mikudagur 25. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
8
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Skal forboð setast ungum
undir 18 ár at taka sól?
Krabbameinsfelagið hev
ur ongan hug at meta um
fíggjarligu
vansarnar,
tá
spurningurin skal svarast.
Jákup N. Olsen, formaður,
tekur í øllum førum ikki atlit
til, at fólk missa inntøkur.
– Solarium økir fleirfalt
um vandan fyri krabba
meini í húðini og móður
merkjakrabba.
Ung
fólk
hava
serliga
viðkvæma
húð, og tannáringar eru í
størri vanda enn eldri at fáa
krabbamein
av
solarium.
Krabbameinsfelagið mælir
greitt til at banna teimum
undir 18 ár at taka sól, sigur
Jákup N. Olsen.
Uppskotið hjá Bergtóru
Høgnadóttir Joensen, Tjóð
veldi, at banna ungum undir
18 ár at brúka solarium, fall
undir aðru viðgerð í løg
tinginum fyri tveimum vik
um síðani. Tingkvinnan ætl
ar, at frameftir verða bara
sólmiðstøðir, sum eru undir
eftirliti.
Ung
fólk
noyð
ast at vísa prógv fyri eftir
litisfólkunum, sum eru á
staðnum. Tá er lætt og einfalt
at syrgja fyri, at eingin
brýtur
lógina.
Samfullir
tinglimir, sum tóku orðið
undir orðaskiftinum, tóku
undir við, at tiltøk skulu
setast í verk fyri at minka
um nýtsluna av solarium.
Undirtøka var hinvegin ikki
fyri at seta forboð. Meirilutin
í Trivnaðarnevndini mælti
frá at samtykkja uppskotið.
Grundgevingarnar vóru, at
sólmiðstøðirnar hava ongan
møguleika at bera seg fíggjar
liga, um tær skulu vera mann
aðar. Tað verður ov trupult
at fáa endarnar at røkka
saman. Úrslitið er, at flestu
sólmiðstøðirnar noyðast at
snara lykilin um. Eingin veit,
hvør skal hava eftirlitið við
sólmiðstøðunum, og hvussu
reglurnar
verða
hand
hevjaðar.
Vit skilja ikki niðurstøð
una, sigur formaðurin í
Krabbameinsfelagnum.
– Heilsan hjá fólki skal
raðfestast fram um pengar.
Annað er óhoyrt. Tað er
beinleiðis lívshættisligt at
taka sól, serliga hjá ungum
fólki.
Krabbameinsfelagið
fer ikki at taka lut í einum
orðaskiftinum um, hvussu
sólmiðstøðirnar skulu bera
seg. Tað er uppgávan hjá
løgtinginum at finna eina
loysn. Vit heita bara staðiliga
á, at forboð skal setast teim
um, sum eru undir 18 ár, sigur
Jákup N. Olsen, formaður í
Krabbameinsfelagnum.
Sammetir við royking
John Johannessen, lands
stýrismaður í heilsumálum,
segði við Sosialin í síðstu
viku, at honum dámar betur
upplýsing enn forboð. Hann
segði, at forboð kunnu tykjast
møðandi. Borgarnir skulu
ikki altíð kenna hendan
peikifingurin frá almennu
skipanini.
Gallup upplýsti í kanning í
september í fjør, at nýtslan av
solarium var munandi minni
í 2010 enn í 2007. Bólkurin av
teimum 15 til 24 ára gomlu,
sum brúka solarium, er meira
enn hálveraður seinastu trý
árini. Úr 47 prosentum niður
í 21 prosent.
Tað er einki eftirlit við
føroysku sólsmiðstøðunum.
Tað er sostatt einki eftirlit
við, um sólrørini eru ov sterk,
ella um trygdin er í lagi. Tað
eru ongar mannareglur at
reka eina sólmiðstøð í Før
oyum.
– Tað skal almenna skip
anin kanna nærri, segði John
Johannessen, tá Sosialurin
tók málið til umrøðu í síðstu
viku.
IARC, granskingardepilin
fyri krabbamein, hevur bólk
að solarium í hægsta vanda
bólkin saman við asbest,
sigarettum og arsenik. Jákup
N. Olsen heldur, at tá tú
skal vera 18 ár fyri at keypa
sigarettir, skal tú eisini vera
18 ár fyri at taka sól.
