan hjá teimum konservativu vaksin eitt prosentstig, meðan undirtøkan hjá Labour er minkað trý prosentstig. Eygleiðarar í London siga, at tað hevur havt góða ávirkan á undirtøkuna hjá teimum konservativu, at Michael Howard tók við sum floksformaður herfyri. Hinvegin er kanningin neyvan hugaligur lesnaður hjá Tony Blair, forsætisráðharra, sum er undir hørðum trýsti frammanundan. Stevnir USA Kanadiumaðurin Moher Arar, sum er føddur í Sýria- landi, vil vera við, at amerikonsku myndugleikarnir koyrdu hann av landinum, sjálvt um teir vistu, at hann fór at enda í fongsli, tá hann kom til Sýrialands. Maher Arar varð tikin í Kennedy-floghavnini í New York í september í 2002. Eftir at hava avhoyrt hann í tvær vikur sendu amerikonsku myndugleikarnir hann til Jordan og haðani til Sýrialands. Hóast maðurin er kanadiskur ríkisborgari, vórðu kanadisku myndugleik- arnir ongantíð kunnaðir um avgerðina. Maher Arar vil vera við, at hann varð settur í fongsul í Sýrialandi og illa viðfarin. Í oktober í fjør varð hann latin leysur, og síðani hevur hann búð í Kanada saman við konuni og teimum báðum børnunum. Nú hevur hann gjørt av at stevna amerikonsku myndugleikunum, tí hann heldur uppá, at teir vistu, at hann fór at enda í fongsli, bleiv hann sendur til Sýrialands. Fór av kós Norsku sjóferðslumyndugleikarnir siga seg nú vera vísar í, at farmaskipið "Rocknes" fór av kós, og at tað tí tók botn, áðrenn tað holvdist í Vatlestraumen uttan fyri Bergen í síðstu viku. Kavarar hava kannað farleiðina hjá skipinum, og teir siga seg hava sæð, at skipið hevur tikið botn. Ein lítil kavbátur hevur kannað botnin á fjørðinum, og myndir, sum kavbáturin tók, vísa, at skipið hevur borið við botn, skrivar Bergens Tidende. Sambært blaðnum er dýpið har 9,4 metrar, men myndugleikarnir hava eisini váttað, at hendan grynnan stendur ikki á sjókortinum. Er tað rætt, at skipið tók botn á hesari grynnuni, var tað bara 50 metrar frá einum vita, sum er har. Aðrir skiparar hava sagt við norskar fjølmiðlar, at sjálvt um grynnan ikki stendur á sjókortinum, sigla teir ongantíð so nær landi. Tað vanliga er at sigla mitt eftir fjørðinum, siga teir. Ísraelski forsætisráð- harrin verður eftir øllum at døma ákærdur fyri korrup- sjón. Hendir tað, noyðist hann frá ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrsta dagin fer ísraelska ákæruvaldið at senda boð eftir Ariel Sharon, forsætis- ráðharra. Hann skal til av- hoyringar, men sambært ísraelsku bløðunum heldur ríkisákærin, Edna Arbell, seg longu hava nóg haldgóð prógv fyri, at Sharon er sekur í korrupsjón. Verður Sharon stevndur, er tað fyrstu ferð í ísraelsku søguni, at landsins stjórnar- leiðari skal á ákærubonkin, og tað verður uttan iva end- in á politiska lívi hansara, skriva ísraelsku bløðini. Tað ger ikki støðuna betur, at Ehud Olmert, varafor- sætisráðharri, kanska verð- ur ákærdur í sama máli. Ísraelsmenn tykjast eisini hava mist álitið á Sharon. Ein meiningakanning hós- dagin vísti, at 49 prosent av teimum spurdu halda, at hann eigur at fara frá longu nú. 38 prosent hildu, at hann eigur at verða sitandi. Nóg góð prógv ímóti Sharon Ei undur í, at ísraelski forsætisráðharrin er álvarssamur í