mikudagur 25. mai 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
18
Sosialurin
Frits Johannesen
Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður
Kjak
Ein banki
hvørvur
Tá ið eg í hoyrdi tey syrgiligu
tíðindi, at Føroya Banki ella
Bank Nordik, sum hann
nú so óføroyskt eitur, enn
einaferð minkar um sítt
virksemi í Føroyum, rann
eitt prosastykki hjá Hanusi
Kamban fram fyri meg.
Stykkið eitur “Ein handil
hvørvur” og er skrivað
miðskeiðis í 80-árunum.
Her lýsir Hanus ein
handil í útjaðaranum í Havn,
sum má dvína í harðari
kapping
við
teir
stóru
handlarnar.
Høvundurin
harmast um hetta og dugir
so sera væl at lýsa, hvussu
samfelagið av hesi gongdini
gerst kaldari og fátækari,
og hvussu ópersónligt ið
alt verður..
Hann sigur m.a.: “Sum
vit missa hvønn annan
burtur, sum vit hvørva aftur
um glas, sum vit sessast
bínandi
framman
fyri
heimabiografinum, fækk
ast støðini, har tú hittir tíni
medmenniskju”.
Og stykkið endar við
hesum orðum: “Um nakrar
mánaðir er ein handil burt
ur. Tað verður saknur í
honum. Tá hann er farin,
er útkalt einastaðni aftr
at í høvuðsstaðnum. Bý
urin er blivin eitt sindur
berari, kaldari, ómenniskj
ansligari.”
Tíðir broytast – tað vita
vit – og einki stendur í stað,
og vit mugu laga okkum til
broytingar alla tíðina.
Men vit eru kortini
mong, sum undrast og arg
ast, nú Bank Nordik hevur
valt at rýma úr Fuglafirði,
Vestmanna, Kollafirði og
av Sandi. Kyniskt og kalt
verður
stongt
eftir
øll
hesi ár í bygdini. Teir hava
ikki ráð at hava opið, er
undanførslan, men at brúka
hundraðtals milliónir niðri
á Amager til danir og donsk
arbeiðspláss
er
eingin
trupulleiki!
Eg má spyrja: Kennir
bankin onga ábyrgd yvir
fyri fólki kring landið? Kann
bankin bara hugsa sum
ein vanlig fyritøka. Hevur
hann ikki skyldu til at
vera eitt sindur eyðmjúkur
og menniskjansligur? Eg
hugsi um, hvussu nógv ið
føroyingar hava bløtt fyri
henda bankan! Og eg hugsi
um allar inntøkurnar, bank
in fær av okkara lønar
kontum og skattaskipanini,
sum jú øll øll fer ígjøgnum
bankarnar.
Hví kann bankin ikki
løna okkum eitt sindur
av hesum aftur við at
hava nøkur arbeiðspláss
ymsastaðni í oyggjunum?
Øll vita, hvussu sera stóran
týdning nøkur fá slík ar
beiðspláss hava í eini bygd,
og hvussu stóran týdning
bankin hevur í bygdar
myndini.
Vit í Fuglafirði eru sera
hørm og ørg, og eg fari
inniliga at heita á leiðsluna í
bankanum um at umhugsa
støðuna av nýggjum. Væl
signaðir menn, gerið ikki
tað ólukku at steingja bank
an í bygdini!
Latið ikki hetta blíva
veruleika:
“Um nakrar mánaðir
er ein banki burtur. Tað
verður saknur í honum.
Tá hann er farin, er útkalt
einastaðni aftrat í Fugla
firði. Býurin er blivin eitt
sindur
berari,
kaldari,
ómenniskjansligari.”
Tá ið »Føroyabanki« –
Bank Nordik (Harra
Guð!) flutti til Amager
»Tað kemur mær fyri – mangt
og mikið er løgið!« Segði
Grunnlendisbóndin – Jógvan
Høgnesen í Oyndarfirði. Ja,
tað kemur okkum fyri... nú
Bank Nordik í Fuglafirði
flutti til Amager, at mangt
og mikið er løgið. Tað tykist
mær, at hesin banki er farin at
reika eins og Eik banki gjørdi
tað undan skammlopinum,
sum
kollrendi
hendan
banka. Hann komi til mín, at
hetta ikki hendur við hesum
okkara banka, sum stóð á
fiskastykkinum hjá Gamla
Sámal Peturi í Fuglafirði í
meira enn fimmti ár. Men
eg fari at siga við landsins
myndugleika, at hava eyguni
eftir hesum og kanska seta
eitt dugnaligt fólk... eina
dugnaliga kvinnu við einari
super teldu at fylgja við
hesum krónum, hvar tær
reika, hvussu háttalagið er
á hesum oyrum og á teim
um, sum skulu stýra hesum
peningi. Tað skuldi einki for
gjørt verið í hesum, nú stórur
partur av tí kapitalistiska
heiminum
fyri
stuttum
hevur verið á tromini. Tað
koma eygu aftan á okkum –
tað kemur eitt ættarlið eftir
okkum, tí ræður um at ansa
sær.
