mikudagur 25. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
10
Sosialurin
Randi Jacobsen
Týsdagin í næstu viku verður
vegleiðandi
fólkaatkvøða
í Kvívíkar kommunu um
kommunusamanlegging.
Borgararnir í kommununi
verða tá spurdir, annaðhvørt
kommunan skal leggja saman
við Vestmanna kommunu,
Vága kommunu ella Tórs
havnar kommunu. Teir verða
eisini spurdir, um teir halda
tað vera rætt at leggja saman
við nakrari kommunu nú.
Mánakvøldið var borgara
fundur í Kvívík. Væl av fólki
møttu, men fundurin gav
onga ábending um, hvat kví
víkingar fara at velja.
Best sum er
Dánjal Petur Müller, borgar
stjóri í Kvívík vil ikki geva
borgarum sínum nakað til
mæli, men sjálvur heldur
hann ikki, at samanlegging
hevur nakran skund.
– Verður eldraøkið lagt út
til kommunurnar at umsita,
fylgir peningur við, og so má
kommunan um, hvønn hon
letur taka sær av tí, sigur
Dánjal Petur Müller.
Hon heldur annars, at
uttan mun til hvørji komm
unu, Kvíkar kommuna velur
at leggja saman við, verða
kvívíkingar og hini í komm
ununi altíð í minniluta og
missa ávirkan.
– Men tað er gott við eini
fólkaatkvøðu, so fólk fáa
høvi at siga sína hugsan um
samanlegging, og um tey eru
áhugað fyri nakrari saman
legging, sigur Dánjal Petur
Müller.
Borgararnir í Kvívíkar
kommunu hava á eini aðrari
fólkaatkvøðu áður sagt seg
vera mest sinnaðar at leggja
saman við Vága kommunu.
Á fundinum mánakvøldið
møtti einki umboð fri Vága
kommunu, og tí fekst einki
at vita um, hvat tann komm
unan heldur um at leggja
saman við eini kommunu á
Streymoynni.
Eitt hóskandi øki
Karl A. Olsen, borgarstjóri í
Vestmanna var ikki i iva um,
hvørja loysn hann heldur
vera besta.
– Sjálvandi eiga Vest
manna kommuna og Kvívíkar
kommuna at leggja saman.
Vit hava heitt á kvívíkingar
um at leggja saman við okk
um, men eingin áhugi var,
sigur Karl A. Olsen.
Hann heldur, at nógv mik
ið er við tí samtyktini í fyrsta
umfari. Seinni ber altíð til at
fara víðari við samanlegg
ing.
– Vit halda eisini, at Vest
manna kommuna og Kvívíkar
kommunu eru ein góð eind
at byggja víðari á. Hetta er
eitt ríkt økið við nógvum
vakstrarmøguleikum, sigur
Karl A. Olsen.
Hann leggur aftrat, at
eru kvívíkingar bangnir fyri
at missa ávirkan, missa teir
minst við at leggja saman við
Vestmanna, har bæði Kvík og
hinar bygdirnar kunnu fáa
umboð í kommunustýrið.
randi@sosialurin.fo
Randi Jacobsen
Á borgarafundinum í Kví
vík mánakvøldið var eisini
Helena Dam á Neystabø,
sum nú umsitur komm
unumál.
Hon leggur ikki í at
hava nakra meining um,
hvørjar kommunur skulu
leggjast saman, tí tað
heldur hon seg ikki hava
rætt til at hava.
– Á fundinum vísti eg á,
at í lógini um sjalvbodna
samanlegging er staðfest,
at Kvívík og Vestmanna
skuu í somu kommunu
eind, og tí verður ta
Ein trupulleiki, um
Kvívík velur eina aðra
eind, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Lógin kemur
Hon sigur, at arbeitt verð
ur við at fáa gjørda eina
breiða semju um komm
unubygnaðin, og málið
er at hava lógaruppskotið
liðugt í seinasta lagi 1. juni,
so tað kann leggjast fram
í ólavsøkutingsetuni, og
lógin kann verða komin í
gildi, tá ið kommunuvalið
verður næsta ár.
Kvívíkingar hava áður
valt Vága kommunu fram
um aðrar kommunur, og
standa tey við tað, verð
ur málið eitt sindur fløkt,
tá ið lógin sigur, at Vest
manna og Kvívík skulu
vera saman.
Í fyrru landsstýrinum
var semja um, at níggju
var eitt hóskandi tal av
kommunum. Men m tal
ið verður sjey, átta ella
níggju sigur Helena Dam
á Neystabø hava minni at
siga.
Annars heldur hon tað
vera óheppið, um endin
verður ein stór kommuna
við helvtini av landsins
borgarum
og
nøkrum
smærri
kommunum
aftrat.
randi@sosialurin.fo
Draga í ymsar ættir
Kommunusamanlegging Tað kann gerast trupult við kommunusamanleggingini í
Streymoynni, tí higartil hava Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna ikki havt somu
áskoðan. Loysnin verður kanska, at Vestmanna og Kvívík báðar fara saman við Havnini
Ein fløktur
spurningur
Eftir lógini skulu Vestmanna og
Kvívík í somu kommunueind,
men velur Kvívík aðra eind, er
støðan ikki so einføld. Talið
av kommunum hevur minni
at siga, heldur Helena Dam á
Neystabø, landsstýriskvinna
í kommunumálum
Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík heldur, at samanlegging kann bíða
Myndir: Jens Kristian Vang
Nógv fólk var á fundinum
Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, heldur
Kvívík og Vestmanna vera eina góða eind