mikudagur 25. mai 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað gongur eftir ætlan
við Boðanesheiminum.
Formarnir til fyrstu lon
irnar eru settir upp, og
alt útgravingar- og jørð
arbeiðið er liðugt.
Sáttmálin varð undir
skrivaður í desember, og
síðani er projekterings
arbeiðið gjørt liðugt, eins
og fyrireikingararbeiðið
er fingið frá hondini.
Hátíðarhald í sam
bandi við at spakin
varð settur í varð hildið
14. desember, og síðani
hevur verið arbeitt við
at grava út og fáa jørð
arbeiðið frá hondini.
– Vit eru knappliga 20
mans á arbeiðsøkinum
umframt nakrar aftr
at, sum hava við pro
jekteringina
at
gera.
Vanliga arbeiða vit 8-10
tímar um dagin, so tað
er full vika og meira
aftrat,
sigur
Eyðun
Petersen, projektleiðari
hjá Articon.
Hann sigur, at teir
ikki hava mist dagar or
sakað av veðrinum.
– Tað hevur verið ill
fýsið til tíðir, men tað er
ikki nakað, sum hevur
darva okkum. Vit hava
funnið út av, at plássið
er ógvuliga veðurgott, so
í tann máta hevur valið
av staðið verið heppið,
sigur Eyðun Petersen.
Tíðarætlanin hevur
hildið higartil.
– Vit hava loypandi
samskifti við projekter
ingsleiðararnar og við
byggiharran,
sum
er
Tórshavnar kommuna,
sigur Eyðun Petersen.
Sum nevnt heldur
tíðarætlanin higartil, og
gongur
framhaldandi
sum ætlað, standa bú
eindirnar innilokaðar á
nýggjárinum.
Boðanesheimið,
ið
fer at geva rúm fyri 64
búfólkum, skal handast
Tórshavnar kommunu í
oktober komandi ár.
Leo Poulsen
Hættirnir eru fleiri fyri
at sleppa undan at sita í
fongsli.
Mánadagin tók ein ung
ur maður við 30 tíma sam
felagstænastu fyri dýrandi
fullur at hava koyrt ein bil á
sjógv. Málið hevur verið fyri
í rættinum áður, men tá tað
barst nøkrum vitnum frá at
møta, varð sakin tikin upp
aftur mánadagin.
Sambært ákæruritinum
høvdu tveir ungir dreingir
koyrt bil eina leygarnátt í
apríl 2009, ein biltúrur sum
endaði við, at teir rendu bilin
til sjós.
Ungi maðurin, ið var
ákærdur fyri at hava ført bilin,
noktaði seg sekan við teirri
grundgeving, at hann ikki
mintist aftur til hendingina.
Vinmaður hansara sat so í
vitnisstólinum mánadagin.
Hesin
vinmaðurin
greiddi frá, at hann var far
in til ákærda, og teir høvdu
ballast. Einaferð um hálv
gum
trítíðina
var
hann
dottin av, men varð vaktur
av løgregluni, sum stóð uppi
yvir honum. Vitnið greiddi
síðani frá, at hann varð
avhoyrdur
av
løgregluni,
men segði, at teir so avgjørt
ikki høvdu verið úti og koyrt
bil.
Ákærin trúði so lítið upp
á
vitnisfrágreiðingina,
at
hon fleiri ferðir mátti minna
vitnið á, at hann var undir
vitnisábyrgd, og at lúgva í
rættinum kostar 60 dagar
treytaleysa fongsulsrevsing.
So vís var Lene Christen
sen í sínum máli, at hon
beinleiðis spurdi vitnið, hví
hann leyg. Ein spurningur,
sum fekk dómaran at tala
at.
Broytti meining
Síðani førdi ákæruvaldið eitt
vitnið, sum hevði sæð teir
báðar koyra bil hesa náttina.
Ein ung kvinna greiddi í
smálutum frá, at bilurin
sløraði eftir vegnum, rendi á
ein garð, og tá teir báðir komu
úr bilinum vóru teir so fullir,
at annar datt, meðan hin
mátti stiðja seg móti bilinum,
fyri ikki at fara sama veg.
So hendi tað óvanliga, at
dómarin fór út um at tosa
við fyrra vitnið, og júst hvat
varð sagt er ikki til at vita,
men tá dómarin kom inn
aftur, ynskti vitnið at broyta
frágreiðing.
Hann segði nú, at hann so
at siga einki mintist frá deg
num og hendingini, men tá
unga kvinnan segði seg hava
sæð hann og vinmannin í bil
inum, so var tað einki, sum
hann mintist, men kundi held
ur ikki siga nakað ímóti tí.
Ákæruvaldið fráfall eina
ákæru um falska vitnisfrá
greiðing, og dómarin gjørdi
síðani av, at ungi maðurin,
sum hevði koyrt bilin, varð
dømdur 20 daga treytaðan
fongsulsdóm. Treytin fyri
ikki at fara inn at sita, var
– sum framman undan av
talað millum ákæra og verja
– samfelagstænasta í 30 tím
ar.
Umframt hetta fekk mað
urin eina bót, ið svarar til
nettoløn í ein mánað, í hesum
førinum 1.500 krónur, eftir
sum ungi maðurin gongur í
skúla og tí bert fær stuðul.
Endaliga er maðurin dømdur
at missa koyrikortið í tvey og
eitt hálvt ár, galdandi frá 16.
desemer 2009, tá koyrikortið
varð tikið frá honum.
Ungi maðurin tók við
dóminum.
Samfelagstænstu
fyri at koyra
bil á sjógv
Mánadagin varð ein ungur maður í Føroya Rætti dømdur 20 daga
treytað fongsul fyri dýrandi fullur at hava koyrt ein bil á sjógv. Fyri at
sleppa undan at sita, skal maðurin gera 30 tímar samfelagstænastu
Gongur sum
eftir ánni
Tað gongur væl við Boðanes
heiminum. Útgravingararbeiðið
og jørðarbeiðið er liðugt, og
betongarbeiðið er komið væl
í gongd. – Tað gongur eftir
ætlan, sigur Eyðun Petersen,
verkætlanarleiðari hjá Articon
Fyrstu búeindirnar taka skap, og alt skal
verða innilokað á nýggjárinum
Mynd: Álvur Haraldsen