mikudagur 18. mai 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
Sosialurin
Leo Poulsen
Ferjulegan í Nólsoy gjørdist
liðug til tíðina.
Seinasti avhendingardag
ur varð ásettur til 20. mai, og
tað gongur akkurát.
- Avrátt er, at ferjulegan
skal handast til kommununa
í morgin 19. mai. Tað verður
lítið hátíðarhald, har eg sum
formaður í havnarnevndini
fari at siga nøkur orð, vit
fara at klippa ein snór og so
verður annars boðið til ein
bita við onkrum leskandi
afturvið, sigur Jákup Símun
Simonsen, formaður í havn
arnevndini.
Ætlanin er, at Ternan túr
in klokkan 16.20 av Havn
ini skal leggja at við nýggju
ferjuleguna, og eftir hátíðar
haldið verða nólsoyingar og
fólk annars boðin umborð á
Ternuna til ein breyðbita.
Í sambandi við ferjulegu
na hevur havnarnevndin
eisini avgjørt at taka niðas
ta egningarskúrðin og gjørt
hann um til bíðirúm. Bíði
rúmið hevur alt tað, sum eitt
bíðirúm skal hava við WC,
stólum og borðum. Hetta
verður tikið í nýtslu sam
stundis.
Í gjár byrjaði Articon at
flyta tilfar av oynni aftur.
Tá vóru teir lidnir við sítt ar
beiði. Tað sum nú er eftir, er
at asfaltera økikð við ferju
leguna, og tað byrjaði EM
Asfalt upp á í gjár.
Í morgun var bert seinas
ta slitlagið eftir at leggja á, og
tí komu bilar út við í morgun.
Tað eydnaðist ikki at fáa
orðið á Jákup Enni, sum hev
ur staðið fyri arbeiðinum
fyri Articon. Hann er staddur
uttanlands í løtuni. Men sum
skilst á monnum, sum hava
arbeitt upp á ferjuleguna,
hevur vánaliga veðrið í vet
ur kostað teimum 16 arbeiðs
dagar.
Sum nevnt var seinas
ta freist til tess at avhenda
arbeiðið til tíðina fríggja
dagin.
Klárt til festdag í morgin
Í dag verður seinasta slitlagið av asfalti lagt á nýggju ferjuleguna í Nólsoy, so
nú er klárt til avhandanina, sum verður seinnapartin í morgin
Í morgun manglaði bara at
leggja seinasta slitlagið á til tess
at gera asfaltarbeiðið liðugt
Mynd: Leo Poulsen
Leo Poulsen
Í sambandi við at BankNord
ik kunngerð roknskapin fyri
fyrsta ársfjórðing í ár siga
teir eisini, at teir tillaga deild
arnetið hjá bankanum. Men
fleiri orsøkir verða nevdar til
avmarkaða avlopið.
Varsemið í eftirspurn
inginum eftir kreditti kom
óvart á okkum. Samstundis
høvdu
vit
framvegis
ov
nógv avlopsgjaldføri og til
hoyrandi rentuútreiðslur í
fyrsta ársfjórðingi. Á báð
um økjum nærkast vit tó
við stórum fetum eini betri
støðu.
Í
fyrsta
ársfjórð
ingi afturrindaði bankin 1,5
milliardir krónur í banka
lánum.
Vit
merkja
ein
vaksandi áhuga frá kundu
num at læna, tí rokna vit við
útlánsvøkstri tað, sum eftir
er av árinum, sigur Janus
Petersen, forstjóri í Bank
Nordik.
Bankin hevði eitt avlop
fyrsta ársfjórðing í fjør á heil
ar 411 milliónir krónur, men
380 at milliónunum stavaðu
frá søluni av Bakkafrost.
BankNordik hevði eisini
eitt kurstap á 17 milliónir
krónur í sambandi við gjald
føringsplaseringina. Hinveg
in er gjaldførið gott og sol
vensurin høgur.
Tillaga deildarnetið
Men bankin boðar eisini frá
niðurskurði og uppsagnum.
Í Føroyum verður virksemið
hjá BankNordik framyvir
miðsavnað í fimm deildir.
Virksemið
í
Eysturoynni
verður miðsavnað í Sal
tangará. Hetta inniber at alt
virksemið í deild bankans
í Fuglafirði verður flutt
til Saltangará. Virksemið í
Streymoynni og á Sandi verð
ur miðsavnað í Havn. Hetta
inniber at alt virksemið í
deildunum í Kollafirði, Vest
manna og Sandi verður flutt
til Havnar.
- Okkara kundar eftir
spyrja í alsamt størri mun
haldgóða ráðgeving um lán,
íløgur, eftirløn og trygging
ar. Fyri at styrkja hesa ráð
geving er neyðugt við størri
deildum, sum kunnu bjóða
eitt spennandi fakligt um
hvørvi við nógvum avbjóð
ingum fyri einstaka starvs
fólkið. Vit harmast um, at
umskipanin av deildarneti
num hevur við sær, at fólk
mugu úr starvi, sigur John
Rajani, stjóri í BankNordik.
Eftir
umskipanina
fer
BankNordik at hava fimm
deildir kring landið. Tær
verða í Havn, Klaksvík, á
Tvøroyri, í Saltangará og
Miðvági. Á hesum deildum
verða kundarøktin og kunda
ráðgevingin styrktar við um
skipanini.
BankNordik eitt lítið avlop
Lítil lánihugur og størri afturgjaldsvilji merkja, at útlánini í BankNordik minkaðu úr
8,7 niður í 8,4 milliardir fyrsta ársfjórðing í ár. Millum annað hetta merkir, at bankin
hevur eitt avmarkað avlop á sjey milliónir krónur at vísa á fyrsta ársfjóring
BankNordik hevur eitt
avmarkað avlop at vísa á
fyrsta ársfjórðing av 2011