mikudagur 25. mai 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
Sosialurin
krónurnar, sum upprunaliga
uppskotið snúði seg um.
Trygdargrunnurin fund
Í morgun skuldi so Trygdar
grunnurin á fund um viður
skiftini.
Jan Højgaard er umboð
hjá Fiskimannafelagnum í
grunninum, og hann sigur,
at tað, sum fiskimenn í fyrs
ta lagi ynskja, er, at inntøku
trygdin kemur upp á 1000
krónur um dagin.
- Eingin ynskir at sita í
hesum grunni, tí hann hong
ur ikki saman sum er. Vinnan
hevur alla tíðina mótmælt,
at stovnsfæið bert gjørdist
50 miljónir krónur, sum er
alt ov lítið. Líkt er ikki til, at
politisku myndugleikarnir í
Føroyum duga at skila, hvus
su viðurskiftini í vinnuni
hanga saman.
Hann vísir á, at tað eina
prosentið,
sum
í
løtuni
verður rindað í Trygdar
grunnin av samlaða veiði
virðinum í løtuni, gevur um
leið 16 miljónir krónur um
árið.
- Við verandi inngjaldi og
øktum útgjaldi vænti eg, at
grunnurin hevði verið tómur
innan eini trý ár.
Spurdur, um møguleikar
eru fyri at hækka inngjaldið,
sum fiskimenn og reiðarar
gjalda inn í grunnin, sigur
hann, at tað er trupult at
meta um í løtuni.
- Tað er ógvuliga óhuga
ligt hjá fiskimonnum at
skula rinda sína egnu løn.
Vit halda heldur, at hetta er
ein samráðingarspurningur
millum fiskimenn og reiðar
ar, sum heilt avgjørt verður
tikin upp til næstu sáttmála
samráðingar.
Vinnufeløg
ini
mugu
undir
næstu
samráðingum
skipa
seg
ógvuliga væl, tí tað ber illa
til at fara í verkfall móti
landsstýrinum. Tað er ikki
uttan so, at fiskimenn noyð
ast til skips fyri eina løn,
sum liggur undir fátækra
markinum – og tað man líða
væl, soleiðis sum støðan er í
løtuni. Verandi inntøkutrygd
á 700 krónur um dagin er
einki at bjóða fólki, sum
stríðast á havinum, leggur
hann aftrat.
Jan Højgaard sigur, at
fiskimenn rættiliga kenna á
sær, at politiski myndugleik
in hevur reyvrent teir við av
tøku av almennu minstuløn
artrygdini, eins og lyftini um
eitt størri stovnsfæ í grunnin
ikki als ikki hildu.
- Vit halda, at hesin part
urin av vinnupolitikkinum
er totalt illa og ábyrgdarleyst
stýrdur, og vit halda eisini,
at politiski myndugleikin
við hesum sagar greinina av,
sum samfelagið hvílir á. Her
er als eingin realitetssansur
í politisku skipanini, sigur
hann.
Formaðurin í Fiskimanna
felagnum vísir á, at tað eru í
løtuni eini 18 línuskip, har
hvørt skipið er mannað við
umleið 14 monnum.
- Herfyri vóru nakrir
túrar, har menn sigldu fyri
minstuløn, og tað er greitt,
at hetta skapar eina ovur
stóra misnøgd við verandi
inntøkutrygd, sigur Jan Høj
gaard at enda.
vilmund@sosialurin.fo
tøkutrygdini
nlukka
Menn eru farnir í land av línuskipum, tí teir eru
ógvuliga misnøgdir við, at inntøkutrygdin bert er 700
krónur um dagin. Myndin er tilvildarliga vald
Mynd: Vilmund Jacobsen
Við verandi inngjaldi og øktum
útgjaldi verður Trygdargrunnurin
tómur innan trý ár
JAN HØJGAARD