Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 18 Sosialurin Kjak Majbritt Pauladóttir Fyrsta síða á Sosialinum fríggjadag 13/5 "Tað er gott og behagiligt at verða kendur, og eg verði ikki bukaður av nøkrum. Eg kann anbefala øllum at blíva kend, sigur danski sjón­ varpsverturin Anders Lund Madsen." Eg gjørdist ikki sørt bilsin, tá ið eg á netinum varnaðist, hvat Sosialurin fríggjadagin í farnu viku hevði funnið sum týdningarmestu tíðindi at bera føroyingum fyri viku­ skiftið.  Á netsíðuni “Føroysk rættstaving” (kjakbólkur á Facebook við einum 800 limu­m) kom lívligt kjak í gongd.   Kjakið hevur snúð seg um hesi viðurskifti:   a) Hvat at lægsta mark hjá fjøl­miðlunum fyri, hvat teir kunnu bjóða lesarum sínum viðvíkjandi innihaldinum, og b) Hvar er lægsta mark fyri, hvussu vánaligur mál­ burðurin kann gerast, og grein­in sleppur framvegis ígjøg­num? Hetta mugu vera týð­andi spurningar fyri týdningar­ mestu dagbløð okkara, tí fram­vegis munnu vera nógv­ ir føroyingar, sum ikki lata sær bjóða, hvat sum helst frá hesum bløðum.   Í kjakinum um málsligu síðuna undrast eitt av  kjak­ fólk­unum, um eingin orðabók man vera til á Sosialinum.  Ein annar heldur fyri, at summi blaðfólk eru fullkomiliga líka­sæl.  Vánaligur málburður og skeiv stavseting til Føroya fólk er meira reglan enn und­ an­takið.  Spurt verður eisini, hvat miðlafólkini billa sær inn?  Hildið verður fram, um miðla­fólk ikki vita, hvussu skaði­ligt tað er fyri máls­ ligu menn­ingina, at ung og børn lesa beinleiðis skeivt føroyskt?   Afturat verður spurt, hvussu børn og ung skulu læra at skriva og mál­ bera seg á góðum før­oysk­ um, tá ið tey dagliga síggja so vánaligan tekst í fjøl­miðl­ un­um?  Og uppaftur verður sagt, at allir miðlar áttu at havt rættlesara.  Tað átti at verið kravt, at blaðfólk løgdu dentin á at málbera seg væl og skriva rætt! Sagt verður ofta, at til at gerast gott fjølmiðlafólk má ein kunna meira enn bara at skriva rætt.  Hetta er satt, eingin sigur tí ímóti.   Men tað kann ikki sigast, at blað­ fólkið dugir at siga frá á før­ oyskum, tá ið málburðurin er óføroyskur og stavingin av lagi vánalig.  Eitt annað er, at tað munnu vera fleiri lesarar, enn bara eg, sum vænta sær meiri av landsins fremstu dagbløðum, enn lætti­soppa­ søgur á fyrstu síðu um full­ komi­liga óáhugaverdan mann, hansara fjákutu hugs­anir um lættisoppalív sítt og nær “hann er kedd­ ur!  “Tíðindi” av hesum slag­ num hava einki at gera í dygd­ar­góðum dag­blaði, og als ikki á fremstu síðu.   Eg haldi tað vera við­kom­andi spurn­ing, hvussu langt dag­ bløðini skulu smokka niður mentanarliga og málsliga, áðrenn nakar talar at? Annars hoyra vit ofta tos um, at dagligt málbrúk má meira fram í skrivligum tilfari, tí at “tað er livandi mál”.  Alt gott um dagliga málið og “túnatosið”.   Men vit skulu hava í huga, at  okkum tørvar at duga onnur kynstur enn bara dagliga túnatosið.   Og skulu vit læra fjølbroyttan málburð, tørvar okkum at síggja ymist mál í skrivligum tilfari.   Uni Arge plagar at skriva beinrakið um ymist mál til ymisk endamál.   Eg vil leggja afturat, at eru vit komin hagar, at tað nú BARA er “túnatosastílurin”, sum verður roknaður sum "liv­andi mál", so hava vit gjørt málinum ógvisliga ill­ gerð.  Ikki tí, at tað er nakað ringt í "túna­tosinum", men tí at tað hóskar ikki undir øllum umstøðum.  