mikudagur 25. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í gjár var fundur í Fiski
vinnuráðnum, sum er til
mælandi
myndugleikin
hjá landsstýrinum í fiski
vinnumálum.
Á
skránni
var eitt nú minstalønin hjá
fiskimonnum, sum við ver
andi inn-og útgjaldi bert er
700 krónur um dagin. Áðr
enn løgtingið við lóg avtók
almennu mynstulønarskip
anina, bygdi minstalønin á
eina vanliga tímaløn á landi
fyri tímarnar, sum fiskimenn
vóru virknir umborð.
Fiskimenn, ið sigla við
línuskipum, hava ein arbeiðs
dag, sum í minsta lagi er
12 tímar um samdøgnið.
Tað merkir, at tá teir eru á
mynstuløn er inntøkan heilt
niðri á góðum 58 krónum um
tíman fyri hesar 12 tímarnar.
Taka vit so alt samdøgnið,
sum hesir menn eru um
borð og ikki sleppa út um
lúnningina á skipinum, fer
lønin fyri at vera burtur
heimanífrá heilt niður á 29
krónur um tíman.
Tað eru serliga limir hjá
Føroya Fiskimannafelag, ið
sigla við línuskipum og út
róðrarmenn, sum eru raktir
av hesi skerjing.
Ein sosial vanlukka
Skerda minstulønartrygdin
hevur skapt stóra misnøgd
millum línumenn, og tað
eru skip, har fleiri mans eru
farnir í land, tí tað loysir seg
eins væl – ella eins illa - at
ganga uppi á landi.
Føroya Fiskimannafelag
hevði limafund á Muntra í
Fuglafirði herfyri. Á hesum
fundi var semja um, at
minstalønin má upp á 1000
krónur um dagin, um nøkur
meining skal vera í at sigla.
Men spurningurin er, um
hini vinnufeløgini, sum eru
umboðað í Trygdargrunni
num, vilja ganga við til hetta,
og hvussu tað skal gerast.
Orsøkin til, at minstalønin
er skerd í nýggju skipanin,
sum fiskimenn og reiðarar
nú varða av, er, at stovnsfæið
í grunninum bert var 50
miljónir krónur – og at inn
gjaldið, sum er 1% av samlaða
veiðivirðinum, ikki verður
mett at klára at bera meiri
enn ásettu inntøkutrygd.
Upprunaliga var ætlan
in, at stovnsfæið í Trygdar
grunninum skuldi vera 150
miljónir krónur. Hetta tal
varð seinni lækkað niður í 136
miljónir krónur, men endaði
heilt niðri á 50 miljónum
krónum.
Á
fundinum
í
Fiski
vinnuráðnum í gjár, har
Fiskimannafelagið
eisi
ni hevur sítt umboð við
formanninum, Jan Højgaard,
var niðurstøðan hjá ráðnum
at fara aftur til upprunaliga
uppskotið
fyri
Trygdar
grunnin, ið ljóðar upp á 136
miljónir krónur.
- Vit hava heitt á limirnar
í Fiskivinnuráðnum um at
gera sítt til at fáa meira fæ
í Trygdargrunnin. Avgerðin
hjá Føroya løgtingi um at
taka almennu minstulønina
frá fiskimonnum er í fyrsta
lagið ein sosial vanlukka, sum
rakar fiskimenn og teirra
familjur, sigur formaðurin í
Fiskimannafelagnum.
Hann vísir á, at aðrar
vinnur koma eisini at merkja
sviðan av hesi – sum hann
rópar hana – heldur illa um
hugsaðu avgerðini hjá Før
oya løgtingi.
- Hetta kann skjótt koma
at ganga út yvir eitt nú mót
tøku av fiski og út yvir tey,
sum veita tænastur til fiski
skipavinnuna. Hetta viðførir
eisini, at færri skattakrónur
vera at reka tær kommunalu
tænasturnar fyri, leggur Jan
Højgaard aftrat.
Føroya Fiskimannafelag
mælir tí til, at ein skiftistíð
verður skipað, har lands
kassin verður við til at síggja
útreiðslurnar hjá Trygdar
grunninum, til fæið er vorðið
so mikið stórt, at grunnurin
kann hvíla í sær sjálvum.
Sum skilst á Jan Højgaard,
hevur Fiskivinnuráðið nú
sent landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum tilmælið
ráðsins um, at Trygdargrunn
urin fær hesar 136 miljónir
Avtøkan av inn
er ein sosial va
- Vit hava heitt á limirnar í
Fiskivinnuráðnum um at gera sítt
til at fáa meira fæ í Trygdargrunnin.
Avgerðin hjá Føroya løgtingi um
at taka almennu minstulønina
frá fiskimonnum er í fyrsta lagi
ein sosial vanlukka, sum rakar
fiskimenn og teirra familjur, sigur
formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Í gjár var fundur í Fiskivinnuráðnum
um inntøkutrygdina - og í dag
er fundur í Trygdargrunninum
- Fiskimenn halda, at politiski myndugleikin
hevur reyvrent teir við avtøku av almennu
minstulønartrygdini, eins og lyftini um eitt størri
stovnsfæ í Trygdargrunninum ikki als ikki hildu, sigur
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum
Mynd: Vilmund Jacobsen