mikudagur 18. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
8
Sosialurin
Í løgmansrøðuni á ólav
søku í fjør, boðaði Kaj Leo
Johannesen,
løgmaður
frá, at Heilsumálaráðið
fór at leggja fram uppskot
um at banna ungum und
ir 18 ár at taka sól. Ak
sel V. Johannesen var tá
landsstýrismaður í heilsu
málum. Uppskotið kom
ongantíð í tingið.
- Tá John Johannessen
tók við sum landsstýris
maður, segði hann mær,
at hann fór ikki at leggja
uppskotið fram, tí honum
dámar betri upplýsing
heldur enn forboð, sigur
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen.
Brot úr
løgmansrøðuni
á ólavsøku:
Uppskot til løgtingslóg
um at banna solarium fyri
ung undir 18 ár
Endamálið við lógini er
at fyribyrgja húðkrabba
meini. Sera stórur vøkstur
hevur verið í talinum av
fólki, sum hava fingið
staðfest húðkrabbamein.
Í krabbameinsálitinum er
mælt til at banna solari
um fyri ung undir 18 ár
sum liður í einum fyri
byrgjandi átaki. Líknandi
átøk eru gjørd í fleiri av
okkara grannalondum.
Uni Holm Johannesen
Mynd: Jens Kristian Vang
Jenis av Rana, formaður í
Miðflokkinum, tók undir við
hugskotinum. Hann tóktist
hinvegin skakkur.
- Fyri fáum døgum síðani
viðgjørdu vit uppskotið at
bryggja sterkt í Føroyum.
Tá var niðurstøðan, at eitt
samfelag, sum setir forboð,
er eitt ræðuligt samfelag.
Tá var eingin trupulleiki
hjá løgtinginum at trumfa
eina lóg ígjøgnum. Eg vil
ikki nevna her, hvør flokk
ur legði tað uppskotið fram,
segði Jenis av Rana und
ir viðgerðini. Hann vísti til
uppskotið hjá Bjørt Samuel
sen úr Tjóðveldi at bryggja
sterkt.
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen, Tjóðveldi, vil fegin
bannað børnum og ungum
undir 18 ár at taka sól í
solarium. Endamálið er at
fyribyrgja og minka talið
á
krabbameinstilburðum.
Krabbameinsfelagið
kom
við tilmælinum í fjør og
staðfesti, at solarium økir
fleirfald um vandan fyri
krabbameini í húðini og
móðurmerkjakrabba.
Ung
fólk hava serliga viðkvæma
húð.
Tannáringar
eru
í
størri vanda enn eldri at fáa
krabbamein av solarium.
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen legði uppskot fram
fyri tingið. Hon segði í við
merkingunum, at ung fólk
eru serliga upptikin av at
rigga væl. Ung fólk halda seg
ofta síggja betur og frískari
út, tá tey eru sólbrend, eisini
um veturin. Tá er solarium
ein upplagdur møguleiki.
- Solarium er lívshættis
ligt, sigur tingkvinnan fyri
Tjóðveldi.
Uppskotið var til aðru við
gerð í løgtinginum fríggja
dagin í síðstu viku.
Ber ikki til
Leisturin er einfaldur, sam
bært Bergtóru Høgnadóttir
Joensen.
Sólmiðstøðirnar
skulu vera mannaðar, og ung
fólk skulu vísa prógv fyri at
taka sól. Tá er lætt og einfalt
at syrgja fyri, at eingin brýt
ur lógina.
- Í kjakinum um solarium
forboð hevur onkutíð verið
sagt, at tað er so trupult
at seta forboð um 18 ára
aldursmark við tað, at tað
er trupult at effuktuera, um
sólmiðstøðirnar eru óman
naðar. Loysnin er, at fram
eftir verða bert sólmiðstøðir,
sum eru mannaðar. Annars
gevur forboðið onga meining.
Tað kann sammetast við, at
ung undir 18 ár ikki kunnu
keypa sigarettir í handlum,
men at tað ber til at keypa
tær í automatum kortini.
Meiningsleyst, skrivaði Berg
tóra Høgnadóttir Joensen í
viðmerkingunum.
Har kom ósemjan undir
viðgerðini.
Meirilutin
í
Trivnaðarnevndini,
Jákup
Mikkelsen, Fólkaflokkurin,
Hans Pauli Strøm, Javnað
arflokkurin, Edva Jacobsen,
Sambandsflokkurin, og Helgi
Abrahamsen,
Sambands
flokkurin, tóku undir við
hugskotinum, at tiltøk skulu
setast í verk fyri at minka
um nýtsluna av solarium.
Serliga fyri ung. Tey mæltu
hinvegin samstundis frá at
samtykkja hetta uppskotið.
Grundgevingarnar vóru, at
sólmiðstøðirnar hava ong
an møguleika at bera seg
fíggjarliga, um tær skulu
vera mannaðar. Uppskotið
vísti ikki á, hvussu sólmið
støðirnar skulu hóra undan,
hóast eitt fólk skal arbeiða
á sólmiðstøðini, meðan tað
er opið. Løgtingið skræð
ir grundarlagið undan sól
miðstøðunum, tí tær hava
ongan
møguleika
umsit
ingarliga at vera mannaðar.
