Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60 20 Sosialurin Kristina T. Larsen býráðslimur Lægstu út­láns­ rentu og bestu tænastu – takk! Jóhannes A Ellingsgaard Aftur á slóðina Nú BankNordik er við at spreiða sínar veingir út í Danmark, við at keypa Amager­bankan, sum næstan ongir danskir bankar hava torað at bjóða uppá, tíðans heldur trúgva uppá kann fara at bera seg. Hvat er tað sum Janus Petersen kann, sum hinir ikki kunnu, ella er tað tann sama søga sum skal endurtaka seg. Vónandi ikki. Undirritaði setti sama spurning í 2004 yviri við Strond, tá í “Eikin” skuldi veksa seg stóra. Svarið varð, at vit Eikin, skuldi veksa seg stóra utt­ an­lands, hetta svaraði tá­ver­ andi grannskoðarin Claus Rasmussen, sum nú er nevnd­ arformaður í BankNordik. Søguna um Eikina kenna vit øll. Tí stilli eg hendan spurn­ ing, hvat er tað ið vit kunnu, sum næstan ongin í Danska Kongaríkinum kann, og ikki halda vera eina góða íløgu og trúgva uppá.? Í sama andadrátti letur bankin deildir aftur í Før­oy­ um, bankin sum bleiv loft­ aður av føroyskum skatt. gjaldarum, sum nú gongur í somu fótasporum sum Eik gekk. Sum kostaði nógvum før­oyingum hundraðtals av milliónum. Sambært heimasíðuni hjá BankNordik, hevur BankNordik hesar filialar í Danmark og aðrastaðni: Østjylland betjenes fra tre filialer i Silkeborg, Skand­er­ borg og Horsens Trekantområdet dækkes fra to filialer i Kolding og Vejle Det sydlige Vestjylland og Sønderjylland betjenes fra tre filialer i Esbjerg, Varde og Haderslev Fyn dækkes fra filialen i Odense BankNordik  er  ligeledes repræsenteret ved FriPen­ sion i København BankNordik har tre filialer i Grønland  i byerne  Nuuk, Sisimiut og Ilulissat Eg haldi, at tit skuldu givið teimum føroysku skatt­ gjaldarum og brúkarum eina hóskandi tænastu ístað­in fyri brúkaragjøld. Grund­gevingin í sínari tíð var, at flyta kundan út til kort/automatina og nú heim í stovuna til heima av­ greiðsla. Tað eru ikki øll sum eiga eina teldu, til brúk til heima avgreiðslu, sum nú er, er tað ókeypis at avgreiða heimanífrá; men hvussu leingi?? Tað er ikki nógv sum pen­ ingastovnanir gera fyri teir umleið 8000 kundanar, sum eru í tí eldra endanum. Tit hava keypt LÌV, har eru vit nógv, sum hava okkara eftirløn og sjálvandi vilja vit fáa sum mest burturúr. Tað burdi verið nokk at trivi í her á heima­front­ inum. Eg haldi tit skulu hildið tykkum langt burtur frá donsk­um og øðrum konkurs búgvum. Tit burdi havt lært av feil­ unum hjá stórabeiggja og øðrum so stutt eftir. Til føroysku blaðfólk og miðlar: Tit áttu at gjørt meira við at kanna mál og tíðindir, áðrenn tit spyrja, senda og skriva. Tit mugu gera meira upp­ søkjandi arbeiði, áðrenn tit skriva og senda ein tíðinda stubba út. Setið tykkum gjøll­ari inn í málini og gevið tykkum meira tíð at bora djúpt. Ikki bara spyrja og skriva hesar yvirfladisku, vatnutu spurningarnir og greinar, sum eitt 7 ára gamalt barn kann spyrja. Tað er nokk av tí sensatión hungrandi tilfarið ( tó eru undantøk). “Pressan” hevur eina ser­liga uppgávu í einum sam­felag, m.a. at fylgja væl við, so tann føroyski skatt­ gjaldarin ikki verður tikin við buksunum niðri, sum so ofta hendir. Eyðun á Lakjuni býráðslimur í Fuglafirði Vit stuðla tí lokala »Sjálvandi standa vit saman um tað, sum eftir er í bygd­ ini«. Hetta var tað