Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 16 - 24. januar 2004 C M Y K 30 Nr. 16 - 24. januar 2004 31 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 11 9 - 2 30 9 21 10 2 Mjølnir 11 8 - 3 27 12 15 8 3 Dráttur 11 5 - 6 21 21 0 6 4 ÍF 11 5 - 6 16 19 -3 6 5 KÍF 11 5 - 6 17 25 -8 5 6 Fleyr 11 1 -10 7 32 -25 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 9 8 - 1 24 5 19 9 2 Mjølnir 8 7 - 1 21 4 17 7 3 SÍ 9 5 - 4 17 14 3 6 4 Fram 9 2 - 7 8 22 -14 2 5 Fleyr 9 0 - 9 2 27 -25 0 Eftir sigurin á VÍF seinasta vikuskiftið, skal Stjørnan hesa ferð royna seg á úti- vølli móti Neistanum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var vorðið sum byrjan upp á endaspælið, sum varð Stjørnuni til lut í ár. Eftir eina hálvgum bleyta byrjan við útidysti móti StÍF, sigur kalendarin VÍF, Neistin og VB, og hetta eru júst tey liðini, sum Stjørnan skal kappast við, um dreymurin um FM-gullið skal gerast veruleiki. Fyrsta royndin gekk væl, tá VÍF varð sent heim við ongum, og nú er tað so Neistin, sum stendur fyri tørni. Undan hesum er støðan hjá Stjørnuni at kalla júst hin sama, sum var undan VÍF-dystinum, tí á stigatalvuni er Neistin fimm stig aftan fyri Stjørn- una, men við einum dysti færri. Tí kann Stjørnan við enn einum sigri gera gullið til ein spurning millum Klaks- vík og Vág, og einki er at ivast í, at tað er júst hesum, sum farið verður eftir sunnudagin. Tað er tó eingin loyna, at bláu kvinn- urnar hava eitt óvanligt treiskni í sær, og hetta hevur ofta gjørt, at tær roynast væl betri, enn tað annars varð roknað við. Nakað sum hini liðini longu hava sannað, tí fyri tað nógva av grundspælin- um var líkt til, at Neistin ikki skuldi gera tær heilt stóru skreytirnar, men tær hingu alla tíðina í, og enn standa tær ikki so nógv verri í tí, enn hini liðini í oddinum gera. Og fáa tær ein sigur sunnudagin, fer at síggja heilt spennandi út. Væntandi heimasigrar Hinir báðir dystirnir sunnu- dagin tykjast ikki á sama hátt vera heilt so spenn- andi. Í Vestmanna fær VÍF vitj- an av Kyndli, og tað er einki at ivast í, at heima- liðið her roknar við tveim- um tryggum stigum. Sum støðan er nú, so skal VÍF helst ikki gera sær tær heilt stóru vónirnar um gullið, men nøkur óvæntað úrslit kunnu skjótt broyta hesa støðuna, og so ræður um hjá VÍF ikki at snáva, og tað gera tær neyvan móti Kyndli. VB skal á heimavølli taka ímóti Søljuni, og somuleiðis er her væntandi, at stigni verða eftir hjá heimaliðnum. Søljan hevur kanska havt eina støðuga leikligu framgongd hetta kappingarárið, men enn skulu tær helst ikki gera sær vónir um stig móti teimum sterku liðunum, og hesi telist VB so heilt avgjørt ímillum. Fyri tað nógva hevur gullstríði hjá monn- unum líkst eini upp- gerð millum ÍF og Mjølnir, men nú hevur SÍ gyltan møguleika at broyta tvídystin til ein trídyst FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Hjá kvinnunum tykist størsti spenningurin undan vikuskiftinum vera um, hvørt tað verða ÍF ella Dráttur, sum fara at elta tey bæði oddaliðini úr TB og Mjølni. Dráttur vann Mjølnir kappingina fyri tveimum vikum síðani, og tí mugu tær helst metast sum favo- rittar, tá tær vitja á Kambs- dali, men tað er tó einki at ivast í, at tær hjá ÍF fara at gera sítt til, at talan á ongan hátt verður um nakra lætta uppgávu hjá Drátti. Bæði liðini hava í løtuni seks stig, sum eru tvey færri enn Mjølnir, og tí vil ein sigur viðføra, at tað enn er samband upp til odda- stríðið, har