mánadagur 23. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Sjóverjuskipini Hvidbjørnen
og Brimil halda fram í allan
dag at leita í Hestfirði, Vest
mannasundi og Vágahavi
num eftir horvnu monnun
um, og gevur dagurin í dag
einki, verður neyvan hildið
fram við skipaðu leitingini.
Harfyri verður málið ikki
lagt til viks, og kemur okkurt
fram, verður hildið fram í
morgin, sigur Robert Olsen,
stjóri á Sjóbjargingarstøðini
MRCC.
Hann sigur, at økið er ikki
so stórt, og har varð so væl
leitað, at neyvan er nakað at
finna á sjónum.
Tórshavnar
sløkkilið
og
Eiðis
Bjargingarfelag
bjóðaðu sær til at fara við
smábátum fram við Streym
oyarlandinum, Hesti, Koltri
og Vágalandinum. Sjóverju
skipini hava eisini smábátar,
sum kunnu setast út.
- Vit hava eisini heitt á
smábátar, sum fara gjøgnum
økið, um at hava eyguni opin,
sigur Robert Olsen.
Sunnudagurin
Í gjár var leitingin umfatandi,
og frágreiðingin hjá MRCC
lýsir dagsins gongd:
Sunnumorgun
klokkan
05.43 fekk MRCC boð frá
politinum, at ein bátur við
fimm persónum umborð var
við at søkka ella var sokkin
út fyri Glyvursnesi ella Hest
oy.
Veðrið var hampiligt, sýn
ið vánaligt.
Brimil, Ziska, Lív, Hvid
bjørnen og tyrlan vórðu
tilkallað beinanvegin. Hvid
bjørnen
og
Ziska
vóru
í Vestmanna, Lív var í
Tórshavn, og Brimil var vest
an fyri Hestoy.
Brimil byrjaði leitingina
sunnan fyri Hestoy, Ziska og
Hvidbjørnen fóru úr Vestman
na, og Lív fór fram við landi
num úr Tórshavn.
Klokkan 06.28 sær Lív tveir
mans á landi millum Velba
stað og Syðradal.
Klokkan 06.44 boðar tyrlan
frá, at teir tveir menninir vóru
umborð á tyrluni, og at annar
av teimum var sera illa fyri,
og at teir fara á Landssjúkra
húsið við teimum.
Tað vóru fleiri bátar í øki
num, sum vóru við til at leita.
Klokkan 07.21 boðar Ziska
frá, at teir hava funnið ein
mann í sjónum norðan fyri
Koltur.
Klokkan 07.34 hevði tyrlan
tikið mannin upp og sett hann
umborð á Brimil. Tann bjarg
aði maðurin kundi siga frá, at
teir sigldu á okkurt 50 til 100
metur frá landi. Báturin sakk
sera skjótt.
Fleiri bátar meldaðu til
í leitingina. Tornado fór úr
Tórshavn at leita, og aðrir bát
ar sum komu úr Vestmanna
vóru við í leitingini.
Eiðis Bjargingarfelag boð
aði frá, at teir fóru at leita
fram við landi millum Velba
stað og Syðradal, og Vága
bjargingarfelag fór at leita við
Vágalandinum í Oknadali.
Hóast hesa umfatandi
leitingina eru framvegis tveir
mans saknaðir.
Eftirleita í dag
Alt økið, har vanlukkan hendi, varð væl og virðiliga kannað
sunnudagin, og í dag sigla smábátar fram við landi og leita
Randi Jacobsen
Vanlukkan hendi eftir lítl
ari løtu.
Ringt varð til alarm
sentralin, og meðan mað
urin tosaði í telefonini,
sakk báturin.
Hví báturin sakk, er
framvegis ógreitt. Báturin
er ikki afturfunnin.
Ein av teimum trimum
bjargaðu monnunum hev
ur greitt frá, at báturin
rendi á okkurt, men politi
ið veit ikki, um tað var ein
rekið ella kanska ein fles.
Tveir av monnunum
svumu sjálvir til lands.
Annar var í bjargingar
vesti, hin helt sær uppi
við eini boyu.
Triði maðurin var í
drakt og í vesti. Hann varð
funnin tríggjar fjórðingar
frá vanlukkustaðið.
Vanlukkan hendir út
fyri Lambatanga, norðan
fyri Velbastað.
Sakk eftir
lítlari løtu
Ikki er greitt, hvat glastrevja
báturin, sum sakk sunnu
morgunin í Hestfirði, rendi á