– Tað samsvarar ikki,
sigur formaður í Krabba
meinsfelagnum. Hann leggur
afturat, at tað ræður fram
haldandi um at upplýsa um
vandan við at brúka solar
ium.
Heilsuna fram
um pengarnar –
annað er óhoyrt!
Kanningar vísa, at ein mánaðarlig vitjan í solarium økir um vandan at
fáa krabbamein tvær til tríggjar ferðir. Krabbameinsfelagið skilir ikki
niðurstøðuna í løgtinginum, at forboð kann ikki setast ungum at taka
sól, tí avleiðingin er, at sólmiðstøðir noyðast at snara lykilin um
Mýtur um sól
og solarium
Eitt solarium er eitt tól, ið sendir ultraviolettar strálur.
Tað verður bæði kallað krabbameins-grill og krabba
meinskuvøsa – kanska tú sjálv/ur kennir fleiri heiti.
Felags fyri hesi heiti er, at tey seta sjóneykuna á nakað
týdningarmikið, tá vit tosa um solariu. Nevniliga vandan
at fáa krabbamein. Um tú nýtir tær kunstigu strálurnar
er vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabbamein 55 %
størri, enn um tú heldur teg frá solariunum. Danskar
kanningar vísa, at tann bólkurin, ið tekur mest solarium
eru 15-17 ára gamlar gentur. Tað er einamest fyri at
gerast brúnar, at tær taka sól, men eisini av øðrum
orsøkum. Mangar halda, at tað sær sunt út, at tað
virkar avslappandi og at tær gerast í betri lag, skrivar
Krabbameinsfelagið á sínari heimasíðu.
RANGT
Tað er sunt at
vera sólbrend.
Tú verður ikki
skáldað/ur í
solarium.
Tú sært sunn út av
ganga í solarium.
Tað er skilagott at
venja húðina við
sól við at ganga í
solarium, áðrenn
eina sólferiu.
Eg fái D-vitamin
av at ganga í
solarium.
Eg noyðist at
verða skáldað fyri
at gerast sólbrún.
Eg fái ikki
krabbamein í
húðina av at
ganga í solarium.
RÆTT
Nei. Tá húðin er sólbrend, er
tað tekin um, at húðin roynir
at verja seg móti skaðum frá
sterku UV-strálunum – ikki
eitt tekin um góða heilsu.
Tú kanst gerast eins og
sólskáldað í solarium sum
í veruligu sólini. Í roynd
og veru eru strálurnar frá
solarium ofta nógv sterkari
enn summarsólin, sum helst
er orsøkin til, at mong verða
skáldað og fáa skaðar av
solariumvitjan.
Nei. Tú fært gulliga húð, og
fær sum frá líður rukkur og
pigmentbroytingar av at
ganga í solarium.
Nei. Hinvegin gevur hetta
falskan tryggleika. Gransk
ing vísur, at hetta gevur
avmarkaða
verju,
sum
svarar til sólfaktor 2-4.
Nei. Tað er ikki vist. Eing
in standardur er fyri sam-
anseting av UV-stráling í
solarium. Tí er ilt at siga,
um eitt solarium gevur
D-vitamin. Hinvegin kanst
tú vera vís í øktum vanda
fyri krabbameini í húðini.
Tí verður mælt til, at tú fært
D-vitaminir við skilagóðari
solatferð, góðum kosti og
vitaminpillum.
Nei. At vera sólbrend ella
bara reyð er tekin um, at tín
húð hevur fingið skaða av
UV-stráling frá sól og solar
ium. Ein spakulig brúnking,
uttan at tú gerst reyð/ur,
er besta verjan móti skaða.
Tess fleiri ferðir tú er sól
skáldað, tess størri vanda
ert tú fyri at fáa krabbamein
seinni í lívinum.
Tað eru UV-strálur frá sólini
og solarium, sum er mest
vanliga orsøkin til húð- og
móðurmerkjakrabbamein.
Kanningar visa, at ein mán
aðarlig vitjan í solarium økir
um vanda at fáa krabbamein
2-3 ferðir.
kelda: www.cancer.dk. Krabbameinsfelagið hevur týtt til føroyskt.
Modellmynd: Jens Kristian Vang