Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JAN MÜLLER Millum mongu gestirnar í Føroyum í sambandi við 1000 ára haldið fyri kristni- boðanina var eisini formað- urin í grunninum, sum hev- ur verið við til at fíggja haldið, Erling Olsen, fyrr- verandi fólkatingsmaður, ráðharri og tingformaður. Hann fór úr donskum politikki fyri tveimum ár- um síðani men hevur fram- vegis stóran áhuga fyri øll- um tí, sum fer fram á polit- iska leikpallinum. Erling Olsen hevur eisini havt stór- an áhuga fyri føroyskum viðurskiftum og hevur verið ein av heitastu talsmonn- unum í danska javnaðar- flokkinum fyri at ganga ynskjunum hjá føroyingum um størri sjálvstýri á møti. Tá tað er sagt skal eisini sigast, at hetta er innan fyri Ríkisfelagsskapin. Nú fáar dagar undan 3. samráðingarumfarinum millum Føroyar og Dan- mark um fullveldisætlanin- ar hjá landsstýrinum hevur hesin „garvaði“ danski pol- itikarin einki ímóti at siga sína hugsan, tí nú stendur hann mest sum eygleiðari á síðulinjuni til tað, sum hendir á politiska vígvøll- inum. Hann er ikki bundin av tagnarskyldum ol, men kann tosa frítt frá livrini um øll mál, hann hevur áhuga fyri og sum hann metir seg hava skil fyri eisini. Stórir møgleikar Tað er so einki dulsmál, at Erling Olsen sær nógv størri møguleikar fyri at fáa økt sjálvstýri innan Heimastýr- islógina og innan fyri Rík- isfelagskapin. Honum dámar einki ta víðgongdu leið, sum lands- stýrið hevur sett út í kortið. - Men vil landsstýrið kvetta á stokkinum við Danmark, soleiðis sum samráðingar- upplegg teirra eisini leggur upp til, so mugu vit danir bara taka tað til eftirtektar. Og tá haldi eg eisini fýra ár eru nóg nógv sum skiftistíð. Erling Olsen heldur tó, at tað má bera til at finna eina loysn innan fyri Ríkisfel- agsskapin, sum kann gagna báðum londum. - Eg teljist millum teir danir, har rík- isfelagsskapurin hevur nak- að at siga. Ríkisfelagsskap- urin hevur týdning bæði søgu- liga, mentanaliga og familju- liga. Eg síggi helst ikki, at hann dettur niðurfyri, men sjálvandi er hetta ein av- gerð, sum føroyingar sjálvir taka. Fyri meg merkir Rík- isfelagsskapur ikki, at tað eru danir, sum skulu ráða og bestemma. Eg meini bert, at tað ber til at koma víðari innan fyri henda karmin. Erling Olsen sigur víðari, at sjálvandi skulu danir hava virðing fyri føroysku ynskjunum um størri sjálv- stýri, men verður hetta gjørt á slíkan hátt sum mangt bendir á, nevniliga við at venda Danmark bakið, og tað tí er at meta sum eitt seinasta farvæl, so heldur hann eisini, at fýra ár eru nóg mikið at fáa hetta frá hondini í. -Føroyingar eru eisini sera dugnaligir, so tað man fara at bera til innan fyri hetta tíðarskeiðið. Hetta er slit Erling Olsen heldur sjálv- ur, at tað eru so nógvir aðrir møguleikar at tacla støðuna uppá, eitt nú at taka tingini stig fyri stig í mun til hetta endaliga stigið hjá lands- stýrinum, sum hann metir sum eitt veruligt slit í sam- starvinum við Danmark. -Eg haldi vit hava skyldu til at bera okkum væl og skilagott at móti hvørjum øðrum, tá hugsað verður um tey bond, sum eru knýtt millum fólkini í mong mong hundrað ár. -Hvat sigur tú til tey, sum seta spurnartekin við Ríkisfelagsskapin og skýra hann einki annað enn tóma luft? - Við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum í hondini, so er tað rætt, at Ríkisfe- lagsskapurin er einki annað enn tann bera luft. Erling Olsen hevur sjálv- ur havt nógv við Føroyar og føroyingar at gera. Hann hevur verið her ótaldar ferðir og hevur eisini havt tilknýti til nógvar føroy- ingar í Danmark. Nú vitjaði