hesum døgum Iran skipaði fyri 11. september Ein fyrrverandi ir- anskur fregnartæn- astumaður vil vera við, at tað var iranska fregnartænastan, sum skipaði fyri atsókn- unum at USA 11. september í 2001. YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað hevur maðurin sagt týsku løgregluni. Hósdagin greiddu tveir løgreglumenn rættinum í Hamburg frá, at iranin sigur seg hava arbeitt hjá iransku fregnartænastuni til á sumri í 2001. Teir báðir løgreglumenninir vórðu avhoyrdir í sambandi við ein mál ímóti marokkanska studentinum Abdelghani Mzoudi, sum er ákædur fyri at hava verið uppi í at- sóknunum í New York og Washington. Hann skal hava verið limur í einum yvir- gangsbólki í Hamburg. Oddamaðurin í atsóknunum, Mohammad Atta, var eisini í hesum bólkinum. Iranin, sum sigur seg vera fyrrverandi fregnar- tænastumann, var ikki í rættarhølinum. Sambært týskum bløðum skal hann hava greitt løgregluni frá, at andaligi leiðarin í Iran, aya- tolla Ali Khamenei, fyrr- verandi forsetin Ali Akbar Hashemi Rafsanjani og tríggir aðrir andaligir leið- arar hittu elsta son Osama bin Laden á einum flogvølli uttan fyri Teheran í mei í 2001, har teir løgdu sein- astu hond á álopsætlanina. Amerikonsku myndug- leikarnir hava ongantíð verið førir fyri at vísa á, at Iran hevði nakað við at- sóknirnar tann 11. sep- tember í 2001 at gera. Ir- anin í Hamburg vil vera við, at hann flýddi úr Iran á sumri í 2001, og at hann alt fyri eitt vendi sær til am- erikonsku sendistovuna í Pakistan og ávaraði hana um, at ein yvirgangsatsókn var í væntu. Sambært einum fyrrverandi iranskum fregnartænastumanni var tað Iran, sum stóð aftan fyri atsóknirnar 11. september í 2001 Eftir steðg síðani hálvan desember, fer manshondbólturin nú aftur ígongd, og longu fyrsta umfarið verður satt brak í Vestmanna HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað verður við einum sonn- um braki, at manskapp- ingin í hondbólti fer ígongd aftur um vikuskiftið. Longu fyrsta umfarið tørna ris- arnir báðir, VÍF og Kyndil, saman, og tó at tað enn er langt eftir á mál, so líkist hetta einum av teimum dystunum, sum kunnu gerast sera avgerandi fyri, hvar meistaraheitið fer at enda í ár. Hjá Vestmenningum ræð- ur fyrst og fremst um ikki at missa takið á oddinum, soleiðis sum tað annars hevur verið lagt upp til fyri tað mesta hetta kapping- arárið. Við hálveringini av stigunum, minkaði mun- urin frá VÍF til oddin úr seks niður í trý stig, og fáast tvey stig burturúr sunnudagin, so er talan bert um tað eina stigið, og so tosar VÍF av álvara við. Hinvegin kann Kyndil sjálvandi – um teir vinna dystin – skapa sær eina fjarstøðu niður til VÍF upp á heili fimm stig. Tað í sjálvum sær gevur sjálvsagt einki meistaraheiti, men hinvegin man tað vera ein sera hugalig støða hjá Kyndli, um hetta skuldi borið á. Og so kann eisini leggj- ast afturat, at eftir dystirnar í miðvikuni, liggur kanska enn størri trýst á teimum báðum liðunum. VÍF mátti á heimavølli lúta við einum máli fyri StÍF, meðan korthúsið hjá Kyndli av álvara rapaði, tá teir taptu við ikki færri enn sjey málum fyri H71. Tvey úrslit, sum viðføra, at teir báðir arvafíggindarnir ikki hava tey bestu kortini at vinna