Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 ÁKI BERTHOLDSEN – Hetta er undir alt lágmark. Hendan lemjandi dóm hevur Føroya Handverks- meistarafelag nú felt yvir leiðsluna í partafelagnum Vágatunlinum. Tað er í sambandi við, at arbeiðið uppá vegirnar til undirsjóvartunnilin varð boðið út, at Føroya Hand- verksmeiarafelag fellur so harðan kritik yvir leiðsluna fyri P/F Vágatunnilin. Arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við vágatunnilin varð boðið út í innbodnari lisitatión, har sjey feløg vórðu boðin við. Tá ið tilboðini vórðu latin upp, hevði Byggitek lægsta tilboð. Men kortini hevur nevnd- in fyri P/f Vágatunlinum gjørt av at samráðast við J&K Petersen, sum hevði næstlægsta tilboð um at gera arbeiðið. Vágatunnilin sigur, at út- frá eini heildarmeting er tað tilboðið hjá J&K Petersen, sum gagnar Vágatunlinum best. Eitt nú sigur Vágatunnil- in, at J&K Petersen hevur latið eitt fast tilboð, men tað hevur Byggitek ikki. Tí hevur leiðslan í Vága- tunlinum mett, at tað er rætt at leggja 5% afturat tilboð- num hjá Byggitek fyri eyka- arbeiði, sum altíð stendst av eini slíkari bygging. Aðrar orsøkir vóru eisini til, at Vágatunnilin saman- umtikið metti, at tilboðið hjá J&K Petersen var betri, Eitt nú varð sagt, at Byggitek ikki var so sterkt fíggjarliga. Undir lagt lágmark Framferðin hjá leiðsluni fyri Vágatunnilin hevur vakt miklan ans í byggivinnuni. Og í fyrstu syftu gjørdi Føroya Handverksmeistara- felag av at boykotta Vága- tunnilin. Tað varð gjørt við at nokta limum sínum at sam- ráðast við tunnilsfelagið um nakað sum helst arbeiði. Síðani hevur Føroya Handverksmeistarafelag fingið eina frágreiðing frá leiðsluni í P/F Vágatunlin- um, og tað fekk meistar- arnar at ógilda boykottið. Men Meistararnir gera samstundis greitt, at teir framvegis ætla sær at kanna, um alt er rætt farið fram. Og koma teir eftir, at okk- urt er at finnast at, fara teir helst at taka málið upp aftur. Og í eini formligari frá- boðan í kvøld, boðar Før- oya Handverksmeistarafel- ag so frá, at tað má stað- festa, at framferðin hjá P/F Vágatunlinum hevur verið undir alt lágmark í sam- bandi við viðgerðina av teimum tilboðum, sum komu inn uppá arbeiðið at gera vegir, brúgv og annað í sambandi við tunnilin. –P/F Vágatunnilin hevur bjóðað sjey fyritøkum at geva tilboð uppá vegir, brúgv o.a. til Vágatunnilin, sigur Føroya Handverks- meistarafelag. – Tá ið so tilboðini koma inn, er tað vanliga tilboðið hjá tí eina byggifelagnum 2,4 milliónir lægri enn tað næstlægsta tilboðið. Á tí alternativa tilboð- num, sum Vágatunnilin ar- beiðir við, er munurin 1,6 millión. – Landsverkfrøðingurin, sum hevur 50 ára royndir á hesum øki, og hevur verið nevndur sum serfrøðingur, mælir til at byggifelagið við tí lægsta tilboðnum fær ar- beiðið. – Men P/F Vágatunnilin fer uttanum ráðgevingina og fer í samráðingar við ein annan tilboðsgevara enn tann, sum ráðgevarin mælti til. Fyri at rættvísgera seg sjálvan, kemur P/F Vága- tunnilin við ivasomum útal- ilsum, sum skaða fyritøk- una, teir sjálvir hava biðið um at geva tilboð, og, sum er 1,6 millión bíligast, sam- bært tilboðunum. Við at bera seg soleiðis at, kann P/ F Vágatunnilin eisini skaða umdømi hjá hinum byggi- felagnum sigur Handverks- meistarafelagið. Og síðani leggur felagið afturat: –Føroya Handverks- meistarafelag stendur spyrj- andi: Er hetta ein framferð- arháttur, sum vit kunnu vænta okkum í framtíðini? – Føroya Handverks- meistarafelag vendir sær