Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 17 - 27. januar 2004 Nr. 17 - 27. januar 2004 5 Mentað undirhald Føroyingasøga Grímu style er fyrst og fremst guff fyri ein og hvønn føroyskt ella søgu lærara. Har var ov nógv beinleiðis frásøgn úr kvæðun- um, men endamálið at upplýsa um før- oyska søgu og sið er rokkið UMMÆLI Elin á Rógvi Tað er ikki undarligt, at Tórgrímur illi vildi hava fatur á ringi Sigmundar. Tí hann var einki minni enn ringurin frá Ringanna Harri, og Sigmundur tann útvaldið. Føroyingasøga sum vit ongantíð hava hoyrt hana áður. Leygardagin 24. januar hevði Gríma frumsýning av Føroyingasøgu í Gamla Meiarínum í Havn. Salurin var ikki fullsettur, hóast tað var leygarkvøld, og flest øll høvdu frí. Tann føroyska sjúkan við ikki at fara til sjónleik, áðrenn lýst verður við seinastu sýning, hevði aftur gjørt um seg, og tað er spell. Leikarar vóru Kristina Hansen og Katarina Nolsøe, og leikstjórnað hevði Ria Tórgarð. Tað eru eisini hesar, ið hegnisliga hava evnað nýgjørda leikin til. Men annars er tað ikki serliga nógv nýtt, tí Føroy- ingasøga gongur fyri seg í víkingatíðini. Pallurin er minimalistisk- ur: Alt er svart, og teir einastu rekvisittirnir eru tveir kubbar og tvey træ- petti. Hetta minnir í stíli um leikin Søgur úr Krabburð, ið Gríma fyri stuttum sýndi. Og fer man at hugsa, at soleiðis síggja leikir, sum Gríma ferðast við, bara út. Ljósið er somuleiðis ein- falt, men eitt sindur meira er gjørt burturúr ljóðeffekt- unum og tónleiki. Lynkursus í søgu Leikurin, ið er ætlaður børnum frá 10 ára aldri, er innviklaður. Vit fylgja Sig- mundi Brestissoni frá vøggu í grøv. Í leikinum er eisini ein ørgrynna av øðrum persónum, ið skulu siga frá sínum luti í stóru heildini. Har er tíbetur ein ættartalva i leikskránni, so tú kanst lúra, um tú ikki ert heilt við. Men lætt er at skyna á, hvør er hvør, tí hvør persónur hevur fingið dialekt ella verðumáta, ið er heilt teirra egni. Kanska kundi enn meira staði í leikskránni um sjálva leik- gongdina og teir persónar, ið ikki eru í ættartalvuni. Tað hevði hjálpt áskoðar- unum, sum ikki er kvæða- kendir. Fyri at ungdómurin kann vera við er neyðugt at tosa og vera eins og tey, og tí eru persónarnir tilvitaðir um, at teir standa á palli í ár 2004, har eru bæði ein Yaris bilur og kodur til Play Stati- on á lofti. Eisini er Ring- anna Harri snildisliga knappliga við í søguni. Hetta ger, at leikurin ikki bert er eitt lynkursus í søgu, men serstakliga undirhald- andi. Leikurin er i stóran mun frásøga og eisini bein- leiðis frásøgn úr eitt nú Brestiskvæðnum. Tað kann til tíðir verða eitt sindur tungt, men tað er góð javn- vág ímillum tyngri partar- nar við frásøgn og stuttlig- aru partarnar við meira spæli. Føroyskur dansur er við Gnags og Fuglakvæðnum og Týr og Orminum langa vorðin eitt sindur meira inn, og nú tekur Gríma táttin upp. Hesaferð er tað tann góða søgan, ið farið verður eftir, og sum Ria Tórgarð skrivar i leikskránni: fel- agsupplivingin í dansiring- inum. Tey, ið eru góð við dansin, halda kanska, at hann er nokk i sjálvum sær og ikki skal broytast og vendast, men um honum skal verða lív laga er gott, at alt tilfarið í honum verð- ur víst fyri komandi ættar- liðum upp á nýggjar mátar. Hetta kann bara økja áhug- an bæði fyri søgu okkara og fyri dansinum. Og søgan er góð, eingin ivi um tað, men fløkjaslig. Morgunfimleikur Tvær kvinnur siga frá før- oyingasøgu, har menninir hava allar tær kuulu rollir- nar, og kvinnurnar sum oftast bara sita og bíða eftir onkrun manni ella gera morgunfimleik. Tað hevði tí kanska verið upplagt við tveimum monnum ístaðin, men hetta hugsar tú ikki um, tí so skjótt leikurin er farin í gongd, ert tú við Sig- mundi og Tóra á vanda- miklu ferðum teirra. Hetta er ein krevjandi leikur, og Katarina Nolsøe og Kristina Hansen spæla væl. Ringt er velja okkurt burtur úr, men serliga væl dámdi mær Turið konu Sig- mund, ið var sera skemtiligt spæld av Kristinu