hann so sum formaður í grunninum, sum var við til at stuðla 1000 ára haldinum fyri kristniboðan- ina í Føroym. -Eg haldi før- oyingar eru sera dugnaligt og stolt fólk, ið eg í allar mátar havi stóra virðing fyri. Her hugsi eg ikki minst um tey mongu mentanar- fólk tit hava fostrað, og her kann eg ikki lata vera við at nevna William Heinesen. -Men tá føroyingar eru eitt stolt og gott fólk, skil- ur tú so ikki eisini teir føroyingar, sum vilja vera ein sjálvstøðug tjóð? - Tað geri eg væl, men harfyri nýtist tú ikki kvetta øll bond millum londini. Ger tú tað, so verður Rík- isfelaskapurin til luft og einki annað. -Hví hevur tað so nógv at siga fyri teg sum dana, at Føroyar halda fram sum partur av Ríkisfelags- skapinum tú tosar um? -Tað er ringt at siga frá. Tað eru nøkur ting, sum eru kensluliga og mentanarliga tengd og sum tað er sera ringt at seta orð á. Eg kann í hvussu er siga fyri meg, at eg havi sterkar kenslur í so máta. -Men hevur tað ikki nakað at gera við ynskini hjá Danmark at eiga lut í einum so stórum øki, sum alt Føroyar jú eru, og hevur hetta ikki eisini nakað við stórpolitikk at gera, tá Danmark treyðugt vil av við Føroyar? -Tað dugi ikki at síggja hevur nakran týdning. Vit eru sum er eitt lítið land. Hetta hevur so heldur einki við stórpolitikk at gera. Nyrup gevur seg neyvan Nú samráðingar verða aftur hósdagin og við tí kunnleika Erling Olsen hevur til danskan politikk og her ikki minst til sínar egnu parta- menn og har ikki minst Nyrup spurdu vit hann, um møguleiki er fyri, at Nyrup fer at geva seg í samráðing- unum? -Tað trúgvi eg ikki. Í hvussu so er ikki, tá talan er um skiftistíðina uppá fýra ár. Har fer hann at standa fastur. Meg eg trúgvi, at hann fer at royna at finna aðrar loysnir, sum kunnu vera rímuligar og góðar fyri báðar partar. Eg vóni part- arnir koma nærri hvørjum øðrum, men eg beri ótta fyri, at teir ikki gera tað kortini. Hetta er ein prosess, sum tekur nakað av tíð sigur Erling Olsen, sum tó leggur stóra áherðslu á, at hann er farin úr politikki, og tí onga sum helst ávirkan hevur á tann politikkin, sum javnað- arflokkurin og stjórnin reka. -Hetta er borðið hjá Nyr- up, men eg havi eina mein- ing um tingini, og hana havi eg einki ímóti at koma fram við, nú er eri stæddur í Føroyum, tí tað eg sigi, er meint til at vera til felags besta. Gamal í garði Erling Olsen er so heldur ikki nakar tilvildarligur per- sónur í donskum politikki. Hann er gamal í garði ella tað vit plaga at nevna - hann er garvaður politikari og ein av „the grand old men“ á Christiansborg, til hann ikki stillaði uppaftur til seinasta val. Hann er útbúgvin búskap- arfrøðingur og var fyrsti rektari á Lærda Háskúlan- um RUC. Hann kom í fólkatingið í 1964 og sat har nærum uttan íhald til 98. Sjálvur sigur hann seg hava verið fólkatingsmaður í ein heilan mansaldur. Hesa tíð- ina umsat hann tvey ráð- harrastørv. Hann var íbúðar- málaráðharri og løgreglu- Erling Olsen, fyrrv. ráðharri og fólkatingsformaður heldur tað eru so nógvar aðrar leiðir at økja um sjálvstýri føroyinga enn at kvetta á stokkinum, sum landsstýrið leggur upp til. Erling Olsen, danskur politikari í ein mansaldur: Kvetta føroyingar á stokkinum er skiftistíðin uppá fýra ár nóg mikið málaráðharri og hann hevur eisini verið formaður fyri fólkatingið. Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Chris- tiansborg. Hann fekk eisini heitið „Uglin“ fyri sítt góða vit og skil. Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Dan- markar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús. -Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda- húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini. ∆ 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Stórfingið og væleydnað hátíðarhald Viðmerking: TAÐ stóra hátíðarhaldið fyri at 1000 ár eru liðin, síðani Føroyar vóru kristnaðar, eydnaðist væl, og er aftur eitt dømi um, at tað eru grundleggjandi virði, sum binda saman før- oysku tjóðina. TAÐ var sannur hátíðardámur til fagnaðar- guðstænstuna í Havnar Kirkju, har Margreta drotning, Heindrikkur prinsur, danski kirkju- málaráðharrin og norðurlendskir biskuppar vóru til steðar saman við umboðum fyri fleiri kristiligar samkomur og kirkjur.. HETTA er aftur eitt dømi, at vit øll eru runnin av norrønari rót, og at vit enn hava tætt sam- starv og at sambandið enn er gott, hóast vit onkuntíð finnast at íslendingum fyri at reka ov langt vestur á og í tí viðfangi gloyma norrønu rótina, málsliga og mentanarliga. HARAFTURAT skal takast fram, at ment- anarligu tiltøkini eydnaðust væl. Kvøldsetan í Norðurlandahúsinum hvítusunnuaftan vísti, at føroyingar eiga skapandi kreftir bæði til álvara og gaman, og at hesar kreftir væl kunnu samskipast í eitt slíkt føroyskt kvøld við sangi, framførslum og upplestri. Fyrireikararnir komu væl frá tiltakinum og í Útvarpinum tóktsit ljóða, at lagið var gott og fagnaðurin var stórur. TAÐ var eisini ein stór uppliving at hoyra Jesus og Makedonararn í nýggjum sniði - nú gjørt til symfoniorkestur - og við frálíkum føroyskum og útlendskum røddum. Taðer at vóna, at vit kunnu fáa eina slíka upptøku á fløðu, tí hesin tónleikur og sangur smæðist ikki burtur ímill- um tað stóra í hinum Norðurlondunum. At so hátíðarhaldið eisini fekk eina dimensjón upp í við deknaguðstænastuni og drotningar- vitjanini í Fugloy var áhugavert og stuttligt. Tað er jú deknaguðstænastan, sum hevur verið tann fasti tátturin í øllum smáplássunum, og hon eigur av røttum sín lut í kristnu mentan- ini her á landi. Áhugavert var at hoyra og a síggja, hvussu fugloyingar tóku ímóti Margretu drotning. Spell, at tvídrátturin innan føroysku fólka- kirkjuna skuldi kasta ein skugga yvir hátíðar- haldið, men hinvegin kunnu vit nú fegnast um, at meiri enn 800 fók vóru og lýddi á danska biskuppin í Kristianskirkjuni annan hvítusunnudag. Hesa stórhending kunnu vit taka sum prógv um, at vit føroyingar vilja hava eina sanna og fría fólkakirkju, sum fundamental og sjálvrætt- vís hugsan ikki bítur á. Samanumtikið eitt væl eydnað hátíðarhald, sum allir føroyingar kunnu fegnast um. Hyggja vit rundan um okk- um í heiminum, so síggja vit, at allar sjálvstýrisrørslur koma innanífrá. Tað er eitt ynski, sum veksur fram í fólkinum, og hiðani gongur alt stríðið. Og soleiðis átti tað eisini at verið í Føroyum, um rætt varð borið at. Men alt meira bendur á, at avgerðin um føroyskt fullveldi, er løgd í hendurnar á dønum at gera av. Hon er treytað av danskari vælvild og stór- sinni, og teir eiga próvbyrð- una fyri, at tað skal bera til. Hetta er ein sera mannmink- andi støða, tí ein sjálvstýris- rørsla eigur at verða borin uppi av stoltum hugsanum um egnar møguleikar og eg- in evni. Men tað er sam- stundis besta prógvið um, at málið, sum landsstýrið hevur sett sær, er ikki eitt mál, sum fólkið stendur aftanfyri. Fullveldið er ynski hjá einum minniluta, tí var talan um eina fólkasøk, so hevði tað í sjálvum sær givið lands- stýrinum ta neyðugu styrk- ina, sum skal til, at náa mál- inum. Eg havi so mangan sagt, at eg havi stóra virðing fyri teimum føroyingum, sum ynskja loysingina uttan mun til, hvat fylgjan og kostnað- urin verður. Eg eri ikki samdur við teimum, men eg virði teirra støðu. Tað er ein erlig søk, men eg kann als ikki foreina meg við tey full- veldisfólkini, sum ynskja loysingina upp á danska fígging og vælvild, og fáa vit hana ikki, so er tað tí danir eru imperialistar og koloni- harrar o.l. Tað er sum danir siga, „at pynte sig med lånte fjer.