frá slíkari framferð. Eisini vóna vit, at politiska skipanin ger tað sama og rættir tað, sum møguliga er skeivt, sigur felagið. Undir alt lágmark –Vit venda okkum frá slíkari framferð, sigur Føroya Handverksmeistarafelag um framferðina hjá leiðsluni fyri P/F Vágatunlinum Stevna Vágatunnilin eftir milliónum í endurgjaldi – Fáa vit ikki arbeiðið at gera vegirnar til Vágatunnilin, er tað heilt greitt, at vit fara at stevna eftir endurgjaldi, sigur Tummas Sørensen, stjóri í Byggitek ÁKI BERTHOLDSEN –Fáa vit ikki arbeiðið at gera vegirnar til Vágatunn- ilin, er tað sjálvsagt, at vit fara at krevja endurgjald. Tummas Sørensen, stjóri á Byggitek sigur, at tað, sum er farið fram í sambandi við, at arbeiðið uppá at gera vegirnar til Vágatyunnilin, ber brá av einari gølu. –Tá ið tilboðini vórðu lat- in upp, høvdu vit tað lægsta tilboðið og samstundis mæltu báðir ráðgevararnir hjá Vágatunlinum, Lands- verkfrøðingurin og Lands- byggifelagið, til at vit fingu arbeiðið. – Men kortini setir leiðsl- an í P/F Vágatunlinum ráð- gevingina til viks og tekur samráðingar upp við J&K Petersen, sum høvdu næst- lægsta tilboð, um at gera arbeiðið. Tummas Sørensen sigur, at tað, sum fer farið fram, er beint ímóti útbjóðingar- lógini og tað er eisini ímóti teirri siðvenju og teimum føstu mannagongdum, sum eru galdandi á økinum. – Tí gjørdu vit beinan- vegin leiðsluni fyri P/F Vágatunlinum greitt, at vit tóku fyrivarni fyri at reisa endurgjaldskrav, um vit ikki fingu arbeiðið. Og hann leggur afturat, at tað er sjálvsagt, at hetta end- urgjaldskrav verður reist. Hann sigur, at vanliga liggja slík endurgjaldskrøv um eini 15% av tilboðnum. Tilboðið hjá Byggitek var slakar 21,7 milliónir. Sostatt fer endurgjaldskravið til P/ F Vágatunnilin at liggja um 3,2-3,3 milliónir. Men Tummas Sørensen leggur afturat, at tað, sum Vágatunnilin ger, kann eis- ini skaða umdømi hjá Byggitek. – Ein grundgeving fyri at snúgva sær uttanum Byggi- tek, er, at vit skulu ikki vera so sterkir fíggjarliga. –Sagt verður, at J&K Pet- ersen er sterkari fíggjarliga og tað hevur størri tekniska leiðslu og fíggjarliga orku, og tí verður mettur at gera arbeiðið liðugt til tíðina. – Hvør skal siga, at tað hevur Byggitek ikki. Tummas Sørensen sigur, at Byggitek varð framman- undan góðkent at vera ført fyri at gera arbeiðið, tí varð felagið boðið uppí útbjóð- ingina. –Og vit skulu minnast til, at tað er ikki eitt privat felag, sum nú oyðileggur okkum umdømi. Tað eru tær almennu Føroyar. Hetta er rættiliga álvarsligt og tað verður eisini lagt upp fyri tí í einum endurgjaldskravi, sigur Tummas Sørensen. –P/F Vágatunnilin hevur als onki at hava hesar met- ingar í, tí leiðslan har hevur enn ongantíð verið í sam- bandi við okkum um ar- beiðið. –Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur álagt Vágatunlinum at tosa við okkum, men hesin fundurin er nú avlýstur tvær ferðir og óvist er, nær hann verður. Leiðslan í P/F Vágatun- linum hevði tilskilað sær rætt til at velja og vraka ímillum tilboðin? –Hesa tilskilingina hevur leiðslan í P/F Vágatunlinum fullkomiliga misskilt, sigur Tummas Sørensen. Hetta er ein tilskiling, sum ongantíð verður brúkt, uttan so at okkurt heilt serligt tekur seg upp frá tí, at arbeiðið verður boðið út til tilboðini verða latin upp. Og í hesum føri er onki slíkt hent, sum kann rættvísgera, at hendan til- skilingin verður brúkt. Tað er útfrá eini heildar- meting, at leiðslan fyru P/F Vágatunlinum metir, at til- boðið hjá