Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60 Sosialurin Jóna Mortensen Grátuligt Komandi skúlaár verða 300 undirvísingartímar um vikuna tiknir frá fólka­ skúl­anum, og miðfirraðu tímarnir minka úr 15 niður í 13 prosent. Hetta eru sera stórar sparingar, tá ið hugsað verður um, at 1000 tímar um vikuna vórðu tiknir frá fólkaskúlanum fyri einum ári síðan. Tá var sagt, at skorið var inn á bein. Soleiðis skrivar Herálvur Jacobsen formaður Føroya Lærarafelags millum annað í eini grein í miðlunum herfyri. Tað verður nógv tosað um strongd í hesum døg­ um. Fólk eru blivin meira upplýst um, hvussu týdn­ ingarmikið tað er ikki at gerast strongd/ur. Fokus verður varpað á, hvussu um­ráðandi tað er, at trivn­ aður er í hásæti. Men er hettar bara tos og orðaskvaldur? Hvussu kunnu lærarar og næmingar trívast, tá umstøðurnar fyri at trivnaði bara gerast verri og verri? Í greinini hjá Herálvi stend­ur eisini »Vit eru komin har til, at vit ikki longur kunnu halda fólka­ skúla­lógina. Skúla­leiðsl­ urnar sótu longu fyri hetta skúlaárið við svartaperi, tí tær høvdu ilt við at fáa alt at hanga saman, og nú er støðan bara versnað uppaftur meiri. Leiðslurnar skulu finna loysnir; ein máti er at leggja flokkar saman fyri at spara tímar, men flokkar við 40 til 60 næmingum er eingin haldbar loysn«. Hvussu kann tað for­ svarast at leggja flokkar saman, so tað ikki verður inniverðandi í tímunum? Hettar er avgjørt ikki rætta staðið at spara. Mær vitandi hava lærarar verið á skeiði fyri at útbúgva seg, so teir kundu »lofta« næm­ ingum, sum hava trupult við at fylgja við, eitt nú næmingar, ið eru orðblindir. Skúlin skuldi arbeiða fram­ ímóti at »eingin skuldi detta niður ímillum« og verða við sviðið soð. Seinasta ár vóru óvanliga nógvar umsóknir sendar til Alv skúlan. Men har kundu tey heldur ikki taka hesar næmingar, »sum ikki høvdu fingið tað teir skuldu í fólkaskúlanum«, tí so máttu tey hava meira pening, og tað kom ikki uppá tal. Hvat bleiv av teimum, sum ikki sluppu inn á Alv skúlan? Jú tey blivu slept uppá fjall. Okkara deiliga land sum skal verða verðins besta land at liva í í 2015. Sonur okkara, sum nú er 21 ár, fór úr skúlanum í 8. klassa, hann orkaði ikki meira. Sjálvsálitið var í botni, hann sat bara á aft­ asta bonki í flokkinum og passaði seg sjálvan. Hann er orðblindur. Men har var eingin hjálp at fáa. Hvussu í verðins navni kann tað undra nakran, at vit liggja niðast á listanum tá pisakanningar eru? Eg má siga, at eg kann ikki annað enn geva Her­ álvi rætt. Hvussu kann tað koma upp á tal at spara meira á skúlaøkinum? Hvat er tað, vit vilja? Hví er hatta í lagi? Hví undrast, tá Alv skúlin hevði óvanliga nógvar umsóknir um upp­ tøku seinasta ár, eisini frá næmingum ið ikki høvdu serligan tørv. Eru tað ikki nakrar klokkur, ið ringja, tá ein hoyrir sovorði, ella velur ein at lata oyruni aftur? Hettar kann bara enda galið. ÁLVARATOS. Nú ríður tú niðarlaga, Jógvan Vit eru trý fólk – vanlig fólk – sum samlast saman við Jákup Magnussen, hvønn fríggjadag, í beinleiðis send­ing. Og rýkur okkurt, ið var betur ósagt, bæði av okkum og vertinum. Men SHIT. Tað er farið. Vit eru IKKI serfrøðingar á ØLLUM økum. Tá tað kem­ ur seg til lærarar, er Heri har. Um tað er um KT-vitan, er Elin har. Og tá tað snýr seg um politi, eri eg har. Og NIX VEITER. Teir persónar, ið stilla seg fram sum politikarar – og eru tað – mugu rokna við, at teir/tey fáa eina viðmerking í einari slíkari sending. At vit ofta eru samd, kann ikki umgangast, men ONKI er avtalað um, hvat vit siga - áðrenn vit fara í Studio. At vit eru ómentingar, Jógvan, er ótrúligt, at tú heft­ ir tað spjaldur á okkum. Bara tí vit ikki eru samd við teg – og tú heldur kanska at vit ganga tær ov nær. Men um tú hevur lurtað í vetur. Hvussu nógv hava Jóannes Eidesgaard, Rósa Samuelsen, Aksel V. Jo­hanne­ sen, Høgni Hoydal, Tor­bjørn Jacobsen, Jenis av Rana