mikudagur 25. mai 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Eg haldi, at øll Streymoyggin
skal vera ein kommuna.
Tað
staðfestir
Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn,
eftir
borgarafund
í Kvívík mánakvøldið um
kommunusamanlegging.
Hann skoytir tó upp í, at
í hesum føri tosar hann um
tann partin av Streymoy, sum
ikki er í Sunda Kommunu.
Sjálvur er hann heitur
talsmaður fyri stórum komm
unum og hann tekur hann
undir við, at Tórshavnar
Kommuna verður størri.
Heðin Mortensen heldur,
at tað er onki at stúra fyri, at
Tórshavnar Kommuna verð
ur ov stór.
– Verða Vestmanna- og
Kvívíkar kommuna upp í
Tórshavnar Kommunu, veks
ur fólktalið eini 1800 - 2000
fólk, tað er ikki meiri enn
tað.
–
Tað
er
Tórshavnar
Kommuna sum einki før fyri
at taka ímóti afturat.
Hinvegin fer Kommunan
at veksa sera nógv í vídd,
men tað dugir hann ikki at
síggja ein vansa í.
– Tað er landfast og gott
ferðasamband og nógv tey
flestu arbeiða í Havn kortini.
Men, sum støðan er nú, fara
tey í aðrar kommunur við
síni inntøku.
Heðin Mortensen stað
festir, at hann vildi heldur, at
skattakrónurnar fóru í kass
an hjá Tórshavnar Kommunu,
har tær eru forvunnar.
Heðin Mortensen sigur,
at verður øll Streymoy løgd
saman í eina kommunu,
kundi tað verðið ein spenn
andi kraftmiðdepil.
– Tað hava vit stórliga
brúk fyri í Føroyum, tí meiri,
vit spjaða sundir, veikari
standa vit í kappingini við
umheimin í royndunum at
draga ungfólk til sín.
Fólkaatkvøða í Havn
Tú hevur áður sagt, at nú
er Havnin nóg stór og at
fleiri kommunur eiga ikki
at verða lagdar saman við
Tórshavnar kommunu, fyrr
enn fólkaatkvøða hevur ver
ið í Havn fyri at vita, hvat
havnarfólk halda um at gera
kommuna enn størri?
– Tað haldi eg, at vit skulu
halda fast um. Men sjálvur
haldi eg, at tað er skilagott
at leggja tað, sum eftir er av
Streymoy upp í Tórshavnar
Kommunu.
Heðin Mortensen stað
festir eisini, at enn er ongin
avgerð tikin og at spurn
ingurin ikki hevur verið til
umrøðu í Tórshavnar Býráði
yvirhøvur.
– Tað verður fyrst og
fremst tey í Kvívík og í Vest
manna, sum eiga avgerðina.
Kvívíkingar skulu nú á fólka
atkvøðu og so taka vit tað
haðani.
Hann sigur, at ein annar
møguleiki er sjálvandi, at
Kvívík og Vestmanna leggja
saman.
Men so haldi eg, at vit eiga
at leggja dent á at fáa eitt
tætt samstarv ímillum Tórs
havnar Kommunu og tað
samanløgdu kommununa í
Kvívík og Vestmanna.
– Eg sigi ikki, at tær skulu
leggja saman við okkum,
men eg vil fegin vísa á møgu
leikan, tí vit eru beint undir
liðini á teimum.
Men verða Kvívík, Vest
manna og tær smáu bygdir
nar ikki bara ein byrða fyri
Tórshavnar Kommunu, tá ið
hugsað verður um útbygg
ingar av ymsum slagi?
– Tað haldi eg ikki. Mær
vitandi eru kommunurnar
væl fyri bæði hvat útstykk
ingum, vatn, kloakk, barna
ansing og øðrum viðvíkur.
Og so eru tær heldur ikki illa
fyri fíggjarliga.
– Og hinvegin verða vit
eisini fleiri skattaborgarar at
bera byrðarnar.
Skilbøting
Men hvør verður so fyrimun
urin fyri Havnina
– Tað veit eg ikki, men
vit hava nógvar tænastur
í Havnini, sum vit kunnu
samansjóða fyri at skilbøta
raksturin. Eitt nú ber til at
samstarva á skúlaøkinum,
kanska serliga um 10. flokk.
Men vit kunnu eisini sam
starva um Bussleiðina, vinnu
ligar tænastur og annað.
Heðin Mortensen stað
festir, at hetta er ikki ein
samanlegging,
sum
heilt
samsvarar við tað, sum hevur
ligið í kortunum, men hann
dugir ikki at síggja nakra
forðing í tí og møguleikin
fyri at Kvívík og Vestmanna
leggja saman við Tórshavn,
hevur eisini verið nevndur.
Men avgerðin liggur fyrst
og fremst í hondunum á
kvívíkingum og vestmenn
ingum. Tá ið tey hava tikið
avgerðini, kunnu vit í Tórs
havnar Býráði eisini taka
málið upp út frá teirri avgerð,
vestmenningr og kvívíkingar
hava
tikið,
sigur
Heðin
Mortensen.
aki@sosialurin.fo
Vil hava alla Streym-
oynna upp í Havnina
SAMANLEGGING Borgarstjórin í Havn vil hava bæði vest
menningar og kvívíkingar upp í Tórshavnar Kommunu
5 bygdir
Vestmanna
Kvívík
Stykki
Leynar
Skælingur
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn bjóðar øðrum kommunum at leggja saman við Tórshavnar kommunu
Mynd: Jens Kristian Vang