J&K Petersen tænir byggiharranum fræg- ast. Umframt tey fíggjarligu viðurskiftini, hevur Vága- tunnilin gjørt eina uppstill- ing, sum vísir, at saman- umtikið verður tilboðið hjá J&K Petersen 300.000 krónur bíligari enn tað hjá Byggitek. Hettta m.a. tí, at J&K Petersen skal hava giv- ið eitt fast boð, men sam- stundis verða 5% lagt aft- urat tilboðnum hjá Byggi- tek fyri meiri arbeiði ið altíð stendst av slíkum byggiætl- anum. Samstundis verður rokn- að við ymsum avsláttrum. – Eftir lógini um útbjóð- ing, er tað bara lægsta til- boð, sum kann lækka sítt tilboð enn meiri. – Hetta kunnu hinir til- boðsgevararnir ikki gera, sigur Tummas Sørensen. Hann leggur afturat, at hann hevur kortini ikki enn mist vónina um, at P/F Vágatunnilin fer at bera seg at sum einhvør annar byggi- harri og tekur upp samráð- ingar við lægsta tilboð, í- staðin fyri at halda fast um kryptiskar, og kanska ólógl- igar, lækkingar at næst- lægsta tilboði. Les eisini grein aðra- staðni í blaðnum, har Tummas Sørensen greiðir frá gongdini í málinum. Tummas Sørensen hevur ikki mist vónina um, at P/F Vágatunlinum fer at taka samráðingar upp við Byggitek. Fyribils ber hetta brá av eini gølu, sigur hann Framferðin hjá leiðsluni fyri P/F Vágatunlinum í sambandi við útbjóðingini av arbeiðnum at gera vegir til Vágatunnilin, er undir alt lágmark, sigur Føroya Handverksmeistarafelag EYÐUN KLAKSTEIN - Danskir politikarar er firtnir inn á okkum. Teir taka tað sum ein kritikk av teimum og danskari ment- an, at føroyingar ynskja at taka fulla ábyrgd av sær sjálvum. Hetta sigur landsstýris- maðurin í fullveldismálum, Høgni Hoydal, við donsku avísina, Berlingske Tiden- de, í gjár. Hann heldur, at danska forsætismálaráðið til eina og hvørja tíð hevur eina ætl- an klára, sum skal forða fyri at føroyingar fáa sjálvstýrið. - Donsk nationalisma er størsta forðingin fyri einum samráðingarúrsliti. Tí hvat hevði Danmark verið uttan sínar norðuratlantisku ognir. Fornermaðir danir forða fyri sjálvstýri Danskir politikarar meta føroyska ynskið um sjálvstýri sum eitt álop á teir og danska mentan, heldur landsstýrismaðurin í fullveldismálum Tað hevði verið ábyrgdar- leyst av einum donskum forsætisráðharra at fráskriva land- og sjóøki, sum er tríggjar ferðir størri enn Danmark, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin held- ur eisini, at danski forsæt- ismálaráðharrin, Poul Nyr- up Rasmussen, líður undir “personlig forfængelig- hed”, tá tað snýr seg um før- oysk viðurskifti. - Eg veit ikki, um hetta er tengt at bankamálinum, men tað er óheppið, um persón- ligar kenslur skulu vera ein meinbogi fyri samráðingar- nar. Vit eiga at kunna tosa saman sum vaksin fólk, sig- ur Høgni Hoydal við Berl- ingske Tidende. JOHN JOHANNESSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Landsstýrið fer á samráð- ingarfundinum við donsku stjórnina hósdagin at leggja fram nøkur nýggj modell fyri góðari búskaparligari skiftistíð. Hetta ger løgmaður greitt í brævi, hann sendi danska forsætisráðharranum sein- asta fríggjadag. Løgmaður vísir í bræv- inum forsætisráðharranum á, at tað heilt greitt stendur í avtaluni, danska stjórnin gjørdi við landsstýrið í juni 1998, at samráðast skal um eina búskaparliga skiftistíð, ið miðar ímóti at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap. Tí roknar løgmaður við, at partarnir á fundinum hós- dagin fara at samráðast kon- struktivt um at skapa grund- arlag fyri hesum sjálvber- andi føroyska búskapinum. Fyri