Hansen. Guff Leikurin er guff hjá einum hvørjum søgu ella føroyskt lærara, nú er møguleiki at støva kvæðini av og finna allar tær góðu søgurnar fram, ið har eru. Lesa og dansa, tulka og greina og so enda við at síggja Føroy- ingasøgu a la Grímu. Tað er fyrst og fremst her, at leikurin eigur ein stóran møguleika. Tað er at seta sær høg mál, at fáa ung umvend til kvæði og sjón- leik – men so avgjørt ein søk, sum er alla æru verd. Tá tað er sagt, so er Føroy- ingasøga hjá Grímu ikki ein leikur, tú hugsar um í fleiri dagar, eftir at tú hevur sæð hann, men gott mentað undirhald. Pallurin er ógvuliga einfaldur. Munirnar á persónunum síggja vit best sum her, tá Kristina Hansen vísir okkum, hvussu svínoyingar eru Mynd: Jens Kristian Vang Katarina Nolsøe og Kristina Hansen eru einsamallar um at siga frá føroyingasøgu. Báðar spæla tær væl í hesum krevjandi leiki Mynd: Jens Kristian Vang Loysir seg illa hjá føroyskum skipum at avreiða uttanlands Fyri tað mesta høvdu skipini fingið líka góðan, ella betri prís fyri at avreiða í Før- oyum, heldur enn at avreitt uttanlands, vísir ein kanning, sum Ráfiskakeypara- felagið hevur gjørt AVREIÐINGAR UTTANLANDS Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sum heild hevur tað ikki loyst seg hjá føroyskum fiskiskipum at avreitt uttanlands. Tað vísir ein nýggj kann- ing, sum Ráfiskakeypara- felagið hevur gjørt. Mangan verður annars sagt, at prísirnir eru nógv betri uttanlands enn í Før- oyum, men uppgerðin hjá Ráfiskakeyparafelagnum vísur týðiliga, at verður hugt eftir einum longri tíð- arskeiði, er hetta ikki so. Tað skerst neyvan burtur heldur, at tað eru tær góðu sølurnar, sum fólk minnast best. Ráfiskakeyparafelagið hevur kannað miðalprísir- nar, sum skipini, ið hava avreitt uttanlands, hava fingið fyri fiskin í 10 teir fyrstu mánaðirnar í fjør og samanborið teir við miðal- prísirnar í Føroyum. Agnar Jensen sigur at tølini eru frá Hagstovuni, men at Ráfiskakeypara- felagið hevur gjørt upp- gerðina, sum eisini stendur á heimasíðuni hjá Vinnu- húsinum. Hann sigur, at úrslitið av kanningini er, at eftir land- ingarprísunum í miðal, loysir tað seg ikki hjá skip- um at avreiða so nógv utt- anlands, sum tey gera. Ráfiskakeyparafelagið sigur, at ein uppgerð yvir miðalprísirnar lýsir ikki spurningin til fulnar. Men miðalprísurin vísur prís- gongdina eitt ávíst tíð- arskeið. Annars eru tað altíð ein- stakir túrar, har tað loysir seg betri at avreiða uttan- lands, men sum heild hevur tað ikki loyst seg. Tað sæst eisini á talvun- um, at prísurin er nógv meira svingandi uttanlands og at hann er nógv meiri støðugur í Føroyum. Og samanumtikið stað- festir Ráfiskakeyparafel- agið, at niðurstøðan má vera, at ein stórur partur av fiskinum, sum er avreiddur uttanlands, hevði fingið líka góðan, ella betri prís frá føroyskum keyparum, tá ið alt roknistykkið er gjørt upp. Fyri at lýsa gongdina, hevur Ráfiskakeyparafel- agið gjørt nakrar talvur, sum vísa tann prís, sum keyparar í Føroyum og uttanlands, hava latið fyri fisk, sum er avreiddur til ávíkavist føroyskar og útlendskar keyparar. – Hetta eru avreiðingar- prísirnir til skipið. Men tað skal eisini havast í huga, at tað kostar nógv meira fyri eitt fiskiskip at sigla til út- lendskar havnir við fisk- inum enn at avreiða í Før- oyum, higar tað er stutt at sigla. – Harafturat eru av- greiðslugjøld, sølugjøld og krøv til yvirvekt, vanliga nógv størri í útlondum enn í Føroyum. – Hesir eyka kostnaðir eru ógvuliga ymiskir, alt eftir, hvørji fiskasløg, talan er um, og hvar skipið avreiðir. Ráfiskakeyparafelagið sigur, at tí er tað ringt at geva eitt miðaltal fyri, hvussu nógv skal leggjast upp fyri, fyri at kunna sam- anbera prísirnar í Føroyum og uttanlands. Men ofta verður mett, at fyri at tað skal loysa seg at avreiða uttanlands, skal prísurin verða einar tríggjar krónur hægri fyri kilo enn í Føroyum. Ein triðingur fer av landinum Annars vísir kanningin hjá Ráfiskakeyparafelagnum, at í tíðarskeiðinum januar til oktober í 2003, eru 30.299 tons av toski, hýsu og upsa farin óvirkað av landinum. Tað er umleið ein trið- ingur av tí, sum er fiskað av hesum fiskasløgum. Tað sum verður útflutt óvirkað, verður partvís avreitt beinleiðis til útlendskar keyparar og partvís verður tað avreitt í Føroyum og síðani útflutt. Uppgerðin vísur eisini, at av tí toski og teirri hýsu, sum fór óvirkað av landin- um frá januar til oktober í fjør, vórðu umleið 60 % avreitt uttanlands og 40% vórðu avreitt í Føroyum og síðani flutt av landinum. Men hvat hýsu viðvíkur, vórðu meiri enn tveir trið- ingar avreiddir í Føroyum og síðani fluttir uttanlands og minni enn ein triðingur varð avreiddur uttanlands. Eins og í Føroyum er alivinnan í Hetlandi sera illa fyri, men nú verður arbeitt við eini ætlan um at geva henni al- mennan stuðul ALIVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ikki bara í Føroy- um, at alivinnan ekur á knøunum í hesum døgum. Tað ger alivinnan eisini í skotlandi og í Hetlandi, har fleiri alibrúk eru farin av knóranum. Men ímeðan almennu myndugleikarnir í Før- oyum hava verið meiri enn trekir at veita alivinn- uni almenna andahjálp, ætla politikarar í Hetlandi ikki at lata standa til. Nú verður sostatt ar- beitt við eini ætlan um at veita alivinnuni í Hetlandi almenna kreppuhjálp. Ráðahrrin fyri alivinnu í Skotlandi, Allan Wilson, sigur fyri Shetland News í gjár, at arbeitt verður við eini ætlan um at veita ali- vinnuni almennan stuðul. Endamálið við hesum stuðuli er at geva bankun- um størri trygd, tá ið teir skulu fíggja alivinnuna. Sami Allan Wilson sig- ur eisini, at málið verður tikið í størsta álvara og at tað er bráðneyðugt, at bankarnir fáa álit á ali- vinnuna aftur. Eftir, hvat skilst, er uppskot frammi um at umskipa ein trygdar- grunn, sum veitir trygd fyri lánum til smáídnað, til eisini at umfata ali- vinnuna. Hetta hevði gjørt, at tað hevði borið betri til hjá bankunum at fíggja ali- vinnuna, so at alivinnan kundi líta frameftir, sigur Shetland News. Alivinnuni í Hetlandi fær helst almenna kreppuhjálp Sum tað sæst á talvuni hava miðalprísirnir á toski, sum er avreiddur til føroyskar keyparar, tað mesta av árinum verið hægri enn miðalprísirnir av toski landaðir beinleiðis til út- lendskar keyparar. Í Føroyum var prísurin við ársbyrjan einar 17 krónur fyri kilo og uttanlands var hann 14 krónur. Tað er ikki fyrrenn í juni, at miðalprísurin uttanlands fer eitt sindur upp um prísin í Føroyum. Alt fyrra hálvár í fjør, var prísurin í Føroyum væl hægri enn utanlands og ímóti ársenda í fjør var næstan ongin munur. Ovara strikan er prísurin uttanlands. Miðalprísurin á hýsu er meira svingandi uttanlands enn í Føroyum, men í meðal er prísurin á hýsuni, sum er avreidd uttanlands, góðar tríggjar krónur hægri fyri kilo enn í Føroyum. Tríggjar krónur er áleið tað, sum skipini hava av ymsum eyka kostnaði av at avreiða uttanlands. Ovara strikan er prísurin uttanlands Tað sæst av myndini at prísirnir eru lækkaðir nógv í árinum. Munurin í millum føroyskar keyparar og útlendskar keyparar er í miðal 0,45. Hetta er nógv minni enn tað, sum tað kostar skipunum av eyka útreiðslum av at sigla uttanlands við fiskinum. Feskfiskanøgdir tons jan.- okt. 2003 Veiða Útflutt heilt Heilt í % Toskur 29.755 6.790 23 Hýsa 21.953 12.236 56 Upsi 40.060 11.273 28 Hendan talvan vísur, vísur nógvur fiskur er farin óvirkaður av landinum í tíðini januar til oktober í 2003 Feskur heilur fiskur tons jan.- okt. 2003 Útflutt heilt Avreitt uttanl. Avreitt í Før. Toskur 6.790 4.107 2.683 Hýsa 12.236 3.531 8.705 Upsi 11.273 6.910 4.363 Hendan talvan vísur, hvussu nógv av tí fiski, sum feróvirkaður av landinum, er avreiddur uttanlands og, hvussu nógv er av- reitt í Føroyum og síðani sent uttanlands Í Føroyum vilja politikarar treyðugt stuðla alivinnumi, men í Hetlandi verður arbeitt í stórum álvara fyri at hjálpa alivinnuni burturúr trupulleikunum C M Y K 5 4