TB tó fekk sær fyrimun við sigrinum á Mjølni seinasta vikuskifti. Og tað er lítið, sum bendir á, at TB skal missa hendan fyrimunin hetta vikuskiftið. Mótstøðuliði er Fleyr, og sjálvt um dysturin er í Havn, so skal tað vera løgið, um talan verður um nakað annað enn ein trygg- an 3-0 sigur til TB. Mjølnir skal hesaferð á heimavølli royna seg móti KÍF, og her er favoritt-leik- luturin eins greiður. KÍF fer í verandi útgávu neyvan at hótta garvaðu Mjølnir- kvinnurnar, sum uttan iva ætla sær at leggja nógv fyri komandi mánaðirnar í royndunum at vinna TB aftur. SÍ á Kambsdali Hjá monnunum verður spenningurin á Kambsdali, har ÍF tekur ímóti SÍ. Sørvingarnir hava aftur í ár roynt at toyggja seg upp móti tindunum, og tó at hetta ikki er eydnast heilt enn, so er liðið ikki heilt afturúrsiglt. Bara trý stig eru upp til ÍF á fremsta sessinum, og tí kann ein sigur her gera, at støðan í oddinum gerst heilt spent. Og fyri sør- vingar man tað eisini vera ein eyka motivatión, at tað júst var í hesum dystinum, at teir í grundspælinum kendu seg væl og virðiliga snýttar av dómarunum til dystin. Tann umberingin heldur neyvan tvær ferðir á rað, so tað er nú, at SÍ skal prógva, at teir veruliga kunnu gera seg galdandi. Hin dysturin í mansdeild- ini verður í Klaksvík, har Fleyr kemur á vitjan. Fyri nøkrum árum síðani – og tey eru nógv eftirhondini – var hetta ein av heilt stóru dystunum í FM-kappingini, men Fleyr er ikki longur tað, sum teir hava verið, og tí er einki at ivast í, at talan verður um eitt slag av avgreiðsluspurningi hjá heimaliðnum, sum í tilsvar- andi dystinum í grund- spælinum nýtti høvið til at geva fleiri av ungu og óroyndu leikarunum nakað av spælitíð. Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur Dagur Kl. Dystur Dómarar 25.01 14.30 Neistin-Stjørnan Hannis & Uni 25.01 14.30 VÍF-Kyndil Kristian & Sámal 25.01 15.00 VB-Søljan Birgir & Kári 1. deild menn 25.01 16.00 Neistin-H71 Hannis & Uni 25.01 16.00 KÍF-StÍF Trygvi & Kári 25.01 16.00 VÍF-Kyndil Kristian & Sámal Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 23.01 20.00 ÍF-Dráttur Fleyr 25.01 14.00 Mjølnir-KÍF ÍF 25.01 14.00 Fleyr-TB ÍF Meistaradeild menn 25.01 16.00 Mjølnir-Fram Fleyr 25.01 16.00 ÍF-SÍ Fleyr Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 2 2 - 0 - 0 356 273 83 15 2 VB 2 2 - 0 - 0 371 279 92 12 3 Neistin 1 1 - 0 - 0 340 289 51 10 4 VÍF 2 0 - 0 - 2 353 308 45 9 5 StÍF 1 0 - 0 - 1 296 343 -47 5 6 Søljan 1 0 - 0 - 1 238 319 -81 2 7 Kyndil 1 0 - 0 - 1 210 353 -143 1 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 0 0 - 0 - 0 300 270 30 9 2 StÍF 0 0 - 0 - 0 245 232 13 7 3 VÍF 0 0 - 0 - 0 266 244 22 6 4 Neistin 0 0 - 0 - 0 278 259 19 6 5 KÍF 0 0 - 0 - 0 244 291 -47 3 6 H71 0 0 - 0 - 0 233 270 -37 2 Næsta slagið hjá Stjørnuni Oddurin kann leypa Skal Neistin veruliga hanga fast í oddastríðnum, so er helst neyðugt við sigri á Stjørnuni, og ein slíkur vildi av álvara blást gullstríðið víðopið Skulu sørvingar gera seg galdandi í ár, so krevur tað, at teir megna at gera nakað við ÍF í dystinum á Kambsdali Horne Ungdomsskole 3tg pdf www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo 31 ET EFTERSKOLEOPHOLD I DANMARK? HORNE UNGDOMSSKOLE TILBYDER: 9. KL. - 10. kl. - 11. kl. FÅ FORBEDRET DINE DANSKKUNDSKABER MULIGHED FOR KONTAKT MED FÆRINGER I LOKALOMRÅDET VENNER FOR LIVET KONTAKT OS FOR YDERLIGERE INFORMATION TLF.: 00 45 98 94 93 22 E-MAIL: info@horne.dk HJEMMESIDE: www.horne.dk