at hetta skal bera til, fer landsstýrið at leggja nøkur modell fyri stjórnina, ið ikki fyrr hava verið á samráðingarborinum. Bundið seg at samráðast Høgni Hoydal, landsstýris- maður í sjálvstýrismálum, vísir eins og løgmaður á, at danska stjórnin í avtaluni frá 1998 hevur bundið seg til at samráðast um eina góða búskaparliga skiftis- skipan fyri Føroyar. Tí heldur hann tað vera Landsstýrið broytt samráðingarútspælið Fyri at fáa avtalu við donsku stjórnina um góða búskaparliga skiftistíð hevur landsstýrið endurskoðað upprunaliga samráðingarútspælið púra burturvið, um stjórnin á fundinum hósdagin fer at halda fast við, at skiftistíðin ikki verður longur enn fýra ár. Høgni Hoydal heldur, at stjórnin, tá hon heldur fast um skiftistíðina, sýnir, at hon als ikki vil samráðast við føroyingar um at byggja upp ein sjálvberandi før- oyskan búskap. Tískil brýtir stjórnin avtaluna frá 1998, og hetta metir hann vera ógvuliga álvarsamt fyri eitt land, sum Danmark. Landsstýrið fer tískil á fund hósdagin við góðum vónum um at fáa glið á veruligar samráðingar um eina hóskandi skiftistíð. Men kortini væntar lands- stýrið harðar samráðingar. Halda fast um skiftistíðina Hvat innihaldið í nýggju modellunum hjá lands- stýrinum er, hevur ikki bor- ið til at fingið at vita. Men danska stjórnin hevur síðani seinasta samráðingarfundin í forsætismálaráðnum ferð eftir ferð gjørt greitt, at skiftistíðin ikki verður longur enn fýra ár. Hetta hevur órógvað løg- mann, sum í fjølmiðlunum hevur sagt, at hann ikki ætlar sær at skriva út fólka- atlkvøðu um ein sáttmála um at skipa Føroyar sum fullveldi, verður greiða ikki fingin á skiftistíðini. ÁKI BERTHOLDSEN – Vit hava tikið eina avgerð og vit hava ikki broytt tað avgerðina enn. Hørðu atfinningarnr ímóti leiðsluni í P/F Vágatunlin- um fyri at hava tikið sam- ráðingar upp við J&K Pet- ersen um arbeiðið at gera vegirnar til undirsjóvar- tunnilin, hóast Byggitek hevði lægsta boð, hevur hevur ikki fingið byggiharr- an at broyta støðu. Klæmint Weihe, formað- urin í nevndini fyri P/F Vágatunlinum, sigur, at enn er onki komið fram, sum hevur sannført teir í, at teir eru á skeivari kós. Hann sigur, at útfrá eini heildarmeting er tilboðið hjá J&K Petersen tað besta fyri Vágatunnilin. Og enn er onki nýtt kom- ið fram, sum broytir tað. Hann sigur, at hann kann ikki greiða frá smálutum í teirri heildarmetingini, tí tað er at ganga teimum ymsu byggifeløgunum ov nær. –Men tað kunnu vera upplýsingar, sum eru komnr fram, eftir at tilboðini vórðu latin upp, sum hevur sann- ført okkum um, at J&K Pet- ersen hevur tað besta til- boðið samanumtikið. Tað hevur eisini verið ført fram, at í innbodnari útbjóð- ing er tað beinleiðis ólógligt at samráðast við næstlægsta tilboð og at gera tær upp- stillingar og metingar av til- boðunum, sum Vágatunnil- in hevur gjørt í hesum før- um. Eisini hesum vísir Klæm- int Weihe frá sær. – Tað hava vit spurt okk- um fyri hjá sakførara okk- ara, Magnusi Petersen. Og hann metir ikki, at nakað sum helst ólógligt er farið fram. Og eina uppstill- ing yvir tilboðini hava vit sj´lvsagt loyvi at gera Í blaðnum í morgin fara vit at útgreina nærri, hvørji sjónarmið, nevndarformað- urin fyri vágatunlinum, Klæmint Weihe, hevur. Leiðslan fyri P/F Vágatunnilin ikki broytt avgerðina: Hetta er fult lógligt Onki komið fram, sum hevur fingið okkum at broyta støðu, sigur Klæmint Weihe Sakførari okkara metir ikki, at nakað ólógligt er farið fram, sigur Klæmint Weihe