og onnur tingfólk/lands­stýris­ fólk fingið oman yvir seg. Men ikki eitt kys frá teim­um. Nú var tað tú, ið stóð fyri skotum, og tað má tú taka. Annars ríður tú niðarlaga og fer at »kalla« fólk. Mangan skotið mær í skógvarnar í ÁLVARATOS, at eg eri fólkafloksmaður. Og havi ongantíð noktað fyri tí. Men havi sagt, at eg ikki altíð eri samdur við tær og Jørgin osv. Kanska var hetta skrivað av tær fyri at scora nakrar atkvøður. Kundi hent, tað bleiv umvent. Í hvussu so er fær tú ikki mína atkvøðu aftan á hettar esilssparkið. Hav tað gott, navnin. Jógvan E. Ósá Undir Kráarbrekku 12, 700 Klaksvík Hugleiðingar úr Ápostlasøguni 1. partur Ápostlasøgan er um fyrstu tíð samkomu Kristusar á foldum. Hon byrjar við, at Jesus fer til Himmals, og Heilagi Andin kemur niður og tekur bústað í teimum heiløgu. Ápostlasøgan sigur frá um tað, sum fer fram tey fyrstu árini. Hon sigur okkum hvussu ápostlarnir skiltu, tað sum Jesus hevði givið boð um, hvussu teir førdu tað út í lívið. Hon sigur okkum frá umvending Paulusar ápostul, og hvussu hann virkaði. Hon er tí ein áhugaverd bók at lesa og meir enn tað, hon er lærurík. Eg fari við Guds hjálp at skriva nakrar hugleiðingar um hana í 19 stuttum pørtum. Lukas, sum hevur skrivað Ápostlasøguna hevur fyrst skrivað Lukasevangeliið, og skal eg endurgeva tey fyrstu versini har, tey vísa hvussu álítandi tað er, sum hann skrivar, tað er fult álítandi: Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frá­søgn um tað, sum hent hev­ ur millum okkara - soleiðis sum teir, ið av fyrstu tíð vóru eygnavitni, og sum gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum - so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva tær tað niður, hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus, fyri at tú kanst sanna, hvussu álítandi tað er, sum tú hevur hoyrt frásagt. Luk. 1,1-4. Hann tosaði við eygnavitni, sum høvdu livað saman við Jesusi, meðan hann var her niðri og livdi sítt jarðarlív, og ransakaði gjølla alt av fyrstu tíð. Avtrat hesum kemur so tað, sum allar stórsta týdningin hevur, hann er innblástur av Anda Guds. Tí er eisini Ápostlasøgan fult álítandi. Hann byrjar Ápostlasøguna við at siga frá, at hann hevur skrivað “hina fyrru bókina”, sum hann kallar hana, har hann hevur skrivað um lív Jesusar. Síðani skrivar hann um, hvussu Harrin Jesus,eftir at hann var risin upp, hevði víst seg livandi við mongum prógvum og í 40 dagar læt teir síggja seg og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til. Eitt, sum hann gav teimum boð um var, at teir skuldu ikki fara úr Jerúsalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað – “sum tit”, segði Hann, “hava hoyrt Meg tala um”.Hann lovar so teimum, at teir skulu verða doyptir í Heilaga Andanum, áðrenn nógvir dagar eru um­ lidnir. Hetta skal geva teimum ta kraft, sum skal til fyri at verða vitni hansara. Síðani hendir nakað sera sjáldsamt og dýrabart. Jesus verður tikin frá teimum, hesa­ ferð hvørvur hann ikki bara, tað hevði hann gjørt framm­ anundan. Tað var soleiðis, at Jesus opinberaði seg fyri læri­sveinum sínum, eftir at hann var risin upp frá teim­ um deyðu fleiri ferðir. Hann kom og stóð ímillum teir knapp­liga og hvarv so aftur, men hesaferð síggja teir hann fara upp gjøgnum luftina, til eitt skýggj tók hann burtur úr eygsjón teirra. Síðani standa tveir menn í hvítum klæðum hjá teimum og siga teimum, at Jesus skal koma aftur á sama hátt, sum hann fór til Himmals. Hetta er tað, sum samkom­ an, børn Guds bíða eftir skal henda. Vit vænta hetta at hann skal koma niður í luftina, og vit skulu verða rykt burtur í skýggjum at møta honum í luftini. Paulus sigur tað so­ leiðis í 1. Tessalonikabrævi 4,16-18. Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva - sum eftir eru - verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.Troystið tá hvør annan við hesum orðum! Framhald. Richard Danielsen