Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mai 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60 Sosialurin Tað er nógv skrivað um Teddy Kollek, men lítið um konuna Tam­ar. Men hon var veruliga ein megnar­kvinna aftanfyri mannin Tað var á vetri í 1934, at Teddy í Wien hitti Tamar gjøgnum tað zionistiska felagsarbeiði, sum tey bæði vóru við í. Hon var bert 17 ára gomul og hevði ætlanir - eins og Teddy - at fara til Palestina at búgva. Tí lærdi hon seg eisini urtagarðsarbeiði, sum var týdn­ingarmikið at duga fyri at sleppa at búgva í eini kibbuts. Tamar hevði stutt brúnt hár, brún eygu, eitt vakurt andlit og var sera skemtingarsom. Familja henn­ ara vóru ortodoksir jødar, men sjálv legði hon ikki so nógv í hetta. Teddy var seks ár eldri enn hon. Hann var bólkaleiðari í einari zionistiskari rørslu, so hann var kanska mettur sum ein rættiligur "fongur" hjá eini gentu. Teddy plagdi at leita Tamar upp, tá hon kom úr skúlanum, og hann fylgdi henni heim. Tey plagdu at standa og práta uttanfyri húsini, har hon búði. Ofta hildu tey á so leingi, at allir sporvognar vóru givnir at koyra. So mátti hann til gongu hálvanannan tíma til hús! Til Palestina Teddy fór fyrst til Palestina, og Tamar fór aftaná honum. Tey gif­ tust í mai 1937 í Tiberias við Gene­ saretsjógvin, har føroyingar eru væl kendir. Bara tað at búseta seg í Palestina var í sær sjálvum ein stór avbjóðing, tí alt skuldi jú byggjast av nýggjum. Ta fyrstu tíðina kundu tey enntá ikki búgva saman, tí tey vóru í hvør sínari kibbuts. Teddy var sum frá leið nógv burt­urstaddur í politiskum ør­ indum. Undir 2. heimsbardaga búðu tey eitt ár í London, og seinni eisini í USA. Tamar kom tí at kenna tey somu fólkini sum Teddy, og hon hevði eitt serligt vinasamband við konu David Ben-Gurion, Paula, sum eisini var ein megnarkvinna. Teddy: Tamar var ein framúr stuðul. Teddy sigur í sínum endur­minn­ ingum um Tamar: Tamar helt onkuntíð, at eg brúkti ov nógva tíð at hitta útlendskar fjølmiðlar og onnur vitjandi. Eisini fór nógv tíð at útvega pening til ym­isk endamál, og til at skapa Jerusa­lem eitt gott umdømi uttan­ lands. Hon helt, at hetta gekk út yvir arbeiðið at loysa teir dagligu trupulleikarnar hjá býnum. Men eg helt, at til dømis 80 til 100 almennir urta­garðar og lundir í býnum, sum var eitt av úrslitunum av mínum royndum at útvega pening til slík endamál, var eisini til frama fyri trivnaðin í býnum. Kortini lurtaði eg væl eftir sjón­ ar­miðunum hjá Tamar, tí hon er ikki bara kona mín, hon er eisini ein heilt serligur persónur. Eg kenni sera fá fólk, sum eru so skilagóð sum hon. Hon dugdi at hugsa eitt mál ígjøgnum út í allar smálutir og kundi tí náa eina skilagóða loysn. Hon helt eisini, at tað at vera kend­ur og hava ríkidømi hevði lítlan týdning. Hon legði als ikki í at vera kend av fólki. Men tá hon helt mítt arbeiði sum borgarstjóra vera týdningarmikið, gav hon mær sín fulla stuðul. Eg hevði als ikki verið førur fyri at arbeitt, sum eg gjørdi øll hesi árini, um eg ikki hevði trygd fyri, at Tamar tók sær av okkara heimi. Hon hevur ikki bert tikið sær av børnunum og vanliga húsarhaldinum. Eg visti, at eg kundi altíð koma heim við hópin av gestum uttan at siga frá frammanundan, og gestirnir kundu altíð kenna seg hjartaliga vælkomnar. Uttan himpr tók Tamar telefon­ ina, tá fólk ringdu at ilskast um eitthvørt, og hon tosaði altíð tolin við tey. Tað er meira enn eg altíð havi gjørt. Hon hevur eisini gjørt alt møguligt fyri at hjálpa við at loysa trupulleikar hjá tí einstaka. Hetta gjørdi hon, tí hon vildi lætta um hjá mær. Sjálvt tá eg var um at møðast, var jú altíð okkurt sum kundi gerast eyka fyri Jerusalem, og tað gjørdi Tamar. Einasta tíðin eg og Tamar vist høvdu saman var, tá vit ótu morg­ un­mat saman, og hetta var ofta áðrenn tað lýsti fyri degi. Eisini virkin í væl­ gerandi tiltøkum Tamar hevur eisini verið virkin innan vælgerandi tiltøk. Hon var virkin í einum felagsskapi sum kall­ ast Ilan - merkir træ á hebra­iskum. Endamálið er at hjálpa børnum, sum eru fødd við likamligum brekum. Ilan er vorðin ein tann størsti hjálparfelagsskapurin í Ísrael, sum hjálpir umleið 15.000 fólkum á ymiskan hátt, t.d. við skúling, íbúðum og ítróttarmøguleikum. Ein av teirra stovnum eitur Beit Tamar eftir Tamar Kollek. Tamar og Teddy Kollek fingu tvey børn, Osnat og Amos, sum bæði búgva í Jerusalem. Tamar er 94 ára gomul og er hampiliga væl fyri. Framvegis er samband við Nomi Yeshua, skrivaran hjá Teddy. Hon sigur seg fegnast hvørja ferð, hon frættir úr Føroyum. Tað verður eitt serligt minning­ ar­hald fyri Teddy Kollek í Jerusa­ lem tann 1. juni, har millum onnur Shimon Peres, forseti Ísraels, lut­ taka. Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá ferðini við Norrønu í slóðum fiskimanna í Íslandi. Tamar: Kvinnan aftan fyri Teddy Kollek Tamar saman við dóttir og ommubørnum. Gurion, sum var fyrsti for­sætis­ málaráðharri Ísraels. Her var eisini brúk fyri teimum evnum, sum Teddy hevði at fáa umsitingina at virka til fulnar. Í 1964 kemur split í arbeiðara­ flokkin Mapai. Ben Gurion fer burt­ur úr flokkinum og stovnar saman við øðrum ein nýggjan ar­ beiðara­flokk, sum kallaðist Rafi. (Flokkarnar løgdu saman aftur í 1966, tó uttan Ben Gurion.) Teddy fer saman við Ben Gurion upp í nýggja flokkin, og báðir fara úr forsætis­málaráðnum. Verður borgmeistari í Jerusalem Men í 1965 skuldi vera val til bæði tingið, Knesset, og til býráð kring landið. Teddy noktaði at stilla upp til Knesset, men hann eftirlíkaði, eftir fyrst at hava bor­ið seg und­an, at stilla upp sum borg­meistara­ evni í Jerusalem. Hann roknaði kortini ikki við at verða valdur. Men valið fall soleiðis út, at hann kundi skipa samgongu við høgraflokkarnar og soleiðis seta tann gamla arbeiðaraflokkin uttan­fyri. Eitt tað fyrsta hann gjørdi sum borgmeistari var at ógilda eina sam­tykt hjá undanfarna býráð- num um at byggja eini nýggj ráð­hús. Gamla ráðhúsið lá kloss í markið til Eystur-Jerusalem, sum tá var undir jordanskum ræði. Tað skuldi vera ov vandamikið fyri býráðið at vera so nær markinum til fíggindan. Kollek dugdi ikki at síggja nakra orsøk til, at býráðið skuldi søkja sær tryggari stað, sam­stundis sum fleiri túsund íbúgv­ar framvegis livdu í tí sama vand­anum, sum býráðið vildi sleppa sær burturúr. Longu í 1967 varð Jerusalem sam­eindur sum býur aftan á seks­ dagakríggið. Teddy legði frá fyrsta degi, eisini eftir sameiningina, stór­an dent á, at arabarar skuldi fram­vegis kunna kenna seg sum heima í býnum. Teddy segði, at “okkara uppgáva er at fáa fólk at liva saman. Her eru jødar frá 104 ymiskum bak- grundum, og vit hava 40 ymiskar kristnar rætningar. Tí ræður um at fáa hesi fólk at virða hvønn annan.” Hetta var eisini galdandi fyri muslimar Fekk milliardir í privatum stuðli Fíggjarætlanin hjá býnum var ikki nóg stór til at fíggja allar ætlanirnar hjá Kollek. Í 1966 setti hann á stovn Jerusalem Foundation, hvørs endamál var at savna pening til at fíggja parkir, sjúkrahús, læru­stovnar, umhvørvisstovnar og annað. Tað eydnaðist hesum grunni at útvega 1 milliard dollarar í privat­ um stuðli, sum hava fíggjað 1400 verk­ætlanir. Hetta sæst alt eisini aftur nógva staðni í býnum. Kollek var formaður fyri Jerusa­lem Foundation, og her var hann virkin, til hann var 90 ára gam­al. Sum borgmeistari var hann eitt arbeiðsjarn. Hann kundi fara upp kl. 4 á morgni fyri at heilsa skrelli­ monnunum. “Teir hava eitt hart arbeiði. Onkur má vísa teimum, at teir eru virðismettir”. Hansara telefonnummar stóð í telefon­bókini, so borgararnir kundu vita, hvar teir skuldu venda sær, um til dømis gøtuljósini ikki virkaðu. Aðrar morgnar kundi hann síggjast við einum bandupptakara, har hann las alt tað inn, sum trongdi til ábøtur. Morgunin eftir kannaða hann, um tað var gjørt. Sum borgmeistari var hann av mongum mettur at vera hóvligur, og arabiska fólkið í býnum hevði tí stórt álit á honum. Hann setti seg eisini ímóti at flyta stjórnarsætið úr Tel Aviv til Jerusalem, tí hann helt, at hetta kundi økja spenn­ ingin millum arabar og jødar. Í 1993 tapti Kollek borgmeistara­ sessin til umboðið fyri Likud, Ehud Olmert, sum seinni gjørdist for­sætismálaráðharri í Ísrael. Men tá var Kollek eisini 82 ára gamal. Seinni mátti Olmert leggja frá sær sum forsætismálaráðharri vegna ákærur um mutur. Framvegis minnist fólkið í Jerusalem Teddy Kollek. Okkara arabiski bussførari í 2006 fekk nærum stjørnur í eyguni, tá tosað varð um Kollek. Hann var ein "great man!" Føroysk vitjan hjá Teddy Kollek. F.v. Tróndur, Linda, Óli Jákup og pápi teirra saman við hjúnunum báðum.