Minnist til: Krónan svevur
við opnum eygum!!! Sagt
varð um mann, sum svav við
opnum eygum, at hann skuldi
enda sínar dagar á sjónum.
Hetta ynski eg ikki fyri hendan
banka, sum hevur tænt mær
í meira enn fimmti ár og eg
honum.
Djurholm og Johan
Ja, tað var tann dagur, tá ið
Lasse Djurholm og Johan
Hansen komu inn í Gróthúsið
hjá Gamla Sámal Peturi í
Fuglafirðri uml. 1960 og tænti
fólkinum her á staðnum. Teir
høvdu ein lítlan kliva at vera
í, og var tað næstan, sum at
verða tikin til altars at koma
inn í hetta heimsins minsta
kapitalistiska
skattkamar
og verða væl havdur av
tveimum
mentamonnum.
Djurholm sat har eitt sindur
reyðskrámutur og skrivaði.
Hann
førdi
protokollina,
meðan vit við tí fyrstu banka
bókini stóðu har við diskin
og hildu um hetta reyðagull
sum okkara dýsasta skatt.
Hin blíðsnýðuti, Jóhan, kvik
ur í vendingi við tí dupult
knappaða jakkanum, snúi
sær so kvikliga á millum
hin morreyða diskin og
Djurholm.
Tað
var
eitt
ávíst mentanarligt rák í
hesum kroppum, sum var
rót føroyskt. Lassin hevði
somu ferð, hann skrivaði –
helt penninum á skák, so
pennurin gjørdist eitt sindur
lágbeintur, men rætt skuldi
alt verða millum debet og
kredit, hóast, at tað tyktist
eins og tíðin stóð still, so var
alt væl hagreitt. Tá ið dagur
var liðin, læstu teir báðir alt
væl av í pengaskapið, og fóru
útaftur á Skálafjørðin við
tign og mæti.
Her var byrjanin ... og so
var stórur bygningur bygdur
á fiskastykkið hjá Gamla
Sámal Peturi. Alt bleiv størri
og størri. Fólk komu afturat
– Johan Hansen fór út aftur
til Saltangará, og Johan Sim
onsen
bleiv
deildarleiðari.
Seinni Leivur Højgaard og nú,
ið boðað var frá, at deildin her
á staðnum skuldi lata aftur, var
Óluva Jacobsen bólkaleiðari.
Úr Fuglafirði
til Amager
Ja, tað er ikki hissini at flyta
hesa tænastu úr Fuglafirði
til Amager.. og eftir øllum
sólarteknum er hetta ein
skeiv avgerð at niðurleggja
hesa deild við so fryntligum,
dugnaligum
og
snøggum
kvinnum, sum hava hjartað
á rætta staðnum. Eg hoyrdi
annan stjóran... John Rajani?
hevda, at kundatænastan fór
at blíva betur og fólk fingu
frægari viðgerð o. s. fr. av
hesi flyting via Saltangará
til Amager, sum eg ikki
haldi er rætt. Hetta er reint
sagt ... tvatl!!! (Minnist til, at
bankastjórar kunnu næstan
siga alt, gera alt og fáa altíð
upp í posa og sekk, tá ið av
todnar)
Samskiftið og vitanarstøðið
í Bank Nordik er fáastaðni
betri enn í Fuglafirði.. og
uppaftur løgnari er tað, tá ið
fólkatalið í Fuglafirði er 3%
av Føroya fólki, og vit eiga 15%
av tjóðarinntøku føroyinga,
so tykist tað mær sera løgið,
at leiðslan ger hetta ímóti
okkum. Er tjóðarinntøkan í
Saltangará á sama støði? Hví
leggja tit ikki deildina niður
í Saltangará og flyta hana til
Fuglafjarðar? Leggur tú Leirvík
og Gøtu afturat hesum øki, so
hevur tú størsta ídnaðardepil í
Føroya landi, (Leirvík og Gøta
hava eisini mist sínar deildir)
so kunnu tit breggja tykkum
av at 80.000 sálir á Amager
verða viðskiftafólk tykkara á
Amager... kanska eiga hesi fólk
einans 10 kr á bók... hetta er
ikki nóg mikið til eina pitsu.
Tøkk
Til tykkum, sum dagiliga í
»Føroya banka« í Fuglafirði
hava tænt okkum øll hesi ár,
vil eg takka hjartaliga – so
hjartagóð tit hava verið. Tit
hava verið tey rætttrúgvandi
bankafólkini -ærukær, blíð,
væl ílatin, anga av alskins
luktilsi og so fróðarkøn tit
hava verið. Æran er fagrasta
træ í skógini og tann, sum
æru býður, er æru verdur, og
teimum, tú nýtur gott av, skalt
tú rósa.... eg rósi tykkum .. men
, men Amager. Nei!
Vælsignaðir
menn,
gerið ikki
ta ólukku
at steingja
bankan í
bygdini!