“ Men ynski um føroyskt sjálvstýri og ynski um før- oyskt sjálvbjargni kann ger- ast ein fólkasøk, um vit bert gera okkum tann ómak og taka okkum ta tíð, tað tekur at finna fram til hesa semju. Semjan liggur hjá Føroya fólki, og tað er ein politisk uppgáva at dyrka hesa semju fram. Men henda semja eitur hvørki føroyskt fullveldi við danskari vælvild ella før- oyskt fullveldi við donskum smásinni, og henda semja eitur heldur ikki okkurt hiss- ini nýskipanaruppskot, sum bert hevur onkrar smávegis broytingar av verandi heima- stýrislóg. Men henda semja liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýris- ins um fullveldi og uppskot Sambandfloksins til nakrar varligar justeringar av ver- andi skipan. Sjálvandi grundleggjandi broytingar Eg eri ikki ósamdur við Hví- tubók, tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveld- istilgongd. Tað eg her royni at siga er, at eg hóast ikki samdur um fullveldið, so eri eg samdur, at vit mugu fremja hesar grundleggjandi broytingarnar. Tær eru: • Vit mugu fáa sligið fast, at heimildirnar hjá føroysk- um myndugleikum ikki stava frá umboði (delegatión), sum danskir myndugleikar hava givið og kunnu taka aftur. • Vit mugu fáa sligið fast, at løgtingslógir eru á sama rættarstøði sum fólkatings- lógir og ikki kunnu verða trokaðar til viks av fólka- tingslógum. • Vit mugu fáa víðari heim- ildir til at samráðast og at gera sáttmálar við onnur lond enn tær núverandi. Men tað, sum eg samstundis royni at siga er, at ikki er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Vit kunnu fremja áðurnevndu grundleggjandi broytingar í einari nýggjari skipan millum Føroyar og Danmark, sum er innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta kann fremjast við einari Sjálvstýr- islóg. Sjálvstýrislógin ikki eitt alternativ, men loysnin Stjórnin hevur nú meira enn einaferð boðað frá, at hetta við delegatiónina, sum hev- ur verið eitt stríðsmál síðan 1948, kann endaliga fáast upp á pláss í einari nýggjari skipan. Forsætismálaráð- harrin hevur brúkt orðið „u- igenkaldelighed“, sum merkir, at heimildirnar hjá Løgtinginum kunnu ikki tak- ast aftur. V.ø.o. verður Før- oya Løgting hægsti myndug- leiki í øllum málum, sum vit hava yvirtikið. Vit fáa evsta vald á yvirtiknum málum - eingin er yvir Løgtinginum í yvirtiknum málum.Tá vit so samtundis við einari Sjálvtýrislóg fáa tikið allar forðingar burtur fyri, hvørji øki kunnu yvirtakast, er veg- urin greiður til veruligt før- oyskt sjálvstýri og til veruligt føroyskt sjálvbjagni. Tá er avgerðin einsamøll okkara. Hetta er samstundis ein við- urkenning av teimum sjón- armiðum, sum Harhoff, pro- fessari hevur staðið fyri. Treyt nummar tvey síggi eg sum eina beinleiðis fylgja av, at vit fáa treyt nummar eitt upp á pláss. Viðvíkjandi tí triðju treyt- ini, so hevur danska stjórnin eisini meira enn einaferð sagt, at vit føroyingar mugu gerast meira sjónligir á tí utt- anríkispolitiska økinum, og at føroyingar skulu sjálvir taka avgerðir og føra sam- ráðingar á teimum økjum, sum hava týdning fyri okk- um. T.v.s. at vit einsamallir føra samráðingar og gera av- talur á t.d. økjum sum fiski- vinnu, handil, mentan og umhvørvi. Eisini