Mest sum allar sólmiðstøð
irnar noyðast at snara lykli
num, um uppskotið var
samtykt, metti meirilutin í
Trivnaðarnevndini.
Tað verður ov trupult
at fáa endarnar at røkka
saman, segði Jákup Mikkel
sen, formaður í Trivnaðar
nevndini, á.
- Hetta uppskotið skal
hugsast
betri
ígjøgnum,
so tað ber til at umsita. Vit
skulu ikki stongja allar sól
støðir í landinum, segði
Jákup Mikkelsen.
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen tekur als ikki undir
við meirilutanum í Trivnað
arnevndini.
- Tað er spell, um fólk
missa eina inntøku. Kortini
eigur heilsan hjá teimum
ungu
at
verða
raðfest
hægri. Tað er neyvan nakar
í tinginum, sum hevði tikið
undir við, at sigarettir og
alkohol kunnu keypast í
sjálvtøkum fyri at geva teim
um vinnurekandi størri inn
tøkur, segði Bergtóra Høgna
dóttir Joensen.
Politiska
skipanin
í
Fraklandi, Týsklandi, Skot
landi og Íslandi hevur sett
forboð móti solarium fyri
sínar borgarar, sum eru
yngru enn 18 ár. Líknandi
uppskot eru eisini til við
gerðar í Noregi og Danmark.
Tað er einki eftirlit við
sólstøðunum í Føroyum, og
tað er sostatt heldur einki
eftirlit við, um sólrørini eru
ov sterk, ella um trygdin er
nøktandi.
Upplýsa heldur
enn forboð
John Johannessen er lands
stýrismaður í heilsumálum.
Tað bar ikki til hjá honum
at vera til viðgerðina fríggja
kvøldið. Honum dámar best
at upplýsa heldur enn at
seta forboð. Fleiri troyttast
av forboðum, og forboðini
kunnu vera so møðandi, at
fólk vísa teimum aftur. Borg
arar skulu ikki altíð kenna
hendan peikifingurin frá al
mennu skipanini.
Gallup upplýsti í kann
ing í september í fjør, at før
oyingar brúktu nógv minni
solarium í 2010 enn í 2007. Tá
tók meiri enn fimti hvør før
oyingur sól. Talið var minkað
niður á áleið sjeynda hvønn
føroying í fjør. Úr 18 prosent
um niður í 13 prosent.
Tað er bara við upplýsing,
vísir John Johannessen á.
- Vit skulu sjálvsagt seta
tiltøk í verk fyri at minka um
nýtsluna. Tað eru ov nógvir
ósvaraðir spurningar í hesum
ítøkiliga uppskotinum hjá
Tjóðveldi. Eingin veit, hvør
skal hava eftirlitið við sól
miðstøðunum, og hvussu vit
handhevja reglurnar, sigur
landsstýrismaðurin í heilsu
málum.
WHO
og
granskingar
depilin
fyri
krabbamein,
IARC, hava bólka solarium í
hægsta vandabólkin, saman
við asbest, sigarettir og ar
senik.
Uppskotið fall
Uppskotið fall undir aðru
viðgerð síðsta fríggjakvøld.
Forboð verður ikki sett ung
um føroyingum undir 18 ár at
taka sól. Fyribils, í øllum før
um. 18 atkvøður vóru ímóti,
og 13 atkvøður vóru fyri.
Eingin var blonk.
Ung fólk hava serliga við
kvæma húð. Tannáringar eru
í størri vanda enn eldri at
fáa krabbamein av solarium.
Vit skulu sjálvsagt seta tiltøk í verk fyri at minka nýtsluna,
men framvegis verður tað ikki bannað ungum undir 18 ár at
taka sól. Tað var niðurstøðan í løgtinginum fríggjadagin
Einki forb
hesum sin
Soleiðis
atkvøddu
tinglimirnir
Uppskotið hjá Bergtóru Høgnadóttir Joensen at bannað
ungum undir 18 ár at taka sól, fall fríggjakvøldið.
Niðanfyri sæst, hvussu tinglimirnir atkvøddu.
JA: 13
Hergeir Nielsen, Tjóðveldi
Heini O. Heinesen, Tjóðveldi
Bergtóra H. Joensen, Tjóðveldi
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Annita á Fríðríksmørk, Tjóðveldi
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Marjus Dam, Sambandsflokkurin
Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin
Kári á Rógvi, Sjálvstýrisflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Bill Justinussen, Miðflokkurin
Karsten Hansen, Miðflokkurin
Torbjørn Jacobsen, Tjóðveldi
NEI: 18
Edmund Joensen, Sambandsflokkurin
Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin
Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin
Alfred Olsen, Sambandsflokkurin
Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin
Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin
Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin
Annika Olsen, Fólkaflokkurin
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Katrin Dahl Jakobsen, Javnaðarflokkurin
Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
Hans Pauli Strøm, Javnaðarflokkurin
Gerhard Lognberg, Javnaðarflokkurin
Poul Michelsen, Framsókn
Mikkjal Sørensen,
Ætlaðu at leggja
uppskotið fram