Skal mál okkara liva í framtíðini, og skal fjøl­ broytni verða varðveitt, mugu vit eisini duga bók­menta­mál, yrkingamál, skald­søgumál og duga at siga frá fynd­uga og beinrakið.   Og duga vit ikki munirnar, verður fjøl­ broytnið burtur í málinum, og okkum hevur eydnast at gera enda á vakra móðurmáli okkara – við vilja! Av nevndu grein skilir ein, at blaðmaðurin hevur tikið upp samrøðu á ljóðfílu, sum sjálvandi er á donskum, tí at viðtalsevnið er dani.   Síðan er teksturin klóraður niður orð fyri orð til eitthvørt, sum tykist hava føroyskan ham.  Sum altíð skal alt verða liðugt, áðrenn sett er á.  Tí er arbeiðið gjørt uttan tað atlit, at føroyskt og danskt eru ikki sama mál.  Hegni og skynsemi áttu at verið grundleggjandi í øllum yrkjum, eisini hjá miðlafólkum.  At fólk við av­ markaðum royndum duga ikki at síggja sjálv, at arbeiðið er vánaligt, er so eitt.  Men at leiðslan megnar ikki at taka sær um reiggj, tá ið øll mørk eru farin, tað er nakað heilt annað.  Á ein ella annan hátt eigur at verða sílað, so at lesaranum verður ikki boðið hvat sum helst. Viðmerkingar frá Kommunu­ samskipan Føroya til “inn­bjóðing” frá Føroya Pedagogfelag Í almennum skrivi frá Før­ oya Pedagogfelag 16. mai verða kommunu- og lands­ politikarar bodnir á fund hjá felagnum. Á skránni er fram­løga av trivn-aðar­ kanning, sum Føroya Peda­ gog­felag hevur latið gjørt millum starvsfólk á dag­ stovnaøkinum. Men hetta er vorðið sum inn­bjóð­ing, tí størsti parturin av inn­bjóð­ ingini snýr seg um at niður­ gera og ákæra kommunurnar fyri líkt og ólíkt. Tað er ikki hissini ummæli, ið kommunurnar fáa í tíð­ indaskrivi, sum nevndin í Før­ oya Pedagogfelag hevur sent fjølmiðlunum í gjár, 16. mai 2011. Sambært skrivinum hava kommunurnar ongar polit­ iskar visjónir fyri dag­stovna­ økið annað enn at spara pening. Politiski áhugin fyri hesum øki er so at siga ongin, sigur Pedagogfelagið Víðari sigur Føroya Peda­ gogfelag, at einasta orsøkin til, at kommunurnar hava dag­ stovnar, er fyri at geva børn­um eitt uppihaldsstað, soleiðis at foreldur sleppa til arbeiðis og kunnu lata skatta­krónurnar renna niður í kommunu­kass­ arnar. Føroya Pedagogfelag ákærir harumframt kommunurnar fyri at sleppa børnum við ser­ ligum tørvi upp á fjall og pá­ stendur, at fíggjarliga trongdar kommunur siga seg ikki hava børn við serligum tørvi, ella, við øðrum orðum, í hesum kommununum fáa børn við serligum tørvi onga hjálp. Felagið ákærir eisini komm­unurnar fyri at steðga øllum menn­ingar­arbeiði á dag­stovna­økinum fyri síðani at enda við at siga, at trupul­ leikin í síðsta enda snýr seg um mangl­andi normering á dag­stovnaøkinum. Hetta óhóskandi og líka so óskiljandi álop frá nevndini í Føroya Pedgogfelag endar við, at allir kommunupolitikarar verða bjóðaðir til framløgu av trivnaðarkanning millum starvsfólk á dagstovnaøkinum. Vorðið sum innbjóðing. Kommunurnar hava ment dagstovnaøkið Kommunurnar hava, síð­ ani tær í 2000 yvirtóku dag­stovna­økið, staðið fyri fram­burði og eini menning, sum neyv­an er sædd innan nakað ann­að økið í Føroyum nakran­tíð. Kommunurnar hava brúkt 100 tals milliónir til rakstur og nýíløgur á økinum. Kommunurnar stríðast hvønn einasta dag fyri at fáa starv­s­fólki, børnum og for­ eldrum teirra so nøktandi um­ støður sum møguligt. Hetta er skylda kommun­ anna, og hesa skyldu hava kommunurnar higartil livað upp til. Gaman í kann eitt øki altíð gerast betri, og økið er eisini í støðugari menning, og henda menning hevur eisini hægstu