hevur danska stjórn- in boðað frá, at um vit nú gera eina nýggja skipan ella eina nýggja Sjálvstýrislóg millum Føroyar og Dan- mark, so skal henda fráboð- ast altjóða samfelagnum, so- leiðis at umheimurin veit, hvør skipan er galdandi mill- um hesi bæði londini. Lat okkum gera sjálvstýr- ismálið føroyskt Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara upp- skot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur eitt alternativ til ætlan landsstýrisns um eitt fullveldi, men hetta er loysn- in til veruligan føroyskan sjálvstýrispolitikk, sum kann fáa breiða undirtøku millum manna. Við einari slíkari gongd verður tað føroyingar sjálv- ir, sum gera av, hvussu skjótt sjálvstýristilgongdin skal ganga. Hetta kann alt gerast í takt við okkara fíggjarligu og umsitingarligu førleikar. Tá verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur, har vit føroy- ingar hava fult tamarhald á gongdini. Gongdin, sum nú liggur í kortinum hjá landsstýrinum, hvílir á danskan vælvilja. Enntá er man farin so langt, at landsstýrið nú sigur, at próvbyrðan fyri tí sjálvber- andi búskapinum er donsk. Danir skulu prógva yvir fyri okkum, at avtalaða skiftis- tíðin er grundarlag fyri ein- um føroyskum búskapi. Danir eiga seinasta orðið um føroyskt fullveldi. Lat okkum fáa sjálvstýr- ismálið aftur á føroyskar hendur - lat okkum fremja ta loysn, sum júst passar til okkara viðurskifti. Jóannnes Eidesgaard Sjálvstýrislógin er ikki alternativið - hon er loysnin Eg havi roykt í 20 ár. Er ikki longu ov seint? Nei! Tey góðu tíðindini eru, at tað er ongantíð ov seint at gevast. Tú skerjir vandan fyri sjúkum, ið stand- ast av tubbaki, næstan alt fyri eitt, tú heldur uppat at roykja, sjálvandi er betri, skjótari tú gevast. Eftir: tjúgu minuttum tekur nøgdin av tubbakseitri at minka og blóðtrýstið, hjartaslátturin og pulsurin verða aftur sum tey eiga at vera. Hetta ger, at vandin fyri hjartaslagi minkar tólv tímum – nøgdin av kol- súrevni í blóðinum minkar og nøgdin av súrevni økist einum mánaði fert tú at duga betur at meta um, hvussu okkurt angar og smakkar. Lungnapípurnar verða smidl- igari, so tað verður lættari hjá tær at draga andan. Kropp- urin hevur stríðst við at end- urbøta nervalagið. Tú fert kanska at varnast, at tú orkar meira tveimum til trimum mánað- um fært tú kanska 30% av lungnavirki aftur. Tú fert at orka meira og føla, at tú fært gjørt fleiri kropsvenjingar. seks til níggju mánaðum – útlitini til at tú fært lungna- sjúku eru minni, tí kyknur- nar, sum klæða lunguni, nú aftur verða so sum tær skulu vera og gera sítt til, at lung- uni hjá tær eru rein og heilsu- góð einum ári – vandin fyri, at tú fært hjartasjúku er skorin nið- ur í helvt, tú hevur eisini skert vandan fyri striki, lungna- sjúku og fleiri sløgum av krabbameini, teirra millum lungna-, hálsa- (lívmóður- hálsa-), bløðru- og nýra- krabba og krabba í brisi, barkakýla og vælindi fimm árum – vandin fyri at tú fært lungnakrabba er um- leið helvtina av vandanum hjá honum, ið roykir ein pakka um dagin tíggju árum – vandin fyri at tú fært lungnakrabba er næst- an líka lítil sum hjá einum, ið ikki roykir! Frískar kyknur eru komnar í staðin fyri tær kyknurnar, ið koma áðrenn krabbameinskyknurnar koma. Tikið úr »Tá ið síðsta siga- rettin er roykt«, Amerikanska tubbaksráðið. 1995, 1996. Gevst tú at roykja, skerjir tú eisini vandan fyri at tey, sum eru uttan um teg og anda roykin frá tær niður í seg, verða sjúk. Næstu ferð: Vandin við at vera passivur roykjari. »Hví tað loysir seg at gevast« Sjálvstýrisrørslan - ein fólkasøk