mikudagur 25. mai 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
Sosialurin
Nøvn
Jan Jespersen, serlækna
og yvirlækna á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, til minnis
Blíður, fyrikomandi, hjálp
samur og sera dugnaligur,
soleiðis farið eg at minnast
starvsfelaga og vin mín Jan
Jespersen, sum leygardagin
brádliga flutti »úr landi
teirra, sum liva«.
Mær untist at kenna Jan
meginpartin av lívi okkara.
Foreldur míni og hansara, og
ættarliðið áðrenn tey, vóru
so sera væl. At tey á ungum
árum møttu Honum, sum
av øllum ber, góvu Jan og
mær og systkin okkara ein
framíhjárætt og eina trygd,
sum man hava gagnað okk
um meira enn vit skilja. Eina
framíhjárætt, sum eisini hev
ur borið gjøgnum teir sváru
brotasjógvar, sum Jan tíverri
møtti so mongum av á lívs
leið sínari.
Eftir hesari lívsleið ferð
aðist Jan níggju ár undan
mær. Hann legði lítla bygda
skúlan afturum, árið eftir at
eg varð føddur, men nøkur ár
fingu okur saman í sunnu
dagsskúla og møtum í Salem,
áðrenn hann fór víðari at
nema sær útbúgving. Tá eg
var liðugur við mína, møtt
ust okur aftur, fyrstu ferð á
Klaksvíkar sjúkrahúsi, síðani
javnan á føroysku sjúkrahús
unum, men ikki minst gjøg
num leiklut hansara sum
fakligi ráðgevi mín.
Seinastu ferðina eg leita
mær ráð hansara var fyri
fáum døgum síðani, tá hann,
stillførur sum altíð, svaraði
spurningum mínum og legði
mær ráð við einum sjúklingi.
»Je siti umborð á Smyrli og
lesi, tað er í lagi« varð vinar
liga svar hansara, tá je spurdi
um hann hevði tíð at tosa við
meg. Vælsignað at eiga slíkar
vinir!
Mangan stóð eg í undran
og eygleiddi hann, sum hann
arbeiddi við amboðum sínum.
Tað var sum at eygleiða ein
snikkara, varðisliga, ongin
brádlig rørsla, ongin skundur,
tú var vísur í, at tá hann gav
boð um at lata skurðin aftur,
so var eitt vala verk úr hond
um lagt.
Harrin troysti og vælsigni
tykkum, sum stóðu Honum
nær og vóru honum so kær!
Vit eru mong, vinir, starvs
felagar og sjúklingar, sum
luta saknin saman við tykk
um.
Jenis
Sitandi frá vinstru:
Olduroman Hensia Jaconsen
91 ár, við oldurommusoninum
Jónas Arnbjørnsson
Láadal, 3 mðr. Langomman
Bergtóra Láadal 67 ár
Standandi frá vinstru:
Mamman Ann Tóra á
Lava Láadal 22 ár, Abbin
Jón Láadal 49 ár.
Fimm ættarlið
Vassula Rydén er kendasti
profetur í okkara tíð. Hon er
ein partur av traditiónini frá
Birgittu av Vadstena og út
innir somu profetisku tæn
astu. Hon hoyrir til ta Griksk-
ortodoksu Kirkjuna, er gift
við einum svenskum diplo
mati og býr í Grikkalandi.
Í sínum fyrilestrum for
telir hon um teir boðskapir,
sum hon í 25 ár hevur skriv
að niður fyri Kristus og sum
hava ført við sær, at tús
undavís av menniskjum hava
fingið íblástur til eina livandi
trúgv. Boðskapirnir eru um
settir til yvir 40 tungumál og
handla um sáttargerð millum
Guð og tann einstaka, og
millum menniskju. Teologar
hava skrivað fleiri bøkur um
hennara profetisku erfaring
og boðskapir.
Sum allir profetar fyrr í
søguni er Vassula ein um
røddur persónur. Trúarlæru
myndugleikarnir í Katólsku
Kirkjuni sendu í 1995 eitt skriv
við leiðbeiningum og ávísum
fyrivarni til allar tess bispar
viðvíkjandi boðskapum og
virksemi hjá Vassulu Rydén.
Summarið 2004 hava somu
Trúarlærumyndugleikar
positivt
endurmett
sína
støðutakan
aftaná
sam
skifti við hana um boðskap
irnar. Ein full frágreiðing um
hetta samskifti finst á www.
cdf-tlig.org. Sjálvt skrivliga
innihaldið í samskiftinum
finst á www.tlig.org/cdf. Í
mars 2011 gav Patriarkat
skrivstovan hjá Ortodoksu
Kirkjuni í Istanbul somu
leiðis út eitt atfinningar
samt skriv. Skrivið er av
ávísum viðmerkjarum vorðið
tulkað sum ein ekskomm
unikatión ella útihýsing frá
tí Ortodoksu Kirkjuni, men
hetta ger seg ikki galdandi
uttan samskifti (sí meira á
www.sandtlivigud.dk).
Síðani 1988 hevur Vassula
Rydén haft yvir 700 fyri
lestrar í meira enn 60 lond
um, millum annað innan
fyri ST og Heimsráðnum hjá
Kirkjum í Geneve. Hon hevur
fleri ferðir tala fyri sløkum
400.000 menniskjum. Hon
verður javnan innboðin av
menniskjum
frá
teimum
stóru kirkjusamfeløgunum
og í fleri førum eisini av um
boðum frá øðrum átrúnaðum.
Í árinum 2003 fekk Vassula
Rydén, sum sjálv stendur føst
við sína kristnu boðan, ein
millum-átrúnaðarligan prís,
stovnaður av buddhistum,
fyri hennara íkast og stremb
an eftir friði millum fólk og
átrúnaðir.
Vassula kemur nú fyri
fimtu ferð til Norðurlond.
Á ferðini vitjar hon Dan
mark, Svøríki, Norra, Fin
land, Letland og Føroyar.
Vassula verður presenterað
gjølla í sínum bókum og á
netsíðunum www.tlig.org og
www.sandtlivigud.dk.
Harumframt kann ein
lesa meira um hana í hesum
bókum hjá Niels Christian
Hvidt,
lektor,
theol.dr.:
Christian Prophecy – the
Post-Biblical Tradition, Ox
ford University Press 2007
(fororð av páva Bænadikt
XVI – sí www.christian-
prophecy.org) og Mirakler
– Møder mellem Himmel
og Jord, Gyldendal 2001 (sí
www.mirakler.info)
Profeturin
Vassula Rydén
vitjar í Føroyum
Kendur kristin profetur vitjar í
Føroyum, og týskvøldið 31. mai
verður hon í Vesturkirkjuni í Havn.