raðfesting í komm­ ununum. Gjald og vald mugu sjálvandi fylgjast Tað, sum kommunurnar í sein­astuni hava funnist at, er, at ymisk arbeiði verða gjørd ella sett í gongd viðvíkjandi dagstovnaøkinum, uttan at kommunurnar á nøktandi hátt eru tiknar við frá byrj­ an. Veruleikin er, at komm­ un­urnar hava ábyrgdina av dagstovnaøkinum – ikki bert fíggjarliga, so sum Peda­gog­ felagið førir fram – men so sanniliga bæði innihaldsliga og fyrisitingarliga. Føroya Pedagogfelag ákærir kommunurnar fyri at steðga øllum menningararbeiði við fráboðanini um, at “vit gjalda og tí skulu vit eisini valda”. Hetta átti at verið ein grund­ leggjandi og sjálvsøgd megin­ regla, sum eigur av verða vird av øllum pørtum, hóast aðrir partar tykjast at vilja broyta hetta til, “at kommunurnar skulu gjalda, men onnur skulu valda”. Bróta vit við hesa megin­ reglu, sum øll kommunuálit higartil hava lagt upp til, og sum útveitingin av uppgávum frá landi til kommunur eisini grundleggjandi byggir á, so fer hetta at hava við sær fíggj­ arligan undirgang fyri komm­ unurnar. At vald og gjald fylgj­ ast, er sjálvsagt. Trivnaðarkanningin? Føroya Pedagogfelag hevur latið gjørt eina trivnaðar­ kann­ing fyri starvsfólkið á dagstovnaøkinum. Burtur úr hesi rúgvismiklu kanning hevur Pedagogfelagið valt at taka eittans punkt út, nevniliga at tað eru 61% av starvsfólkunum, sum ikki, ella í ov lítlan mun kenna seg virðismett av politisku skipanini. Hetta er harmiligt og er ein trupulleiki, sum kommunur eiga at taka í álvara. At nevndin í Føroya Peda­ gogfelag bert nevnir hetta burt­ur úr eini kanning á 82 blað­síður, fyri síðani at nýta hetta sum grundarlag fyri nega­tivu umrøðuni av komm­ununum, sigur meira um nevndina í Føroya Peda­ gog­felag og hugburðin til konstruktivt at menna dag­ stovnaøkið, enn tað sigur um hesa annars áhugaverdu kanning. Í høvuðsniðurstøðuni av trivnaðarkanningini stendur millum annað: “Kanningin bendir á, at tey, sum starvast á dagstovnum í Føroyum, sum heild trívast í teirra arbeiði. Somuleiðis vísir kanningin, at ein stórur meiriluti heldur, at samsvar er ímillum tað, ið eyðkennir eitt gott starv, og starvið, ið tey hava í løtuni.” (s.68 Arbeiðsrit nr. 26/2010, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning). Heildarmyndin er góð, men kanningin vísir á bæði á negativ og positiv viðurskifti á dagstovna­økinum, á sama hátt sum tær kanningar, sum fleiri av stóru kommunum eisini hava latið gjørt, vísa. Hesar ábendingar taka komm­unurnar í álvara, og ar­ beiða dagliga við víðari menn­ ing av økinum. Manglandi virðing At starvsfólk á dagstovna­ økinum ikki kenna seg virðis­ mett er ein trupulleiki, ið sjálvandi skal takast í álvara, men tað er ein stór mis- skiljing, um nevndin í Føroya Pedagogfelag heldur, at málið verður loyst við tí framferð og orðalagi, sum felagið vísir í nevnda, almenna skrivi sínum. Fyri at siga sum er, so er tað hugstoytt at fáa eina almenna innbjóðing, ið er so negativ og generaliserandi, og vil eg tí heita á nevndina í Føroya Pedagogfelagið at um­hugsa ein betur hóskandi framferðarhátt í almenna rúm­inum, tá ið felagið alment býður teimum fólkavaldu og fólki annars til fundar. Hetta hevði í øllum før­ um bøtt um virðingina fyri nevndini í Føroya Pedagog­ felag, samstundis sum for­ treyt­irnar fyri einum góðum samstarvi um at bøta um tað, sum tørvar, vórðu munandi betri. Gunvá við Keldu Forkvinna Kommunusamskipan Føroya