hósdagur 19. mai 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
Sosialurin
Ítróttur
Uni Holm Johannesen
Onga løn og EB/Streymur í
fíggjarligum óføri, skrivaði
Dimmalætting millum annað
fyrr í vikuni og sipaði til, at fót
bóltsfelagið EB/Streymur ikki
hevur goldið sínum spælarum
løn í ár.
– Hatta passar ikki. Dimma
lætting hevur fingið nógv
burtur úr ongum, sigur Rólant
Højsted,
formaður
í
EB/
Streymi, sum vísir aftur skuld
setingunum um, at felagið er í
fíggjarligum óføri. Allir spælar
arnir hava ikki fingið sína løn,
men tað er ikki soleiðis, at
vandi er á ferð.
Spurdur um lønarviður
skiftini,
ásannar
Rólant
Højsted, at summir spælarar
ikki hava fingið alt útgoldið, tí
felagið hevur lítla og onga inn
tøku hesa tíðina.
– Men tað er ikki óvanligt,
og soleiðis hevur eisini verið
undanfarnu árini. Millum ann
að fáa vit pengarnar frá altjóða
luttøkuni í fjør á kontuna í
summar. Tað er ein sannroynd,
at tað er tungt og strævið at
reka eitt fótbóltsfelag. Tað vita
spælararnir av. Teir vita eisini,
at allir spælararnir fáa sínar
pengar í summar, sigur for
maðurin.
Dimma undrast
Blaðstjórin á Dimmalætting,
Árni
Gregersen,
sigur
við
heimasíðuna hjá Norðlýsinum,
at hann ikki ordiliga skilir,
hvussu Rólant Højsted nú skal
siga seg avsanna nakað, sum
hevur staðið í Dimmalætting,
tí tvørturímóti váttar hann tað,
blaðið skrivaði:
– Vit royndu fleiri ferðir at
fáa fatur á formanninum í EB/
Streymi, men hesin vildi ikki
taka telefonina. Vit ringdu
enntá til næstformannin fyri
at fáa vátta, at tað vóru røttu
telefonnummur, vit ringdu til,
sigur blaðstjórin, ið ikki dugir
at síggja, at formaðurin í EB/
Streymi avsannar nakað.
– Í veruleikanum váttar
hann, at felagið skyldar spæl
arum løn, men sigur sam
stundis, at teir skulu fáa løn
seinni í árinum.
uni@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Tá B68 sunnudagin á Toftum vann
1-0 á EB/Streymi og 07 Vestur
mánakvøldið í Fuglafirði vann 2-1 á
ÍF, vóru hetta nokk ikki akkurát tey
úrslitini, tey flestu høvdu roknað
við. Hetta vóru í báðum førum
dystir í Vodafonedeildini, sum
góvu trý týdningarmikil stig, men
samstundis vóru hetta aðalroyndir
undan fyrru hálvfinalunum í kapp
ingini um Løgmanssteypið, sum
verða í kvøld.
Og hálvfinalurnar bjóða júst
somu dystir, tí klokkan 18.30 byrj
ar dysturin í Fuglafirði millum ÍF
og 07 Vestur, og klokkan 19 spæla
B68 og EB/Streymur á Toftum. So
er spurningurin, um úrslitini verða
tey somu, sum í landskappingar
dystunum, ella um tey bæði liðini,
tey flestu rokna sum favorittar, fara
at standa seg betur í kvøld.
At ÍF tveir heimadystir á rað
hevur tapt fyri teimum báðum
lægstu liðunum í Vodafonedeildini,
er sjálvandi ikki gott, men hinvegin
er liðið hjá 07 Vestur er kanska ikki
so vánaligt, sum plássið á stiga
talvuni sigur. Tí verður tað annað
hvørt greiður ÍF-sigur ella ein
javnur og opin dystur.
Hóast EB/Streymur við sínum
drúgvu steyparoyndum má sigast
at vera favorittur á Svangaskarði
í kvøld, er B68-liðið við at fóta sær
av álvara. Og havandi í huga, at B68
saktans kundi vunnið nógv meira
enn bara 1-0 sunnudagin, má rokn
ast við einum púra opnum dysti,
har alt kann henda.
Seinnu hálvfinalurnar verða
spældar týsdagin 14.juni, og sjálv
finalan í kappingini um Løgmans
steypið verður í Klaksvík fríggja
dagin 5. august.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Av teimum fimm dystunum í
níggjunda umfarinum, sum sam
stundis endar fyrsta triðingin av
landskappingini, er tað dysturin
við Løkin í Runavík, ið er nógv
tann mest áhugaverdi. Har tekur
NSÍ ímóti B36, og tá hetta eru tey
bæði fremstu liðini, er hetta fyrsti
veruligi toppdysturin í ár.