fyrsta, eg hugsaði, tá ið eg frætti, at Bank Nordik hevði valt at siga farvæl til fuglfirðingar. Og tí var eg eisini sera glaður um og púra samdur við knøppu reaktióninar hjá borgarstjóranum hiðani úr Fuglafirði, Sigurði Simonsen, og borgarstjóranum í Vest­ manna, Karl A. Olsen. Í mínum oyrum var nógv løgið at hoyra í tíðindunum hendan dagin. Her eru nøkur sitat úr Kringvarpinum: »Vit hava ikki ráð at hava smáu deildirnar opnar«. Hes-in setningurin rungaði í oyr­ un­um. Hetta siga teir júst sama dag, sum teir keypa ein banka niðri í Danmark. »Tað lønar seg ikki at reka banka úti á bygd«, var ein annar. Tað kundi verið stuttligt at fingið at vitað, hvar ið tey allarstørstu virðini í Føroyum verða skapt. Og so hesin: »Virksemið verður flutt til Saltangará!« Vit, sum hava valt at bú­ seta okkum á bygd, hava – serliga hesi allarseinastu árini – sæð ein útvikling, sum, eftir míni hugsan, er sera ódámligur. Vit síggja aftur og aftur, at stovnar verða stongdir í okk­ara nær­ umhvørvi, og at tæn­astu­ støðið gerst alsamt verri og verri, samanborið við tey størru plássini. Hetta er ein náttúrlig gongd og hoyrir tíðini til, hoyra vit tíðum tey smartastu og serfrøðina siga. Well den, - men lat okkum so, sum enn búgva úti á bygd, standa sam­an um tað, sum eftir er í okkara nærumhvørvi. Ja, lat okkum, sum búgva í Vest­manna, í Kollafirði, á Sandi og í Fuglafirði stuðla tí virksemi, sum er rundan um okkum, soleiðis at hetta virksemi og hesar fyritøkur ikki eisini stinga í sekkin og rýma frá okkum. Lat okkum vísa, at víst eru vit skuffað og kedd, tá ið ein fyritøka, - sum vit annars hava goldið eina rúgvu til, eisini umvegis okkara skattakrónur, - heldur velur at fara niður til Amager at servisera kjøpenhavnarum enn at hava eitt rímiligt tæn­ astustøði í okkara umhvørvi. Lat okkum vísa, at vit velja tær tænastur, vit fáa beint her, heldur enn at koyra nógv­ar kilometrar fyri at fáa júst tað sama. Míni bankaviðurskifti verða so ikki flutt út til Sal­ tang­ará. Undirritaði býráðslimur, tekur ikki undir við áskoð­ anini hjá Sigurð Simonsen, borgarstjóra í Fuglafjarðar Kommunu. Hansara út­tal­ ilsi um, at kvetta øll sam­ bond við Bank Nordik, stend­ur fyri egnari rokn­ ing. Hósast tað er harmuligt, at missa deildina í Fugla­ firði, so er tað upp til Bank Nordik at avgera hvussu tey organisera sítt virksemi. Ein hóttan um at kvetta alt samband, hoyrir ongastaðni heima. At Bank Nordik ger ratio­ naliseringar og velur at lata deild aftur, er upp til tey at avgera. Mín áskoðan er, at ein kommuna til einhvørja tíð eigur, at lata upp fyri kapp­ing og brúka teir pen­ingastovnar, ið geva lægstu lánsrentu og bestu tænastu, eisini um hesin peningastovnur liggur utt­ an fyri kommununa. At Bank Nordik hevur valt at taka hesa avgerð, eig­ur ikki at ávirka Fugla­fjarð­ar Kommunu, tí kunn­ingar­ tøknin er so mikið frammar­ laga, at allar avgreiðslur hjá Fugla­fjarðar Kommunu við peningastovn kunnu fremj­ ast yvir internetið. Tey fólk, ið ikki avgreiða peningaviðurskifti síni yvir netbankan, fara at kenna sakn nú deildin letur aftur, og hesi fara helst skilligt nokk, at skifta yvir í annað­hvørt snotu­ ligu deildina hjá Eik ella til ”hurðatænastuna” hjá Posta, tí fólk vilja sjálvsagt hava bestu tænastu. Alt tað besta til Bank Nordik og til Fuglafjørð. Kjak