seg fram í steypa- finaluna, og tí leggja kanska enn størri dent á møguleikan fyri gullinum í landskappingini. Mugu gera sær dælt Tveir aðrir dystir verða leiktir um vikuskiftið, og her ætla Neistin og StÍF heilt víst at gera sær dælt av stigamissinum, sum onkur – ella báðir – av kappingar- neytunum í oddinum fáa í Vestmanna. Neistin skal á heimavølli royna seg móti H71, og á pappírinum er tað ein dystur, sum Neistin eigur at vinna. Ikki minst tá H71 eisini má vera Henrik Gerster fyriuttan, eftir at hesin fekk reytt kort miku- kvøldið. Eitt er tó pappírið. Nakað heilt annað er, at dysturin eisini skal spælast, og tá talan er um hoyvík- ingar, so hava teir – eisini móti Neistanum – prógvað, at teir væl kunnu gerast tyngri enn ætlað at syfta. StÍF má helst vera tríggj- ar av berandi kreftunum fyriuttan, tá teir sunnudagin vitja í Hoyvíkshøllini. Marian Cirloganescu og Sveinur Justinussen dragast báðir við skaða, og tá Mihai Marinescu eisini er leik- bannaður, skal breiddin hjá liðnum av álvara standa sína roynd. Júst breiddin tykist tó eisini vera ein av stóru styrkunum hjá StÍF hetta árið, og so er spurn- ingurin, hvørt tað fer at verða nóg mikið hesaferð, ella um KÍF fer at gera bart, nú teir væntandi aftur hava Damir Oros á liðnum, eftir at hann misti stóran part av grundspælinum við einum knæskaða. Halda sessinum Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA standa Føroyar framvegis sum nummar 126 STYRKILISTI Jákup Mørk Fyrsti mánaðurin av árinum viðførdi ikki nakrar broytingar fyri støðuna hjá Føroyum á altjóða styrkislistanum hjá altjóða fótbólts- samgonguni, FIFA. Her endaðu Føroyar árið í fjør sum nummar 126, og tað er eisini plássið, sum vit eru á, nú mánaðarliga upp- dateringin av listanum er framd. Fyri tað mesta er tal- an um rættiliga ókend lond í fótbóltshøpi, sum eru á plássunum kring 126, men tað er tó merkisvert, at Norð- urírland nærum er dottið afturum okkum. Í fyrstu undankapp- ingini, sum Føroyar tóku lut í, megnaðu vit á útivølli at spæla ein sera óvæntaðan 1-1 javnleik móti norður- írum, men á heima- vølli (í Landskrona) var støðan ein onnur, tá Føroyar máttu lata sær eitt 5-0 tap lynda. Ein dystur, sum annars var hin fyrsti undan- kappingardysturin hjá einum tá 19 ára goml- um Toda Jónsson. Annars eru tað ikki tær stóru broytingar- nar, sum eyðkenna list- an fyri januar mánað. Soleiðis eru øll tey 10 ovastu júst tey somu – og í somu raðfylgju – sum tey vóru tað í de- sember, og av norðan- londum er tað bert Ísland, sum hevur flutt seg nakað. Teir eru kvinkaðir tvey pláss uppeftir á listanum. Seinasta útgávan av listanum sær annars soleiðis út. Tølini í klombrum er støðan hjá liðunum í desemb- er-útgávuni. 1 (1) Brasilia 2 (2) Frakland 3 (3) Spania 4 (4) Holland 5 (5) Argentina 6 (6) Kekkia 7 (7) Mexico 8 (8) Ongland 8 (8) Turkaland 10 (10) Italia 13 (13) Danmark 19 (19) Svøríki 40 (40) Finnland 42 (42) Noreg 56 (58) Ísland 126 (126) Føroyar Nr. 16 • leygardagur • 24. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo So kemur ferð á menninar Tá Kyndil vitjaði í Vestmanna seinast, tryggjaði Finnur Hansson teimum sigurin við einum máli í seinastu sekundunum C M Y K 28