Samstundis er hetta ein uppgerð
millum besta álop og bestu verju,
tí NSÍ hevur skotið ikki færri enn
25 mál í teimum átta undanfarnu
dystunum og hevur +16 í málúrtøku,
meðan B36 í líka nógvum dystum
bara seks ferðir hevur latið bóltin
fara í egið mál.
Alt skuldi talað fyri einum veru
ligum brakdysti millum hesi bæði
liðini, tí við til søguna hoyrir eisini,
at B36 hevur næstbesta álopið og
NSÍ eina av bestu verjunum. Verður
ein vinnari í hesum dystinum, er
tað liðið samstundis eisini vinnari
av fyrsta triðinginum, men endar
dysturin við javnleiki, kann Víking
ur smoyggja sær framum, um liðið
vinnur sín dyst mánakvøldið.
Hinir dystirnir
Gamli klassikarin í Gundadali mill
um HB og KÍ er ein skuggi av sær
sjálvum, tí liðini berjast um miðjuna
á stigatalvuni, nú HB er komið illa
frá byrjan og KÍ steðgað upp eftir
framúr góða byrjan.
Í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti
B68. Liðini hava bæði átta stig í part,
men annars eru 15 mál ímillum tey,
tí 07 Vestur hevur so vánaliga mál
úrtøku. So fæst at síggja, hvør mun
urin er á vøllinum.
Munur skuldi í øllum førum verið
á liðunum, ið spæla við Margáir, tí
hóast tað ikki hevur gingist eftir
vild hjá EB/Streymi, hevur liðið 10
stig fleiri enn B71, sum bara hevur
trý stig á sínum aftasta plássi. Tey
komu á útivølli, men verða neyvan
tvífaldað sunnudagin…
Síðsti dysturin er mánakvøldið,
tá Víkingur og ÍF spæla grannadyst í
Sarpugerði við ymiskum fortreytum,
tí Víkingur liggur framvið heilt har
frammi, meðan ÍF er beint oman
fyri niðurflytingarstrikuna.
hilmarjan@sosialurin.fo
EB/Streymur
avsannar alt
Fótbóltur Hóast Dimmalætting
skrivar, at EB/Streymur
er í fíggjarligum óføri og
spælarar ikki fáa løn, avsannar
formaðurin í felagnum alt
Má bera ella bresta
Løgmanssteypið Favorittarnir fullu, tá hálvfinaluliðini
høvdu aðalroyndir sunnudagin og mánakvøldið, so nú
verður spennandi at síggja, hvat hendir í kvøld
Besta álop og besta verja
Fótbóltur Fyrsti veruligi toppdysturin hetta
kappingarárið verður í Runavík sunnudagin, tá NSÍ við
besta álopinum tekur ímóti B36 við bestu verjuni
HITTAST AFTUR
Enn eina ferð tekur B68 ímóti EB/Streymi á Svangaskarði, men í kvøld er tað í fyrru
hálvfinalu í steypakappingini. Hin hálvfinalan er í Fuglafirði millum ÍF og 07 Vestur
Mynd: Sofus D. Johannesen
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 B36
8
5
3
0
18
6
+12
18
2 NSÍ
8
5
2
1
25
9
+16
17
3 Víkingur
8
5
2
1
17
8
+9
17
4 EB/Streymur
8
4
1
3
13
8
+5
13
5 KÍ
8
3
1
4
14
11
+3
10
6 HB
8
3
1
4
13
13
0
10
7 B68
8
2
2
4
13
12
+1
8
8 ÍF
8
2
2
4
11
14
-3
8
9 07 Vestur
8
2
2
4
8
24
-16
8
10 B71
8
1
0
7
5
32
-27
3
Føroyska Vodafonedeildin
Løgmanssteypið
19/05 18.30
ÍF-07 Vestur
19/05 19.00
B68-EB/Streymur
Vodafonedeildin
22/05 15.00
NSÍ-B36
22/05 15.00
07 Vestur-B68
22/05 15.00
EB/Streymur-B71
22/05 15.00
HB-KÍ
23/05 19.00
Víkingur-ÍF
1. deild menn
21/05 13.00
07 Vestur II-HB II
21/05 15.00
TB-NSÍ II
21/05 15.00
FC Hoyvík-EB/Str. II
21/05 15.30
Víkingur II-AB
21/05 17.00
Skála-FC Suðuroy
1. deild kvinnur
22/05 13.00
KÍ-AB
22/05 15.00
Skála-B36
22/05 17.15
HB-Víkingur
Dystir um vikuskiftið: