týsdagur 27. januar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 17 - 27. januar 2004
Nr. 17 - 27. januar 2004
3
– Tað er eitt óheppið
tekin at senda, nú al-
arar og lángevarar
stríðast fyri at halda
vinnuni gangandi, at
Vinnumálaráðið hev-
ur søkt Procesbevil-
lingsnævnet um loyvi
at kæra avgerðina hjá
Landsrættinum til
Hægstarætt um veð í
aliloyvunum siga Før-
oya Havbúnaðarfelag,
Føroya Sparikassi og
Føroya Banki í tíð-
indaskrivi
TÍÐINDASKRIV
Undir yvirskiftini »Ikki veð
í aliloyvum kortini« verður
m.a. víst á í tíðindaskriv-
inum fylgjandi:
»Hin 15. desember 2003
avgjørdi Eystari Landsrætt-
ur, at tinglýsingarmyndug-
leikin hevur skyldu at ting-
lýsa veð í aliloyvum, um al-
ari biður um hetta. Lands-
rætturin gekk við dómi sín-
um ímóti eini avgerð Før-
oya Rættur frammanundan
hevði tikið.
Við hesum var vegurin
opin fyri, at alarar kundu
veita lángevarum sínum
veð í aliloyvunum. Dómur-
in var sostatt ein hjálp til al-
ararnar, sum í teimum
sváru tíðum vinnan er í,
hava trupult við at fáa til
vega neyðuga og nøktandi
fígging.
Eyðvitað aftra lángevarar
seg at veita fígging til eina
vinnu í trupulleikum, tá
vandi er fyri, at lángevarar,
um tað kemur til fíggjarligt
skrædl hjá alara, mugu
yvirtaka útbúnaðin og fisk-
in uttan aliloyvi. Uttan ali-
loyvi verða lángevarar forð-
aðir í at selja alivirkið víð-
ari sum eina going concern.
Tað er væl skiljandi, at hesi
viðurskifti í ovurhonds
mun økja um tapsvanda
lángevarans.
Alarar høvdu allar orsøk-
ir at fegnast um dóm lands-
rættsins. Hann var sjálv-
andi somuleiðis til fyri-
muns fyri lánsgevararnar.
Men lánsgevararnir fara at
laga seg til umstøðurnar.
Ber ikki til at veita veð í ali-
loyvum fara kredittirnir at
verða færri og minni.
Við støði í hesum er tað
eitt vónbrot fyri alararnar
og peningastovnarnar at
frætta, at Vinnumála-ráðið
hevur søkt Procesbevil-
lingsnævnet um loyvi at
kæra avgerðina hjá Lands-
rættinum til Hægstarætt.
Nú alarar og lángevarar
stríðast fyri at halda vinn-
una gangandi, er hetta eitt
sera óheppið tekin at
senda.« stendur í tíðinda-
skrivinum.
Vinnumálaráðið vil í Hægstarætt við aling
Tað verður kortini
ikki Poul Michelsen,
ið verður seinni eyka-
valdi tingmaðurin hjá
Fólkaflokkinum
LØGTINGSVALIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Longu valkvøldið varð
spurningur settur við, um
tað var rætt roknað, tá Poul
Michelsen varð útnevndur
sum seinni eykavaldi ting-
maðurin hjá Fólkaflokk-
inum.
Í Norðurlandahúsinum
vóru fleiri talkønir menn, ið
hildu uppá, at forritið, ið
roknar út valúrslitið, ikki
var rætt, tá tað gav ta úrslit,
at Fólkaflokkurin fekk tveir
eykavaldar
tingmenn
í
Suðurstreymoy.
Fólkaflokkurin fekk bert
ein umdømisvaldan ting-
mann í Suðurstreymoy, tað
var Bjarni Djurholm við
595 atkvøðum, og hann tók
fyrsta plássið á fólkafloks-
listanum frá Óla Breck-
mann, sum hevur verið
fystvaldur, síðani 1994, tá
Jógvan Sundstein gavst í
politikki.
Óli Breckmann fekk 450
persónligar atkvøður, og
gjørdist fyrri eykavaldi
tingmaðurin hjá Fólka-
flokkinum. Poul Michelsen
fekk 335 atkvøður, og er
nummar trý á listanum – og
ov stuttur til tingsess hesa-
ferð. Men um Bjarni Djur-
holm heldur fram í einum
nýggjum landsstýri, so
kann Poul Michelsen kort-
ini væntað sær tingess.
Endin gjørdist so tann, at
Heðin
Zachariassen
í
Streymnesi fekk seinna
eykavalda tingsessin hjá
Fólkaflokkinum.
Heðin
Zachariassen var eisini
eykavaldur á valinum í
2002, tá Fólkaflokkurin
eisini var ov stuttur til ein
umdømisvaldan tingess í
Norðurstreymoy.
Heðin Zachariassen fekk
260 persónliga atkvøður.
Heðin Zachariassen
er sjeyndi tingmaðurin
Heðin Zachariassen gjørdist
kortini seinni eykavaldi
tingmaður Fólkafloksins, tó
at Løgmálaráðið mátti rokna
væl og leingi fyri at koma til
ta niðurstøðu, at Poul
Michelsen kortini ikki skuldi
á ting
– Tað er eitt óheppið tekin at senda, nú alarar og lángevarar stríðast fyri at halda vinnuni
gangandi, at Vinnumálaráðið hevur søkt Procesbevillingsnævnet um loyvi at kæra avgerðina
hjá Landsrættinum til Hægstarætt um veð í aliloyvunum siga Føroya Havbúnaðarfelag, Føroya
Sparikassi og Føroya Banki
Savnsmynd
Tíðliga
seinnapartin
sunnudagin fekk løgregl-
an í Havn eina fráboðan
um eldsbruna. Tað var
ein, sum ringdi inn og
boðaði frá eldi í einum
grannahúsum. Talan var
tó ikki um stóran elds-
bruna. Ein fullur maður
hevði fest sær í eina sig-
arett, og á ein ella annan
hátt var eldur komin í
dýnuna. Møguliga var
maðurin sovnaður við
sigarettini í songini.
– Ongin skaði hendi
kortini uttan við dýnuni,
sum varð nakað brend,
sigur vakthavandi.
–sae-
Løgreglan í høvuðsstaðn-
um fekk eina fráboðan
leygarnáttina frá einum,
sum býr við Sundsvegin,
at
viðkomandi
hevði
hoyrt ein bil flúgva eftir
vegnum. Tann, ið boðaði
frá, segði, at bilurin hevði
eina øgiliga ferð.
Løgreglan fór so avstað
og funnu stutt eftir bilin.
Tá var hann farin út av
vegnum, og við rattið sat
ein maður uttan vit.
Staðfest varð, at talan
var um rúsdrekkakoyring.
Bilførarin varð fluttur á
skaðastovuna, men hevði
tó ikki fingið nakran stór-
vegis skaða. Hann verður
nú ákærdur fyri rús-
drekkakoyring.
-sae-
Løgreglan sigur frá
fleiri ferðsluóhapp-
um um vikuskiftið,
men annars hevur
sum heild verið stak
friðarligt kring
landið
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fleiri smærri ferðslu-
óhapp hava verið í viku-
skiftinum, men ongin
fólkaskaði tíbetur.
– Tað er orsakað av
hálkuni og so vanligt
ósketni, sum aloftast enda
við einum óhappi, sigur
vakthavandi.
Inni á Sandvíkarhjalla
var ein hurlivasi um átta-
tíðina sunnukvøldið, tá
einir 10-15 bilar ikki
sluppu nakran veg í hálk-
uni. Hóast har vóru bilar
bæði við lamell dekkum
og píkadekkum, so var so
mikið hált og rokaligt, at
ongin slapp nakran veg.
Løgreglan kom á staðið,
og tað gekk ikki long tíð,
so kom glið á ferðsluna
aftur, og hon kundi koyra
sum vanligt.
Tvey óhapp í
Eysturoynni
Tvey smávegis ferðslu-
óhapp vóru í Eysturoynni
um vikuskiftið. Eitt var á
Skála og eitt á Norðskála.
Í báðum førum var or-
søkin hálka. Tann fyrri
bilurin fór út av vegnum,
og hin rendi inn í auto-
verjuna. Ongin fólkaskaði
var. Annars hevur viku-
skiftið verið friðarligt í
Eysturoynni, sigur vakt-
havandi á løgreglustøðini
í Runavík.
Úr Klaksvík verður sagt
frá avbera friðarligum
vikuskifti. Heldur ongin
fráboðan er komin um
nakra ferðsluóhapp har.
Fleyg eftir vegnum
Fleiri ferðsluóhapp
Eldur í dýnu
Leiðari aftur setast í Atlantis
Fyri góðari viku síð-
ani var lýsing í bløð-
unum frá mentanar-
húsinum Atlantis í
Klaksvík, har søkt
verður eftir dagligum
leiðara til húsið. Nik-
olina Olsen, for-
kvinna í húsastýrin-
um sigur, at um húsið
skal koyra, so skal ein
dagligur leiðari til
ATLANTIS
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Nú søkir Atlantis aftur eftir
dagligum leiðari. Eftir at
ongin fastur leiðari hevur
verið síðani í mai í fjør,
roynir stýrið aftur at finna
ein dagligan leiðara til
mentanarhúsið.
Klaksvíkar býráð hevur
økt játtanina til húsið við
200.000 krónum í ár, og
hevur hetta óivað sína stóru
ávirkan á, at leiðari nú aftur
verður settur. Við teimum
200.000 krónunum eyka,
fær Atlantis nú 700.000
krónur á fíggjarætlanini hjá
Klaksvíkar býráð. Nikolina
Olsen sigur, at útivið
300.000 krónur fara beint í
útreiðslur og skuld. Sostatt
hevur húsið tað dupulta av
pengum at arbeiða við í ár í
mun til í fjør. Og tað skuldi
borgað fyri góðsku. Og
man setan av leiðara verða
tað fyrsta stigi í hesum.
Nikolina Olsen sigur, at
fleiri umsóknir eru komnar
inn, og tað letur til at áhug-
in fyri starvinum er góður.
Hon sigur, at fleiri ringja
eisini og spyrja seg fyri um
ymiskt.
Starvið verður sett frá 1.
mars og umsóknarfreistin
verður úti tann 1. februar.
Økja um aktivitetin
– Tann nýggi leiðarin skal
arbeiða fyri meira aktiviteti
í húsinum, sigur Nikolina,
sum tó viðgongur, at talan
neyvan kann verða um tey
heilt stóru tiltøkini, tí tað
eru einans 112 sitipláss í
salinum.
– Tað eru nógv smærri
tiltøk, sum egna seg avbera
væl til at hava í Atlantis,
sigur forkvinnan í húsastýr-
inum.
Mentanarhúsið Atlantis
hýsir eisini biografinum,
og harafturat húsast Klak-
svíkar Sjónleikarafelag í
kjallaranum. Tey venja ein
leik nú, sum skal hava
frumframførslu í februar,
so tað eru fleiri viðurskifti,
sum skulu passa saman í
húsinum.
Húsið hevur nú koyrt síð-
ani í mai í fjør uttan daglig-
an leiðara, tá táverandi
leiðarin, Jógvan Eliasen,
fór úr starvinum. Hann fílt-
ist fleiri ferðir á, at umstøð-
urnar í húsinum ikki eru
nóg góðar til at skipa fyri
tiltøkum. Men nú fáa vit at
síggja, hvussu verður við
aktivitetinum í húsinum, tá
ein nýggjur leiðari verður
settur.
Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík fær nú aftur dagligan leiðara. Starvið verður sett frá 1. mars og er fulla tíð
Savnsmynd
C
M
Y
K
3
2