mikudagur 25. mai 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
14
Sosialurin
Miðvikan
Eg kendi Teddy Kollek eitt sindur.
Kennskapurin byrjaði í 2002, tá ið
Johan Niclasen doyði. Hann var
bygdaráðsformaður í Hesti í heili 28
ár og var ísraelsvinur um ein háls.
Johan hevði samband við Teddy
Kollek, sum eisini hjálpti honum at
fáa læknaviðgerð í Ísrael.
FF-blaðið boðaði Teddy Kollek
frá, tá Johan Niclasen var deyður.
Hetta skapti samskifti við Teddy.
Hann fekk javnan tilfar og eisini
gávur úr Føroyum, sum hann virðis
metti. Í hesum brævaskifti segði
hann seg fegnan vilja vitja Føroyar,
men at aldurin forðaði hesum.
Í samband við eina vitjan í Ísrael
í oktober 2006 var eg eisini inni á
gólvinum hjá Kollek. Hetta var ein
serstakur heiður. Men tá var hann
veikur og doyði longu í januar 2007.
Hann fekk tá eina statsjarðarferð.
Eysturríkari føddur
í Budapest
Teddy Kollek var føddur tann 27. mai
1911 nærindis Budapest í Ungarn.
Foreldrini vóru úr Eysturríki, men
pápin starvaðist eitt skifti í Ungarn.
Seinni flutti familjan aftur til Wien,
har Kollek seinni gjørdist heiðurs
borgari.
Teddy gjørdist á ungum árum
zionistur um ein háls. Eisini var
hann íðin sosialistur, eins og nógvir
av ísraelsku undangongumonnun
um..
Hvussu snúðin Teddy var, vísti
hann longu í 1934. Tá sníkti hann
seg inn í nasistiska Týskland og
fekk hann bjargað úr landinum
eitt barn hjá eini jødiskari familju,
sum hevði verið noydd at rýma úr
Týsklandi til Eysturríki uttan at fáa
barnið við sær.
Í tríatiárunum merktist ein
økjandi antisemitisma í Miðeuropa,
og Teddy gjørdi av at búseta seg í
Palestina
Í 1934 flutti Teddy Kollek til
Palestina, har hann var við til at
stovna eina kibbutz við Genesaret
vatnið. Tamar kom aftan á honum,
og tey giftust í 1937.
Fekk Eichmann at
bjarga jødum
Longu í 1938 varð Teddy sendur til
Europa at arbeiða fyri jødiskum
áhugamálum. Tá kundu jødar fram
vegis fáa loyvi at fara úr økjum, har
nasistarnir høvdu valdið.
Í sínum royndum í 1938 at fáa
jødar út úr tí tá nasistiska Eystur
ríki, fundaðist Teddy eisini við Adolf
Eichmann um at loyva ungdómum
at flyta av landinum. Teddy segði
Eichmann at vera høviskan, og tað
gekk ikki long tíð til Eichmann gav
hetta loyvi.
Mett verður, at Teddy var við til
at bjarga 3.000 jødum frá nærum tí
vissa deyða.
Teirra næsta samband var, at í
1961 hevði Teddy sum aðalstjóri hjá
Ben Gurion ábyrgdina av at skipa
fyri rættarmálinum ímóti Eich
mann í Jerusalem. Hetta endaði við,
at Eichmann varð deyðadømdur.
Tað var ikki fyrr enn í 1942, at
Teddy Kollek í jødiskum ørindum
í Turkalandi á fyrsta sinni frætti
um hóptýningina av jødum. Hetta
var sjálvsagt ein hvøkkur, og Teddy
skilti ikki, at teir sameindu ikki
bumbaðu jarnbreytalinjurnar til
týningarlegurnar.
Hetta styrkti Teddy í ásannanina
av, at jødar máttu fáa teirra egna
heimland, har teir kundu liva í friði
og náðum.
Í 1943 kemur Teddy heim aftur
til Palestina. Beint eftir, at kríggið
var av, fór hann aftur til Europa,
har framtíðin hjá jødunum skuldi
skipast. Tá var tað, at "ólógliga"
innflytingin av jødum til Palestina
tók dik á seg.
Staturin Ísrael verður
fyrireikaður
Í 1947 verður Teddy av Ben Gurion
sendur til USA, og her upplivir
hann, at ST í 1947 samtykkir, at ein
jødiskur statur skal setast á stovn.
Hetta setti ikki smávegis krøv til
nýggju leiðsluna, sum skuldi taka
yvir. Eitt tað týdningarmesta var
at fáa vápn, so nýggja landið kundi
verja seg. Teir vistu, at hesum kom
at verða tørvur á.
Teddy fekk hetta sum eina
uppgávu. Vápnini skuldu ikki bert
keypast, tey skuldu eisini gjaldast.
Her var tað uppgávan hjá Teddy
at seta seg í samband við jødiskar
pengamenn at fáa stuðul. Við teim
um evnum, sum Teddy hevði, eydn
aðist hetta eisini. Síðani skuldu
vápnini fáast upp á pláss til tíðina
heima í Ísrael.
Staturin Ísrael varð stovnaður
14. mai 1948, og dagin eftir løgdu
arabarar á. Men so væl varð fyri
skipað, at Ísrael kundi verja borg.
Næsti maður hjá
David Ben Gurion
Í 1952 verður Teddy, sum tá var
sendimaður í USA, boðsendur av
David Ben Gurion, at koma heim
at gerast aðalstjóri í ísraelska for
sætismálaráðnum. Hann sat í hes
um starvi inntil 1964. Hann bleiv
tískil næsti maður hjá David Ben
Teddy Kollek 100 ár:
Borgmeistarin í Jerusalem sam
skifti við Eichmann og Johan í Hesti
Fríggjadagin 27. mai eru liðin 100 ár síðan fyrrverandi borgmeistarin í Jerusalem Teddy Kollek varð føddur.
Hann hevði eisini samband til Føroyar. Tí fara vit hesa ferð at greiða frá Kollek og konu hansara Tamar
Mynd av Jerusalem inni hjá Tamar Kollek
Teddy Kollekt í miðjuni saman við David Ben Gurion
tv og Moshe Dayan, allir stórmenni í Ísrael.
F.v. Teddy, Tamar, forseti Ísraels Chaim Herzog og
kona hansara, og Abba Eban, kendur sum ísraelskur
uttanríkisráðharri í mong ár, saman við konuni.