mikudagur 25. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
16
Sosialurin
Summarfrítíðin
útsett
Greenpeace
eltir oljupall
Gongur strúkandi
í Norðurnoregi
Vanliga eru politikarar
nir millum tey fyrstu,
sum fara í summarfrí.
Tað er eisini galdandi í
Danmark. Har var ætla
nin, at fólkatingslimirnir
skuldu fara í summarfrí
frá 1. juni, men soleiðis
verður ikki í ár.
Orsøkin er, at stjórnin
vil hava meiriluta fyri
einum
sokallaðum
trygdarpakka,
áðrenn
tingið sleppur til hús.
Onnur mál skulu eisini
avgreiðast, og tí hevur
Vinstri
biðið
Thor
Pedersen, fólkatingsfor
mann leingja setuna til
tann 23. juni, og hesum
er meiriluti fyri.
Sostatt verður sum
marfrítíðin hjá fólka
tingslimunum tríggjar
mánaðir og ein vika í ár.
Í hesum døgum er bori
pallurin Leiv Eriksson
á veg á leitingarleið við
Vesturgrønland at bora
eftir olju fyri skotska
oljufelagið Cairn. Men
hann er ikki einsamallur.
Greenpeace-skipið
Ez
peransa eltir pallin, og í
hølunum á tí er danska
sjóverjuskipið Vædder
en.
Í fjør royndi Green
peace at steðga bor
ingini hjá Cairn, men
felagsskapurin
hevur
ikki sagt, hvat hann
ætlar hesaferð. Cairn
sigur, at tað hevur álit
á, at Vædderen fer at
forða Ezperansa at gera
nakað, men sum er ger
sjóverjan einki, tí pall
urin og skipini eru í al
tjóða sjógvi. Eitt annað
Greenpeace-skip, Arctic
Sun, er eisini í økinum.
Búskaparliga
gong
ur tað so væl í Norð
urnoregi nú, at í fleiri
vinnugreinum
hava
fyritøkur ilt við at út
vega sær nóg mikið av
arbeiðsmegi. Tølini siga
eisini sítt. Aftenposten
skrivar, at higartil í ár
er
norðurnorski
út
flutningurin vaksin 38
prosent samanborið við
sama tíðarskeið í fjør.
Talið fyri alt landið er 8
prosent.
Arbeiðsloysið í Norð
urnoregi er sera lítið, og
sagt verður, at tey, sum
vilja hava arbeiði, fáa
arbeiði. Tað hevur gjørt,
at tørvurin á arbeiðs
megi er størri í Norður
noregi enn nakra aðra
staðni í landinum.
Lagt til rættis: Árni Joensen
Hesaferð vóru tað serliga
skotar, sum fingu sviðan av
íslendsku øskuni, tí har var
so nógv øska í luftini, at allir
teir stóru flogvøllirnir máttu
latast aftur. Aðrastaðni hev
ur lítil øska verið í luftini,
men onkunstaðni hevur hon
kortini darvað flúgvingini.
Íslendsku
jarðfrøðing
arnir siga, at óvanliga nógv
øska kom úr gosinum í
Grímsvøtnum, og at tað
fyrsta samdøgrið kom meiri
øska úr hesum gosinum enn
úr øllum gosinum í Eyja
fjallajøkli í fjør, sum vardi 40
dagar. Um vikuskiftið stóð
øskurokið meiri enn 20 kilo
metrar upp í loft, men í gjár
kom tað bara tríggjar kilo
metrar uppfrá.
Grímsvøtn er tað virkn
asta gosfjallið í Íslandi. Sein
asta gosið har var í 2004.
Stutt men
ógvusligt gos
Gosið í Grímsvøtnum í Íslandi er minkað nógv teir seinastu
dagarnar, og alt bendir á, at tað ringasta er av
Hagtølini vísa, at síðani 1997
er talið á donskum børnum
við sukursjúku ella typu
1-diabetes, sum sjúkan av
røttum eitur, vaksið heili 61
prosent. Granskararnir duga
ikki at siga, hví børn fáa
sjúkuna, og teir duga heldur
ikki at siga, hví tilburðirnir
eru øktir so nógv.
Tað
er
ikki
bara
í
Danmark, at nógv børn fáa
typu 1-diabetes. Tvørturímóti
vænta granskararnir, at talið
á evropeiskum børnum, sum
fáa sjúkuna, fer at veksa heili
70 prosent hetta til 2020.
-Vit hava onga gransking
ella kanning, sum kann
loysa gátuna um, hví fólk fáa
typu 1-diabetes, ella hví talið
veksur so skjótt. Vit vita,
hvat hendir við kroppinum,
men vit vita ikki, hví tað
hendir, sigur Malene Bagger,
sum er granskingarleiðari hjá
danska Diabrtesfelagnum.
Tað er staðfest, at bara
umleið fimm prosent av
tilburðunum eru arvaðir, og
lívsførslan hjá tí einstaka
er
heldur
ikki
orsøkin.
Sambært
Malene
Bagger
tykist besta boðið vera, at
sjúkan kemur av dálking,
virus ella infeksjón.
Nógv donsk børn fáa sukursjúku
Hvønn einasta dag í árinum staðfesta danskir læknar, at í
minsta lagi eitt barn afturat hevur fingið sukursjúku
Soleiðis sá gosið út í morgun
(Mynd: Vísir)
Ta fyrstu tíðina stóð
øskurokið meiri enn 20
kilometrar upp í loft
(Mynd: Veðurstofa Íslands)