mánadagur 23. mai 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Tað er øgiliga óheppið,
at ætlanin nú er at strika
stuðulin til skipasmíð í Før
oyum.
Tað
heldur
Aðalstein
Anthoniussen á AWI Føroyar,
sum ger smáar bátar til út
róður, alivinnuna og annað.
Hann sipar til at sam
gongan hevur lagt uppskot
fyri løgtingið, har ein partur
er at strika játtanina til
skipasmíð í Føroyum.
Í hesum sambandi ger
AWI Føroyar vart við, at tey
eru í ítøkiligum samráðing
um við eina alifyritøku um at
byggja tveir alibátar í ár fyri
tríggjar milliónir í alt.
Tí heitir AWI á Løgtingið
um ikki at strika alla játtan
ina til stuðul til skipasmíð,
men heldur at minka hana
niður í kr. 240.000 í ár, sum
er 8% av trimum milliónum.
Verri kappingarføri
Aðalstein Anthoniussen sig
ur, at endamálið við stuðuli
num var at javntseta før
oyskar
skipasmiðjur
við
skipasmiðjur uttanlands.
Stuðulin er átta prosent
av byggikostnaðinum.
- Skipasmiðjur í Føroyum
hava serligar útreiðslur til
farmaflutning aftur ímóti
skipasmiðjum
uttanlands
stuðulin var settur í verk fyri
at bøta um okkara kapping
arføri.
Aðalstein Anthoniussen
sigur, at í teimum tilboðum,
tey hava givið, er stuðulin
roknaður upp í og tí er
tað serstakliga óheppið, at
stuðulin verður tikin av nú
í einum høggi, uttan nakra
sum helst freist.
- Fyri landið eru hetta
smápengar,
men
verður
stuðulin tikin av, verður
okkara kappingarførið átta
prosent verri, enn tað hevur
verið og so verður tað tórført
at varðveita skipasmíð, sigur
hann.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Lions klubburin í Suðuroy
fyllir 25 ár í ár og í hesum
sambandi gjørdi klubburin
av at hátíðarhalda dagin við
at lata øllum bygdum og bý
um í oynni gávur.
Gávurnar
fara
til
mentanarlig og almanna
gagnlig endamál og tilsam
ans vórðu 15 gávur fyri einar
300.000 krónum lætnar til
ymisk endamál runt um í
oynni.
Í hesum sambandi fekk
Savnið á Mýri í Hovi 10.000
krónur at gera kjallaran fyri.
Tað sama fekk Grindabáta-
og Bátasavnið í Vági og bygd
arhúsið í Lopra, sum skal
brúka peningin til ábøtur á
oljufýringina. Bygdarfelagið
í Sandvík fekk eisini 10.000
krónur til at gera brúsurúm í
bygdarhúsinum fyri og bygd
arhúsið í Fámjin fekk somu
leiðis 10.000 krónur, sum
skulu brúkast til at keypa
eina neyðtrappu til húsið.
Og at enda fekk eisini Ruth
Smith savnið í Vági 10.000
krónur.
Fornminnisfelegið í Por
keri fekk 15.000 krónur til at
gera gomlu húsini í Eystrum
fyri og somu upphædd fekk
Dansifelagið í Sumba til at
keypa útgerð fyri til at taka
føroyskan dans upp.
Annars
vórðu
50.000
krónur lætnar til ætlaðu
lundina, ætlanin er at gera í
Vági og Fornminnissavnið á
Tvøroyri fekk 70.000 krónur
til ábøtur á Gestastovuna,
sum er elsta húsið á Tvøroyri.
Og í Hvalba vórðu 40.000
krónur lætnar til ætlaða
kolasavnið í bygdini.
Hjartastartarar
Umframt hesar gávurnar, læt
Lions klubburin í Suðuroy
eisini fýra hjartastartarar,
sum skulu hongjast upp á
plássum, har vanliga nógv
fólk savnast. Hesar gávurnar
hava eisini kommunurnar í
Hvalba, Tvøroyri og Porkeri,
umframt at Suðuroyar Spari
kassi, BankNordik, Lív og
Trygd, eisini stuðla.
Hjartastartararnir verða
hongdir upp í Roynhøllini,
Ítróttarhøllini í Trongisvági,
í Skúladeplinum í Suðuroy
og í ítróttarhøllini í Vági.
Tað patenta við hjarta
startarum av hesum slagi, er,
at teir so lættir at
brúka, at øll kunnu læra
tað.
Men seinni í ár fer Lions
í Suðuroy eisini at skipa fyri
skeiði í at brúka teir.
Óheppið at stuðulin verður strikaður
Suðuroyingar fingu gávur
fyri 300.000 krónur
GÁVUREGN Fríggjadagin var Lions klubburin í Suðuroy á rundferð í
oynni við 15 gávum til almannagagnlig og mentanarlig endamál
GÁVUR
Dýra Biðidag koyri Lions
Klubburin runt í Suðuroy
við gávum til mentanarlig
og almannagagnlig
endamál. Er eru tað
Sandvíkingar, sum eru
komnir at taka ímóti
Hjartastart
arar verða hong
dir upp, har van
liga nógv fólk
savnast